týsdagur 15. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 218 — 15. NOVEMBER 1994
Bók um ein
fjøltåattadan
listamann
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út megnar verk um
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi
Tað tók sína tíð, men nú er
hon so komin, bókin um
Mikkjal Dánjalsson á
Rygg).
Lika sidan 1982 hava teir
bådir Jåkup Reinert Han-
sen, prestur å Sandi, og
Heini F. Petersen, lærari i
Sandoynni, arbeitt vid hes-
um verki. Hetta arbeiði
hava teir gjørt í síni fritid.
Úrslitið er ein bók, sum
telur 444 síður, og sum er
ein breið lýsing av ti fjøl-
táttaða listamanninum, ið
Mikkjal var.
Hann granskaði, teknadi,
málaði og tók myndir,
savnaði og skrivaði sýgur
og frásagnir, yrkti sálmar,
sangir og kvæði og gav út
fleiri skúlabókur.
Ein stórur partur av bók-
ini er endurprentaðar forn-
sýgur, stuttsøgur, greinir og
frásagnir, tekstir um landa-
læru, djór og fuglar, yrking-
ar, kvæði og sálmar eftir
Mikkjal á Ryggi. Men høv-
Mikkjjal teknaðit
fuglarnar í fullari stódd.
Við hverja tekning hevur
hann skrivað mátini á
fuglinum, ið hann hevdi
frammanfyri sær, íá
hann teknaði
undarnir hava eisini funnið
fleiri tekstir, ið ongantíð áð-
ur hava verið á prenti, m.a.
kvæði.
Fuglatekningarnar
Millum tað mest forkunn-
uga í bókini eru tekning-
arnar, ið Mikkjal á Ryggi
gjørdi av fuglum, og sum
hann nýtti í Fuglabókini. Í
Fuglabókini, sum kom út í
1951, vóru ikki allar hesar
frálíku tekningarnar við, og
Mikkjal var sjálvur mis-
nøgdur við, at allar ikki
vóru prentaðar í litum og
ikki í rættari stødd. Sjálvur
hevði han lagt stórt arbeiði í
tekningamar.
- Hevði tú vitað, hvat
ómak eg havi gjørt mær av
hesum myndum - sitid vid
fuglinum å bordinum fyri
mær, målt longdina å nevi,
hálsi, bringu, baki, búki,
veli, lørum, beinum og 3
tåum, og so breiddina å
høvdi, hålsi, kroppi, ofta
eisini å nevi og beinum, og
so at blanda litirnar, so teir
skuldu svara væl til rætta
litin,… men hugtikin av
arbeidinum gavst eg ikki,
fyrr enn tad var gott. - Skal
tað nú ikki koma fram í góð-
um prenti, so má eg siga, at
óhent havi eg spilt mína tíð.
Soleiðis skrivaði Mikkjal
á Ryggi í 1950 til Christian
Matras, sum hevði við út-
gávuna av Fuglabókini at
gera.
Christian Matras svaraði
aftur, at myndimar ikki
vórðu gjørdar til einkis.
Myndirnar eru ein minnis-
varði, skrivaði hann.
Í Mikkjalsbók, sum henda
bókin um Mikkjal á Ryggi
eitur, kemur væl fram,
hvussu stórt arbeiði lista-
maðurin og granskaði legði
í hesar myndirnar. Og allar
eru tær prentaðar í litum.
Leingi visti eingin, hvar
upprunatekningarnar vóru
blivnar av. Ikki fyrr enn í
seinnu hevt av áttatiárunum
kom Heini F. Petersen í talu
við ein skyldmann hjá
Mikkjali, og hesin visti at
siga, at tær lógu í einum
kufferti, sum var sent vestur
av sanatoriinum í Hoydgl-
um, har Mikkjal á Ryggi
doyði av tuberklum í 1956.
Aftan á deyða Mikkjals og
sett til viks. Myndirnar lógu
saman við gðrum tilfari,
sum eisini er prentað fyrstu
ferð í Mikkjalsbók.
I 1979 var ein kvøldseta á
Giljanesi å 100 åra degnum
hjå Mikkjali å Ryggi. Heini
F. Petersen var ein teirra,
sum skipadi fyri kvøld-
setuni, og tad var orsøkin
til, at hann varð biðin um at
leggja Mikkjalsbók til rætt-
is saman við Jákupi Reinert
Hansen, sum við lærda há-
skúlan í Árhus skrivaði
høvudsuppgåvu um Mikkj-
al á Ryggi.
Sjáldsamur maður
Fremst í bókini er ein lýs-
ing, sum D. P. Danielsen
gjørdi um farbróðurin.
Henda lýsing er í sær
sjálvum eitt listaverk, og vit
fáa at vita, hvussu fjøl-
broyttur Mikkjal var. Sam-
tíðin hevði ilt við at skilja
henda mann, sum tímdi
betur at granska og skriva
heldur enn at gera vanligt
arbeiði, men sum dugdi so
væl at fáa skaldskapin og
gerandisdagin til at renna
saman í eina livandi mynd,
sum D. P. Danielsen skriv-
aði.
Samstundis sum Mikkjal
á Ryggi fekst við at lýsa tað
timiliga var hann eisini
sálmaskald. Hann gjørdi
nógvar vakrar og góðar
Tíðindablaðið (271
Tey trý hava lagt stórt
arbeiði í at fáa hetta
stóra verkið um Mikkjal
á Ryggi út, høvundarnir
báðir Jákup Reinert
Hansen og Heini F.
Petersen og Ingrid
Sondum á Bókadeild
Føroya Lærarafelags
Hesa myndina og
mangar aðrar tók Johan
Elias Mikkelsen av
Mikkjali.er málar hann
fuglar