leygardagur 12. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 Síða5
EIA-herferðin onga
ávirkan á føroyska
fiskaútflutningin
Hóast sokallaði umhvórvisverndarfelagsskapurin EIA fortelur í nýggjasta blaði sín-
um, at fóroyingar hava mist fiskasølusåttmålar fyri I I mió. pund, avsannar Mike Cur-
ley frá Faroe Seafood í Grimsby, at nakar sáttmáli í Bretlandi er farin fyri skjeytið
Herferðin móti føroyskum
fiskavørum, ið felagsskap-
urin EIA hevur sett í verk
saman við fleiri øðrum so-
kallaðum umhvørvis-
verndarfelagsskapum,
hevur enn onga åvirkan
havt á sølu av føroyskum
fiskavgrum í Bretlandi.
Kortini hevur EIA í sín-
um nýggjasta blaði roynt at
billað sínum viðhaldsfólk-
um inn, at Føroyar hava
mist fiskasglusáttmálar fyri
yvir 11 mió. pund orsakað
av herferðini, ið verður
kallað Pilot Whale Cam-
paign.
— Hesi tíðindi, ið ETA her
kemur við, eru sett saman
av illa grundaðum og inni-
haldsleysum upplýsingum,
sigur Mike Curley, stjóri á
Faroe Seafood í Grimsby,
ið hevur 320 fólk í arbeiði.
Eitt av fólkunum, id er við
til at skipa herferðina, Sa-
Sofus Poulsen, fór. umboðsmaður í Bretlandi:
— Bert få hava
vent sær til min
Føroyski umboðsmaðurin i Bretlandi hevur bert fingið heilt få
mótmæli móti grindadrápi sendandi. Hetta undirbyggir, at her-
ferðin móti fóroyska grindadrápinum ikki hevur nakra ávirkan
Hóast EIA og hinir sokall-
aðu umhvørvisverndarfel-
agsskapirnir, ið standa fyri
herferðini móti føroyska
grindadrápinum, ið kallast
Pilot Whale Campaign, nú
royna at gera hesa herferð
til eitt væleydnað tiltak utt-
an síðustykki, so koma al-
samt fleiri upplýsingar fyri
dagsins ljós, ið prógva, at
herferðin er einki minni enn
fullkomuliga miseydnað.
Hetta merkir ikki minst
føroyski umboðsmaðurin í
Bretlandi, Sofus Poulsen, ið
hevur skrivstovu í Aber-
deen:
Eg havi mestsum eingi
brøv fingið úr Skotlandi, og
tað sindrið, ið eg havi fing-
ið, er komin sunnanifrå, sig-
ur hann við Sosialin.
- Og har, sum eg fái ein
kjans at greiða frá okkara
stóðu, spyrji eg gjarna fólk,
EIA-fólkini leita eftir tilfari:
Arbeiða
við filmi
um grind
Dyrgja nú eftir at fáa onkran fóroying at
fortala seg framman fyri opnari mikrofon
Tey trý fólkini frá EIA, ið
hava verið í Føroyum alla
vikuna, arbeiða nú av øllum
alvi við at bjarga sær okkurt
nýtt tilfar at hava við sær
heimaftur til Bretlands.
Fyrrapartin í gjár ringdi
Gillian Stavey ul Sosialin
fyri at spyrja bladmannin,
um hann vildi gera teimum
tann beina at medvirka i
einum nýggjum filmi um
grindadråp, tey vóru í ferð
við at gera.
— Vit vilja fegin hava tey
føroysku sjónarmiðini vid í
filminum eisini, segði hon.
Óneyðugt skuldi verið at
sagt, at blaðmaðurin segði
»nei takk« til tilboðið um at
gerast filmsstjørna hjá EI A.
Tað er Clive Lonsdale, ið
syrgir fyri upptókunum, nú
tey trý EIA-fólkini eru her.
Hann tók eisini upp tíðinda-
fundin, ið var á Hotel Haf-
nia fyrr í vikuni.
Tað tykist vera rættiliga
um eg eri so nógv gðrvísi
menniskja, av tí at eg sum
ungur fekk grind og spik
einar tríggjar ferðir um vik-
una. Tey kunnu jú ikki sýta
okkum nakað, ið vit eru
barnfødd við.
Sofus Poulsen heldur, at
felagsskapir, ið royna at ósa
fólk upp við øllum snild-
um, als ikki eru so væl um-
tókuir í Bretlandi longur.
hj.
Her situr Clive Lonsdale frå »filmsfelagnum« Goldhawk
mantha Arditti, hevur ført
fram, at føroyingar fylgja
væl vid, hvussu ótrúliga væl
herferdin eydnast, og reypa
felagsskapirnir i tidinda-
skrivi i Bretland av, hvussu
tað hevur ført tey eitt stig
nærri at fáa steðgað grinda-
drápinum, at handilsket-
=
SR
og tekur upp tíðindafundin á Hotel Hafina fyrr í vikuni. Nú
royna EIA-fólkini at fáa onkran føroying at fortala seg um
grind og grindadráp á filmi
greitt, at EIA-fólkini nú eru
bangin fyri at koma tóm-
hent aftur il Onglands, ti
tey einki hava fingid burtur
år hesi ferdini.
Sidsta leygardag hevdi
onkur sæð tey í einum av
stóru matvøruhandlunum í
Havnini, har tey til fánýtis
Mynd: Kalmar Lindenskov
leitaðu eftir tvøstid í frysti-
diskinum. Tey fóru útaftur
við chips og cola í beripos-
Gillian Stacey og hjúnini
Jennifer og Clive Lonesdale
fara av landinum aftur týs-
dagin — tómhent!
hj.
urnar Iceland og Safeway
hava tikid avgerð um at
gevast við at selja føroysk-
an fisk.
Ikki mist eina krónu
— Vit ikki mist so mikið
sum eina einastu krónu, av
tí at Iceland og Safeway
ikki vilja brúka føroyskan
fisk í teimum førunum, hes-
ar handilsketurnar selja,
sigur Mike Curley, Faroe
Seafood í Grimsby.
— Yvirhøvur hevur her-
ferðin til dagin i dag ikki
havt nakra sum helst ávirk-
an á okkara sølu ella tey 320
arbeiðsplássini, vit hava.
Hann vísir eisini á, at av tí
at bretar hava so lítið eftir av
toski í egnum sjógvi, noyð-
ast teir at flyta inn fisk frá
Noregi, Íslandi, Russlandi,
Føroyum og ødrum tjóðum
í nordurhøvum.
— Hvaðani skulun bretar
keypa sína råvøru, um teir
gevast at kcypa norskan ella
føroyskan fisk, spyr stjórin í
Fleiri føroysk gistingar-
hús hava i síðstuni fingið
sendandi fyrispurning
frá bretsku ferdastovuni
Arctic Experience, ið nú
sigur seg hava broytt kós
viðvíkjandi boykotti av
Føroyum orsakað av
grindadrápi.
— Í fjør tóku vit avgerð
um ikki at hava Føroyar
við í tilboðum okkara, av
tí at føroyingar drepa
grind, sigur Arctic Expe-
rience í skrivi til fleiri av
teimum føroysku gist-
ingarhúsunum.
— Men í 1995 verður
alt sum vanligt aftur, og
vit fara eisini at bjóða
viðskiftafólkum okkara
at fara til Føroya.
Sum skilist er hendan
Ferðastova
í Bretlandi
skiftir kos«
Faroe Seafood í Grimsby.
— Íslendingar veiða eisini
hval, so teir gerast óivað tað
næsta málið hjá fyri næstu
herferðini, og Kanada ber
ikki til at líta á, tí ein stórur
partur av teirra fiskileiðum
verður stongdur í 1995.
Framferðarhátturin = hjá
EIA og hinum felagsskap-
unum, ið eru við í Pilot
Whale Campaign, er allan
vegin igjøgnum óreiðiligur,
og tað skínur igjøgnum, at
endamálið bert er at billa
sínum viðhaldsfólkum eitt
ella annað inn, so tey fram-
haldandi stuðla felagsskap-
unum við sínum pengum.
Nevnast kann sum dómi,
at felagsskapirnir í sínum
»tidindaskrivum« nevna
handilsketur og fyritøkur,
ið skulu eitast at vera givnar
at keypa føroyskan fisk, h6-
ast hesiongantid framman-
undan hava keypt so mikið
sum eina einastu greipu úr
Føroyum.
hj.
kúvending — hóast hend-
an ferdastovan ongantid
hevur havt tilboð ul Før-
oya á skránni áður — ein
frukt av samstarvi mill-
um ferðaráðini í Føroy-
um, Íslandi ogGrønlandi.
- Fleiri ferdastovur
hava noktad at sent fólk
til Føroya, tí vit drepa
grind, men hesin trupul-
leikin hevur verið við-
gjørdur í teimum trimum
ferðaráðunum, og semja
var um at standa saman,
tí eingin av okkum finnir
seg í, at ferðastovur boy-
kotta eitt av londunum,
men senda fólk til hini,
sigur Magni Arge, for-
maður í Ferðaráð Føroya
í stuttari vðmerking.
hj.