leygardagur 12. november 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 Sida9
+»
meir, ti nú hava skerjingar
verið framdar í so nógv ár,
at einki er eftir at at taka av.
Hóast hetta, so heldur
Jógvan Róin, at tað er pen-
ingur sum kundi verið
nýttur skilabetri í sjúkra-
húsverkinum, eitt nú um
bráðfeingis vaktarskipan á
skaðastovunum ikki vóru á
teim trimum skaðastovum í
landinum. Hann heldur, at
tað er minst ein skaðastova
Ov nógv.
- Tað er ikki tørvur á meir
enn einari skadastovu í Før-
oyum, men av tí at Suður-
oyggin er so avbyrgd, so
haldi eg tað verða neyðugt
at skaðastovan har verður
varðveidd.
- Viðvíkjandi sjúkrahúsi-
num í Klaksvík, so er far-
leiðin so stutt til Lands-
sjúkrahúsið, at trygdin ikki
minkar, um skaðastovan
verður latin aftur.
- Ofta verður sagt, at
verðurlagið kann forða fyri
atfólk fáa bráðfeingis hjálp,
men tað er ikki rætt. Tað er
ógvuliga sjáldan at tørvur er
á slíkari hjáp árliga, og ti er
tað skeiv grundgeving, tá
sagt verður at tyrlan íkki
kann brúkast.
Skilaleys stýring
Raðfestingin í útbyggingini
hevur heldur ikki verið so
heppin. Hópin av peningi er
nýttur til útbygging í
Klaksvík og á Tvøroyri,
men tað hevur eisini havt
við sær, at ongin peningur
hevur verið til umvæling og
útbygging á Landssjúkra-
húsinum.
- Tað er nú so trongligt á
Landssjúkrahúsinum, at tað
kann forða fyri tíðarhóskan-
di læknaviðgerðum í fram-
tíðini, sigur Jógvan Róin.
- Orsøkin er, at nýggja
tøknifrødin, sum verður
brúkt í sjúkuviðgerðini,
krevur so nógv pláss. Eg
dugi heldur ikki at skilja, at
Landssjúkrahúsið = kann
virka sum stovnur, um tað
ikki verður skipað fyri plan-
legginum yvir longri tíðar-
skeið.
- Eitt nú er tað legið at
víðka um seingjartalið í
Suðuroy, tá vit í dag hava
nógv færri innleggingar-
dagar, av tí sjúkuviðgerðin
broytist við tíðini. Seinastu
20 árini er innleggingar-
dagarnir lækkaðir úr 18 úl
bert átta dagar.
Á B8 kannaði Jógvan |
Róin úrslit av labora-
toriekanningum, sum vóru |
gjódar fyrrapartin, saman
við Sólvá Dam,
sjúkrasystir og Torkil á
Steig, lækna
- Eg haldi ikki, at vit fáa
Landssjúkrahúsið at virka
nøktandi, um útbyggingin
ikki verður framd nú, og
hetta sigi eg, hóast eg veit,
at eingin peningur er tøkur.
- Hin loysnin er at senda
sjúklingar av landinum,
men tað kostar sanniliga
eisini nógvan pening, og er
als eingin sparing.
- Vit kundu eisini givið
sjúklingunum bíligar og
eins góða viðgerð og tann ið
fæst á Ríkishospitalinum
Danmark.
- Eitt dómi um, hvussu
skeivt peningin í sjúkra-
húsverkinum verður nýttur,
er t.d., at nøkur børn hava
eitt slag av lungnasjúku,
sum krevur, at tey verða
kannað 3. hvønn mánaða.
Hetta eru sera einfaldar
kanningar, sum eins væl
kundi verið gjørdar í Føroy-
um. Trupulleikin er, at
Ríkishospitalið íkki vil
loyva tí. Tí noyðast foreldur
og børn tann langa vegin til
Danmarkar, fleiri ferðir ár-
liga.
- Tað er vitleyst, tá hugs-
að verður um, at tað hevði
spart bæði sjúkrahúsverk-
inum, børnum og foreldr-
um, um kanningin fór fram í
Havn.
Keyp av tólum
Annað dømi er , at stórar í-
løgurnar verða gjørdar til
keyp av tólum. Tad tykist
løgið at sama tól verður
keypt bæði í Klaksvík og í
Havn, tá tað bert er brúk fyri
einum tóli í Føroyum, sigur
Jógvan Róin.
- Vit royndu at stovna
eina felags tólnevnd fyri øll
sjúkrahúsini, men tíverri
komu politikararnir upp í
leikin, og endin varð, at
tólnevndin bert virkar á
Landssjúkrahúsinum, — ti
hini bæði sjúkrahúsini ikki
kunnu semjast.
z
- Er hetta ikki dømi um
fakligt strid?
-Nei, eg hugsi ikki at
trupulleikin er at fåa lækn-
arnar at tosa saman, men at
tað meira eru politikararnir,
sum hava forðað fyri tí, sig-
ur Jógvan Róin.
Jógvan Róin heldur tað
vera gott hugskot, um And-
reas Petersen, landsstýris-
maður í sjúkrahúsmálum,
tók frágreiðingina um
sjúkrahúsverkið fram aftur.
- Frágreiðingin er góð, tó
at tað eru ymsir veikleikar í
henni. Hon eigur tó at verða
nýtt til at samskipa sjúkra-
húsverkið, og har er veru-
liga peningur at spara.
- Eg haldi kortini ikki, at
taðer neyðugt at nidureggja
tey smáu sjúkrahúsini fyri
tað, men tað er neyðugt at
gera sær greitt, hvussu virk-
semið har kann skipast á
besta og bíligasta hátt.
Jógvan Róin er ikki bang-
in fyri heilsustandinum í
Føroyum, sum er eins góð-
ur og í aðrastaðni. Hann
kann við góðari samvitsku
leggja frá sær.
- Í mínum starvi er tað so-
leiðis, at ábyrgdin ikki er
minni, um tú ert 40 ella 60
ár. Eg havi altíð hildið, at
tað skuldi verið soleiðis, at
vit við árunum kundu latið
ødrum ein part av arbeiðs-
byrðuni, so at yvirgangurin
frá tí tú ert í arbeiði og til tú
leggur frá tær, ikki verður
so knappligur.
Yvirlæknar eru
útsettir persónar
- Tað var eisini ein lætti at
gevast „tí sum yvirlækni ert
tú ógvuliga útsettur persón-
ur. Tí eri eg eisini takksam-
ur yvir, at arbeiðsárini hava
verið góð, og at eg góðari
samvitsku kundi lata ar-
beiðið yvir til aðrar, sigur
Jógvan Róin.
Jógvan Róin fer nú at taka
sær av løttum fyribils.
Seinni kundi hann hugsað
sær at farið uttanlands at ar-
beiða sum vikarur. Tað er
brúk fyri serlæknum alla-
staðni, og Jógvan Róin
kennir arbeidsumstødurnar
og starvsfelagarnar í
grannalondunum.
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Jógvan Róin hevur í síni
starvstíð verið við til at
menna sjúkuviðgerðina í
síni serlæknagrein. Hann
hevur eisini undirvíst í
hinum norðurlondum í
sonevndi kikarakann-
ingum, har tað ber til at
kanna og viðgerða sjúkur
í sodningarlagnum, uttan
tó at leggja sjúkling undir
skurð
mr ID
Landslutakast
fyri
KFUM-sk6tar-
nar i Føroyum
Dråtturin er gjørdur å telduforriti hjå
Com Data P/F, vid luttøku av tveimum
kontrollørum.
Vinningarnir fella å hesi nummør:
1. Skíferð fyri tvey til ALPURNAR
. Telda, ULTRA vid printara
. Fototél Olympus Super 80 Wide
. Fototél Olympus Mju Zoom
. Fototél Olympus MF-mini
. Fototél Olympus MF-mini
. Fjallasukkla
. Fjallasukkla
. Gávukort á kr. 2.500,-
. Gávukort á kr. 2.500,-
. Gávukort á kr. 2.500,-
. Gávukort á kr. 2.500,-
. Ryggsekkur, soviposi og
undirlag
. Vango tjald og presending
. Soviposi, súkklutaska og
regnklæði
07010
09193
03719
11790
08189
00347
02640
08215
10424
05819
00771
09273
01822
09121
01924
Vinningarnir fáast við at lata seðilin til
KFUM-skótarnar í Føroyum, Hoydals-
vegur 6, tlf. 11075, postbox 1080, 110
Tórshavn.
Vinningar, ið ikki eru heintaðir innan
31. desember 1994, fella aftur til
felagsskapin.
Føroyinga-
felagið
í London
Nærri upplýsingar frá:
Birgit Sólstein,
tf. 00944816815730
Helgi Joensen,
tf. 00944932829027