Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (HU Nr. 218 — 15. NOVEMBER 1994 Síða 11 sálmar, í flestu fórum við føroyskum myndum. Jákup Reinert Hansen hevur í Mikkjaisbók eina lýsing av hesum serfør- oyska sálmaskaldinum. Lærdi tey føroyskt Tjóðskaparmaður var hann eisini, og sum hjá so mongum gðrum tá í tíðini var byrjanin til hetta, at hann hevði verið niðri á háskúla. Tjóðskaparmað- urin kemur týðuliga fram í teimum mongum yrking- unum, kvæðunum og grein- unum, hann skrivaði. Í fýra ár var hann tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin. Mikkjal hevði íkki lær- araútbúgving, men í 25 ár var hann lærari í Gåsadali og i Bø, og hann legði stóran dent á at læra børnini føroyskt og rokning. Men hann fór eisini út við børnunum og lærdu tey um fuglar og tað, ið grør. Hetta lýsir Heini F. Petersen væl í síni lýsing, sum m.a. byggir á, at Heini hevur tosað við fleiri fólk, sum minnast Mikkjal. Heini viðger eisini Mikkj- al sum náttúrugranskara. Hann granskaði fugl, kóp, fisk og plantur. Eitt megnarverk Mikkjalsbók er eitt megn- arverk, væl skrivað og áhugaverð at lesa. Í bókini eru fleiri áhugaverðar myndir, av Mikkjali og um- hvørvi hansara og myndir, sum Mikkjal sjálvur tók. Tað hevði einki gjørt, um myndirnar vóru fleiri í tali, tí tað kann vera í so drúgt at koma igjøgnum fleiri síður við ongari mynd. Bókadeild Føroya Lær- arafelag hevur ikki spart nakað við útgávuni. Alt er gjørt í Føroyum. Sjålvt um høvundarnir ikki hava fing- ið eitt oyra afturfyri, kostar ein slík bók nógv. Á Bóka- deildini harmast tey prísin, 380 krónur, men bókin kann ikki seljast fyri minni. Hetta var eitt fíggjarliga stórt tak atgeva Mikkjalsbók út, men tað var tað vert. randi Hesa myndi Hann hevur tikið fleiri sjáldsomu na tók Mikkjal. av myndunum í bókini Er z Friggjakvøldid høvdu Føroya Rithøvundafelag og Bókadeild Føroya Lærarafelags Mikkjalsløtu í No rðurlandahúsinum við m.a. sangi og upplestri. Klingran var stúgvandi fu)! av fólki, og nógv sluppu ikki inn (Mynd: Kalmar) Fótahitarar En DULAMENN Dr. Jakobsensgøta 19. 100 Tórshavn. Tlf. 19496 Til BLADSØLURNAR sosialúrin aftur ÚTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tidindabladid SOSIALURIN