Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 Stór bókaframsýning í Norðurlandahúsinum: Mennið foroyskt mál: Lesið foroyskt Tíðindablaðið (XI) upp á, at málið livir og mennist. Tí tað gevur okkum aftur ta virðing millum onnur fólk, sum vánaliga búskap- arumdómið hevur beint fyri. -Og útgávuvirksemið prógvar, at hesin vilji er til steðar. Ruddar slóð Martin Næs, landsbóka- verur segði, at ein slík 4 p framsyning eigur ikki at stjóranum i Norður- <skiljastsum,atein skal ikki landahúsinum fyrsta jesa annað enn føroyskt. føroyska heimskortid. Men við at lesa nógv før- mynd kalmar — oyskt ruddar ein sær -Atfóroyingar hóast kreppu og svárar tíðir megna at geva út 200 bøkur í einans tvey år, Petur Simonsen vísir er eitt avrik, sum vit eiga at fróast um og vera errin av segði landsstýrismaðurin í mentanarmálum, Sámal í Grund m.a., tá hann setti bókasýningina mikudagin Mikudagin læt upp ein sera áhugaverd framsýning við føroyskum bókum í Norð- urlandahúsinum. Framsýn- ingin er opin til sunnudagin. Tað eru Landsbókasavn- ið, Felagið føroysk bóka- forløg, Rithøvundafelagid, Bókhandlarafelagið, Bóka- deild Føroya Lærarafelags, Skúlabókavarðafelagið og Føroya Skúlabókagrunnur, sum skipa fyri hesi tridju bókasýningini undir hei- tinum "Lesið føroyskt”. Endamálið við slikari framsýning er at fáa fleiri føroyingar til at lesa før- oyskar bøkur fyri á tann hátt at menna mál okkara. Á framsýningini eru fleiri hundrað føroyskar bøkur og er ætlanin, at hetta tiltakið skal vera upplýsandi um- framt eggjandi at lesa fóroyskt.. Jenny Lydersen, sum um- boðaði fyrireikingarbólkin segði undir setanini, at móðurmálið er hentasta amboðið hjá einum fólki, bæði tá talan er um at hugsa, fata, samskifta og at skilja fólkins mentan og siðaarv. Tí er tað av alrastørsta týdningi, at móðurmálið ljóðar frå vøggustabbanum. Tað er grundarlagið undir allari skúling og samleika okkara segði hon. Hon vísti á, at bókin ber okkum henda førning fram um onnur. Hon fevnir so víða. Hon sigur okkum søgur og setir orð á innastu kenslur okkara. Orðatakið "Blindur er bókleysur mað- ur" er ikki sprottið úr ong- um helt hon fyri. -Tað er vón okkara, at framsýningin verður eitt klípi í tann bókavarða, sum higartil er laðaður. Sámal setti Tað var Sámal í Grund, landsstýrismaður, sum setti framsýningina. Hann var sera errin av stóru bókaútgávuni hjá føroyingum og helt fyri, at líta vit at bókunum á framsýningini, má sannast, at her eru mong dygdarverk greidd úr hondum. Hann helt ikki, at bøk- urnar, sum eru prentaðar í Føroyum smæðast burtur ímillum tær, sum er gjørdar í útlandinum. -Viteigalistafólk, ið hava eitt hugflog, sum er fest á okkara klettum og ímyndar teir veldugu máttir, sum vit eru umgird av, og sum hava verið kveiking eisini hjá teimum, sum koma higar úr åtlondum. Um útgávupolitikkin segði landsstýrismaðurin segði víðari, at aðalmálið må vera, at bøkur og innihald er so fjøltåttad sum tilber, og at eingin einstaklingur ella stovnur fær loyvi til at stinga út allan útgávupolitikkin. -Vit liva í einum fjølbrottum heimi, tí er eitt fjøltåttad mentanarlív besta trygd fyri, at vit gerast før fyri at skilja henda heimin, so at vit kunnu taka ímóti ti, sum gott er-og lúka tað burtur, sum vit halda íkki gagnar. Finlendigar stoltir Stjórin í Norðurlanda- húsinum, Peter Turtsch- aninof fegnaðist um stóru framsýningina og segði, at tað var ein sonn fragd at síggja hetta stóra útgávu- virksemi føroyinga. At finska tjóðkvæðið Kalevala er á málinum hjá hesi lítlu tjóð, ger tey, sum fáast við bókmentir í mínum egna heimlandi bæði bilsin og fegin segði hann og legði aftrat, at að er umráðandi, a føoyingar hóast kreppuna hava eina óvikandi tgrúgv sjálvum slóð inn í heims- bókmnina - skivaðar á ødrum tungumálum. Martin Næs helt fyri, at vit sjálvi mugu duga at virðismeta tað stóra arbeiði, ið verður lagt í at geva út føroyskar bøkur. Hann visti å, at tey, sum fáast við bókmentir eru bæði tolin og treisk. Annars vóru ongar bókmentir. -Í einum ummælið um føroyska tónlist skrivar Pauli í Sandágerði, at land okkara er í svárari kreppu og neyð , men ikki kann sigast tað sama um tónleikin í hesum lítla landi -Tað er hetta sama tolið ogtreisknið, sum eyðkennir føroyska bókaútgávu í dag. Ti hóast bókasavn verða skerd, bókhandlar stongdir og lærugreinir niðurlagdar, so liva békmentimar sum ongantid ådur, segdi Martin Framsyningin er opin i dag og sunnudagin. jan | Vit gera gamla gólvið sum nytt Gólvtænastan Skemmingsgeta19 Tlf. 18875 - 88875 Tórshavn Ókeypis tilboð og vegleiðing verða givin. Få Fax. 18809