Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 COCO Jógvan Róin farin frá sum yvirlækni á medisinsku deild: starvi „sigur Jógvan Róin Fyri stuttum gekk Jógvan Róin, yvirlækni á medisin- sku deild á Landssjúkra- húsinum, fyri seinastu ferð stovugongd á deildini, sum hann hevur verið yvirlækni á í 21 ár. Spurdur, hvussu tað kendist, sigur Jógvan Róin, at tað var við blandaðum kenslum, og at hann var ikki sørt rørdur. - Sporini vóru tung henda dagin. Gleðin við at sleppa snikkarleysur frá einum á- byrgdarfullum starvi, var til staðar, men samstundis var tað ein sorg at skulu siga farvæl við so nógvar starvs- felagar, sum eg havi fingið tætt tilknýti til hesi árini, sigur Jógvan Róin. Vildi verða sjómaður Tað stóð ongastaðni skriv- að, at ein smådrongur, fødd- ur i Fuglafirdi i 1927, skuldi fara at lesa til lækna, og gerast ein hin dugnaligasti å sinum øki, og sum eisini fekk tydning fyri sina ser- læknagrein uttan fyri land- oddarnar. Jógvan Róin vildi eins og so nógvir aðrir dreingir verða sjómaður, men av tí at hann fekk tuberklasmittuna og fór til Havnar at fáa við- gerð hildu foreldrini, at tað var best fyri hann at fara í skúla. Hann fór fyrst í preliminerskúlan og tók síðani studentsprógy í 1946. Tá í tíðini vóru ikki so nógvar útbúgvingar í boði, tú kundi lesa verkfrødi, løg- frødi ella til lækna. - - Eg hevði ætlað mær at lesa verkfrødi, men av ti at tað kravdi so nógv av studentspróvnum, valdi eg tað næstbesta, og tað var at lesa til lækna, sigur Jógvan Róin, og leggur aftrat, at tað hevur hann ongantíð angra. Tað var ikki sum at siga tað at fara til Danmarkar at lesa. Umbroytingin frá heimliga umhvørvinum og til Danmarkar var stór, og tí kendu føroyingar seg ofta' einsamallar i Keypmanna- havn. Jógvan Róin fann saman við tveimum norr- monnum, einum vesturjút- lendingi og einum hollend- ara, sum hevði danska mammu. - Vit kendu okkum uttan fyri, og ti funnu vit eisini saman, sigur Jógvan Róin. Búði umborð á Kyrjasteini Jógvan Róin fór undir lesturin í 1946. Seinni heimsbardagi setti dám á gerandisdagin, við sínum avmarkingum, eitt nú rationeringmerkjum o.s.fr. Í 1947 var kaldasti veturin í Danmark, sum menn vita um, og tað hevði m.a. við sær, at fólk fingu ikki nóg mikið av koksi at hita hús og íbúðir. - Eg var so heppin, at Kyrjasteinur, sum pápi var við, kom til Keypmanna- havnar við royðugróti úr Nólsoy. Ísurin var so nógv- ur, at Kyrjasteinur slapp ikki heim aftur, og lá í Keypmannahavn fyri vet- urin. - Tað bjargaði mær undan nógvum trupulleikum tann veturin, sigur Jógvan Róin. Í 1957 fekk Jógvan Róin læknaprógvið, og hann fór undir serútbúgving, fyrst í intern meidisin og síðani í serlæknagreinini innan í maga- og tarmsjúkur. Hann var yvirlækni í Holsterbro til 1973, tá hann tók við sum yvirlækni á Landssjúkra- húsinum. Jógvan Róin hevur hesi árini arbeitt við maga- og tarmsjúkum, og sjúkum, sum krevja medisinska viðgerð. Hetta eru ser- læknagreinar, sum hava ment seg mundandi hesi ári- ni. Serligu kikarakanning- arnar hevur Jógvan Róin arbeitt við og ment í samstarvi við serlæknar í hinum Norðurlondum. - Tá tú situr sum einsa- mallur serlækni í Føroyum, so er tað ikki nóg mikið at lesa sær til, hvat hendir á serlæknagkinum í ødrum londum. Tú noyðist at fara higar, har hesi mál verða vidgjørd, sigur Jógvan R6- in. Samstarv við hini nordurlondini Jógvan Róin er limur i Norðurlendska Gastro- ent- erologiska felagnum, og í 1986 varð hann valdur for- seti í felagnum. Limirnir í hesum felag eru serlæknar og granskarar, sum halda rådstevnur upp á skift í Norðurlondum. Í 1986 var henda ráðstevan hildin í Norðurlandahúsinum. Um meguleikarnar at virka og menna kanningar og sjúkuviðgerð í Føroyum, sigur Jógvan Róin. - Sjeyti- og áttatíárini vóru góð, og eg fekk høvi at verða við á ráðstevunum og skeiðum uttanlands, men nú Tíðindablaðið CH eru tíðirnar ødrvisi. Seinastu árini hava verið merkt av sparingum á Landssjúkrahúsinum, og tað hevur eisini sett dám á tað fakliga arbeiðið hjá ser- læknunum. Tá Jógvan Róin fór á rådstevnu í Finnlandi seinast, noyddist hann sjálv- ur at gjalda ferðina. - Hvørji framstig metir tå sum nøkur av teimum størstu innan títt serlækna- ki í tíni tíð? - Framgongdin hevur ver- ið ómetaliga stór seinastu 20 árini, og her hava sonevndu kikarakanningarnar verið millum" tær tydningarmestu í sjúkuviðgerðini. Hetta er viðgerð, sum gevur møgu- leika at kanna og viðgerða sjúkur í sodningarlagnum, uttan tó at leggja fólk undir skurð. Í 1991 fekk Landssjúkra- húsið nýggja laserútgerð til gávus frá Krabbameinsfel- agnum, og hetta er enn eitt framstig á leiðini, sigur Jógvan Róin. Veit einki um klandur - Nógvur ófriður hevur verið um arbeiðsbýti mill- um læknar og sjúkrasystrar í seinastuni. Hvussu hevur tað verið at arbeitt undir Yvirlæknar eru serliga útsettir persånar, og ti heldur Jógvan Róin, at tað er ein lætti hóast alt, at lata ábyrgdarfulla arbeiðið yvir til aðrar. Hann hevur gingið stovugongd á fleiri deildum. Her er Jógvan Róin á B6, har hann og Beinta Vestergaard, sjúkrasystir, gingu vanligu kvøld stovugongdina henda dagin Síðsta stovugongdin - Tað er tungt at fara frå sum yv nógvum góðum fólkum, men tað er eisini ein irlækni, tí eg eri góður við arbeiðsplássið og havi arbeitt saman við so lætti at sleppa snikkarleysur frá slíkum ábyrgdarfullum hesum umstødum? - Tað undrar meg stórliga at lesa og hoyra í fjølmiðlu- num, at læknar og sjúkra- systrar klandrast so illa á Landssjúkrahúsinum, sigur Jógvan Róin - Neyvan nakar lækni hevur havt tørv á hjálp frá so nógvum sjúkrasysuum á fleiri ymsum deildum, enn eg. Frá øllum starvsbólkum havi eg bert mett vælvild og hjálpsemi út um alt mark. Ég kenni einki til hatta, sig- ur Jógvan Róin. Bert eitt sjúkrahússtýri - Kann sjúkrahúsverkið fáast at vrika betur enn hig- artil? - Tað haldi eg avgjørt, um skilagóðar broytingar verða gjórdar. Stórsti fordingin í dag er, at vit ikki fáa samskipað sjúkra- húsverkið, og tað er eina- mest tí vit hava trý sjúkra- hússtýri. - Fáa vit ikki broytt hetta, til bert bert at fevna eitt stýri fyri tey trý sjúkrahúsini, so ki tað ikki at bera til fram- eftir. - Tað ber ikki til at spara -