Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 218 — 15. NOVEMBER 1994 Sida 13 — Løgid at tad skal vera so, at tað skal loysa seg betur at nýta umleið 400 milliónir til at halda arbeiðsfúsnum fólki burtur frá arbeiði, heldur enn at lata ein part í studningi til eitthvørt vinnuligt tiltak. Tað segði Jógvan A. Johannesen millum annað í rødu síni í samband við uppskotið um broytingar í ALS. Javnaðartingmaðurin segði millum annað: Tað er av sonnum lítið hugaligt at viðgera eitt mál sum hetta, har tað skal vera neyðugt at pjøssa um eina lóg, sum hevur til endamáls at halda ta ringastu neyðina frá durunum hjá 5. hvørj- um arbeidsførum føroy- ingi. Men tíverri er tað so. — Tað er tíverri ein syndar- ligur veruleiki. Nei, tá hevði tað verið ólíka hugaligari at við- gjørt lógir, sum høvdu til endamáls at fingið tómar hendur aftur til arbeiðis. Og tað er stórmerkiligt, at tað skal vera so statt í hesum landi, at tað skal loysa seg betur at nýta 0.u. 400 mió. kr. til at halda arbeiðsfúsum fólki burtur frå møguleikanum ella møguleikum at fara til arbeidis; ti, at tad er sostatt at hugburðurin er soleiðis, at tað lønar seg betur at gjalda 100% í studningi, har einki ligg- ur eftir í samfelagnum, enn t.d. at lata ein part í studningi til eitthvort vinnuligt tiltak, har tað so av illum sæst eitt sindur aftur, um ikki annað, gleðina í hesum at SG hava nakað at gera — gleðina at sleppa til ar- beiðis! Nú veit eg væl, at tað ikki hevði verið møguligt at nýtt allar hesar 400 mió. á handan hátt. Tí, tað er helst íkki møguligt at basa arbeiðs- loysinum heilt. Eg kann í hesum sam- bandi nevna, at arbeiðs- loysi er í øllum londum uttan um okkum. Men, tað sum eg havi roynt at vísa á kundi kanska verið ein møgu- leiki — um so var at allar góðar kreftir arbeiddu við — at hildið arbeiðs- loysinum niðri á ti stødi, sum roknað var við tá ið arbeiðsloysistryggingin kom undan kavi — nevni- liga einum 6%. Og, hóas eg veit, at tað eru ikki allar góðar kreft- ir, sum í dag troysta sær at virka til gagns fyri land og tjóð — tí hann ella hon, sum roynir, alt í ein- um verður lagdur undir illgitingar og tað, sum verri er, av tí fólkaslag- num, sum Janus skald við formansins loyvi, kallar fyri ravnaslag. Jú, tíverri illgresid hev- Sjónarmið Stuðlið vinnuni fyri at fáa fleiri í arbeiði ur góðar umstødur, og trivist væl i Føroyum í hesum døgum — helst munandi betri enn tá ið Janus skald tók soleiðis til orða. Men, eg kann heldur ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stødan í roynd og veru hevði verið hjá teimum feløg- um ella teimum einstak- lingum úr somu feløgum, sum við hond og fót stríddust ímóti at gjalda til arbeiðsloysistrygging- ina útfrá teirri hugsan, at tey ikki komu at fáa brúk fyri henni. Sum kunnugt kom henda skipanin í gildi, meðan javnaðar-fólka- flokslandsstýrið enn var til. Og tað skal sigast fólkaflokkinum til rós, at hóast hann hevði ligið tvørtur í hesum eins og so mongum ødrum sosialum målum, so var hann endiliga gingin i seg sjálvan og var vid til at seta arbeidsloysistrygg- ingina i gongd. Men, eg gjørdi tåver- andi greipuni fullkomi- liga greitt, at eg undir ongum umstødum fór at atkvøda fyri hesari skipan uttan so, at tað gjørdist ein solidarisk skipan — og so varð. Í hesum, sum nú fyri- liggur, eru nógvar broyt- ingar. Ein høvudsbroyt- ingin er tann, at skipanin, sum var ætlað at hvíla í sær sjálvari, nú er komin á fíggjarlógina við 50 mió. kr. Hetta er neyðugt, tí ar- beiðsloysið er vorðið so ovurhonds stórt og ti saman við teimum broyt- ingum, sum eru neyðug- ar, hevur sprongt allar karmar. Ein broytingin er tann, at hitt sonevnda rullandi útgjaldið verður tikið av og vit fáa eitt óbroytt út- gjald í trý ár. Eg ætlir mær ikki at viðgera grein fyri grein, men bert boða frá, at eg taki undir við broyting- unum orsakað av teirri stóðu, sum tey arbeiðs- leysu eru í. Men, eg vil sanniliga vóna, at vit sum fráboðað fráa eina betri, sunnari og ikki minst gagnligari skipan í 1995. Ég vil vóna, at trýstið á arbeiðsloysisskipanina minkar sum frálíður, tí vit fáa fleiri arbeiðsfúsar hendur í arbeiði. Ég veit, at tað er nógvir trupulleikar á vegnum, ikki minst monopol- bankin sum allir føroy- ingar eiga, tí hann er endurreistur av gllun;; eisini teimum, sm nú eru arbeiðsleys elia eru rýmd av landinum. Tað var helst ikki ætl- anin at Føroya Banki, sum er ogn Føroya fólks, skuldi virka sum ein av- høvdingarmaskina, men heldur ein stuðul øllum í hesum landi at gagni. Tí vóni eg, at tað fer at bera til at venda tí marg- háttligu gongd, sum hevur verið seinastu tíð- ina. Tí kunnu vit kanska siga, at fyrsti partur er lokin. Nú leingist okkum eftir ødrum parti, tí í øllum førum er arbeiðsloysis- tryggingin einans ein neyðloysn. Føroyar kunnu, sum tinginum kunnugt, ikki liva av arbeiðsloysi. - rokna seg fram til eina møguliga tilfeingisrentu fyri toskastovnin å land- grunninum, t.v.s. hvussu nógv stovnurin hevði kastað av sær um fiski- veidan var optimalt skipað. Spurningurin um hvar tilfeingisgjald verður lagt, hevur minni týdning í hesi atløgu. Í prinsipp- inum ger tað tað sama, um gjaldið verður lagt á veiðuorku, avreiðingar- virði, kvoturnar/kvotu- rættindi, veiðuloyvi ella sum eitt slag av MVG í sambandi við sølu av kvoturættindum. Tilfeingisgjald og stovnsrekt Tilfeingisgjald er ikki bert enn ein roynd hjá einum tómum og skuldarbundnum lands- kassa at skaffa sær pengar. Tilfeingisgjald er eisini eitt amboð sum kann nýtast í stovnsrøkt- ini. Fiskiveiðureguleringar eru í hesum høpi ein roynd at maksimera til- feingisrentuna, t.v.s. at fáa fiskastovnarnar at geva so stórt samfelags- búskaparligt avlop sum gjørligt. Tann grund- leggjandi hugsanin er, at tá fiskiveidan gevur til- feingisrentu, loysir tað seg hjá tí vinnurekandi at økja um veiðuorkuna. Tá ongar avmarkingar eru fyri hvussu nógv og hver sleppur at fiska, veksur veiðuorkan, inntil vit fáa eina javnvág, har flotin akkurát ber seg. Tað vils iga er førur fyri at lóna manningini, at forrenta iløguna og geva eitt avlop til skipaeigaran. Men í einum slíkum føri gevur fiskiskapurin onga tilfeingisrentu. Tilfeingjsgjald kemur undir tann partin av fiski- veiðureguleringum, vit vanliga kalla búskapar- ligar reguleringar. Hin havuðsbólkurin eru tær biologisku og teknisku. Studningur er eitt dómi um búskaparlig stýrings- amboð, sum eitt nú vit brúktu í 1980-árunum við sera vánaligum úrsliti. Eins og flestu lond ásannaðu vit tó, at ótálm- aður studningur — serliga prís- og rakstrarstudning- ur — hevur óhepnar lang- tíðaravleiðingar fyri løn- semi og kappingarføri hjá vinnuni. Grunnarnir verða yvirskipaðir, og hetta førir í aðru atløgu til ovveiðu. Somuleiðis virkaði studningurin sum ein koddi hjá vinnuni. Avgjøld virka í búskap- arligum høpi júst øvugt sum studningur. Enda- málið við avgjøldum er at forða fyri, at flotin veksur seg stórri enn tað, grunnarnir og fiskastovn- arnir kunnu bera. Mær vitandi er tað kortini eingin fiskivinnutj6d, sum í dag brúkar avgjald sum beinleiðis amboð í stovnsrøktini. Tilfeingisgjald i Føroyum Tilfeingisgjald er ikki heilt ókent fyribrigdi í Føroyum: + Råfiskagrunnurin — so- leidis sum hann virkadi tey fyrstu årini — var lutvist ein skipan vid tilfeingisgjaldi. Summi fiskasløg betaltu inn i grunnin, eitt nå toskur. Hetta tilfeingisavgjald varð síðani brúkt sum prísískoyti til tey bíligu fiskasløgini (upsa, kongafisk v.m.). * I protokollatinum til av- taluna við danir 12. okt. 1993 hevur landsstýrið bundið seg til at over- veje at opná et provenu i forbindelse med fangstkvoter. * Sambært lógini um vinnuiigan fiskiskap, so hevur landsstýrið heim- ild at áseta avgjald fyri kvoturættindi fyri hvørt fiskiár sær. Tá av- gjaldsupphæddin verður ásett, skal mesti dentur leggjast á tilfeingisrentuna ($ 14). Og nú mælir ráðgev- andi nevndin so til, at karmamir longu nú verða lagdir fyri eina skipan við tilfeingisgjaldi. Búskaparligu fyritreyt- irnar fyri at seta eina skipan við tilfeingisgjaldi í verk i Føroyum eru ikki til staðar í løtuni og verða tað neyvan í bræði. Í einum landi við kanska heimsins hægsta skatta- trýsti og har høvuds- vinnan liggur í andaleypi, er ikki grundarlag fyri eini slíkari skipan. Tað er eingin tilfeingisrenta at bera eini slíkari skipan. Kortini er tað umráðandi at vit longu nú gera okk- um greitt, hvat málið snýr seg um og viðgera spurningin, áðrenn onnur gera tað fyri okkum. Ráðgevandi nevndin hevur tikið málið upp, og tað er ikki óhugsandi, at ein slík skipan verður havd á lofu í samráðing- unum í Keypmannahavn. Eg haldi tí, at um málið kemur fyri nú, so eiga vit at boða dønum frá, at vit binda okkum til, at seta eina skipan við tilfeingis- gjaldi í verk, tá fyritreyt- irnar eru til staðar. T.d. eftir tað áramál, sum Bygnadamevndin heldur tað tekur stovnunum at koma fyri seg. Og tá skal ein nevnd, mannað við føroyingum, evna til eina slika skipan. Skipanin eigur sjålvandi at vera ein partur av eini størri bú- skapar- og fiskivinnu- politiskari heild. Størsti samfelags- trupulleikin i dag er vantandi arbeidsplåss, og alt bendir å, at møguleik- arnir fyri munandi fleiri arbeidsplåssum í fiski- vinnuni á sjógvi og landi eru sera avmarkaðir, eisini tá vinnan einaferð fótar sær aftur. Tað er her eitt møguligt tilfeingis- gjald kemur inn í mynd- ina. Tá fiskiskapurin aftur fer at geva tilfeingisrentu, er tað samfelagsbúskaparliga umráðandi, at hon kemur samfelagum til góðar. Tilfeingisgjaldið kann t.d. brúkast til vøru- og marknaðarmenning, og harvið uppá longri sikt geva vinnuni stórri avlop, ella at skapa aðrari, alternativari vinnu for- treytir. Jens Helgi Toftum