leygardagur 12. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (C5,1.
Politiskur taktikkur
beindi fyri minstulønini
Løgtingid vildi ikki geva frávik í tidarfreistini at viðgera málið
um minstuløn til
útróðrarmenn.
Hetta fórir við sær,
at
útróðrarmenn fáa neyvan minstuløn fyri november
Í vár var ein roynd gjørd við
minstulgn fyri útróðrar-
menn. Utróðrarmenn fingu
minstuløn í mars og apríl.
Hesa skipan vóru útróð-
rarmenn so mikið nøgdir
við, at landsstýrið gjørdi av
at royna somu skipan aftur.
Fyrst nú í tveir mánaðar í
år,- november og desember,
og so aftur í januar og
februar næsta ár.
Uppskotið hjá landsstýr-
inum hevur verið í Fiski-
vinnunevndini, har lands-
styrisflokkarnir, saman vid
Tjóðveldisflokkinum, tóku
undir við ú. Tjóðveldis-
flokkurin tó við nøkrum
broytingum. Fólkaflokkur-
in og Kristiligi Fólkaflokk-
urin tóku stórt sæð eisini
undir við uppskotinum,
men vildu broyta upphædd-
irnar 5
Politiskur taktikkur
I gjår legdi Fiskivinnu-
nevndin álitið fyri tingid,
men sambært tingskipanini
eigur eitt mál at liggja
frammi nakrar dagar áðrenn
tað fær víðari viðgerð. Men
óvanligt er ikki at geva
frávik um tingmenn halda,
at eitt mál hevur skund.
Formaðurin í Fiskivinnu-
nevndini, Henrik Old, vildi
hava málið avgreitt í gjár, tí
tingið kemur ikki saman
aftur fyrr enn 22. november.
Orgkin til, at formaðurin
vildi hava málið avgreitt nú
var, at so kundu útróðrar-
menn fáa sína minstuløn
fyri november mánað.
Men fyri at geva frávik
mugu tingmenn geva loyvi
til tess, og hesum fekst ikki
nóg stórur meiriluti fyri.
Samgongan var íkki
fullmannað, og andstødan,
burtursæð frá Tjóðveldis-
flokkinum, vildu ikki geva
frávik. Sostatt kemur málið
ikki fyri tingið aftur fyrr enn
22. norvember.
Henrik Old sigur seg
harmast um, at tað ikki bar
til at fáa málið avgreitt nú, tí
vandi er nú fyri, at hesin
mánaður er farin áðrenn
lógin kann lýsast. Og sostatt
er vandi fyri, at útróðrar-
menn fáa onga minstuløn í
november sum annars
ætlain var.
-Serliga harmiligt er, at
tingmenn siga seg taka
undir við einum uppskoti,
HARMONIKU
DANSUR
v/ >PAULA & VINMONNUM«
enntá skriva tað i sítt álit so
seint sum hálvan tíma
áðrenn fundin, men at
politiskur taktikkur liggur
fremri í teirra huga tå
atkvødast skal, nú teir sóu,
at samgongan ikki var
fullmannað. Henrik Old
leggur aftrat, at
Jákup Olsen ella John
Petersen, limir í Fiskivinnu-
nevndini, vildu atkvøda fyri
fråviki so málið kundi
avgreiðast, hóast teir vita, at
eisini andstødan má til, tá
frávik skal gevast.
Økja manningina
Sum er kunnu bátar undir
10 BRT fáa minstuløn og
minstavinning um teir eru í
mesta lagi tríggir mans við.
Bátar millum 10 og 15 BRT
fýra mans, og bátar millum
15 og 20 tons, fimm menn.
Men nú var ætlanin at
hækka manningartalið við
einum manni fyri hverja
båtastødd í hesi tíðini lógin
skuldi vera galdandi.
Henrik Old sigur, at hetta
hevur verið eitt stórt ynski
hjá útróðrarmonnum.
tór.-
Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994
Síða 7
… Kommunurnar
sjálvar skyldina
Toll- og Skattstovan sigur seg ikki hava skyldina av, at komm-
urnar á hvórjum ári fáa so stóra eftirrokning. Skeivar fyribils-
hvorki ;
i
skattaskråir og avrokningarmatin,
kommununurnar sjålvar
hava valt, eru høvudsorøkirnar til tann nógva irestandi skattin,
sigur Toll- og Skattstovan
I Sosialinum í gjár vildu
býráðsformaðurin í Vági og
by gdarráðsformaðurin í
Skopun vera við, at okkurt
var spinnandi galið, ti
kommunurnar fáa altíð so
stóra eykarokning fyri
írestandi skatt.
A Toll- og Skattstovuni
vilja tey ikki hava sitandi á
sær, at tey ikki duga at
rokna. Tey koma tí við hesi
frågreidingini um, hví
eykarokningin å hvørjum
åri er so stær.
Skattavaldid krevur inn
fyribilsskatt frå fólki, allan
skattin, og kommunurnar
fáa so eina ferð um mánaðin
sín part aconto.
Óálítandi
fyribilsskattaskráir
Tá árið er liðið, og fólk lata
inn endaligu sjálvuppgáv-
una yvir inntøkur og
frádráttir fyri árið, verður
endalig uppgerð gjørd.
Summi hava tá goldið ov
nógvan skatt og fáa ti
avlopsskattin afturgoldnan,
og onnur hava goldið ov
lítið og fáa eykarokning.
Hetta ávirkar skattin, sum
kommunan skal hava, og
eiga fleiri fólk skatt aftur,
noyðist kommunan av við
tað, hon hevur fingið ov
nógv. Tað, sum kommunan
hevur fingið ov nógv,
skyldar hon landskassa-
num, sum ú sendir komm-
ununi eykarokning.
Ov stør fråvik
Høvudsorsøkin er als, at ov
stór frávik eru í fyri-
bilsskattinum og endaligu
uppgerðini hjá fleiri fólk-
um. Ov nógv fólk gera ikki
vart við seg, tá inntøku-
viðurskiftini broytast. Tí
verður munurin so stórur.
Endaliga uppgerðin fyri
1993 vísir, at samlaði
avlopsskatturin er 95,5 mió.
krónur, meðan írestandi
skatturin er 72,8 mió. krón-
ur.
Av hesum skulu komm-
unurnar úlsamans rinda
landskassanum aftur 27,9
mió. krónur.
Men av teimum 72,8 mió.
krónunum, sum standa úti í
skatti fyri 1993, eiga
kommunurnar 14,9 mió.
krónur. Kommunurnar fáa
henda pening, so hvort sum
skattgjaldarararnir rinda sín
eykaskatt.
Tað er sostatt ikki nakar
roknifeilur, men ov stór
frávik, ið hava við sær tann
stóra munin millum fyri-
bilsskatt og endaligu upp-
gerðina.
Vilja tað so
- Kommunumar eru væl
vitandi um hetta, og Toll-
og Skattstova Føroya
(Líkningarráð Føroya) hev-
ur bjóðað kommununum at
fáa avroknað eitt sindur
minni í fyribilsskatti, so-
leiðis at fyribilsgjøldini
samsvara betur viðendaligu
uppgerðina, men kommun-
urnar hava ikki úkið við
hesum tilboði, men vilja
heldur hava allan fyribils-
skattin útgoldnan gjøgnum
árið við vandanum fyri, at
ein partur av hesum skal aft-
urgjaldast landskassanum,
tá endaliga uppgerðin fyri-
liggur, sigur Toll- og Skatt-
stova Føroya í viðmerking
til atfinningarnar.
Stovnurin væntar, at
munurin framyvir verður
minni, nú p-talið verður
knýtt at øllum koni ti pen-
ingastovnunum.
randi
Loppumarknaður við
Gøtugjogv
I dag millum klokkan 10 og
16 verður loppumarknaður í
skúlanum við Getugjógv.
Tað er yngsta svimji-
felagið í landinum, Skeggj-
ar, sum hevur loppumarkn-
aðin.
A loppumarknaðinum
verða bæði brúktir og nýgg-
ir lutir. Okkurt innbúgv
verður millum lutirnar.
Tey, sum keypa fyri 40
krónur ella meira, verða við
í lutakasti um eina snarferð
til Aberdeen við Smyrli.
Henda ferð skal verða
gjørd, áðrenn summarsigl-
ingin byrjar aftur.
Samstundis sum loppu-
marknadurin er, ber ul at
keypa sær ein drekkamunn
vid vaflum afturvið.
Loppumarknaðurin er til
frama fyri svimjifelagnum
Skeggjum.
Amnesty International
Skrivstovan í Vågsbotnler opin týsdag og friggja-
dag kl. 10-16. Tlf. 15816.
verður í
BADMINTONHØLLINI
leygarkveldið 26. nov.
frå kl. 23-03
H.B.F. Få
B.S.F.