týsdagur 15. november 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK
Kristina Hansen er nógv ment síðan hon reiggjaði í Glataðu Spælimonnunum og Rúni
ES
Gaardlykke royndi seg i fyrsta stóra leiklutinum sunnukvøldid. Ungur, vid evnum
„Góða Jelena» á palli i Norðurlandahúsinum:
Askoðararnir
govu leikarun-
um reint ug
Gellandi lógvabrestirnir frá áskoðarunum prógvaðu
at Gríma hevdi rakt í plett við nýggjasta leikinum.
Leikurin byrjar meinaleyst, men gongdin herðist og
endar í eini naknari neyðtókuroynd á opnum palli
Ummæli:
Jústinus Eidesgaard
Myndir:
Kalmar Lindenskov
Sunnukveldið frumfram-
førdi Gríma sjónleikin
„Góða Jelena« eftir russ-
iska rithøvundin Ljudmila
Razumovskaja.
Leikurin varð sýndur i
Norðurlandahúsinum og
stóri salurin var fullsettur
fyrsta kvøldid.
Dygdin av einum sjón-
leiki kann ofta lættast mát-
ast ella vigast, fyrstu tím-
arnar aftanå at tjaldið er
drigið fyri og tað er júst í
hesum tímum, at hesar regl-
ur verða skrivaðar.
Lat tað verða sagt beinan-
vegin, uttan at vera yvir-
positivur, at tað er langt í
millum at síggja ein sjón-
leik, har ein ikki keðir seg
eina løtu. Men soleiðis
hevði eg tað sunnukvøldid,
har >Góða Jelena< setti
krónuna á ein annars frå-
líkan sunnudag
Í
Leikurir +
ligur og ålvarsamu
goymist kanska undi
útlendska heitinum >tragi-
komiskur<. Tí meðan rull-
andi lættar samrødur fúka
gjøgnum leikin eins og kavi
eftir fonn, finnast gullkorn
av lívsins álvara millum
flikrurnar, so álvarsom og
so beinrakin, at ein skifti
millum at blikna og rodna.
Her er uppgerðin millum
ættarlið í fullum blóma og
lá vit tosa um ættarlið, so
nýtist ikki at vera talan um
kappastíð millum pensio-
nistar og hålvvaksin. Longu
nú, vit hava runnið knapp-
liga hálvan teinin í nitiåru-
num, tosa tey ungu um,
hvussu tey sum tá vóru
vorðin vaksnu tíggjaðu sær
í åtatiårunum. Eisini um
tey, sum einans eru 10 ár
eldri og munurin á tíðar-
hugsanini bara millum tvey
ártíggir, kann vera stórur
Gongdin leikinum er í
stuttum hendan. Jelena ein
tilkomin ógift lærarinna býr
einsamøll í eini íbúð saman
við mammuni. Hetta er
fyrst í åttatiårunum i fyrr-
verandi Sovjetsamveldin-
um. Mamman er á sjúrka-
húsi meðan leikurin fer
fram. Jelena hevur føding-
ardag og nakrir næmingar
kom at vitja hana. Í fyrstuni
sær hetta rættuliga meina-
leyst út. Jelena er ikki von
við at skreyt verður gjørt
burturúr henni og ti verður
hon ovurfegin, tá næming-
arnir koma og geva henni
blómur, gávur og annars
vísa henni ans sum menni-
skja. Men var hetta alt, so
hevði ikki loyst seg at sita í
Norðurlandshúsinum sun-
nukvøldid.
Næmingarnir vildu ann-
að enn annað enn at ynskja
Jelenu tillukku við degnum.
Tveimum teirra hevði ging-
ist illa til próvtókuna og teir
ætlaðu at lokka Jelenu at
geva teimum lykilin til
skrínið, har prévtøkuupp-
gávurnar lógu á skúlanum.
Teir ætlaðu at broyta upp-
gávurnar áðrenn lærara og
skålanevnd ummældu tær
dagin eftir. Alt hetta skuldi
ganga fyri seg í nátt.
Men næmingarnir møttu
einum ødrum persóni í Je-
lenu, enn tann teirra tíð
hevði myndað øllum vaks-
num. At øll eru korrupt og
all kunnu keypast. Hóast
fødd og evnad í einum ein-
vegis samfelag, so hevði
Jelena menniskjaligar
dygdir inni í hjartanum,
sum finnast í øllum fólkum,
uttan mun hvor stýrisskipan
skipar fyri teirra gerandis-
degi. Nevniliga erligheit og
truskap
Súsanna Tórgarð spældi
Jelena og hon framdi eitt
sjónleikarligt avrik á pall-
inum sunnukvøldi6. Hon
var Jelena og livdi seg full-
komiliga inni í hennara sál
Leikurin hjá Súsannu við
kroppi og rødd frá tí skikki-
igu turru lærainnuni til
tridskempuni fyri rættvisi,
um at enda syndrad'et, var
røradi.
Gullkornini frå Jelenu
dundu í salinum.
> Tit geva einum ófull-
komnum heimi skuldina
fyri tykkara egna ónd-
skapi.“
> Pengar er tykkara gudur,
eg vamlist við tykkara
kraddarasålir.« 0.s.v
Nr. 218 — 15. NOVEMBER 1994
Teir fýra skúlanæmingar-
nir vóru leiktir av Hans
Tórgarð. Rúna Gaardlykke.
Erling Eysturoy og Kristinu
Hansen. Leikurin er so sam-
ansjóaður, at øll høvdu ein
stóran leiklut. Her var ongin
hjåleiklutur og tey leiktu
sera væl. Tað prógvaðu
eisini teir drúgvu lógva-
brestirnir í steðginum og tá
leikurin var at enda komin.
Tann sterkasta leiklutin
av hesum hevði Hans Tór-
garð sum Valodja, hann
umboðaði ein ungdóm, sum
fullkomiliga hevði mist
álitið á øllum tí ið var rætt.
Sum eitt frálíkt umboð fyri
fasismu, hon smakkar eins
illa um hon umbodar høgra
ella vinstra vongin, kúgaði
hann øll kring seg, sínar
vinir og sín motstødumann,
í leikinum, Jelenu. Hann
livdi fullkomiliga eftir
hugtakinum > Hensigten
helliger midlet<. Hann var
leiðarin, tann kaldi og
kyniski, men hann var einki
uttan stuðlar. So skjótt hesir
vendu honum bakið, misti
hann máttin og fór út í
myrkrið at finna sær
nýggjar stuðlar.
Valodja segði millum
annað í lekinum:
Síða 9
> Ongin sál er so fastløst,
at ikki ein lykil sleppur inní
hana.<
> Eg víki alt fyri valdin-
um, at hava bukurnar um
báðar endar<
Pallmyndina hevði Hans-
ina Iversen gjørt og hon var
nevniliga, sum ein pall-
mynd eigur at vera, ikki ein
skríggjandi mynd sum køv-
ir leikararnar, men ein bak-
grund.
Tey eru professionell í
Grímu og tey vita eisini
hvussu langt tey kunnu
ganga fyri åskodarunum. I
endanum á leikinum fór ein
neyðtiskuroynd fram og
hendan var leikt so meistar-
liga og >frekt< at áskoðarar-
nir neyvan tordu at draga
ondina. Eggjandi, á tromini
og >flott<
Leikurin byrjaði spaku-
liga, meðan áskoðararnir
komu inn salin. Fyrstu 15
minuttimar gingu gingu
samrødurnar eitt sindur
strivnar, men tá tey høvdu
prátað seg heit kom glid á
Leikurin endaði í eimi
vekstasu< sum ikki verður
avdúkað her. Ein rík løta
bíðar tykkum í Norður-
landahúsinum næstu vikur-
nar.
Tórgarðssystkinni Hans og Súsanna eru garvaði