leygardagur 12. november 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 Sida 3
J. J. Harratoy flytir nú úr »Loyni-
krokinum« niðan á »Glade Hjørne«
Månamorgunin kl. 9 letur J. J. Harratoy
upp i nyggjum hølum å »Glade Hjørne«.
— Tað kennist heilt løgid at skula fara úr
»Loynikrékinum«, eftir at hava verið har
í 28 ár, sigur Jákup av Kamarinum
Býarmyndin í miðbýnum í
Havnini verður broytt mun-
andi månamorgunin kl. 9, tå
handilin J. J. Harratoy letur
upp í nýggjum hølum.
Hølini i »Glade Hjørne« i
Niels Finsensgøtu 9, har
bókhandil hevur verið áðr-
enn, skulu framyvir hýsa
klædnahandlinum, ið flytir
úr sokallada >Loynikrók-
inum« innast í smoguni í
Niels Finsensgøtu 7.
- Tað verða týsdagin 6.
desember 28 ár síðani vit
lótu upp handilin Gunder
Harratoy, ið alla tíðina hev-
ur hildið til í >Loynikrók-
inum«, sigur Jákup Jakob-
sen, meira kendur sum Ják-
up á Kamarinum.
Tað var upprunaliga Gun-
der Johansson, seinni Schil-
ler, ið átti handilin, og hevur
Jákup arbeitt har øll 28 ár-
ini. Í 1979 keypti Jákup so
Gunder úr handlinum, og
hevur Jákup síðani rikið
handilin sjálvur.
- Eingin ivi er um, at tað
hevur havt sína sjarmu at
verið í gomlu hølunum øll
hesi árini, men tá hølini á
»Glade Hjørne« vórðu leys,
gjørdi eg av at flyta, ti har ert
tú nærn ferðsluni gjøgnum
Gongugøtuna, eins og betri
møguleikar eru við teimum
stóru framsýningarvindeyg-
unum, sigur Jákup.
- Men hesi nýggju hølini
2ru eitt sindur minni enn tey
gomle hølini, samstundis
sum leigan er ein fimting
dýrari. Kortini vænti eg, at
vit vinna tað innaftur, tí iad
nú er lættari hjá fólki líka-
sum at »detta« inn á gólvið.
Nógvir góðir menn vitja
inn á gólvið í J. J. Harratoy
til eitt lítið prát, men okkurt
veit Jåkup sjálvur at fortelja:
Nú tað frættist, at handilin
fór at flyta, varð Jákup upp-
ringdur av einum manni, ið
tosaði syngjandi norskt. Ør-
indini hjá hesum vóru at
spyrja, um tað passaði, at
»dere går nu ut av Smutt-
hullet?« Hesum játtaði Ják-
up, og tá hin so spurdi, hví
nú varð farið, svaraði Ják-
up, at tað helst var »mere
fisk ute pá kanten«.
Tá avdúkaði norska rødd-
in seg sum ein av vinmonn-
unum hjá Jákupi, ið bert
vildi hava okkurt av skemti-
ligt burtur úr flytingini.
Tað, sum J. J. Harratoy
fyrst og fremst hevur á hill-
um og akslatrøum er mann-
fólkaklæði — bæði til yngri
og eldri menn. Umframt
Jákup sjálvan arbeiðir eisini
Finngerð Skaalum í handl-
inum.
- Vit skulu ikki gremja
okkum um søluna, ti hon
hevur verið betur í ár enn í
fjør, endar Jákup á Kamar-
inum prátið.
hj.
Karin Toftegaard hevur staðið fyri arbeidinum at gera
kanningina. Mynd: Jan
23 % minni
at liva fyri
Bara tey eldru hava fingið meira at liva
fyri, og helst er krígspensiónin orsøkin,
sigur ein kanning, sum ein verkbólkur
hevur gjórt
Tað verður so javnan tosað
um versnandi livikorini í
Føroyum, men higartil hava
eingi hagtøl víst, hvussu
någvlivikorini eru versnað.
Men í gjár var almanna-
kunngjørd ein kanning, sum
ein verkbólkur hevur gjørt.
Kanningin kom í lag, tá
fakfeløgini heittu á Fróð-
skaparsetrið um at kanna
livikorini í Føroyum.
Kanningin er ein lýsing
av gongdini frå 1989 ul
1993. Tað bar ikki til at
sleppa longur fram í tíðini at
kanna, tí kanningin byggir
m.a. á endaliga vidgjørdu
sjálvuppgávumar.
Nidurstødan er, at miðal
afturgongdin í nettoinntøk-
uni frå 1989 ul 1993 hjå
familjum hevur verid 11 %,
men verdur pristalsbroyt-
ingin tald vid, hevur aftur-
gongdin f.relallønini verið
23 %. Tad vil siga, at vit i
1993 høvdu 23 % minni
pening at liva fyri enn i
1989
Kanningin visir eisini, at
einasti bólkur, sum er farin
uppeftir í inntøku hesi árini
eru tey eldru og fólka-
pensionistarnir. Orsøkin til
hetta er helst krigspensi6n-
in, sum kom í 1993.
Nú er minni munur enn
áður millum lønina hjá
kvinnum og monnum, tí
lønin hjå kvinnunum er ikki
lækkað líka nógv sum hjá
mønnunum.
Størsti denturin er lagdur
á at lýsa korini hjá húskjum,
har hvørgin av hjúnarfel-
Øgunum er pensionistur.
Spuringurin um, hvat
ein familja skal hava til
avdráttir, mat og klæðir,
verður ikki svaraður í hesi
kanningini. Taðereitt stórri
roknistykki, tí skuldin í
sethúsunum er ymisk, og
øllum hava ikki líka stórar
útreiðslur til mat. Húski á
bygd munnu vera meira
sjálvforsyrgjandi við td.
fiski, fugli, kjøti og eplum
enn húskini í t. d. Havnini.
Í verkbólkinum, summ
hevur gjørt kanningina,
sótu Petur Zachariassen og
Jógvan Mørkøre á Fróð-
skaparsetrinum, Kurt Mad-
sen á Toll- og Skattstovuni,
Hans Pauli Strøm á Hag-
stovu Føroya og Edvard
Olsen, umbodandi fakfel-
øgini.
Karin Toftegaard hevur
arbeitt vid sjålvari verkætl-
anini.
I gjår vard kanningin løgd
fram fyri teimum 17 fakfel-
øgunum, sum bóðu um og
hava fíggjað kanningina.
randi
Á
}
Få Í
Jákup á SKamarínum og Finnbjórg Skaalum fáa ú úr at gera, tá tey um vikuskiftid skulu flyta
J.J. Harratoy úr »Loynikrékinum« niðan á »Glade Hjørne« Mynd: Kalmar Lindenskov
MÅNADAGIN 14. NOV., KL. 9
lata vit upp á
»GLADE HJØRN«
Í hesum sambandi
æ -:10%
vit
av ØLLUM VORUM
HARRATOY
JJ HARRATOY - Í MIÐBÝNUM - Tlf. 12190