Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 133 - 17. juli 2003 Nr. 133 - 17. juli 2003 13 Gøtu Kommuna stuðlar G!-festivali- num við 100.000 krónum. Tað er eitt lítið sats, men for- maðurin í mentunar- nevndini í Gøtu kommunu er ógvu- liga positiv G!-FESTIVAL Rógvi Borðoy Bara fríbillettirnar, sum gøtubúgvar hava fingið frá tónleikasamtakinum Grót eru meir enn 230.000 krón- ur verdar, so har er longu lønsemi. Tað sigur Sigvør Laksá, formaður í mentun- arnevndini hjá Gøtu komm- unu. Og har er nógv aftrat, sum kann koma kommunui til góðar, um G!-festivalur- in gerst væleydnaður. Men hon minnir á, at tað er ringt at úttala seg, áðrenn alt er yvirstaðið. - Fyrst og fremst setur tað Gøtu á landakortið. Haraft- urat er tað motiverandi fyri ungdómin í bygdini, sigur Sigvør Laksá. Og tað er nakað um tað. Í sambandi við festivalin verða umleið 120 ungfólk biðin at leggja nakrar ar- beiðstímar, samstundis sum 30 fólk hava verið við í fyrireikingunum leingi. - Tað er umráðandi at seta fokus á ungdómin, frítíðar- virksemið og Grót. Vanligt eru vit heldur trek at stuðla slíkum tiltøkum, men hetta hugskotið var so mikið gott og serligt, at vit valdu at geva teimum okkara stuðul sigur Sigvør Laksá. Hon metir, at tað eru nógv onnur, ið fáa nakað burtur úr at G!-festivalurin verður hildin. GÍ, Skeggjar, kórið, øll fáa nakað burtur úr tiltakinum. Í øllum før- um meir, enn um tað var eitt vanligt stevnutiltak. Nakað serligt Tað kann sigast, at G!- festivalurin er eitt heldur óvanligt stevnutiltak. Og Gøtu kommuna bjóðar hugskotinum vælkomið. - G!-festivalurin ger okk- ara stevnu til nakað heilt serligt í mun til aðrar stevn- ur, sigur Sigvør Laksá. Eg hevði einki havt ímóti, um Gøta gjørdist tónleikahøvuðstaður í Føroyum, leggur hon aftrat. Hon væntar, at festivalur- in fer at geva eitt størri samanhald í Gøtu. Væl at merkja, um tað eydnast væl. Tí tað veldst sjálvandi um, hvussu bygdin sær út mánadagin eftir festivalin. Um tað ikki er væl ruddað, kann tað geva trupulleikar, sigur hon, og minnir á, at trýstið liggur á fyrireikar- unum at fáa alt avgreitt á ein nøktandi hátt. Bæði borgarstjórin Hall- dóra Ranghamar og Sigvør Laksá í mentunarnevndini siga, at Gøtu kommuna fær nakað burturúr ferðavinn- uni í framtíðini, um G!- festivalurin eydnast væl. - Fyri ferðavinnuna í Gøtu og í restini av Føroy- um kemur G!-festivalurin at hava stóran týdning. Hon fær nógvar møguleikar at mennast, um alt gongur, sum tað skal, sigur Sigvør Laksá. Tey eldru eru við Beint við Gøtusand, har konsertirnar skula haldast, liggur eitt ellisheim. Van- liga dámar teimum eldru ikki væl harðan tónleik, men í hesum førinum hevur tað ikki givið nakað slag av trupulleikum. Borgarstjórin í Gøtu kommunu, Halldóra Ranghamar sigur, at tað kanska heldur er hin vegin, at teimum dámar væl tiltak- ið. - Í fjør vóru fleiri eldri fólk á sandinum og lurtaðu eftir tónleiki eina løtu. Og alt tiltakið er jú liðugt longu á midnátt, so tað er ikki ein trupulleiki, sigur Halldóra Ranghamar. Sigvør Laksá greiðir frá, at fleiri eldri fólk beinleiðis hjálpa fyrireikarunum at fáa tiltakið uppá føtur. Til dømis býr norski bólkurin Xploding Plastix hjá einari 72 ára gamlari konu í Gøtu. Tónleikaliga ríkari Sigvør Laksá heldur, at G!- festivalurin kann geva borgarum í Gøtu møguleik- an at vinna sær nakrar krónur burtur úr festivalin- um. Til dømis nevnir hon Jonnu Jacobsen, sum hevur málað eina rúgvu av postalínu við merkinum hjá G!. Tøting kann eisini selja nakað meir enn vanligt, og hon vónar eisini, at onkur gøtubúgvin tekur stig til at opna eina matstovu ella eitt gistingarhús. - Tað er ringt at fáa eina matstovu at hanga saman fíggjarliga, um tað bert ber til at selja nakað tríggjar dagar um árið, men kanska kann G!-festivalurin geva fólki hug til at seta okkurt líknandi í verk, sigur Sig- vør Laksá. Halldóra Ranghamar, borgarstjóri, roknar ikki við, at Gøtu kommuna fær serliga nógv burtur úr fíggjarliga. - Men vit gerast tónleika- liga ríkari, sigur hon. Gøtubúgvar glaðir fyri G! -G!-festivalurin ger ikki Gøtu kommunu ríkari fíggjarliga, men vit gerðast nógv ríkari tónleikaliga. Tónleikurin hevur ikki havt nóg góðar umstøður í Gøtu, og tí vilja vit stuðla G!-festivalinum, sigur Halldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu kommunu. Nú eru fysisku rammurnar fyri stóra tónleikatiltakinum lagdar á sandin í Syðrugøtu. Størsti kranin í landinum hevur sett tyngsta føroyska tónleika- pallin niður á Gøtu- sand. Spennandi verður so, um veðrið fer at vera til vildar G! FESTIVAL Johan Jacobsen Tað man ikki vera hvønn dag, at størsti kranabilurin í landinum stendur við Gøtu- sand og setir størsta tón- leikapallin niður á Gøtu- sand. Við hendan pallin verður tað mesta tónleikin- um at hoyra. Tað er fríggja- dagin at pallurin á sandi- num fyrstu ferð verður nýttur og leygarkvøldið er tað høvuðsnavnið Bomfunk MC´s, sum traðkar á pallin. Meðan arbeitt varð við at seta pallin upp, var tað stilt og ráligt í veðrinum. Mjørkin lá sum ein dýna rundanum Gøtuvík og frið- urin lá yvir Syðrugøtu - líka undantikið djúpa dieselmotorljóðið, ið stóð og brummaði úr krananum. Nakað av bygdafólkinum var komið út at hyggja eftir hesi sjáldsomu sjón og børnini, sum spældu á sandinum hugdu av og á niðan eftir hesum stóra tinginum. Fyrireikararnir og annað arbeiðsfólk komu út av og á at síggja hvussu gekst. Og mestan hevur okkurt syðrugøtufólk eisini forvitnast gjøgnum vind- eygað. Tað regnaði tað mesta av degnum, men tá pallurin stóð uppi, sleit í. Arbeiðið við at seta pallin upp gekk heilt væl. Tó, hetta er ein stórur pallur, so tað tók úti við seks tímar, frá tí kranin byrjaði at hiva fyrstu ferð, til tað bleiv riggað av. Her var skil í arbeiðinum, tá hivað varð. Menn vistu hvat teir gjørdu og tað var týðu- ligt, at hetta ikki var fyrstu ferð, teir arbeiddu við at lyfta tungt tilfar. Pallurin "Ja, tað er bara at lora!" "Hiva eitt sindur!" "Er tað for úti?" "-Jú, tað er for!" - hoyrist gjøgnum sendarnar, sum teir báðir arbeiðsmenninir frá Skipafelagnum brúka at samskifta við. Annar situr í krananbilinum, hin stendur og stýrir stóra konteynara- botninum. Pallurin er settur saman við 3 pørtum. Hesir part- arnir eru 12 flats ella kon- teynarabotnar. Tilsamans vigar pallurin 60 tons og hann er 77 fermetrar. - Hetta er so tann størsti pallurin, eg havi verið til at seta upp, sigur Valdemar Olsen. Kranin Kranin vigar 48 tons, so tá hann hivar, standa yvir 100 tons á bakkanum við Gøtu- sand, sum annars bara verður kallaður "98". Kranamenninir taka hetta heilt róligt. - Kranin av merkinum Faun hevur Skipafelagið lænt úr Norra í sambandi við oljuvirksemi í Runavík- ini. Tó hevur tað virksemið ikki ordiliga tikið dik á seg. So kranin verður bert nýttur til serlig høvi, t.d. tá vit settu tangarnar til oljuleit- ingina upp í Runavík, ann- ars verður hann brúktur til lossing og lasting av supplybátum, sigur, krana- maðurin, Stig Davidsen. Og hetta kann eisini sigast at vera eitt serligt høvi. Flestu gøtufólk munna hava lagt til merkis hetta stóra tungmálms- djórið. Bummurin stendur jú 37,4 metrar upp í veðrið, hetta sigur ein hæddarvísari inni í kranahúsinum. Og á hvørjum av teimum fýra stúttubeinunum standa eini 25 tons á. Hetta sæst eisini, tí styttubeinini eru eitt sindur smokkaði niður í bakkan har hann hevur staðið. Faun-kranin hevur sett síni spor í Syðrugøtu. Síðsta hivið Á sandinum er fult av sporum av eini gummiged, sum hevur slættað sandin. Tað er her, áhoyrararnir fara at lurta eftir, hvat G! festivalurin hevur at bjóða. Veðrið fer sjálvsagt at hava sín leiklut í, hvussu dámur- in verður á áskoðarunum og hvussu tiltakið fer at hilnast. Nú verður tað síðsta hivið sett niður og sostatt er ein sera týðandi ramma løgd um tiltakið. Hetta man vera tyngsti tónleikarapallurin og teir komandi dagarnar fer man at síggja, um G! Festival- urin fer at viga líka nógv í føroyska tónleikalívinum. Dagur í viku í Syðrugøtu Kranin strekkir seg 40 metrar Pallurin verður settur upp C M Y K 13 12