Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýhugsan á heilsugkinum Oddagnein i farnu viku hildu triggir danir skeid fyri starvs- fólki i føroyska heilsuverkinum. Tey try starv- ast å gerontopsykiatrisku deildini í Arhus, har teytaka sær av eldri fólki, sum m.a. eru vorðin dement ol. TALIÐ av eldri fólki er nógv vaksið og hetta hevur so eisini lagt størri byrðar á heilsuverki. Umrøddi vøkstur ger, at vit fáa fleiri eldri fólk við ymsum sjúkum og brekum og tey krevja so røkt av ymsum slag. Í okkara grannalondum hevur leingi verið tosað nógv um, hvussu vælferðarsamfelagið skal taka sær av hesum økta talinum av eldri fólki, sum hava tørv á hjálp og rgkt. Í Danmark hava tey nú í fleiri ár havt eina skipan við sokalladari døgnvakt- /røkt. Fyri at lætta um trýstið á bæði sjúkra- hús og røktarheim eru sjúkrahystrar og onnur rektarfólk við í eini vaktarskip, har farið verður út til fólk, sum búgva í egnum heimi. Hetta verður gjørt alt samdøgrid og hava danir hava sera góðar royndir av hesi skipan. SKIPANIN er eitt stórt framstig bæði menn- iskjansliga og reint fíggjarliga. At fólk kunnu vera heima hjá sær sjálvum ella hjá familju longst gjørligt er sera umráðandi og eisini tað, ið liggur fremst í heilsupolitikkinum. At hetta so eisini kann spara nógvar pengar í síðsta enda rættvísger eina skipan við t.d. døgnvakt. Alternativid er í mongum førum, at tey gomlu og sjúku verða liggjandi alt ov leingi á sjúkra- húsi ella tey skulu búgva á rgktarheimi, sum eisini er kostandarmikið sammett við at kunna vera heima og har fáa hjálp. TAKA vit Føroyar í dag so vita vit, at búskap- arliga staðan er sera vánalig og tí skuldi ein hildið, at ráð eru ikki til at royna nakað nýtt, sum kostar. Í hesum førinum halda vit tó at tað nettup er rætta tíðin við nýhugsan. Ein skipan við døgnvakt fer kanska at kosta nakað at byggja upp men í síðsta enda verður hon ein sparing. Og tað er soleiðis vit vera noydd at hugsa í øllum samfelgsliðum, skulu vit gera tað liviligt í hesum landi í framtíðini. Men her koma vit so eisini inn á spurningin, hvussu vit prioritera og skilabest brúka tær upphæddir, sum verða settir av til heilsuverkið. Innan allar almenna stovnar verður ein noyddur til at pri- oritera soleiðis at avmarkaðu resursirnar geva mest. Og her er greitt, at tað slepst ikki uttan um at viðgera stóra bitan, sum fer til sjúkrahússektorin. Tað er skrivað her áður og skal vera endurtikið: at okkara lítla samfelag hevur ikki ráð at hava trý stór og rakstrarkrevj- andi sjúkrahús. Vit mugu miðja móti sum minsta mát at hava eitt vælvirkandi høvuds- sjúkrahús. Og heldur enn at hava dupultfun- ktiónir her mugu vit brúka pengarnar skilabetri við eitt nú at fremja nýhugsan við eini døgn- vaktarskipan fyri eldri heimabúgvandi. Sasíalunin Biaðíóik- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tårfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevar: P/1 Sosialurin Bústaður. Arglavegi 26 Uppsetng: PÆ Søslalurin Argjum 110Térshavn Prent P/E Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teletax: 14720 TIT ( Lesarabrøv SC oe Brotsverk: Bud og arbeitt i Føroyum i 10 år Revsing: 3500 krónur um mánaðin í 20 ár A ss ———"iniiøø— Bræv til allar føroyingar, men serliga tey, sum í løg- tingi, landsstýri og í almenn- um embæti arbeiða við set- húsaskuld, rentu- og skatta- politikki og ødrum, sum hev- ur við gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum at gera. Sig mær, hvussu tú behandlar tinar borgarar, og eg skal siga tær, hvussu tå ert! Jú — eg var ein av teimum ungu, vónríku Føroyalands synum, sum indoktrineraður av vælmeinandi foreldrum og lærarum tók leiðina í fremm- and lond at nema lærdóm, sum skuldi geva mær møguleika at virka í mínum egna landi mill- um mítt egna fólk. Eydnan var við okkum — vit komu aftur til Føroya fyrst í 80- unum, fingu góð, meiningsfull størv við góðari løn, góð hús at búgva í og góð fólk at vera saman við. Samvitskufull — væl vitandi, at eydnan og góð livikor ikki vara allar ævir — passaðu vit okkara arbeiði, uppaldu okk- ara bórn og royndu at spara pengar saman til einaferð í tíð- ini at byggja okkara egnuhús. 80-ini vóru eisini okkara tíð. Seinast í 80-unum høvdu vit spart okkum einar tríhundrað túsund krónur saman og keyptu okkum eini nýggj his, sum stóðu væl fyri og vóru passaliga stór til okkara fa- milju. Tann fyrsta tíðin í nýggju húsunum gekk væl. Vit full skjótt til og gleddust um teir nýggju møguleikamar. Men við húsakeypinum fingu vit ein trupulleika at dragast við, sum skuldi vísa seg at gera av við allar okkara vekru dreymar um framtíðina. Húsini kostaðu hálva aðru millión at keypa. Tær tríhundr- aðtúsund, sum vit høvdu spart saman, betaltu vit kontant og restina betaltu vit við lánum úr bankunum, sum fegnir góvu okkum hesar sømdir, tí vit høvdu jú trygg og vællønt ar- beiði. Vit arbeiddu bæði fullan dag og tjentu tilsamans ca. 45000 kr. um mánaðin. Skatturin fór við ca. 25000 kr., rentur og av- dråttir ca. 11000 kr., aðrar fast- ar útreiðslur til húsini ca. 5000 kr. og eftir til dagliga húsar- haldið hjá vaksnum og børnum vóru knappar 5000 kr. Roknistykkið sá ljótt út, men vit bitu á kampi, royndu at klára okkum sum frægast og royndu at taka alt tað positiva fram. Tað var kanska eisini ein uggi at vita sær, at nógv av okkara vinfólkum sótu í somu korum sum vit. Onøgdin var tó ring at halda niðri í longdini. Serliga ú at vit takka verið okkara útbúgving- um og royndum frá arbeiðnum høvdu gott samband við um- heimin og vistu, at vit kundu fáa arbeiði í gðrum londum, um vit løgdu í tað. Hetta »privilegiid« brúktu vit til endans. Vit sita nú í góð- um størvum við góðari løn og góðum bústaðar- og barnaum- hvørvi i fremmandum landi. Men meðan vit í Føroyum be- taltu einar 15000 kr. um mán- aðin til bústaðin, betala vit her bara 5000 kr. Tíverri sluppu vit ikki heilt snikkaleys undan tíðini í Før- oyum. Tá vit noyddust at selja húsini, komu vit at sita eftir við eini skuld uppá 4000000 kr. Hana skulu vit betala aftur við 3500 kr. um mánaðin tey næstu 20 árini. Onøgdin, sum vaks innan í okkum tey seinastu árini í Før- oyum, fylgir okkum sostatt og er nú við at blíva til bitturheit ella næstan hatur. Skal eg greiða tykkum frá, hvussu tað kann bera til: Sum sagt — vit betala 3500 kr. um mánaðin út í ta bláu luft — bót ella straffur fyri at hava búð í Føroyum í 10 år. Vit føla, at vit við hesi bót eru við til at halda lív í teimum før- oysku bankunum, so at øll tey, sum tjentu tjúkt uppá at selja grundstykkir fyri okursprísir, at byggja og selja hús, at selja tilfar 0.s.fr. við stórum vinn- ingi, hvert hálva ár kunnu in- kassera rentur av okkara peng- um, sum teyhelst settu í før- oysku bankarnar. Tit, sum stýra í Føroyum, skulu vita, at vit vamlast við rotinskapin í Føroyum. Vit eru langt frá tey einastu, sum hava fingið slíka lagnu og vit hopa og vænta gll, at rættvisi at enda man fara at fáa fótafesti aftur í Føroyum. Tann dagin vit fáa eitt bræv frá almennu Føroyum við tekstini >Haldið okkum til góðar, handan straffin, tit fingu, var justitsmorð, tit skulu frá í dag halda uppat at betala uppá skuldina í Føroyum«, tann dagin tendrast aftur ein vón um at venda aftur til tað land og tað fólk, sum er okkara. Feroysk familja í útlegd ——— ídnaðarveiðan við Føroyar A —— Soljóðandi skriv er sent til Meginfelag Útróðrarmanna, Legtingsins Fiskivinnu- nevnd og Fiskivinnumála- ráðharran. >Ídnaðarskipini kanska noydd at gevast við fiskiskap- inum«, stendur við stórari yvirskrift í Dimmalætting. Tað var orðið kanska, sum fekk ogur at skriva hesa áheitan til landsstýrið og Føroya Løgting. Allir føroyingar vita, at Dimmalætting stendur Sam- bandsflokkinum nokk so nær, og tað, sum stendur har, eru ofta ætlanir teirra. Er tað veru- liga so galið, at tað kann vera nakað ivamål, sum orðið kanska vísir til. Ogur hava øll hesi ár, idn- aðarveiðan hevur verið við Føroyar, víst á vandan við hesi veiðu, tí longu tá hendan byrj- aði, vístu royndirnar, at íbland- ingin av undirmálsfiski var ov stór, og Jákup Andreasen við- gongur nú eisini, 11 ár seinni, at so var. Nakað seint at koma við hesum nú, men betur seint enn ongantíð, men nú veit so almenningurin hvat tær roynd- irnar vístu, og hetta hava Landsstýrið og Løgtingid vit- að, tað vil also siga, at politik- ararnir, fullvitandi um avleið- ingarnar, hava latið hesa ráns- veiðu fara fram øll hesi ár. Telini, sum nú koma á borðið, taka ogur sum eitt síðsta varskó. Vaktar- og bjargingarskipini havanú staðfest, at íblandingin av undirmálsfiski á fiskifeltin- um hevur í summum fórum víst meira enn 50%, og at 20% er onki óvanligt í hverjum háli. Nú fara ogur at spyrja Andreas Lava Olsen, stjóra á Havsbrún, ið roynir at forsvara hesa veiðu, torir tú at hava hesa á- byrgd yvir fyri útróðrarmonn- unum og Føroya fólki, í hesi tíð, har alt er við at steðga upp? Partvís takka verið hesi veiðu eftir sokallaðum ídnaðarfiski. Síðani til landsstýrismannin í fiskivinnumálum: Hvat meina tygum við, tá tygum siga í Dimmalætting 12.11.94, at tygum fara at heita á ídnaðar- menninar um at ganga undir tey 2%? Merkir hetta, at tygum kanska fara at síggja ímillum fingrarnar við hesi veiðu, ella at tygum fara at royna at steðga henni burturav? Er tað veruliga so galið, at orðið kanska kann týða, at áheitanin er til ídnaðarskipini, um ikki at koma til lands við meira enn 2% íbland í lastini, og skilja betur so meira fer aftur í havið. Kanska kundu vit fingið at vitað, um vaktartænastan kanska verður noydd at gevast at kanna bátarnar úti á fiski- feltinum. Eftir at ogur hava fingið at vita hvussu stødan er, fara ogur at spyrja landsstyrismannin, hvat hansara svar er í veruleik- anum, er tað ja ella nei, eitt KANSKA kunnu hvørki Før- oya fólk, útróðrarmenninir ella ídnaðarskipini liva við. Nú skal ein avgerð takast. Tað eru í dag uml. 1400 útróðrarmenn, sum royna at lívbjarga sær við hesi veiðu. At siga fyri tygum, hvussu hesir menn hava tað í dag, skuldi ikki verið neyðugt. Teir hava ongan annan møgu- leika. Teir 30 skrellimenninir, ið manna ídnaðarflotan, hava aðrar leiðir at royna, sum ogur hava goldið fyri. Fyri ogur er baraeitt svar: tak idnadarflotan burtur av Føroya grunnunum nå. vegna Suduroyar Sunnara útróðrarfelag Leif Lisberg ||| Dem