Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 17. juli 2003 17 Nr. 133 • hósdagur • 17. juli 2003 • 77. árg. Framleiðslan av VW Type 1, Bobluni, byrjaði í Wolfsburg í Týsklandi eftir seinna heimsgardaga. Í ár eru liðin 65 ár síðan grundarsetinurin til Fólkavognsverk- smiðjuna varð lagdur og 17. juli eru liðin 50 ár síðan fyrsta Boblan kom til Føroya BILAR Magnus Gunnarsson Tá starvsfólkið á mexi- kansku bilverksmiðjuni, Volkswagen de Mexico, í Puebla, fara í summarfrí tann 30. juli 2003, fer seinasta VW Boblan av samlibandinum, eftir at bilurin hevur verið fram- leiddur í næstan 60 ár. VW Type 1, Boblan, er ein av heimsins mest seldu bilum. Hóast grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð lagdur 26. mai 1938, byrjaði framleiðslan ikki fyrr enn eftir seinna heims- bardaga. Hugskotið um Fólka- vognin kom fyrstu ferð fram í 1920, tá ein greivi legði eitt uppskot fram fyri Ferdinand Porsche um ein bil til leikmannin, ið ikki hevði so nógvar pengar at ráða yvir. Í 1931 kom Porsche við eini ætlan, ið nevndist "projekt 12" ið má metast sum tann fyrsta ætlanin, ið skuldi føra til VW Type 1. Grundarstein- urin til Fólkavognsverk- smiðjuna varð lagdur tann 26. mai 1938 við gamla Wolfsburg slottið nærhend- is lítla býnum Fallersleben í Týsklandi. Tá heimsbar- dagin brast á, var verk- smiðjan ikki liðug. Tá so framleiðslan endiliga kom í gongd, vóru tað hernaðar- bilarnir VW Kübelwagen, ið vóru framleiddir har. Tá kríggið var av, lógu 60 pro- sent av verksmiðjuni í sori eftir øll loftálopini. Eftir seinna heimsbar- daga byrjaði framleiðslan av VW Bobluni. Bilurin bleiv framleiddur fram til miðskeiðis í 70-unum, tá Boblan bleiv avloyst av VW Golf, og øll framleiðsl- an bleiv flutt til Mexico, har teir eisini høvdu verið gjørdir síðan 1955. Síðan hava teir verið gjørdir í Mexico. Bilurin hevur ver- ið sera væl umtóktur í Latínamerika og aðra- staðni, har vegirnir ikki altíð eru so góðir. Motorur- in er aftan, og bilurin trekkjur við bakhjólunum, hetta ger at hann klárar seg væl í hesum londum. Ultima Edicion Í sambandi við at fram- leiðslan nú steðgar, verða 3000 serligir bilar gjørdir frá 10. til 31. juli 2003. Hendan útgávan kallast "Ultima Edicion". Bilarnir verða einans gjørdir í tveimum litum, bláum og beige, teir eru útgjørdir við kromaðum pyntilistum, kú- fangarum, hjólskálum og speglum, hvítum dekksíð- um og felgum í sama liti sum bilurin. Fyrsti VW bil- ur í Føroyum, ein 8 persóna bussur, bleiv seldur til Carl A. Jensen keypmann og bil- førara í Kollafirði og fyrsta Boblan bleiv seld til Hjalm- ar Jacobsen, el-verkstjóra norðuri á Strond í Klaksvík 17. juli 1953. Tað var Faro- dane í Havn, sum seldi hes- ar bilarnar. Fólkavognurin fer í søguna Audi og Real Madrid Audi bilverksmiðjan og spanska fótbóltsfe- lagið Real Madrid, sum síðsta kappingar- ár vann spanska meistaraheitið, hava gjørt eina 3 ára spon- soravtalu. Avtalan bleiv undirskrivað av stýrisformanninum í Audi AG, Dr.Martin Winterkorn, og Real Madrid forsetanum Florentino Pérez Kelda: www.selmer.dk Bilasølan minkar Við 8.431 seldum bilum í juni 2003, kunnu De Danske Bil- importører staðfesta eina minking uppá 24,8 prosent á mun til sama mánað í fjør. Samlaða bilasølan fyrra hálvár í ár var 20 prosent minni enn í fjør Kelda. www.bilpriser.dk Mazda6 við DSC Í Danmark eru Mazda6 við Dynamic Stability Control (DSC) nú 6.400 krón- ur bíligari. Orsøkin er avleiðingin av eini nýggjari lóg, sum minkar tollin á hesi t ý d n i n g a r m i k l u trygdarútgerð Kelda: Mazda Motor Danmark Frá 10. til 31. juli verða hesir Fólkavognar- nir, sum teir allar seinastu, gjørdir í Mexico. Tað er stórur eftir- spurningur eftir hesum bilum, serliga í USA Nú er møguleikin at ogna sær ein spildurnýggjan Fólkavogn í tí allar seinastu útgávuni, ið kallast Ultima Edicion, við kromaðum kúfangarum, pyntilistum, speglum og við hvítum dekksíðum Fyrsta Fólkavognsboblan í Føroyum. Bilurin bleiv seldur til Hjalmar Jacobsen, el-verkstjóra norðuri á Strond í Klaksvík. Hetta var 17. juli 1953. Á myndini, ið er tikin í 1954, síggjast døtur hansara, Ingun Joensen og Elin Súsanna Jacobsen Myndaeigari: Randi Jacobsen Á bilasøluni hjá P/F Wenzel hava teir fing- ið ein Ford Streetka. Bilurin bleiv av fyrst- an tíð sýndur fram sum prototypa í 2000, og í vár kom hann á marknaðin sum opin bilur við kalesju BILAR Magnus Gunnarsson Myndir: Jens Kristian Vang Tað eru nøkur ár síðan Ford Ka kom á marknaðin. Ein bilur við annarleiðis de- signi sum tey flestu høvdu eina meining um. Nú er so Ka komin í sportligu út- gávuni Streetka til tveir persónar. Streetka er ein opin bilur við stoff-kalesju og styrtboylum aftanfyri bæði setrini. Bilurin er á leið somu stødd sum tann vanligi Ford Ka. Stóra aksi- lfrástøðan og sporvíddin saman við 16" dekkunum gera, at bilurin hevur góðar koyrieginleikar og liggur væl á vegnum, hann hevur sera gott vegtak og stýrir fast og neyvt í svingum. Motorurin er ein 1,6 litur 4 syl. við 95 hk, sum hóskar væl til bilin. Viðførisrúmið á bilum í hesi støddini er sjáldan stórt, men á Street- ka er tað heilar 214 litrar. Persónbilar eru vanliga ein samlað konstruktión, har takið á bilinum er við í berandi konstruktiónini. Tá so bilurin, sum í hesum før- ið, ikki hevur tak, men leysa kalesju, krevur tað at hann er heilt annarleiðis uppbygdur, soleiðis at karossaríið er stútt, hóast onki tak er at halda kon- struktiónini saman. Tað ein grund til at bilar uttan tak ofta eru dýrari enn vanligir persónbilar. Av trygdarút- gerð kunnu vit nevna t.d. airbag til bilføraran og síðumannin og síðuairbag, styrtboylar, stálbjálkar í hurðunum, trygdarkabinu við stálbjálkum. Hesin bilurin hevur t.d. tokulyktir framman, el-síðuspegl við hita, sportsetur, leður-ratt, 16" alufelgur og PATS- startsperru. Ford Streetka er ein smartur lítil sportbilur, sum kappast við bilar sum Mazda MX-5, Smart Road- ster og Peugeot 206 CC. Ford Streetka 1,6 Motorurin: 1,6 litur 4 syl. 8V bensin 95 hk 0-100 km/t: 12,1 sek Bensinnýtsla: 12,7 km/l Dekkstødd: 195/45-16 Stødd og vekt Longd: 365,0 cm Breidd: 170,0 cm Hædd: 134,0 cm Eginvekt: 1025 kg Viðførisrúm: 214 litrar Prísur: kr. 270.000,- Søluumboð P/F Wenzel Akranesgøta FO-110 Tórshavn Tel. 354500 www.wenzel.fo Ford Streetka – smartur sportsbilur til tvey Lennard Pedersen, sølumaður hjá P/F Wenzel, við nýggja Ford Streetka Bakkilyktin er í miðjuni undir nummarplátuni Streetka við galesju Ford Streetka innan. Styrtboylar eru aftan fyri setrini C M Y K 17 16