leygardagur 12. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
pyrja meg. Við at spyrja
bóðu tey meg taka ábyrgd
iv nøkrum, sum eg ikki
kann taka åbyrgd av, sigur
Peter O.K Olofson
Ven einki var í vegin fyri
at kvinnuprestar kunnu
prædika í prestagjaldinum
hjá Peter O.K. Olofson. Tað
eru kirkjumar í Fuglafirði,
Leirvík, Gøtu, Elduvík
Lógin sigur, at um minst
fimm familjufedrar, einkj-
ur og onnur vid egnum
húsarhaldi ynskja tað, so
hava tey loyvi at at skipa
fyri gudstænastu við frem-
mandum prest. Tey skulu
bert sigakirkjuráðsforman-
ninum frá , so tiltakið ikki
fellur saman við ødrum
kirkjuligum handlingum.
Men Olofson vil íkki taka
ábyrgd av kvinnuligum
prestum í hansara kirkjum.
Hann heldur seg ikki hava
brotið lógina. Hann grundar
hetta soleiðis:
- Fleiri av lógunum innan
fólkakirkjuna eru sokall-
aðar frælsislógir, (friheds-
love). Tað vil siga, at prest-
urin er frítt stillaður, um
hann velur at fylgja hesum
lógum ella ikki. Júst lógin
um kvinnuligar prestar er
ein frælsislóg. Lógin álegg-
ur ikki prestum at góðtaka
kvinnuligar prestar. Hon
áleggur teimum heldur ikki,
at geva kvinnuligum prest-
um loyvi at prædika undir
gudstænastum, sum prestar
hava ábyrgdina av. Eg havi
tikid avgerð í hesum máli
útfrá mini sannføring og
brúkt frælsislógina, tí havi
eg onga lóg brotið, sigur
Peter O.K. Olofson.
— Men tann prestur, sum
gevur kvinnum loyvi at
prædika, hann leggur stóra
byrðu á sínar herðar, bæði
mótvegis Gudi og manna-
børnum, sigur hann
— Tað sama er galdandi,
eitt nú, tá ein fráskildur vil
giftast uppaftur. Her ger
frælsislógin tað møguligt
hjá presti at nokta. Men
harvið er ikki sagt at hesin
ikki kann giftast. Hann fer
bert til ein prest sum kann
góðtaka at fólk giftast fleiri
ferðir, sigur Peter O.K.
Olofson.
Maðurin er hevdið
Hví heldur tú at Gud
hevur valt mannin at boða
sín vilja fyri meinigheitini?
Í skapanarskipanini hjá
Gudi skabti hann mannin
fyrst og síðan kvinnuna. Í
hjúnarlagnum er maðurin
høvdid hjá kvinnuni. Hann
hevur ábyrgd, hann skal
verja og forsyrgja og leiða
henni og børnunum. Á
sama hátt sum Kristus er
høvdid á kirkjuni, er mad-
urin høvdid á familjuni. Ti
er tað hansara leiklutur at
boða guds orð, eisini til
kvinnuna. Eisini fyri mein-
igheitini, sigur hann.
Fær tú ikki trupulleikar
við javnstøduldgini og
javnstødurørsluni við hes-
um orðum?
- Seinastu 200 árini er tað
hent, at maðurin er lopin frá
ábyrgd. Javnstødustridid
hevur ført við sær, at mað-
urin sleppur sær undan, ti
hann er settur til av Gudi.
Vit hava fingið eitt sam-
felag við nógvum hjúnar-
skilnaði og fosturtøku. Ur-
slitid er, at mong børn vaksa
upp, uttan at hava ta
neydugu fadir fyrimyndina,
sum kann menna tey, sigur
Peter O.K. Olofson.
Tú vígir ikki ein frá-
skildan. Hví tviheldur tú
um hetta?
— Eg vígi ikki sundurlisin
og hetta havi eg frælsi til,
eisini sambært verðsligu
lógini. Tað finnast bert tvey
konkret dómi í bíblini, har
møguleiki er at bróta hjún-
arlagið, undantikid við
deyða. Eina dómi er har
annar hjúnarfelagið drívur
hor og ikki vil broyta levna.
Í slíkum føri er sjálvsagt
fyrsta stigið fyrigeving og
broytist ólevnaðurin ikki,
so kann tann rakti hjúnað-
arfelagið krevja skils-
messu, sigur Peter O.K.
Olofson.
- Hitt dómi er, tá ein
trúgvandi er giftur við ein-
um vanntrúgvandi og tann
vanntúgvandi ynskir at
verða skildur, sigur hann.
- Sambært Guds orði
kann eg bert ganga við til at
gifta ein persón uppaftur,
um hjúnaðarfelagin er
deyður, sigur hann.
Lógin hóttir trú-
rælsið
— Javnstødulégin er bein-
leidis i strid vid skapanar-
skipanina hjá Gudi. Javn-
stóðulógin stríðir móti
judi. Maður og kvinna
hava sama virði sum menn-
Inni í lestrarstovuni hjá
Peter O.K. olofson
Bøkurnar á vegginum er
eitt tað størtsta savnið av
andaligum bókum í
Føroyum. Her er tilfar um
alt frå heksadoktarum og
til nýátrunað. Og biblian
finnst í mongum útgávum
Bíblian er kumpassnálin
hjá Olofson
iskju, men tey eru ikki eins.
Javnstóðulógin vil hava
mann og kvinnu eins, javn-
stóðulógin vil framala
kynsleys meniskju. Gud
skabt mann og kvinnu,
sigur hann.
- Næsta stigið hjá
javnstødurørsluni í Føroy-
um verður ivaleyst tað
kynsleysa hjúnarlagi.
Lógin sigur jú, at tú hevur
ikki loyvi at gera manna-
mun á kynunum. Tí er tað
logiskt at hugsa, at skråsetta
hjúnarlagið millum homo-
seksuell verður tað næsta.
Tað hendi í Danmark, sigur
hann.
— Verður javnstóðulógin
praktiserað á sama hátt sum
javnstødunevndin vil, so er
hon ein hóttan móti trúar-
frælsinum, tí hon lóggevur
hvussu ein skal fyrihalda
seg innan tey ymisku trúar-
samfeløgini. Ella eisini er
tað statskirkjan sum javn-
stødunevndin vil hava aftur
at virka í Føroyum. Stats-
kirkjuna, sum vit høvdu
áðrenn vit fingu nýggju
grundlógina i farnu øld. Tá
avgjørdi staturin hvussu øll
skuldu trúgva, vildi tú ikki
doypast til kirkjuna, so varð
tú tvangsdoyptur, sigur Pet-
er O.K. Olofson.
— Javnstødul6gin vil hava
kvinnur á prædikustólin
trumfað í giógnum við eini
lóg. Næsta stigið verður
helst at lógin krevur kvinn-
ur í elstaráðið hjá brødra-
samkomunum, ella kvinn-
uligan prest í katólsku
kirkjuni. Javnstødulégin er
komin inn i trúarsamfelgg-
ini at stýra fólki, sum uttan
tvingsil eru í hesum sam-
feløgum. Ti er trúarfrælsið
hótt.
Guds orð
er tíðarleyst
Tú tm tekur bíbliuna
bókstaviliga. Kann tað ikki
i:
ELVE
hugsast at tíðin er broytt
síðan apostlar og evange-
listar = skrivaðu bíbliuna
árini eftir Jesus deyða?
— Gud er tann sami og tí er
eisini vilji hans tann sami.
Gud sigur ikki eitt í dag og
eitt annað í morgin. Bíblian
er Guds endaliga opin-
bering. Tey sum venda sær
frá bíbliuni venda sær eisini
frá Jesus, sigur hann.
— Gud nýtti menn til at
skriva bíbliuna, teir vóru
ikki robottar. Men tað teir
skriva er tað Gud vildi sagt
við okkum, sigur hann.
— Bíblian er Guds orð frå
fyrsta stavi til seinasta. Eg
seti meg í Guds stað, um eg
ikki akti bíbliuna. Í bibliuni
stendur hvat er rætt og hvat
er skeivt. Bíblian er sonn
Guds orð og sonn manna-
orð. Gud kallaði menniskjur
at gera gerning, sigur Peter
O.K. Olofson.
Av svenskari ætt
Peter er føddur i 1956 og
doyptur í 1957. Yvir doypi-
funtinum segði gumman, tá
prestur spurdi um navnið:
»Peter Olaf Krag Olofson.<
Pápin er prestur og av
svenskari ætt. Peier er
føddur i Glostrup, men flutti
sum 10 åra gamal vid for-
eldrunum til Lollands, har
påpin virkadi sum prestur.
Javnstøduldgin er ein
hóttan móti trúarfræls-
inum í Fóroyum heldur
Peter O.K. Olofson
Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994
— Eg flutti aftur til Keyp-
mannahavnar, sum 18 ára
gamal og giftist við Anne
Lene, sum 20 ára gamal. Vit
havanú verið gift í 17 ár. Vit
eiga trý børn. Ein fjúrtan ára
gamlan drong, hann gongur
í løtuni á efurskúla í Dan-
mark. Ein 11 ára gamlan
drong og eina seks ára
gamla dóttir. Sonurin sum
er hima heldur okkum við
fisk. hann er tíðliga og seint
á seiðabergi, sigur Peter
O.K. Olofson.
— Í mínum heilt ungu
døgum upplivdi eg at venda
Gudi bakið fullkomiliga.
hetta var ein myrk tíð. Men
so varð eg umvendur og fór
ringja tlf. 14373.
Pedagogur
søkist vegna barnsburdarfarloyvi til
Barnagardin vid Velbastadvegin at
byrja 2. januar 95 — møguliga fyrr.
Møguleiki er fyri føstum starvi seinni.
Arbeidstidin er 40 timar um vikuna.
Løn sambært såttmåla millum Føroya
Landsstyri og Føroya Pedagogfelag.
Nærri fæst at vita um starvid vid at
Umsókn við avriti av prógvi og viðmæl-
um verður at senda til stovnin í sein-
asta lagi 5. des. 94
Barnagarðurin við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 39
100 Tórshavn
Síða 11
at lesa gudfrødi. Hetta var
fantastiskt, sigur hann.
Eru føroyingar eitt trúgv-
andi fólk?
— Føroyar eru merktar av
djúpari gudstrúgv og djúp-
ari verðsligheit. Vandin í
Føroyum er, at fólk trúgva ti
Jesus boðar, men tey taka
hann ikki í álvara, sigur
hann.
— Tað ber ikki til at siga, at
eitt land er kristið, um tað
ikki byggir sína lóggávu á
kristin grundsjónarmið. Tá
er ikki samsvar millum orð
og verk, sigur Peter O.K.
Olofson.