mikudagur 16. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid (5771,
Nr. 219 — 16. NOVEMBER 1994
Síða 7
Enski rockbólkurin Smokie verður aftur at síggja í Føroyum í januar mánaði, tá konsert verður í Ítróttarhóllini á Hálsi
leygarkvøldid 21. januar kl. 21. Hetta er triðja ferðin, at Smokie kemur til Føroya
Smokie til Foroya at
hava konsert í januar
Leygarkvøldid 21. januar
kl. 21 fer enski rockbólkur-
in Smokie at hava eina kon-
sert í Itråttarhøllini á Hálsi í
Havn.
Hetta er triðja ferðin, at
hesin kendi bólkurin vitjar í
Føroyum, og hverja ferð
hevur sera stórur áhugi ver-
ið fyri konsertunum
Fyrstu ferð, bólkurin var í
Føroyum, var í 1991, og tå
vóru tvær konsertir — ein í
Trongisvági og ein í Havn
Smokie vitjaði aftur í Før-
oyum í januar 1992, og tá
vóru tvær konsertir í Ítrótt-
arhøllini á Hálsi í Havn.
F. C. Production hevur
samráðst við fyriskiparan
hjá Smokie, John Wagstaff,
og eru partarnir samdir um
hesa einu konsertina hesa-
ferð. Tað er eftir ynski frá
bólkinum, at hann nú kemur
hendanvegin, og svarið frá
F. C. Production var sjálv
andi ikki noktandi
Í tíðindaskrivi frá F. C
Production verður sagt frá
Smokie, at onglendingarnir
gleða seg til at koma aftur til
Føroya, og at teir hesaferð
fara at hava eitthvort for-
Fara undir
afsavna
inn-klæði
i Klaksvík
Klaksvíkar Hismødra-
felag fer í dag og í morg-
in millum kl. 18 og 20 at
taka móti brúktum barna-
klæðum, ið skulu vera
bæði rein og heil.
Ætlanin hjá okkum
er so annaðhvort at lata
ella selja hesi klædini,
sigur Alma Petersen úr
Klaksvíkar Hiåsmødra-
felag.
— Mong hava ikki ráð
at keypa nýggj klæði til
børnini, ti barnaklæði
eru so dýr. Vit kunnu tað
sama gera klædnainn-
savning til fólk hjá okk-
umsjålvum, sum atsønda
klæðini av landinum.
Akkurát nær fólk so
kunnu koma at finna sær
hóskandi klæði, er ikki
avgjórt, men tað verður
kanska nú leygardagin.
Vit hava heldur íkki
gjørt av, um tey skulu
vera ókeypis ella um fólk
skulu gjalda fyri tey —
kanska lata tað, tey sjálv
halda er hóskandi. Tað
eru ikki øll, ið vilja taka
ímóti klæðum fyri einki,
sigur Alma Petersen.
- Fleiri vilja ikki hoyra
um pening, men tað kost-
ar jú bara at lýsa um til- .
takið. hj.
kunnugt við sær til føroysku
áhoyraramar.
Nýggjasta fløgan, ið er
komin frá Smokie, nevnist
»Celebration«, og er hon
ein samanblandingur av
bæði gomlum og spildur-
nýggjum løgum. Hendan
fløga hevur fingið stak góða
móttøku — eitt nú í Dan-
mark, har hon er tann næst-
mest selda í løtuni
Enn er hendan fløgan ikki
komin til Føroya, men hon
man fara at verða skjót. Tá
danir bert keypa fleiri fløg-
ur av Thomas Helmig, man
(Savnsmynd)
einki vera at ivast i, at her er
gott »kramm« i. »Celebrati-
on« kom beinleidis inn å
næstfremsta plåssi å listan-
um yvir mest seldu fløgur i
Danmark, og tad sigur nå
ikki so lítið.
Manningin í Smokie, tá
bólkurin kemur til Føroya i
januar månadi, er tann van-
liga: Allan Barton (guitar og
sang), Terry Utley (bass og
kór), Allan Silson (solo-
guitar og kór), Martin Pul-
lard (tangentar og kór) og
Steve Pinnel (trummur).
hj.
Sum lús
Sum tidirnar eru, plagar
ofta at vera eitt sindur
longri millum útgávur av
tónleiki i Føroyum, enn
tað var í 8C-unum, tá ali
bar ul — eisini á hesum
økinum
Men kortini er tað onk-
ur, ið roynir at lata oyr-
unum okkurt til undir-
halds — og tað ofta.
Teir báðir vestmenn-
ingarnir Karl Anton og
Kaj Klein, ið kalla seg
Plastnoist, góvu fyrr í ár
út band við herðum
rocktónleiki, ið bar sama
heitið — Plastnoist. Og nú
eru teir aftur komnir við
einari útgávu.
Hesaferð er heitið so
aktuelt, sum tað næstan
fær verið, tí nýggja út-
gávan hjá teimum, ið eis-
ini er band, ber heitið
»Millum nagla«. Nakað,
mangur óivað kennir seg
aftur í í hesum døgum.
Talan er um live upp-
tøkur, har Karl Anton og
Kaj í fólkatónleikastíli
spæla guitar og syngja.
Løgini eru tólv í tali,
Karl Anton hevur gjørt
tey átta og Kaj tey fýra
Tekstirnir eru bæði á før-
oyskum og enskum, og
snúgva teir seg um dags-
ins trupulleikar og onnur
millum
tvær negl
Vestmenningarnir Karl Anton Klein
og Kaj Klein, ið saman kalla seg
Plastnoist eru komnir við nýggjum
bandi, teir nevna >Millum nagla«
gerandislig vidurskifti,
ið tey flestu óivað munnu
kennast við.
Bólkurin Plastnoist er
ikki nakar ársungi, men
hevur verið til í fleiri ár.
Plastnoist hevur bæði
havt konsertir og verið
við á stevnum í Dan-
mark, og eisini var bólk-
urin í summar á fólkatón-
leikastevnuni í Føroy-
um
Bandið kostar 100
krónur, og er tað plátu-
felagið Tutl, ið stendur
fyri søluni av tí. »Millum
nagla« er tad at fåa i
plåtusølunum kring alt
landið.
hj.
»Vitin« og Føroyingafelagid i Århus skipa fyri leygardagin:
Ein afturvendandi táttur
millum føroyskar útisetar í
Jútlandi er jólahugnin, ið
»Vitin« og Føroyingafelag-
id i Århus hava sk ipad fyri
undan jólum nú í fleiri ár
Jólahugnin í ár verður nú
leygardagin í Pinsekirken,
ið liggur 200 metrar frá utt-
ara ringvegnum, og har fer
bæði eitt og annað at verða á
skránni.
Nevnast kann døgurdi og
kaffi við rís a la mande,
jólagudstænasta við lucia-
Jólahugnin, ið >Vitin
og Føroyingarfelagid í
Arhus skipa fyri leygar
dagin, verður í sama stað
sum vanlig — Pinsc -kir-
ken, ið liggur 200 metrar
frá uttara ringvegnum
gongd, jólatræ við vitjan av
jólamonnum, nógvur liv-
andi jólatónleikur — og so
fara tey eisini at gera jóla-
dekoratiónir. Ein partur av
skránni er eisini viðkom-
andi fyri okkum, ið eru bú-
sitandi í Føroyum, nevni-
liga jólaheilsanirnar til Ut-
varp Føroya, ið verða send-
ar beint undan jólum.
Vanliga plaga útisetar úr
meginparunum av Jútlandi
at koma, og karmarnir um
tiltakið eru eisini av teimum
bestu. Heldur ikki er neyð-
ugt hjá nøkrum at setast aft-
ur, tí eitt nú undir jólaguds-
tænastuni verður skipa fyri
barnaansing.
Fyrireikararnir siga, at tað
helst kostar umleið 50 krón-
VBE, #5
Jólahugni í Árhus
ur fyri hvønn at vera við. Og
eingin ivi er í, at fólk fáa
nakað fyri peningin, tí fyri-
reikararnir leggja sum van-
ligt stóra orku í, at tiltakið
verður so væl eydnað sum
gjørligt.
Byrjad verdur leygardag-
in kl. 12 og hildið verður
fram til umleið kl. 19.
hj.