leygardagur 12. november 1994síða 26
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 26
MALER
Eingilska paradoksið
Ein vanlig ljóðbroyting í føroyskum er, at eitt stutt ei
oftast verður úttalað sum 0, og í summum fórum
verður eisini skrivað sum o. Dømir: Seingin ella
songin, eingin ella ongin, dreingir ella drongir. Nóls-
oyingar siga tó enn klárt ei í øllum hesumm fórum,
æingin, eingin osfr.
Men vit hava eisini nakað, sum ikki ljóðar heilt
konsekvent. Vit siga eingilskmenn, eingilskur og
eingilskt, men tó verður landið skrivað England ella
eisini Ongland. Hvussu kann hetta bera til? Ljóð-
broytingin frá e til 0 er ikki vanlig ella finnst annars
ikki. Landanavnið England kemur av Engla-land
ella Angla-land eftir Anglum, sum komu úr Schles-
wig, sum nú liggur í Týsklandi.
Í skúlanum var eisini ein lærari, sum royndi at
trútta niður í okkum, at hansara fak var enskt og ikki
eingilskt. Hetta ljóðar ónatúrligt, tí fólkaslagið eitur
ikki en-ar ella ensk-menn, soleiðis sum týskt og
franskt er í sambandi við týskarar og fransk-menn.
Eitt annað orð vísir okkum eina tilsvarandi gongd.
Ein eingil, kemur av tí grikkska angelos, sum týðir
sendiboð ella boðberi (eitt eu-angelium er ein gleðis-
boðskapur). Hetta verður til Engel á týskum, donsk-
um og norskum. Men eisini á gomlum norrønum æt
tað engill, og td. englaflokkur og englamjøl
(manna). Ein broyting frá a til e á ðrum målu, men
fráaellae til ei á føroyskum, tí har eitur taðein eingil.
Tí átti tað at verið skrivað Eingland á føroyskum.
Hesin formur hevði eisini forklárað broytingina til
Ongland, sum er vanligur at hoyra, (sum eingin>
ongin osfr.). Og lesur tú gamla Føroyingatidindi, so
finnur tú í heilum formin Eingland. Hann finst í øll-
um árgangunum, 1890 eins væl og í 1899.
Men, skulu vit so brúka ein gamlan konventio-
nellan form Eingland, ella tann formin, sum eing-
ilskmenn sjálvir brúka: England? Tann fyrri, Eing-
land, forklárar hví vitsigaeingilskt og eingilskmenn,
og so er einki paradoks í hesum. Í øllum fórum er
mishátt at siga enskt og enskur, tí hetta er ímóti ser-
ligu føroysku ljóðbroytingini. Enskt er tíkið inn, sum
so mangar ferðir annars, sum eitt fremmandorð úr
íslendskum. Á íslendskum er enskt í ordan, men ikki
á føroyskum.
tes.
Philip Morris Simultan
Næsta Bridge vikuskifti verður byrjað við Philip
Morris Simultan friggjakvøldid 18. nov. kl. 19.00,
og ikki sum áður lýst kl. 18.00. Hetta er ein kapping,
sum verður leikt um allan heim samstundis. Seinasta
freist at tekna seg til hesa kapping er mikudagin
16. november á tlf. 11930, 10264 ella 22397.
FM-Lið
3. umfar í FM-Lið verða eisini leikt hetta viku-
skiftið. 2 dystir verða leygardagin og ein sunnudagin,
ávikavist 19. og 20. november. Leygardagin verður
byrjað kl. 14.00.
Tann árliga steypakappingin
Ætlanin er at fáa leikt eitt umfar av tí árligu steypa-
kappingini, ið fyrr kallaðist Fossbanka cup, fyri jól.
Tí fara vit at heita á tey liðini, ið hava áhuga fyri at
verða við, um at melda seg til skjótast gjørligt á
omanfyri nevndu tlf. nr. Seinasta freist at melda seg
til er sunnudagin 20. nov.
FBS vónar at so nógv lið sum møguligt vilja verða
við. Tað verður so drigið lut um hvør skal spæla móti
hvørjum, og liðini avgera sjálv, nær tey spæla dyst-
irnar í teimu innleiðandi umførunum. Dystirnir skulu
bara verða leiktir innan fyri eitt åvist dato. Tað fáa
liðini meira at vita um, tá lutakast hevur verið um
fyrsta umfarið.
Nr. 217 — 12. NOVEMBER 1993
1994 er útkomið
Umsíðir er hon komin,
bókin, sum gll spyrja eft-
ir hesa tíðina! BIRTING
1994. Innihaldið í hesum
sætta árganginum er
bæði nógv og gott
Framvegis bara úrvalt
upprunaligt — føroyskt.
Og tilfarið tykist ikki
tróta. BIRTING er hesa-
ferð økt við einum trid-
ingi til 64 blaðsíður.
Axel Tórgarð hevur
nøkur forvitnislig orð
um pálsmessu, ápostul-
in, hestin og súluna.
Visti tú, at forngrikska
reystmennið Odyssevs
hevur ríkið í Skopunar-
firði og dvelst uppi á
Dímun og aðrastaðni í
Føroyum? Tað og mangt
annað fáa vit at vita í
stuttligu hugleidingun-
um hjå Gunnari Hoydal.
Sinklarsvísu = kenna
vit, men hvgrjir vóru
teir, sum >skændte og
brændte« og sum til end-
ans »de skotske piger be-
græde«? Hvat var tad,
sum veruliga hendi ta
ferdina? Eilif Samuel-
sen hevur eina frágreið-
ing um tað.
Høvundarnir Mari-
anna Debes Dahl, Lydia
Didriksen og Jens Pauli
Heinesen hava hvør sína
ikki áður prentaða
nýggja søgu. Ólíkar,
menmerkisverdar hvor á
sín hátt.
Suni F. Jacobsen er
m.a. kendur fyri sínar
tættir (»um átta minuttir
fer Másin avstað< og
>tað, sum vendir niður,
[DLL
BIRTING
—
vendir upp«). Hann dug-
ir annað og meira. Í
BIRTING hevur hann
ein spildurnýggjan sang
til heimbygdina Gøtu,
við lagi, sum hann eisini
hevur gjørt. — Palli Han-
sen og Bjarni Restorff
hava somuleiðis sett lagt
til eina yrking um gomlu
Havnina.
Av ødrum yrkingum er
at nevna lagnuyrkingin
eftir Astrid Joensen og
ein aáttúrulýsing úr
Grønlandi eftir skaldið
Hóra.
Síðani er ymist annað
sidsøguligt tilfar: Endur-
minningar frå slupptíð-
ini eftir Johs. A. Næs. —
Sverri Egholm sigur frá
niðursetufólkunum inni
á Fjørd í Vestmanna og
eftirkomarum teirra. —
Hanus A. Samuelsen
hevur meira ættarsøgu-
ligttilfar um Skumpitoft-
ina og fólkið haðani.
Permumyndiner eisini
úr Húsavík. Annars eru
nógvar aðrar myndir og
góðar tekningar av fræg-
um liístafólkum, um-
framt mangt annað gott
fyri sjón og sinni.
Uttan teir trúgvu keyp-
ararnar og stuðul frá lýs-
arum og frá Mentunar-
grunninum hevði ikki
borið til, siga útgevarar-
nir Niels Nattestad og
Sverri Egholm.
BIRTING er prentað
hjá Hestprent, fæst í
bókabúðunum og hjá
bókaseljarum úti á bygd
og kostar 70 kr.
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frá kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bið um 16929 ella 10714.
Í
Tíðindablaðið ÆXK",
BBC
Leyga rdagur 12. nov.
orid Service News
0. Newsnight
1.00-8.00 World Service News
every full Hour
125 World Business Report
225 Newsnight
3.25 Kilroy: »Problems with Par-
erts«
4.25 The big Trip 37
5.25 The Clothes Show
6.25 TopGear
7.25 The late Show
8.25 PublicEye
9.00 Bitsa
9.15 Chucklevision: »Headline
News«
9.35 Marlene Marlowe Investi-
gates: >The Phantom Flop-
py Fiddler«
955 Blue Peter
10.20 BykerGrove
10.45 Top of the Pops
11.15 The Lord Mayor's Show
1215 Inthe Garden
1235 Holiday
13.00 Grandstand
17.15 News from London
1725 World News Week
17.55 Top of the Pops 2
18.40 natural Neighbours: >Pigs
mightfly« 1 6
19.10 Noel's House Party
20.00 Against all Odds 25
20.50 Canvas: »Frescoes«
21 10 Royal British Legion Festi-
val of Refnembrance
22.40 Sport'94
Sunnudagur 13. nov.
0.00-7.00 World Service News
every full Hour
0.25 World News Week
1.25 World Business Review
2.25 India Business Report
3.25 Kilroy: »Cults«
4.25 Film '94
5.25 india Business Report
6.25 All Black: »The Core Busi-
ness« 56
7.25 The late Show
8.00 Easy Money 1:8
8.15 Breakfast with Frost
9.15 Playdays
LANDSINS
BILIGASTU
Skifta og avbalan-
sera eisini um kvøld-
id og i vikuskiftinum.
DEKKSØLAN
Á SELATRAÐ
TIf. 48195 - 86195
9.35 TVK: »Clothes«
950 Blue Peter
10.15 The 0-Zone
10.30 Cerotæh
1155 Remembrance
1200 World News Week
1230 News from London
1235 Onthe Record
1330 Eastenders Omnibus
1450 One Man and his Dog 28
15.35 Forty Minutes: > Animal
Crackers«
16.15 Timeewatch: >The Spark
that lit the Bonfire«
1705 ACook's Tour of France:
»Normandy« 26
1735 Network East
18.05 News from London
18.25 Songs of Praise: >Remem-
brance«
19.00 Children in Need: »CIN
News«67
1910 Lovejoy: »Breaking the
Broker« 7:10
20.00 Screenplay: »Doggin'
around«
21.30 Ancient lives 24
2220 Heart of the Matter 6 6
Månadagur 14. nov.
0.00-5.00 World Service News
every full Hour
0.25 The Money Programme
1.25 World Business Report
225 Onthe Record
3.25 The Money Programme
4.25 Mediterranean Cookery:
»France«22
5.25 The Money Programme
6.00 Business Breaktast
7.00 Breakfast News
9.05 Kilroy
10.00-12.00 News from London
1005 Good Morning with Anne
and Nick
1205 Pebble Mill
1255 World Weather
1300 One O'Clock News
1330 Esther
14.00 World Service News
14.30 The great British Qiuz
15.00 Playdays
15.20 Mortimer and Arabel: »Mor
timers Mine
15.35 Time Busters: »Tunnel«
16.00 Growing up wild 6:10
1625 Smart6 6
16.50 The Big Trip 77
17.30 Catchword
18.00 Six O'Clock News
1830 TopGear
19.00 Ready Steady Cook
19.30 Vintage Last of the Summer
Wine: »Serenade for tight
Jeans and Metal Detector«
59
20.00 Eastenders
20.30 A Question of Sport
21.00 Video Diaries: »Sunshine
13:68
2200 World Service News
2230 World Business Report
2300 World Service News
2330 Newsnight
Týsdagur 15. november
0.15 World Service News
0.25 Newsnight
1.00-5.00 World Service News
every full Hour
1.25 World Business Report
225 Newsnight
325 Film "94
4.25 Tomorrow's World
5.15 Panorama
6.00 Business Breakfast
7.00 Breakfast News
9.05 Kilroy
10.00-12.00 News from London
10.05 Good Morning with Anne
and Nick
LSE
A—
I
ET
EEK
re