Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 133 - 17. juli 2003 Nr. 133 - 17. juli 2003 19 TÍÐINDASKRIV Hondbóltur Á eykaaðalfundi hjá hond- bóltsambandinum leygar- dagin var samtykt at tað bert verða 6 lið sum spæla í 1. deild hjá monnum kom- andi ár. Hetta merkir at Tjaldur flytur niður í 2. deild komandi kappingar ár. Tey bestu liðini hjá hond- bóltsfelagnum Tjaldur verða tískil at síggja í næst bestu deildini komandi kappingarár. Hetta hendi samstundis, sum felagið skrivaði undir sáttmála við danskan ungdómsvenjara. Ætlanin hjá Hondbólts- felagnum Tjaldur er at menna ungdómsdeildina og at felagi skal verða meira sjónligt bæði á vølli og uttanfyri. Tjaldur í 2. deild FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Í hesum døgum eru Jann Ingi Petersen, Marni Djur- huus og Poul N. Poulsen í Danmark og venja við donskum feløgum Jann Ingi Petersen frá B68 venur við danska 2. deildar felagnum Fremad Amager, og Marni Djur- huus úr EB/Streymi og Poul N. Poulsen úr VB venja við Brøndby í danska høvuðsstaðnum. Talan er ikki um bein- leiðis royndarvenjing, men heldur um at leikararnir skulu fáa nakrar royndir í øðrum londum á ungum árum, so at teir eru betri fyri til framtíðar avbjóð- ingar. Tríggir ungir leikarar til Danmarkar Heidi svimur í Kanada Svimjarin Heidi Andreasen er í hesum døgum saman við svenska venjara sínum í Kanada og luttekur í stórari kapping SVIMJING Stefan í Skorini Heidi Andreasen er við í kappingini "Canadian Op- en for Swimmers with a Disability". Kappingin verður hildin í kanadiska býnum Edmonton, sum liggur í statinum Alberta í vesturkanada. Heidi og svenski venjari hennara Mats Brisenfeldt komu til Kanada tann 8. juli saman við tí danska ferðalagnum. Kappingin byrjar í dag, tá Heidi skal svimja 50 metur frí. Dagar- nar áðrenn kappingina hev- ur Heidi verið á venjingar- legu saman við venjara sínum. Luttekur í fimm greinum Kappingin verður frá hósdegi 17. juli til sunnu- dagin 20. juli. Heidi skal luttaka í 50 metur frí í dag, 400 metur frí verður fríggjadagin, leygardagin er tað 200 metur frí og sunnudagin skal hon royna seg í 100 metur frí og 100 metur firvaldasvimjing. Heidi skuldi verið før fyri at fingið heiðursmerki í onkrari av greinunum, um alt gongur eftir vild. Allir teir bestu svimjarar- nir í heiminum við breki eru við í hesi kappingini, so at hetta kann samanberast við eina heimsmeistara- kapping. Tí er hetta tann størsta avbjóðingin hjá Heidi í ár. Hetta er eisini ein liður í fyrireikingunum til Para- lympics, sum verður í Athen í 2004. Ein bilur fór niðanav vegnum í Hósvík, og ein ungur maður breyt beinið í ferðsluóhappi á Tvøroyri FERÐSLA Stefan í Skorini Seinnapartin týsdagin hendi eitt ferðsluóhapp í Hósvík, tá ein kvinna misti tamarhaldið á bili sínum. Kvinnan fekk ongan stórvegis skaða. Bilurin koyrdi suðureftir, og í svinginum beint sunn- anfyri bygdina misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór niðanav vegnum. Løg- reglan veit ikki at siga, hvør orsøkin til óhappið var. Týsdagin var eitt annað ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Havn, har tveir bilar stoyta saman. Annar bilurin fer av ókendum or- søkum yvir í hina farbreyt- ina, og tískil stoyta bilarnir frontalt saman. Eingin mannskaði hendi, men materielli skaðin var stórur, verður sagt av løg- reglustøðini í Havn. Breyt beinið á knallert Sunnukvøldið var ein 23 ára gamal maður so óhepp- in at bróta beinið í einum ferðsluóhappi á Tvøroyri. Maðurin koyrdi á knallert, tá hann rendi í ein garð. Maðurin varð fyrst fluttur á Suðuroyrar Sjúkrahús, men seinni var neyðugt at flyta hann til Havnar, har hann varð lagdur undir skurð fyri beinbrotið. Løgreglan hevur tikið blóðroynd av manninum fyri at fáa greiðu á, um hann var ávirkaður. Ferðsluóhapp í Hósvík Seinnapartin týsdagin fór hesin bilurin útav vegnum sunnanfyri Hósvík. Ein kvinna var í bilinum, og hon fekk ongan skaða Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18 - TÍÐINDI TIL SJÓFÓ á