Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 219 — 16. NOVEMBER 1994 Sida 3 Sakarmålid um Skålafjall: Triggir dagar i desember Á tidindafundi í gjár greiddu Torgerð Nielsen, leiðari á Arbeiðsloysisskipani, Elsa Thomsen, varaleidari, og Petur Anfinn Johannesen, figgjarleidari, frá nýggju skipanini (Mynd: Kalmar) Arbeiðsleys skulu møta Hereftir skulu arbeiðsleys móta aðru hvørja viku antin á åvisingini ella á posthúsinum og lata inn ALS-kort. Annars fáa tey ongan pening Tað eru so javnan at hoyra atfinningar móti Arbeiðs- loysisskipanini fyri, at fólk, sum ikki eru her fáa pening, og fyri at onnur fáa rokning og skulu gjalda aftur til ALS. Fyri at byrgja uppfyri slíkum órættvísi og fáa betri eftirlit, verður skipanin nú løgd um. ALS-mánadagar Annar hver mánadagur eitur hereftir ALS-mána- dagur, og hesar dagar skulu arbeiðsleys meta antin á posthúsinum ella á lokalu arbeiðsávísingini og lata inn eitt ALS-kort. Gera tey ikki tað, fáa tey einki út- goldið. Fyrsti ALS-mána- dagur verður nú mánadag- in, 21. november. Øll, sum eru í skipanini nú, fáa fyrsta dagin send- andi við postinum ALS- kort at fylla út fyri úlsamans seks vikur. Tvær og tvær vikur eru á hvørjum korti. Á htta kort skulu arbeiðsleys skriva, um tey hava havt nakkað arbeiði, og um so er hjá hverjum. Hava tey havt arbeiði; skal arbeiðsgevarin vátta. Tey skulu eisini skriva, um tey ikki eru tók, og um tað er, tí tey hava fingið arbeiði, eru farin í skúla, eru sjúkrameldaðella tey halda frí. Skulu meta sjálv Tey arbeiðsleysu skulu so ALS-mánadagar fara á ar- beiðsávísingina ella á post- húsið og lata kortið inn. Tað ber ikki til at senda nakran fyri seg. Tey arbeiðsleysu skulu meta sjálv, og tey skulu hava samleikaprógv við sær. Hava tey ikki koyrikort ella eitt pass at vísa fram, kunnu tey biðja um at fáa eitt serligt ALS- samleikaprógv við mynd á. Og tað skal verða hesar mánadagarnar, tey lata kortið inn, hvorki fyrr ella seinni. Tað kann ikki latast inn fyrr, tí tíðarskeiðið, ar- beiðsloysisstuðulin verður latin fyri, gongur til sunnu- dag. Og kortið kann íkki latast inn seinni, tí tað skal vera Arbeiðsloysisskipan- ini í hendi týsmorgun, fyri at gjaldast kann út rætt- stundis seinni í vikuni. Tað verða altíð nøkur, sum ikki kunnu meta ALS- månadagarnar, tí tey eru sjúk, kanska eru til sjós ella halda frí. Teirra útgjald verður óregluligt, um tey ikki gera vart við seg bein- anvegin, og Arbeidsloys- isskipanin avgreiðir teirra fráboðanarkort við hond. Egin uppfinning Tey á Arbeiðsloysisskipan- ini hava sjálv funnið uppá henda mátan við fráboðan- um, og tey vænta, at nú skuldi verið byrgt uppfyri, at nakar órættvíst fær pen- ing frå ALS. Fleiri dómi hava verið um, at fólk eru flutt av landinum og ikki hava boðað frá, at tey eru flutt, og so hava fingið pening. Øll vita ikki, at tað ikki er nóg mikið at boða frå flyting hjá fólkayvirlit- num, um tey eru arbeiðs- leys. Skuldi tað hent, at ar- beiðsleys ikki fáa sendandi fráboðanarkort við post- inum, liggja slík á arbeiðs- ávísingunum og á posthús- unum. Arbeiðsloysisskipanin hevur eingi tøl fyri, hvussu nógv er útgoldið óregluliga, men tey vænta, at epningur er at spara við nýggju skip- anini. Oivad fer onkur at mót- mæla, men tey eru til reiðar at svara gllum spurningum. Nýggja skipanin forðar ikki fyri, at fólk, sum ar- beiða svart, fáa arbeiðsloys- isstuðul. Tað er eitt mál, sum Toll- og Skattstovan roynir at greiða. randi Stovna felagið í vikuni Tvey tilboð komu inn uppá at seta hølini í stand til uppbodssøluna á Tvøroyri Mánadagin lótu teir á Tvør- oyri upp tilboðini uppá at seta fiskahúsið í stand til uppbodssølu. Tað vóru bara tvey tilboð. Teir høvdu frammanund- an mett, at arbeiðið fór at kosta einar 700.000 krónur, men ni er greitt, at tað fer at kosta eina mió. krónur. Bæði tilbodini vóru har umleið, sigur Pade Thom- sen, ein av stovnarunum av uppbodssøluni á Tvøroyri. Fyri at tað skuldi ganga skjótari valdu teir í samráð við meistarafelagið at senda teimum, sum vildu bjóða upp á arbeiði, tekning yvir húsið, og teir skuldu so sjálvir royna at fáa sum frægast burturúr. Bæði tilboðini vóru góð, sigur Pade Thomsen. Uppbodssølan verður í einum fyrrverandi salt- fiskahúsi hjá Mortensen á Tvøroyri. Húsið skal innrættast, so tað læikur tær treytir, Ar- beidseftirlitid og Heilsu- frødiliga Starvsstovan seta til eitt slíkt hús. Skrivstova skal gerast, matstova, starvsfólkarúm, toilett 0.a. Av tí at tað verður dýrari enn mett, er neyðugt at hækka partapeningin úr 700.0000 krónum upp í 1 mió. krónur. Tað fer ikki at standa á at finna teir peng- arnar, tí áhugin fyri upp- bodssøluni er so stórur, sig- ur Pade Thomsen. Teir, sum fáa arbeiðið, sleppa til verka beinanveg- in. Ætlanin er at hava hølini lidug hålvan januar, tå uppbodssølan skal byrjar. Ikki er neyðugt at. skunda sær fyri at kunna byrja fyrr, tí hesa ársins tíð kemur so líuð av fiski á land, sigur Pade Thomsen. Felagið, sum skal leiga húsini til uppboðsselu, verður stovnað seinni í vik- uni. rand Rættarfundirnir , í jólamánaðinum verða færri enn væntað Tá seinasta umfarið av Skálafjalsmálinum end- aði fyri tveimum vikum síðan, var ætlanin, at rættarfundir aftur skuldu vera frá 28. november. Men nú eru ætlaðu rættarfundirnir alla ta vikuna avlýstir, og í hes- um umfarinum verða rættarfundir bara 5., 6. og 7. desember. Orsøkin er, at tað ikki bara fleiri av verjunum til at møta í senn heinar dagarnar. Tað fer at henda nakað teir triggjar dagarnar í desmber, tí eini 20 vitni eru komin á listan. Vit- nini verða m.a. umboð fyri danska skipskreditt- grunnin, øll eginpen- inganevndini, politikar- ar og onnur. Akæruvaldið hevði ætlað at verða liðugt í Nú skal ein donsk fyritøka eisini til at kanna skjól desember mánaði við at avhoyra vitnini, men so verður ikki. Orsøkin til tað er ikki bara, at ein vika nú datt út úr skránni, men hinir nevnd- arlimirnir i P/F Vål, ið læt Skalafjall byggja, ikki eru heima. Magnus Møller, åkæri í Skálafjalsmálinum, sigur, at politiið hevur fingið avtalu við Føroya banka um at leita eftir skjølunum, ákæruvaldið Annars verður arbeitt við at lata eina danska grannskodarafyritøku grannskoda byggirokn- skapin hjå Skålafjalli, og tað arbeiðið væntar ákæruvaldið er liðugt í jaunar mánaði. randi Føroyinga- felagið í London Nærri upplýsingar frá: Birgit Sólstein, tf. 00944816815730 Helgi Joensen, tí. 00944932829027 ELLI borð Bergmenn spæla góðan dansitonleik ' fyri tykkum, biliga eisini! tel. 1-9194