leygardagur 12. november 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Loysa - ella finna loysnir
Føroyaferdin hjá danska forsæti
mark á politisku dagsskránna —
Mørkøre til Poul Nyrup Rasmussen elvdi ti
unum í føroyska samfelagnum. Í staðin varð alt gjórt til ein spurnin
persónar.
Henda grein er bæði eitt aftursvar til Jógv
Føroyar og Danmark framyvir.
Sama dag sum Poul Nyrup
Rasmussen fór til Føroya,
varð hann noyddur til at
taka eina heldur tunga pol-
itiska avgerð. Hetta hendi
tá skattamálaráðharrin Ole
Stavad varð koyrdur frá,
aftaná trupulleikar í sam-
bandi vð bjargingina av
Himmerlandsbankanum.
Nyruj: hevði helst viljað
havt politiskan frið í nakrar
dagar aftaná hetta, men so
varð ikki. Við einum ser-
stakliga góðum hegni,
eydnaðist tað Jógvan
Mørkøre, samfelagsfrød-
ingi, at seta politisku dags-
skrånna fyri vitjanini hjå
danska forsætisráðharran-
um. Opna og persónliga
bræv hansara til forsætis-
ráðharran, fór beina leið úr
Sosialinum í donsku fjøl-
miðlarnar, har hetta gjørd-
ist størstu tíðindini fram til,
at tað frættist, at skatta-
málaráðharrin varð frá-
koyrdur.
At ætlanin hjá Jógvan
eydnaðist so mikið væl er
sjálvsagt orsakað av, at
hann frammanundan hev-
ur vunnið sær rættuliga
stórt trúvirði. Hetta kemst
av, at hann er einasti før-
oyski samfelagsfrøding-
urin, ið alment hevur roynt
at analysera støðuna i Før-
oyum og harvið skipa tað
almenna kjakið.
Hann hevur samstundis
verið ein ógvuliga góð
kelda, hjá teimum donsku
tíðindafólkunum, sum oft-
ast onki hava vitað um før-
oysk viðurskifti.
Sostatt var tyngd aftan-
fyri orðum Jógvans.
ANALYSUR OG
NIÐURSTØÐUR
Hóast brævið varð skrivað
sum eitt persónligt og pol-
itisk bræv, so løgdu fjøl-
miðlarnir sjálvsagt stórsta
dentin á, at tað varð skriv-
að av einum samfelags-
frødingi á Fróðskaparsetr-
inum. Hetta hevur Jógvan
sjálvandi eisini verið greið-
ur yvir, og tað hevur uttan
iva verið ein partur av ætl-
an hansara.
Vanliga fjala teir flestu
serfrødingarnar seg aftan-
fyri tann vísindaliga gekka-
skortin, ið verður róptur
„objektivitetur“. Hetta ger
Jógvan ikki, og hann skal
Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994
Tíðindablaðið CSE
sráðharranum setti aftur viðurskiftini millum F øroyar og Dan-
bædi i Føroyum og i Danmark. Men opna brævið frá Jógvani
Eru hesir báðir tveir danskir úlvar í seyðaskinni, ið bert
vilja føroyingum ilt? Og hava føroyingar nakað politiskt
bod uppå eina broyting?
eiga rós fyri at hava lagt
sina politisku stødu greitt
fram. Trupulleikin er bert,
at politiska brævid hjå
Jógvani fekk status sum
„sannleikans orð hj zinum
serfrødingi", uttan at hugt
varð eftir sambandinum
millum víndaligu analysur-
nar og tær politisku niður-
stødurnar hjá Jógvani.
Tí eigur innihaldið í
opna brævinum at vera
vidgjørt og tulkað politiskt,
soleiðis at politiski stevnu-
miðini hjá Jógvani koma
fram í ljósmála
DANSKI KREPPU-
POLITIKKURIN
Í brævinum til Nyrup tekur
Jógvan Mørkøre samanum
úrslitini av danska kreppu-
politikkinum mótvegis
Føroyum síðani føroysku
bankarnir vórðu bjargaðir
Hann vísir á, at donsku
krøvini higartil beinleiðis
hava økt um búskaparligu
og sosialu kreppuna og, at
tað politiska rásarúmið hjá
føroyska heimastyrinum er
minkað burtur í onki.
Hann vísir á, at tær veru-
ligu avgerðirnar viðvíkj-
andi ti føroyska samfelag-
num verða tiknar í Fígg-
ingargrunrinum, og at hes-
ar bert hava verið til gagns
fyri kreditorarnar hjá Før-
oyum.
Hartil hevur Jógvan eina
greiða lýsing av, hvussu
politikkurin hjá Fíggingar-
grunninum hevur verið
førdur beint ímóti teimum
politisku endamálsorðing-
unum í avtalunum millum
Føroyar og Danmark.
I hesum sambandi visir
hann á, hvussu lítið høpi
er í, at donsku serfrøding-
arnir krevja umsetiligar
kvotur og marknaðarstýr-
ing av fiskiflotanum, með-
an Fíggingargrunnurin
samstundis gongur á odda
fyri at monopolisera allan
fískiídnaðin.
Øllum hesum kunnu vit
bert taka undir við. Tað
hevði verið eitt stórt fram-
stig fyri viðurskiftini mill-
um Føroyar og Danmark
framyvir, um hesar nidur-
stødur viðvíkjandi danska
kreppupolitikkinum vórðu
tiknar til eftirtektar.
Tølini í øllum frágreið-
ingunum frá serfrødinga-
nevndum bera tíverri eisini
prógv um, at búskaparligu
tiltókini higartil bert hava
verið til gagns fyri teir
donsku og útlendsku fígg-
ingarstovnarnar — umframt
:sakrar fáa féroyingar
SYNDAFALLIÐ
Men hyggja vit nærri at or-
søkunum til núverandi
støduna millum Føroyar og
Danmark, so kunnu vit als
ikk! taka undir við svørt-
hvítu myndini hjá Jógvan
Mørkøre. Hann ger nevni-
liga Heimastýrislógina, og
skapanina av føroyska væl-
ferðarsamfelagnum til eitt
beinleiðis úrslit av eini fel-
ags politiskari ætlan hjá
donsku socialdemokratun-
um og føroyskum javnað-
armonnum.
Sambært Jógvan Mørk-
øre vóru tað abbi hansara,
og hinir gomlu føroysku
javnaðarmenninir, ið sam-
an við donskum social-
demokratum gingu saman
um at skapa frælsi, javna
og brødralag í Føroyum.
Harvið gerst núverandi
stødan eisini einføld: Poul
Nyrup Rasmussen hevur
svikið sínar hugsjónir og
bróður í Føroyum, við at
sleppa samstarvinum við
føroyska javnaðarflokkin.
Í staðin hevur hann beitt
tann ónda Richard Mikkel-
sen og aðrar danskar bú-
skaparfrødingar eftir før-
oyingum.
Um vit nå góðtaka hesa
útlegging Jógvans, so er
loysnin sjálvsagt líka ein-
føld: Hin óndi Richard og
hinir ljótu danskararnir
mugu skiftast út við góðar
føroyskar hugsjónarmenn,
ið kunnu beina Føroyar
aftur á rætta leið. ;
Neyvan er tad sum sam-
felagsfrødingur, at Jógvan
Mørkøre ger sær hesa
idealistisku og nærum
religiøsu myndina. Tað er
av politiskum orsøkum, og
strategiskt er hetta eisini
rættiliga snilt.
Jógvan rakar beint í
kroppin á idealistisku
sjålvsmyndina hjá donsk-
um socialdemokratum og
føroyskum javnaðarmonn-
um - og Sosialurin gloypti
eisini agninum beinavegin.
Opna brævið hjá Jógvan
var umgyrt av vøkrum søg-
um um teir ófóru donsku
socialdemokratisku forsæt-
isráðharrarnar., ið fyrr hava
vitjað Føroyar.
Tá Jógvan so samstundis
fær åvist, at Nyrup og
socialdemokratarnir hava
svikið, er lætt at draga aðr-
ar hetjur fram úr søguni
Her er Jóannes Patursson
altíð góður at hava til at
taka, og so enda vit í veru-
leikanum afturi í 30*unum.
Onki er nýtt, onki hava vit
lært og framtíðin er bert
ein spurningur um hetjur
ella devlar — um føroyskt
ella danskt.
Eftir okkara tykki, er tað
ikki nøkur gongd leið at
gera søguna til eitt religigst
klandursmál. Í staðin eiga
vit at hyggja eitt sindur gðr-
vísi at søguligu viðurskift-
unum millum Føroyar og
Danmark. Á henda hátt
kunnu vit eisini fáa eina
betri mynd av politisku
støduni millum Føroyar og
Danmark í dag
FØROYAR OC
DANSKUR INNAN-
RIKISPOLITIKKUR
Tá tjóðskaparligu remb-
ingarnar tóku seg upp í
Føroyum í seinastu øld,
vístu danir ikki teimum
innanhýsis føroysku viður-
skiftunum nakran serligan
áhuga.
Men stóru búskaparligu
og sosialu broytingarnar í
Føroyum um aldarskiftið,
elvdu skjótt til eitt politiskt
floksbýti í Føroyum. Hóast
hetta seinni er gjørt til ein
einfaldan spurning millum
føroyskt og danskt, lógu
nakrar álvarsligar búskap-
arligar og sosialar ósemjur
aftanfyri.
Stríðið stóð fyrst og
fremst um, hvussu tað før-
oyska samfelagið skuldi út-
byggjast. Skuldi Føroyar
vera eitt fiskivinnusamfel-
ag, sum reidararnir og
handilsmenninir i Sam-
bandsflokkinum vildu; ella
skuldi Føroyar verða eitt
landbúnaðarsamfelag, sum
gomlu stórbóndurnir við
Jóannes Patursson á odda.
vildu.
Sum fráleið noyddust
danir kortini at taka po-
itisku stóðu til Føroyar.
Hetta var tó gjørt til ein
spurning um danskan inn-
anríksipolitikk, m.a. ti før-
oyingar vóru í hvør sínum
politiskum bólki í Dan-
mark
Tann skjóta útbyggingin
av Føroyum sum fiski-
vinnusan:felag, elvdi sam-
stundis til stórar sosialar
I, at kjakið varð snarað burtur frå veruligu trupulleik-
g um danskar ella føroyskar
an Mørkøre og ein viðgerð av politisku stóðuni millum
Edmund Joensen vónar
livaleyst, at danska
stjórnin kann hjálpa
føroyingum við fígging at
keypa tridjalandsfisk til
Føroya Fiskavirking. Er
hetta tann »føroyska
loysnin«?
broytingar. Tann vaksandi
fjøldin av arbeiðsfólki og
fiskagentum åttu ongan
politiskan góðan í Føroy-
um. Tey avgjørdu tí at
stovna fakfeløg, og nøkur
ár seinni varð ein social-
demokratiskur flokkur eis-
ini stovnaður í Føroyum.
Javnaðarflokkurin varð
stovnaður við hjálp frá
teim donsku socialdemo
kratunum. Men hetta var
tó ikki „ein donsk uppfinn-
ing“, ið Stauning potaði
niður í føroyingar, soleiðis
sum Jógvan Mørkøre vil
vera við. Javnaðarflokkur-
in varð stovnaður í Føroym
ti ein stórur tørvur var á ti.
Tað áhugaverda við sam-
starvinum millum donsku
socialdemokratarnar og
føroyska javnaðarflokkin
var, at báðir partar fingu
nakað burturúr.
Hetta nevnir Jógvan eis-
ini. Javnaðarflokkurin fekk
peningaligan og arbeiðslig-
an stuðul úr Danmark,
samtundis fingu donsku so-
cialdemokratarnir møgu-
leika at fáa stórri umboðan
á danska Fólkatinginum.