hósdagur 17. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 133 - 17. juli 2003
Nr. 133 - 17. juli 2003
11
Í samband við kreppuna í alivinnuni verður tosað um,
hvør eigur váðan. Váðan eiga fyrst og fremst partaeigarnir
í teimum feløgum, ið reka alivinnuna, og harnæst eru tað
peningastovnarnir. Hetta skuldi verið so einfalt, ella er tað
nú tað?
Um vit skulu trúgva teimum kreftum, ið hava eina heldur
naiva uppfatan av búskapi, so eigur landið at lata
alivinnuna og tey virki, ið fíggja, sigla sín egna sjógv, og
so fara marknaðarkreftirnar at orna rest. Tað kemur at
henda ein sokallað "justering".
Trupulleikin er bara tann, at slíkar bláoygdar teoriir ikki
passa til føroyska búskapin. Sjálvt liberalismunar flagg-
beri USA hevur ikki álit á, at marknaðarkeftirnar auto-
matiskt orna alt, tá tað kemur til egnan flogídnað og stál-
ídnað. Heimurin er ongatíð svartur ella hvítur. Eitt stórt
land við nógvum vinnugreinum, kann dúva upp aðrar
vinnugreinar, skuldi ein einstøk vinnugrein farið fyri
bakka. Í einum slíkum landi kunnu marknaðarkreftirnar
orna tingini, tá talan er um ein avmarkaðan part av
vinnuni, ið ikki upp á nakran máta er ein dominerandi
partur í samfelagsbúskapinum. Danir selja framvegis
bacon, Lego og Danfoss termostattar fyri tað, um fiski-
vinnan ella tekstilvinnan er í trupulleikum.
Her í Føroyum er trupulleikin heilt ein annar. Vit hava alt
ov fáar útflutningsvinnur. Fer alivinnan fyri bakka, ja so
merkir tað í hvussu so er eitt fall uppá ein fjórðing í før-
oyska útflutningsvirðinum. Longu sum er, er støðan
álvarslig, og tað fall í útflutningsvirðinum, ið longu nú
kann staðfestast, fer at sláa ígjøgnum hjá keypmonnum og
klippistovum seinni í ár og næsta ár.
Trupulleikin í alivinnuni er ein landstrupulleiki og bú-
skaparliga stagneringin kann skjótt gerast ein samfelags-
kreppa í orðsins rætta týdningi. Tí er tað gott, at alivinnan
fer at verða viðgjørd politiskt, tí trupulleikin kann skjótt
gerast politiskur allíkavæl, og tá er betur hjá politiska
valdinum at verða uppá forkant.
At dúva uppá, at marknaðurin justerar seg sjálvan kann
verða ein vanlukka. Eina slíka "justering" sóu vit fyrst í
nítiárunum. Trupulleikin var bert tann, at fólk, ið gjørdust
arbeiðsleys ella mistu virkir fóru ikki heim til hús og
uppfunnu nýggjar vinnur, sum tey annars burdu gjørt
sambært liberalistiskari teori. Tey stungu í sekkin og fluttu
niður til Danmarkar, ístaðin fyri eldhugað at kasta seg yvir
innovativa nýggja framleiðslu. "Justeringin" merkti, at
fólk flutti av landinum. Hetta er ein sannroynd, og yngru
betongliberalistarnir í Tjóðveldisflokkinum mugu koma
við einari frágreiðing, um hví hetta ikki kann henda aftur.
Tá nú alivinnan verður viðgjørd, so eiga politikarar tó at
verða á varðhaldi, so Fólkaflokkurin ikki fer at skriva
gávukekkar út. Skal landið veita styrk av onkrum slag, og
tað má eitthvørt land viðhvørt, so eiga treytir at fylgja við
til tey, ið áttu váðan. Studningspolitikkur hevur verið tabu
evni í nógv ár, tí heimurin er gjørdur svart/hvítur, við tí
úrsliti, at vit eru farin úr veitini einu megin vegin í veitina
hinu megin vegin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
At váða sær
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ása Andreasen
Tórshavn 16. juli 2003
Havi hug at gera eina við-
merking til Búa Tyril, sum í
eini viðmerking í Sosialin-
um og Dimmalætting 16.
juli 2003 greiddi frá, at
hann hevði sæð pædofilt
tilfarð verða spreitt út á
einari føroyskari heima-
síðu. Eg haldi tað verða
gott, at Búi setur hetta evn-
ið á dagskránna. Fólk sum
hava ábyrgd av heimasíð-
um, har t. d. tjaktorg er ein
møguleiki, hava ábyrgd av
tí, sum liggur á hesum síð-
um.
Tjaktorg ein løtt kelda at
spjaða ótespiligt tilfar
Fyri uml. 1,5 árum síðani
var eg úti fyri einari líkn-
andi hending, sum Búi
greiddi frá. Eg sat og "surf-
aði" eitt sindur á internetin-
um eitt kvøldið. Kom fram
á nakrar slóðir um nýggjar
føroyskar heimasíður og
helt tað kundi verið áhuga-
vert at síggja, hvat føroy-
ingar nú høvdu funnið
uppá.
Ein av hesum føroysku
heimasíðum hevði eitt tjak-
torg, sum eg fór inn á. Orð-
ini í einum av innleggunum
bendu heilt týðuliga á
pædofili. Tað vóru orð sum
"adults, parents, sex" o.l.
Harafturat hevði viðkom-
andi eisini lagt nakrar
slóðir á tjaktorgið. Eg varð
øgiliga kløkk av hesum,
men helt at eg skuldi kanna
hetta nærri og fór inn á eina
slóð. Tann slóðin beindi
meg beint inn á eitt tað
mest óhugnaliga eg havi
verið úti fyri. Ein síða við
myndum av børnum og
slóðum við sigandi teksti,
so sum "Father and 10’year
old" o. l. Tú kanst ikki
ímynda tær, hvat fyri
myndir vóru at síggja hand-
an hesar slóðir.
Eg var veruliga skakað
og illa fyri av hesum og
ringdi sjálvandi beinan-
vegin til eigaran av heima-
síðuni og spurdi, um við-
komandi varð greiður yvir,
hvat stóð á hansara heima-
síðu/tjaktorgið. Tað var við-
komandi ikki, hann hevði
ikki verið inni á tjaktorg-
inum í eina tíð. Lítla løtu
seinni var innleggið slettað.
Ringdi til politistøðina
Eg ringdi síðan til politi-
støðina
í Tórhavn
og
greiddi frá hendingini. Helt
at løgreglan átti at veri á-
hugað í hesum, tí talan var
um eina føroyska heima-
síðu, og tí var tað sannlíkt,
at talan var um ein føroy-
ing. Eg eri annars rættiliga
vís í, at talan veruliga var
um ein føroying, tí nøkur
av orðunum í innlegginum
vóru føroysk, hóast tey
flestu vóru á enskum.
Eg helt, at tað burdi verið
í áhugamálunum hjá før-
oysku løgregluni at fingið
slíkar upplýsingar, og tí
ringdi eg til teirra.
Vakthavandi
løgreglu-
maðurin segði, at hetta
gjørdu teir einki við í Før-
oyum. Hann bað meg ringja
til
Keypmannahavn!!!
Hann vildi ikki eingang
vita, hvør føroyska heima-
síðan var!!! Eg fór so at
leita mær telefonnummarið
hjá donsku løgregluni fram
og ringdi til løgregluna í
Keypmannahavn,
sum
hevði eina deild, ið arbeiðir
við slíkum málum.
Tá eg læs viðmerkingina
hjá Búa Tyril, sum hevði
sæð pædofilt tilfar spreitt
út á føroyskari heimasíðu,
helt eg, at eg skuldi siga frá
mínum upplivilsi. Í hesum
sambandi vil eg nevna, at
talan er um tvær ymiskar
heimasíður. Eg havi ikki
illgruna til, at eigarin av
heimasíðuni yvirhøvur er
innblandaður í hetta. MEN
eg vil bara minna fólk, sum
eiga og umsita heimasíður,
á at ansa eftir teimum. Tit
hava samábyrgd, um slíkt
tilfar verður breitt út um-
vegis tykkara heimasíður.
Eg vóni at løgreglan í
Tórshavn hevur fingið eina
aðra mannagongd hesum
viðvíkjandi. Tað kann ikki
verða meiningin, at ein
borgari, sum ger sína
skyldu, verður biðin um
sjálv/-ur at ringja til løg-
regluna í Danmark við slík-
um málum.
Pædofili á føroyskum heimasíðum
Torfinnur Jákupsson
Grannatjóð okkara Ísland
má sigast at vera best um-
boðaða tónleikaútlandið á
G! festivalinum, ið verður
um vikuskiftið í Gøtu. Og
festivalurin, ið eftir ætlan
skuldi sjósetast fríggja-
kvøldið, byrjar nú kvøldið
fyri - við einum røttum
íslendskum byrjunarskoti.
Fyriskipararnir fyri G!
festivalin avgjørdu í sein-
astu viku at byrja festivalin
eitt kvøld fyrr, og skráin
fyri fyrsta festivalkvøldið,
tvs. hóskvøldið, inniheldur
ikki færri enn tríggjar ís-
lendskar bólkar. Ein av
høvuðspersónunum á G!
skrivstovuni í Syðrugøtu,
Sólarn Solmunde, heldur
eina góða orsøk vera til, at
tað eru tríggir íslendskir
bólkar við á festivalinum í
ár.
"Persónliga meti eg ís-
lendska rokkpallin vera á
einum sera høgum støði. Í
mun til m.a. tann føroyska
tónleikapallin, haldi eg, at
íslendingar fara longur, tá
ið teir leita sær eftir íblástri,
og tí mennist tónleikurin
kanska eisini skjótari enn
tann føroyski," sigur hann.
"Tí meti eg eisini, at eitt
gott útboð av íslendskum
tónleiki hesum viðv. kann
vera sera mennandi fyri
føroyska tónleikapallin."
"At hóskvøldið, ið nú er
fyrsta festivalkvøldið, inni-
heldur allar teir íslendsku
bólkarnar á festivalinum er
eitt sindur stuttligt," heldur
Sólarn. "Eg var í Íslandi
herfyri, har eg hitti Ensimi.
Tað vóru í veruleikanum
teir, ið komu við hugskot-
inum um at hava eitt kvøld,
áðrenn festivalurin byrjaði,
har fólk kundu líkasum hita
upp til festivalin."
Ensimi er fyrsti bólkur á
høvuðspallinum á gøtu-
sandi fríggjakvøldið.
"Tað helt eg vera eitt
frálíkt hugskot. Tað er bæði
feitt fyri teir sum tónleika-
bólk og okkum sum fyri-
skiparar. Soleiðis sleppa
teir betri framat við sínum
tónleiki, og vit kunnu bjóða
festivalgestunum eitt feitt
tiltak afturat."
"Og á henda hátt koma
fólk kanska eisini fyrr á
festivalin, so vit fáa gjørt
meir arbeiði fyrr, so sum
tað at avgreiða atgongu-
merki osfr."
Hóskvøldið byrjar við
íslendska sangaranum og
lagsmiðnum Rúnar. Rúnar
Íslendingar sjóseta G! 2003
Framhald á næstu síðu
er m.a. kendur úr íslendska
bólkinum Náttfari, og er
skyldur við føroysk nøvn
sum Hanus G. Johansen, og
altjóða nøvn sum Bob
Dylan.
Næst á pallinum verða
Úlpa, ið áður hava verið at
hoyrt í Føroyum, og m.a.
finnast á savnsfløguni hjá
Tutl „Tutl 25 ár". Úlpa er
ein av best kendu bólk-
unum í Íslandi, og endaðu
m.a. á triðjaplássinum fyri
bestu fløgu í Íslandi í 2001.
Úlpa hava ein seregnan
tónleikastíl, ið ber brá av
melidiøsa og eksperimen-
terandi rokktónleikinum.
Síðst á pallinum verður
bólkurin Ensimi, ið sein-
astu árini hevur vunnið sær
alsamt størri virðing. M.a.
vunnu teir sær heiðurin
sum besti nýggi bólkur í
Íslandi í ’99 við sínum
progressiva og melidiøsa
rokktónleiki, og hava teir
síðani verið á fleiri stórum
konsertferðum, eitt nú í
USA.
Byrjunarskotið til festi-
valin hóskvøldið, ið bert
inniheldur íslendskar bólk-
ar, er kanska eisini ein
ábending um, hvussu fyri-
skipararnir fyri G! festi-
valin raðfesta sín áhuga í at
fáa tónleik, ið rørir seg
millum tónleikararnar í
umhvørvinum hjá Grót, út
ímillum fólk. Tað er eingin
loyna, at av nógvu nøvnun-
um á G! festivalinum eru
fleiri, ið vanligi áhoyrarin í
Føroyum lítið og onki
kennir til. M.a. teir, ið fara
á pallin í Losjuni hóskvøld-
ið. Er so ikki ein vansi í at
bjóða so fjølbroyttan tón-
leik fram fyri einum so
"lítlum" el. "óroyndum" á-
hoyraraskara at kalla, sum
tí føroyska?
"Jú, tað er sjálvandi ein
vansi í tí. Men eg sakni eina
broyting í hugburðinum hjá
fólki, ein størri opinleika
fyri nýggjum tónleiki. Før-
oyingar er ov afturhaldnir.
Tey eru mestsum bangin
fyri at hoyra okkurt nýtt."
Hann heldur, at skuldu
bara bólkar spælt, ið fólk
kendu frammanundan, so
hevði eingin møguleiki ver-
ið fyri, at festivalurin hevði
verið bótaførur. Sólarn
heldur, at ein lutfalsliga bí-
ligur, ókendur bólkur kann
bera nógv størri íblástur til
føroyska
tónleikapallin,
enn ein dýrur bólkur, ið øll
hava hoyrt fyrr.
Tónleikasamtakið Grót
er einasti tónleikapallurin
hjá nógvum av føroysku
tónleikarunum í dag. Er
hetta eisini ein háttur at
skapað ein føroyskan tón-
leikapall fyri teim út-
lendsku tónleikabólkunum,
ið royna at vinna fram uttan
fyri sínar egnu landoddar?
"Jú, tað er tað. Eg haldi,
at høvuðsendamálið hjá
Grót er at hjálpa tónleik-in-
um frameftir, og tvs. bæði
føroyskum og útlendskum.
Tað hevur verið tað, vit
hava lagt mest dent á tey
seinnu árini, haldi eg.
Hóast G! 2003 bert er okk-
ara fyrsti veruligi festivalur,
tykist hann longu at hava
lagt grundarlagið undir ein-
um fjølbroyttum útlendsk-
um tónleikapalli á G!, og
tað er sera spennandi,"
heldur Sólarn.
Afturat fleiri útlendskum
fjølmiðlum,
ið
koma
hendavegin
at
vitja
festivalin, verða eisini fleiri
umboð fyri útlendsk plátu-
feløg. Er hetta ein bein-
leiðis avleiðing av, at tit
hava fleiri útlendskar bólk-
ar við á festivalpallunum?
"Í ein ávísan mun, ja. T.d.
hevur ein av útlendsku
bólkunum, ið fara at spæla
her á festivalinum, í sein-
astuni havt samband við
tvey stór plátufeløg í Bret-
landi, og G! festivalurin
verður fyrsti pallurin, teir
koma at royna seg framman
fyri umboðunum fyri hesi
plátufeløg. Tað er ómeta-
liga spennandi fyri okkum,
ið fyriskipa, og ikki minst
eisini fyri teir føroysku
bólkarnar, ið spæla á
festivalinum í ár. Líknandi
møguleikar, vóna vit, vaksa
alsamt í framtíðini."
Útlitini fyri, at G! festi-
valurin fer at gerast størsti
føroyski pallurin hjá tón-
leikarum at gera vart við
seg úteftir, tykjast sambært
Sólarn Solmunde góð.
Sigast má so, at framtíðin
sær spennandi út hjá teimu-
m á G! skrivstovuni í
Syðrugøtu.
Eivind Jacobsen
Strendur
Seinastu tíðina hava fleiri
bankastjórar víst á, at
alivinnuni tørvar kapital.
Øll alivinnan er um at fara
á húsagang.
Long tíð er síðan ILA
varð staðfest fyrstu ferð. Tí
meini eg avgjørt, at orsøkin
til støðuna er, at alt ov nógv
er sett út. Vinnan hevur
expanderað
meira
enn
eginpeningurin upp á uml.
5-600 mió. kundi bera.
Váðin var heilt einfalt ov
stórur. Men tað er sjálvandi
lætt at siga í dag.
Okkurt má gerast. Men
ivi tykist verða um, hvør
hevur ábyrgd og eigur at
taka um endan. Bæði fyrr-
verandi og núverandi løg-
tingslimir vísa á, at bank-
arnir eiga ábyrgdina. Tað
skilji eg ikki rættuliga.
Uppgávan hjá bankum er
at forrenta pengar, sum
palliba o.o. hava lánt bank-
unum. Hetta gerst bert um
lænt verður til fyritøkur og
persónar, sum gjalda lán
aftur við rentum. Taka
bankarnir ábyrgd fyri sam-
felagnum og geva lán uttan
at fáa pengarnar aftur, er
tað ikki bankarnir, men
palliba o.o. sum gjalda.
Um Bankarnir heldur
velja at lækka innlánsrent-
una, taka tey, sum hava inn-
lán sínar pengar út. T.d.
gera Arbeiðarafeløg pen-
sjónsavtalur
uttanlanda.
Tryggingarfeløg
keypa
Obligatíonir ella partabrøv
uttanlanda. Úrslitið er, at
bankarnir ongar pengar
hava at lána út.
Hækka bankarnir útláns-
rentuna, velur palliba bíliga
útlendska bilfígging frá
bilhandlarum. Úrslitið av
hesum er, at bert tey, sum
ikki gjalda lán aftur, biðja
um lán.
Havast skal eisini í huga,
at bankar ikki kunnu taka
okursrentu tá tað gongur
væl, fyri at geva aftur tá tað
gongur minni væl.
Tekur Føroya Løgting
ábyrgd?!
Løgtingslimir kunnu gera
ymiskt. T.d. taka ábyrgd
fyri tí lóggávu, teir sjálvir
hava gjørt.
Bankarnir hava fleiri
ferðir víst á, at um aliloyvi
kundu verið sett í pant
hevði tað økt um møguleik-
arnar fyri fígging.
Útlendingar
kunnu
í
mesta lagið eiga 33%.
Hetta er ein forðing fyri at
kapitalur kemur í vinnuna.
Landið gav aliloyvir grat-
is, ókeypis, forerandi fyri
einki, til ávísar persónar.
Alt framtíðarvirðið av ali-
vinnuni er tí avreitt til
nøkur útvald, sum við
vinningi hava selt aliloyvir.
Hetta er við til at drena
vinnuna fyri milliónir í
likviditeti.
Havi ikki nakra meining
um, hvat rættast er at gera.
Men mál, sum hava stóran
týdning fyri samfelagið
enda sum oftast í lands-
kassanum. Ikki bara í Før-
oyum. Hetta hendur, sjálvt
um øll (uttan fólkaflokk-
urin?) eru samd um, at har
hoyra tey ikki heima. Livst
so spyrst.
VIÐMERKINGAR
Alivinna-kapitalur
Henrik Old
Nú avgerðin er tikin um,
hvør skal gera samferðslu-
havnina á Trongisvágsfirði,
sær tað út til, at tann part-
urin av løgtingslógini um
samferðsluhavnina,
har
sagt verður, hvar mesta
grótið skal takast frá til
samferðsluhavnina, er burt-
urgloymdur.
Tá triðja viðgerð av hes-
um máli skuldi avgreiðast í
løgtinginum, fekk ein var-
hugan av, at ein politisk
samsvørjing hevði tikið seg
upp ímóti at knýta sam-
ferðsluhavnina saman við
tunnilsgerðini millum Øra-
vík og Hov, soleiðis sum
løgtingið við aðru viðgerð
hevði samtykt stutt framm-
an undan.
Tað sær út til, at lands-
verkfrøðingurin eisini hev-
ur fingið boð um, at tað
ikki hastar at gera tær
kjarnuboringar, sum teir
sjálvir ráða til, áðrenn
byrjast kann við tunnils-
gerð í neðra millum Øravík
og Hov.
Uppá fyrispurning frá
Vinnunevndini um kjarnu-
borðingarnar ikki kundu
gerast skjótari enn tríggjar
til fýra mánaðir, svaraði
landsverkfrøðingurin,
at
um politiski viljin var til
staðar, so kundi borast
longri enn vanligan ar-
beiðsdag og sostatt kundi
tíðin til hesar kjarnubor-
ingar styttast munandi.
Men sjálvt um ljóst hevur
verið alt samdøgrið síðsta
mánaðin er bert bora í 8
tímar. Sostatt verða hesar
royndarborðingar við vilja
toygdar so langt út, sum
møguligt, og nú hoyrdist í
útvarpinum at hetta fór at
taka rúma tíð enn.
Tað gekk skjótari hjá
NCC at bora, spreingja og
koyra út úr Vágatunnlinum,
enn tað gongur hjá lands-
verkfrøðinginum at bora
eitt klænt hol beint niður-
eftir í Hovshaganum. So
tað er týðiligt at boðini eru
»so seint sum gjørligt«.
Tað er heilt ófatiligt, at
tað skal verða neyðugt hjá
landsverkfrøðinginum at
gera
dýpdarmátingar
á
Trongisvágsfirði fyri at
finna fram til um nýggi
Smyril kann leggja at
aðrastaðni á fjørðinum, tá
teir sum skulu gera nýggju
havnina kunnu gera hana
lidna í novembur næsta ár,
og Smyril í besta lagi fer úr
Spaniu hálvan oktober.
Betur mátti verið at brúkt
hesar pengar og kreftir upp
á at kjarnubora Øravíkar
megin.
Eisini eigur at verða mint
á, at norska felagið, sum
boraði Vágatunnilin skeyt
upp at bora og sikra tunn-
ilin millum Øravík og Hov
uttan at gera hann koyri-
kláran, fyri at fáa fatur á
grótinum. Hetta kundi ger-
ast fyri millum 65 og 70
mió. og verða liðugt næsta
summar.
Um landsstýrissamgong-
an roknar við, at hetta bara
verður gloymt burtur, so
skulu teir trúgva umaftur,
tað eru einans fjúrtan dagar
eftir, til tingið kemur saman
aftur.
Annars fari eg at ynskja
byggifelagnum, sum skal
gera
samferðsluhavnina,
góða eydnu við arbeiðnum.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góði maður,
abbi og langabbi okkara
OTTO ELIESAR CHRISTIANSEN
ættaður úr Sumba
búsitandi í Havn
andaðist á Eldrasambýlinum í Hoydølum
tann 14. juli, 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin 17. juli kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Maria
Ikki at bora Øravík - Hov – er hol í høvdi
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10