Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1994 Sida 15 | nn SAA HR js 7 pin FØR Hava føroyingar nakað politiskt boð uppá, hvussu vit fáa sum mest burtur úr okkara fiskastovnum? Hava føroyingar nakrantíð sett vinnulívspolitikk á dagsskrånna? Sostatt vóru greið politisk/ strategisk áhugamál aftan- fyri danska stuðulin NEYÐSFMJAN Aftaná seinna heimsbar- daga, broyttist viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark. Aftaná f6lkaatkvød- una 14. september, fekst heldur ongin greiða á pol- itisku spurningunum um, hvussu føroyska samfelag- ið skuldi skipast. Føroy- ingar vóru ikki samdir um nakað sum helst, og fóru sostatt til samráðingar við danir, við ógvuliga ymsum innanhýsis áhugamálum Danir endaðu tí sum semingsmenn millum tey føroysku umboðini, og hes- um vóru teir als ikki áhug- aðir í. Danska stjórnin vildi sleppa undan loysingini, men teir vildu sanniliga ikki taka nakra ábyrd og stóðu í føroyska oljustríð- num. Urslitid av samråding- unum gjørdist sum kunn- ugt ein stór neyðsemja Heimstýrislógin Men í veruleikan var tal- an um tvær neyðsemjur Ein millum teir føroysku politisku flokkarnar, har fyribils lok varð lagt á stríðsspurningarnar um út- byggingina av samfelagn- um og fiskiflotanum. Og ein onnur neyðsemja mill- um Danmark og Føroyar, har danir framvegis sluppu at røkja sini strategisku áhugamál í Føroyum. Hesi áhugamál snúðu seg um uttanríks- og verjupolitikk- inum — innanrikispolitikkin kundi førovingar sjålvir eiga FØROYAR OG DANSKUR UTTAN- RIKISPOLITIKKUR Lika frå samtyktini av Heimastýrislógini og fram til fyri fáum árum síðani, hevur skipanin eisini rigg- að stak væl fyri báðar part- ar. Danir brúktu Føroyar sum trumf í handlinum við Bretland:har bretar sluppu at trola inn í klettin fram til 1964. Og danir brúktu eisini Føroyar sum amboð í hernaðarpolitikkinum. tá NATO-stóðin varð løgd á Sornfelli Hinvegin fingu føroving- ar eisini nakað burturúr Vit fingu fíggjarligan stuðul úr Danmark til at upp- byggja tað føroyska væl- ferðarsamfelagið, og seinni kundu vit njóta tað góða altjóða kredittvirðið hjá Danmark, tá vit skuldu hava lán uttanlanda Hetta var ikki eitt úrslit av einum felags „prosjekti“ hjá donskum og føroyskum socialdemokratum, soleið- is sum Jógvan Mørkøre vil vera við. Hetta var eitt úr- slit av, at føroyskir javnað- armenn og aðrir flokkar við, dugdu at brúka heima- stýrislógina til teirra pol- itisku áhugamál. Danir góðtóku at rinda fyri uppbyggingina av tí føroyska vælferðarsamfel- agnum, m.a. tí tann sama útbyggingin eisini varð framd í Danmark. So leingi sum tey strategisku áhuga- málini hjá Danmark ikki vóru í vanda, blandaðu teir seg ikki uppí innanhysis føroysk viðurskifti. Í hesum sambandi er tað eisini heilt burturvið at síggja vitjanirnar hjá teim- um fyrrverandi donsku forsætisráðharrunum, sum eitt dómi um gott samstarv millum føroyska javnaðar- flokkin og danskar social- demokratar. Hans Hedtoft, H.C. Hansen, J.O. Krag og Anker Jørgensen vitjaðu í Føroyum sum danskir for- sætisráðharrar og ikki sum danskir socialdemokratar. Og tað hevði ongan stórri týdning um tað var ein sambandsmaður, javnaðar- maður ella fólkafloksmað- ur, ið tók ímóti. Viðurskiftini = millum Føroyar og Danmark bygdu sostatt å strategisk áhugamál hjá dønum, og á búskaparlig áhugamál hjá føroyingum. Tað er heldur onki at ivast í, at um før- oyingar einmælt høvdu kravt loysing frá dónum, so høvdu við fingið hetta Høvdu danir noktað, heyði altjóða umdømi teirra ver- ið í vanda NEYÐSEMJAN RÝKUR Ikki fyrr enn tann føroyska kreppan hótti tann við- brekna danska fíggjar- heimin i oktober 1992, vóru danir noyddir at broyta politikk mótvegis Føroyum. Fyri fyrstu ferð síðan Klaksvíksstríðið løgdu danir seg beinleiðis út í føroyskan politikk, við rætt og slætt at seta Før- oyar undir umsiting. Hin- vegin vóru danir ikki áhug- aðir í at renna fingrarnar í tann føroyska politiska fløkjustampin, og tann so- nevndi danski „kreppupol- itikkurin“ mótvegis Føroy- um, hevur havt greið enda- mál - Føroyar skuldu ikki gerast enn ein gøla, í tí hart rakta danska fíggjarheim- inum. - Føroyar skuldu ikki gerast ein trupulleiki fyri altjóða danska kredittvirð- ið og tað danska gjaldoyr- að - Føroyar skuldu ikki gerast ein innanríkis polit- isk gøla fyri donsku stjórn- ina. Tí valdu bæði Schlúter- stjórnin og Nyrup-stjórnin eina loysn, sum gerst alt meiri vanlig í donskum pol- itikki. Lok varð lagt á tey møguligu politisku vanda- málini, og í staðin vóru tey latin upp í hendurnar á serfrødingum at taka stóðu til. Í hesum føri var tó ongin kanningardómstólur settur, í staðin varð málið goymt í serfrødinganevnd- unum Samstundis vóru brá- feingis avgerðirnar latnar í hendurnar á nøkrum „góð- um handverkarum“ í danska bankaheiminum. Hesir røktur sína uppgávu eisini við at bjarga gøllum donskum kreditorum. Hetta varð serliga gjørt gjøgnum Fíggingargrunn- in. Tað er sostattt onki løgi í, at gongdin millum Dan- mark og Føroyar var sum hon var. Danir hava vart sini åhugamål eins og teir altid hava gjørt, og høvdu Schlåter og Nyrup ikki gjørt tað, vóru teir ivaleyst foknir í donskum politikki NÚVERANDI STØDAN Stødan nå undan komandi samráðingum er tó nakað broytt. Tey flestu donsku fíggjarligu áhugamálini eru longu bjargað, og sam- stundis eru úrslitini av tí førda politikkinum púra greid. Spurningurin er ti, um danska stjórnin yvir- hevur er åhugad at sam- Ber tað til at broyta politisku skipanina innanhýsis ráðast politiskt um framtíð Føroya, soleiðis sum tann núsitandi samgongan vón- ar. Eitt er kortini heilt greitt. Tað hevur ongan týdning fyri danir, at ein sambandsmaður nú er løg maður, sum onkur vil vera við. Ferðin hjá Nyrup hev- ur givið okkum greiðar ábendingar um, at danska stjórnin ikki slakar ein tumma í tí higartil førda politikkinum. Teir ætla sær ikki at stríka skuld og teir fjala seg framvegis aftan- fyri serfrødingatilmælini Krøvini til fíggjarlógina skuldu eisini haldast. ti danir vilja tryggja sær, at landskassin ikki aftur gerst ein sjålvtøkuhandil hjá før- oyskum vinnulívsmonrnum og lokalum politikarum. Danska stjórnin er fram- vegis bundin av, at and- stødan á Fólkatingi bara situr og bidar eftir onkrum i Føroyum, so tey ymsu økini i møguleika at vinna Nyrup- stjórnini neisir. Og stjórn- in er framvegis bundin av, at donsku kredittfeløgini skulu hava sinar pengar aftur frå føroysku komm- unum Aftanfyri allar danskar avgerðir liggur sostatt eitt áhugamál. At fáa politisk- an frið fyri føroyingum Men samstundis hava dan- ir ikki tað minsta álitið á føroyskum politikarum ella føroyskum vinnulivs- monnum. Teir hava longu sæd, hvussu stórar trupul- leikar tær avtalur, id gjørd- ar eru higartil. hava givið føroysku politikarunum Tað, sum landsstýrið lovar, nýtist Løgtingid ikki at taka undir við HØVUDSSPURNING- ARNIR Kortini lovadi Nyrup, at nå skuldi eisini samrådast um at fáa nýggj arbeiðspláss, landinum fáa stórri politiskan avgerðarrætt og stórri ábyrgd fyri t.d. framtíðar vinnumøguleikum?