Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

dll SOIL: ORUSTU Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 216 — 11. NOVEMBER 1994 Síða7 Sjónvarp Foroya Tjóvurin - 2:2 S pund eru stolin úr pengamappuni hjá ein- um lærara á skúlanum, og Kevin, ið fyrr hevur verið illavorðin, fær skyldina. Øll spyrja, hvaðan hann hevur fingið tey 5 pundini, sum hann brúkti at keypa mammu síni fødingardagsgåvu fyri. Erigglakvældið.kI. 20.35; Veitst tú, at... Tá id tann 83 ára gamli kendi leyvuvinurin George Adamson varð myrdur av fíla- beinsveiðumonnum í 1989, visti ongin, hvat ið skuldi verða av leyvunum hjá hon- um. Gareth Patterson, ein av næstu med- arbeiðarum hansara, fekk leyvurnar fluttar til eitt djórareservat í Botswana. Columbo Peter Falk er aftur við heilt nýggjum søgum um tann kenda detektivin. Ein kendur sexologur eygleiðir Columbo gjølla, meðan hann kannar morðið á elskar- an hjá henni. Eríggjakveldið kl. 23.05: Tað, allar kvinnur eiga at vita um ótrúskap Ensk minirgð í 3 pørtum um kvinnur, ið forelska seg í giftum monnum. Eftir met- seljaranum hjá Carol Clewlow. 1. partur: Rose er ímóti ótrúskapi. Bestu * vinkonur hennara fríggja allar tríggjar við giftum monnum, og hon sær, at tær hava tað verri enn menninir. Men so hittir hon Paul, sum er giftur... Amanda Donohoe, Sean Bean og Theresa Russell Undirvatnssafari í Reyða Havinum-a:5 Upptøkur av ti fjøbroytta lívinum ímillum sker og korallur í Reyða Havinum. Vælkomin til familjuveitslu hjá Michael Jackson Fyri fyrstu ferð í 20 ár fór øll Jackson- familjan á pallin saman. Tað hendi á Grand Hotel í Las Vegas. Umframt Jackson fa- miljuna við børnum og barnabørnum lut- tóku eisini aðrar stjórnur, eitt nú Aretha Franklin og Smoke Robinson. Elizabeth Taylor var eisini við, hon skuldi taka ímóti eini virdisløn fyri sítt vælgerðararbeiði. Alt avlopið frá konsertini varð latið offrunum fyri jarðskjálvtanum í Los Angeles. Leygardagin kl. 16.45; Roxette Jørge de Mylius hevur hitt Marie Frede- riksson og Per Gessle. Gomul klipp við teimum og nýggj Roxette-hitt verða at síggja. Leygardagin kl. 17.25: Kaðal og tráður síga frá live-konsert við Hotel Hunger, id er mettur at vera ein tann besti rockbólkurin í Danmark. rkvøldid kl. 20.40: Tilflytararnir — 9:10 Familjurød um fólk og fenað á góðsinum Stratblair í skotska hálendinum. Alec og Jenny stríðast fyri at fáa hoyggið inn. Men tå stríðið er av, sigur Alec óvænt- að, at hann ætlar sær at flyta frá Corriebeg. Valkveld er, og Andrew vónar at standa seg væl. Flora stuðlar honum, men hon goymir eisini ein loynidóm, sum kemur at åvirka framtíðina hjá teimum. Pheemie fær vitjan — ein gest úr fortidini. Faye Dunaway og Tommy Lee Jones Leygarkvøldid kl. 21.35: Eygu Faye Dunaway spælir ein kendan fotograf, ið knappliga fær óhugnaligar sjónir av fólk- um, ið verða dripin. Men tað vísir seg, at marrudreymar hennara eisini henda í veruleikanum, og øll offrini eru vinfólk og kenningar. Saman við einum politisti fer hon at kanna málið, og uppaftur dramatiskari verður stødan, tá on fær eina ábending um, at hon skal verða tað næstaoffrið. L rkvøldid kl. 23.20: Bryan Adams handan pallin Portrett av ti kanadisku rock'n'roll stjørnuni Bryan Adams, sum er kendur fyri onki at lata leka út um sitt privatliv. Henda send- ingin er eitt undantak í so máta. Filmslidid er sloppið at fylgja honum handan pallin, á tumé og á konsertum. Í sendingini hitta vit ta stóru stjórnuna, men eisini mannin aftan fyri stjórnuheitið. Vit hoyra eisini nakrar av kendastu sangum hansara. . Sunnudagin kl. 14.55: Skjótari enn vindurin Enskur sjónvarpsfilmur frá 1989. Tann arabiski fullblóðshesturin Sham Navin Chowdry og Nigel Hawthorne við hestinum f verður borin í heim í teimum kongaligu stallunum i Marokko í 18. eld. Hann verður sendur franska konginum sum gáva, men verður ikki rættiliga virdur, fyrr enn hann kemur til Onglands. Tað er eisini søgan um Agba, sum er stummur, og sum fylgir Sham á hansara ferð og livir við í hansara sigrum og ósigrum. Um Janus Djurhuus - kanska um 100 år — 2:4 (e) I januar og februar mánaða 1989 visti sjón- varpið fýra sendingar um skaldið og sak- føraran Janus Djurhuus. Hanus Andreassen hevdi lagt sendingarnar til rættis og Ragnar C. Joensen stóð fyri teknikkinum. Sunnukvøldid kl. 19.10: Teir triggir tenor- arnir i L.A. Kvøldid fyri finaluna í HM-fótbólti sungu teir tríggir heimskendu tenorarnir, Luciano Pavarotti, Placido Domingo og José Carrera, áeinum stórum stadion í LosAnge- les. Teir sungu nakrar kendar ariur og sangir. Sunnukvøldid kl. 21.25: Bokakassin: At myndprýða tekst Í hesum visuellu tíðum eru krøvini til myndatilfarid í bókum, tidarritum og blød- um nógv vaksin. Ein, sum í nøkur ár hevur fingist við at myndprýða bøkur, er Anker Eli Petersen úr Havn. Herfyri hevði hann eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við myndum til kvæðið Olav Riddararós. Vár í Ólavsstovu hevur tosað við Anker Eli Petersen um týdningin at myndprýða tekstir. : Sunnukvøldid kl. 22.15: Fortuna -5:6 Løvdahl professari heldur eina glæsiliga gryluveitslu fyri borgarunum i bynum. Christensen bankastjóri ætlar sær at selja síni partabrøv, áðrenn ov seinter. Abraham lænir pápa sínum pengar í góðari trúgv, áðrenn hann fer á handilsferd til Kristiania, men tá hann kemur heimaftur, er Løvdahl húskið farið á húsagang og hevur tikið allan býin við sær. Morten Kruse, sum eisini hevur mist pengar, rópar um hevnd av prædikustólinum. Sendirgðin byggir á skaldsøgurnar »Gift«, »Fortuna« og »Skt. Hans Fest«, eftir Alexander L. Kielland. sy