leygardagur 12. november 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994
Tingmenn um ALS:
Lítið hugaligt
men neyðugt
Flestu tingmenn eru samdir um at neyðugt er at bóta um
arbeiðsloysisskipanina, men teir eru samstundis samdir um, at
best var, um fólkið koma aftur í arbeiði
Uppskot landsstýrisins at
bóta um abeiðsloysisskip-
anina fekk drúgva viðgerð á
tingið hósdagin. Reyði
tráðurin í orðaskifunum
var, at arbeiðsleys hava
uppiborid betri sømdir enn
tey hava í dag, men enn
betri hevði verið, um fleiri
teirra komu í arbeiði. Tað
var betri fyri tey sjálvi og
samfelagið alt sum tað er,
vóru tingmenn samdir um.
Men hvussu, vóru ting-
menn ikki eins samdir um.
Heini O. Heinesen segði,
attað besta við skipanini er,
at tað eru partarnir á
arbeiðsmarknaðinum, -sum
sjálvir standa fyri skipanini.
Hann legði aftrat, at Tjóð-
veldisflokkurin vil fegin
tryggja teimum arbeiðs-
leysu eina góða skipan, men
ansast má eisini eftir, at tey,
sum enn eru í vinnu, ikki
vera verri fyri enn tey, sum
einki arbeiði hava. Norð-
oyatingmaðurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum — nevndi
sum dømi, at útróðrarmenn
eru i dag verri fyri enn tey
arbeiðsleysu, og tað helt
hann ikki vera beint. Heini
O. Heinesen mælti lands-
styrinum tilat gera alt fyri at
minka um arbeiðsloysið.
Broytingin neyðug
Ingeborg Vinther, sum sjálv
er styrislimur i arbeids-
loysisskipanini segdi, at
broytingin, landsstýrið
hevur skotið upp, er alneyð-
ug, og hon segði seg vóna,
Løgtingi3 hevur nú
endaliga samtykt upp-
skotið um brennið- og
samskiftisstudning til á-
visar pensionistar.
I år fåa hesir pension-
istar 1850 krónur í part.
Hetta er eitt sindur
meira enn teir fingu í
fjør, tá hvor pensionistur
fekk 1569 krónur.
Nú kunnu
fólk fáa
brenni-
studning
at ikki fleiri fara av landin-
um orsaka av ov vånaligari
arbeiðsloysisskipan í For-
oyum.
Ingeborg Vinther segði,
at tá arbeiðsloysisskipanin
varð sett í verk, var ar-
beiðsloysið millum 5 og 10
prosent, men nú tað kom
upp í 25 prosent, maktaðu
partarnir á arbeiðsmark-
naðinum ikki longur einsa-
mallir at fíggja skipanina.
Tí er neyðugt at seta 50
milliónir av á fíggjarlógina
næsta år, og haraftrat at taka
45 milliónir í láni. Ingeborg
Vinther mælti tó til eina
broyting í mun til uppskotið
frá landsstýrinum, og tað
var at javnseta tey sum
sjálvi útvega sær arbeiði í
mun til tey, sum fáa ávíst
arbeiði frá ávísingini.
Lítið hugaligt
-Tað er lítið hugaligt at tað
skal vera neyðugt at pjøssa
um eina lóg sum skal halda
tað ringastu neyðini frá
durunum hjá fólki. Huga-
ligari hevði verið at samtykt
eitthvørt, sum kundi fingið
fleiri í arbeiði.
Tað segði Jógvan A.
Johannesen sum mælti til,
at ein stórri partur av peng-
unum í abeiðsloysisskip-
anini verður nýttur til ar-
beiðsskapandi virksemi.
-ALS má bert roknast
sum ein neyðloysn, sum eg
kortini taki fult undir við,
men eg haldi, at vit kundu
gjørt skipanina gagnligari,
Hetta er ein skipan,
sum hevur verid gald-
andi sidani 1980. Fyrstu
árini sum brennistud-
ningur, men seinri kom
eisini eitt iskoyti til
samskifti, so sum út-
varps- og sjónvarps-
gjald.
tór.-
segði sandoyarungmadurin
hjá Javnaðarflokkinum
Endurskoðið skipanina
Atli Hansen úr Sambands-
flokkinum mælti til, at ar-
beiðsloysisskipanin verður
endurskoðað. Hann helt, at
meginreglurnar fyri skip-
anina eiga at vera, at tað eru
partamir á arbeiðsmark-
naðinum, sum sjálvir reka
og fíggja skipanina, og at
tað ongantíð verður goldið
meira úr henni enn tað, sum
kemur í kassan. Atli Hansen
vildi eisini fegin hava at vita
hvør skuldi taka umtalaða
lánið hjá skipanini.
Tosa mest um
prosentir og krónur
Jenis av Rana helt, at
broytingin, landssstýrið
mælir úl, er ein bati, men
annars segði hann seg vera
alt annað enn fegnan við
skipanina. Hann gav fak-
feløgnum av grovfílini fyri
ikki at hava víst teinum
arbeiðsleysu nóg stóran
ans.
-Tey arbeiðsleysu eru
offur í samfelagnum, og tað
er ófatilit, at Verkamanna-
fylkingin kann ganga við til
at liva við eini skipan sum
hesari, segði Jenis av Rana
sum helt, at eitt samfelag,
sum ikki gevur arbeiðs-
leysum lyfti um arbeiði ella
útbúgving, kann ikki seta
tíðaravmarkingar í arbeiðs-
loysisskipanini.
Tingmaðurin hjá Mið-
flokkinum helt, at tosað
verður ov nógv um pro-
sentir og krónur og ikki um
ráðgeving og kenslur. Hann
kallaði = skipanina eitt
gjøgnumgata misfostur,
sum ongantíð átti at hava
sæð dagsins ljós.
Ikki bert føgur orð
Helena Dam á Neystabø
kundi taka undir við sjónar-
miðinum, at best var um
flest møgulig koma aftur í
arbeiði, men tað er bara ikki
so. Hon helt, at broytingin
er ein bati og vónaði, at
hetta kundi gera sítt til at
steðga fólkaflytingini av
landinum.
Helena Dam á Neystabø
segði seg heldur enn fegnan
unna skipanini enn betri
sømdir, men legði aftrat, at
bert føgur orð eru ikki nóg
mikið. Onkustaðni skulu
pengarnir koma frá.
Fólkaflokkurin var við í
landsstýrinum tá arbeiðs-
loysisskipanin sá dagsins
ljós, men at skipanin nú
kemur á fíggjarlógina er
flokkurin ikki so fegin um.
John Petersen segði at tað
hevur alla tíðina verið
fólkafloksins fatan, at ar-
beiðsloysisskipanin skuldi
vera ein trygging fíggjað av
pórtunum á arbeiðsmark-
naðinum, og tí gekk flokk-
urin tá við til at fremja hesa
skipan.
John Petersen segði, at
Fólkaflokkurin fer at taka
stóðu til uppskotið tá tað
hevur verið til viðgerðar í
Tíðindablaðið
nevnd og tað aftur kemur á
tingborð.
Samanumtikid er í hvussu
er semja millum lands-
stýrisflokkarnar at fremja
hesa broyting nú, men
landsstýrisflokkarnir = eru
somuleiðis samdir um at
endurskoða skipanina
næsta ár.
tór.-
sostalurin
Í
I
Tað er alneyðugt at bóta
um arbeiðsloysis-
skipanina, helda ting-
menn, men flestu teirra
eru samstundis samdir
um, at best var, um so fá
sum gjørligt vóru noydd
at gloppa hesar dyr
Mynd: Kalmar
||[Uv OS mm mmm
Løgfrødingur
Sekt verður eftir løgfrødingi til Arbeiðs-
loysisskipanina.
Starvið verður lont sambært sáttmála
millum BLF og Foroya Landsstýri.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Tórgerð Nielsen, leiðara,
á telefon 19550.
Skrivlig umsókn skal vera skipanini í
hendi í seinasta lagi 5. desember 1994.
Umsóknin, ið verður vidgjørd í trúnaði,
skal sendast til.
Arbeiðsloysisskipanina
Høgni Joensen, stýrisformaður
J. H. Schrøtersgøta 9
Postsmoga 22
110 Tórshavn
Kompressarar
Borimaskinur
Brekkarar
Borar/Meitlar
Slangur
Vibratorar
Forskalling
Håtrystreinsarar
Fæst til leigu.
Kaj Andreasen Pf.
Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600
LÁGORKU
FRYSTI-
BOKSIR
J.D.IMPORT
Klaksvík
Tlf. 57013 -87013
Best um kveldið