Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 17. juli 2003 21 NSÍ endurvann steypakappingina Finalan ímóti B36 var spennandi og tøtt, men tað sást væl, at spælararnir vóru eitt sindur spentir, og at teir høvdu spælt hálvfinalu dagin fyri STEYPAKAPPING SMÁDREINGIR Jóannes Hansen Annað árið á rað er NSÍ steypavinnari í smá- dreingjadeildini. Hetta var greitt leygardagin 29. juni. Tá var finalan í Gøtu. NSÍ spældi ímóti B36, og smá- dreingirnir í Runavík vunnu 1–0. Einasta málið fingu teir, tá ið seinna um- farið var tíggju minuttir gamalt. Málskjútti var Filip Hansen. Síðstu løtuna royndu B36arnir – væl stuðlaðir av foreldrum og øðrum, sum høvdu leitað sær úr høvuðsstaðnum og til Gøtu – at seta NSÍ undir trýst, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í NSÍ málið. Eftir dystin handaði næstformaðurin í FSF, Niklas á Líðarenda, sum eisini hevði verið dómari henda dagin, Cadbury steypið til liðformannin hjá NSÍ. Hann eitur Jann Mart- in Mortensen. Finalan var spennandi, men spælið var ikki so flót- andi, sum evnaríku smá- dreingirnir hjá NSÍ og B36 fleiri aðrar ferðir hava víst í summar. Ivaleyst vóru teir eitt sindur tyngdir av nerv- um, og so sást tað eisini, at dagurin frammanundan hevði verið rættuliga strev- in. Tá spældu fyrst NSÍ og HB og síðani B36 og KÍ hálvfinalu í Gøtu. Liðini í hálvfinaluni høvdu vunnið hvør sítt bólkaumfar. Dystirnir í teimum fýra bólkunum vórðu spældir 24. mai. Fel- øgini halda, at tað er ov strevið at spæla so nógvar dystir ein og sama dag og dag um dag. Trupulleikin, sum FSF hevur havt í steypakappingunum í yngru deildunum hevur verið, at tað hevur verið so torført at fáa dystirnar av- greiddar, tá ið kappingin hevur verið yvir fleiri vikur. Tí royndu teir í fjør og aftur í ár at avgreiða kappingina eftir lutfalsliga stuttari tíð. Hetta var annað árið, at NSÍ er steypavinnari í smá- dreingjadeildini. Í fjør var NSÍ best í finaluumfari, har HB og AB vóru hinir lut- takararnir. Í ár vunnu NSÍ smádreingirnir á B36, og harvið hava teir í endadyst- unum hesi bæði árini vunn- ið á øllum feløgunum í høvuðsstaðnum. Tað fær neyvan verið nógv betri hjá NSÍ. Í hálvfinaluni ímóti HB var úrslitið 5–1. Øssur Dalbúð skoraði trý mál og Sveinur Nielsen og Klæm- int Olsen hvør sítt. Í fjør vunnu NSÍ smá- dreingirnir bæði steypa- kappingina og landskapp- ingina. Teir eru væl fyri í landskappingini, og í steypakappingini hava teir longu greitt setningin. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við steypasigrinum. Steypavinnarar 2003. Standandi frá vinstru: Trygvi Mortensen, venjari, Klæmint Olsen, Hanus Jacobsen, Sveinur Nielsen, Pól Jóhannes Justinussen, Øssur Dalbúð, Rógvi Højgaard, Meinhardt Dalbúð, venjari. Húkandi frá vinstru: Eyðstein Joensen, Georg Rasmussen, Petur Meinhard Magnussen, Jann Martin Mortensen, Petur á Roykheyggi, Jens Joensen, Filip Hansen og Robert Sørensen Stóri maðurin, tá ið FCK tapti ímóti norska meistaraliðn- um, var fyrrverandi FCK álopsmaðurin Harald Brattbakk ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Í fyrrakvøldið spældi FCK fyrra dystin í hundrað ára jubileums kappingini hjá norska felagnum Frederiks- stad. Tað var ímóti Rosen- borg, sum norski spælarin hjá FCK, Erik Mykland, í norsku fjølmiðlunum und- an týskvøldinum staðfesti at eiga besta fótbóltsliðið í Norðurlondum. Tað gleið sjálvandi væl niður í Nor- egi, og tað mundi Erik Mykland vera greiður yvir. Á vøllinum vísti Rosen- borg, at tað er dugur í teim- um. Serliga síðsta hálva tíman var størri tyngd í hjá teimum, enn tað var í hjá mótstøðuliðnum. Hesa løt- una sást væl, at Rosenborg er mitt í landskapping, meðan FCK fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir annað vikuskifti. Rosenborg hevur ikki tapt í hesum kappingarárin- um. Í Noregi gera teir nógv burturúr hesum, og nú eru teir spentir at vita, um tað fer at eydnast hjá Rosen- borg, sum fyrsta felagið nakrantíð í Tippuliguni, at spæla eitt heilt kappingarár uttan at tapa. Týskvøldið vann Rosen- borg 2–1 á FCK. Norska liðið fekk bæði málini í 2. hálvleiki, og í báðum før- unum var tað fyrrverandi FCK álopsmaðurin, Harald Brattbakk, sum var mál- skjútti. Í báðum førunum var verjuspælið hjá FCK ikki serliga sannførandi. Todi á blettinum Í FCK álopinum vóru Todi Jónsson og Zuma. Todi fór av vøllinum, tá ið dysturin var ein tíma gamalur. Tá kom Peter Møller á vøllin. Todi tóktist hava trupul- leikar í lærkrikanum, men tað tóktist ikki serliga vandamikið, tí hann sat á beinkinum við ísposa millum beinini, inntil dyst- urin var liðugur. Sum alla staðni í Europa uttan í Før- oyum, so var veðrið í Fred- eriksstad týskvøldið framúr gott. Todi Jónsson skoraði einasta FCK málið, tá ið fyrra umfarið var stórt kort- er gamalt. Peter Nielsen vann bóltin á miðvøllinum, spældi Zuma í høgru, Todi setti ferð á, sendingin hjá Zuma var neyv framman- fyri miðverjuna, og Todi setti innaru síðuna á, og úr sekstan metrum sendi hann framvið málverjanum, sum var á veg út úr málinum, og upp í nettakið. Todi tóktist væl upplagd- ur. Einar tvær ferðir sleit hann seg leysan, og ta einu ferðina fór langskotið dygst omanfyri tvørtræið. Í gjár- kvøldið skuldi FCK spæla á sama vølli ímóti heimaliðn- um. Leygardagin fer FCK at spæla í Gladsaxe ímóti Galatasaray. Tá fer TV3 at vísa dystin. Todi skoraði ímóti Rosenborg Todi Jonsson skoraði í venjingardysti ímóti Rosenborg týskvøldið Savnsmynd 21 20 Nr. 133 - 17. juli 2003 Hóast stríðið fyri at koma á besta liðið tykist vera størri, enn tað var í fjør, so hevur føroyski spælarin í Brøndby framvegis gott mót ÚTISETI Jóannes Hansen Brøndby fyrireikar seg við fullari ferð til nýggja kappingarárið í superliguni. Annan sunnudag er fyrsta umfarið á skránni, og tá skulu teir bláu og gulu spæla á heimavølli ímóti einum øðrum bláum og gulum felagi – Herfølge. Tann uppgerðin verður áhugaverd á fleiri mátar. Sæð við føroyskum eygum er talan um fyrstu royndina hjá Herfølge í superliguni, eftir at Jákup Mikkelsen fyri tveimum árum síðani fór úr málinum hjá teimum. Herfølge flutti upp úr næstbestu deildini fyrr í summar. Í Danmark fer ivaleyst mest at verða gjørt burturúr, at talan er um felagið, sum John Faxe Jensen var venjari hjá ímóti felagnum, sum hann áður spældi við, og sum hann nú er hjálparvenjari í. Málið hjá Brøndby fyri næsta kappingarárið er, at teir skulu verða eitt vet betri, enn teir vóru síðsta kappingarár, tá ið teir í næstsíðsta umfarinum á heimavølli taptu 1–0 ímóti FCK, sum harvið tók meistaraskapin fyri nøsini á Brøndby. Brøndby hevur fyrireikað seg m. a. við at spæla nógvar venjingardystir. Í síðstu viku vóru teir í Jyl- landi á venjingarlegu. Teir hildu til í Vejen Idræts- center, og summarfólkið í Jyllandi hevði møguleika at síggja Brøndby vera part í fleiri summardystum, sum teir kalla uppgerðirnar millum lið í toppinum í superliguni ímóti einum seriuliði, sum hevur leitað sær styrk frá góðum spæl- arum í grannalagnum. Brøndby vann allar dyst- irnar, og teir skoraðu eina rúgvu av málum. Eitt nú vunnu teir 14–1 í Fjord- bakke og 13–0 í Tønder. Fríggjakvøldið var mót- støðan størri í Svendborg, har liðið hoyrir til í triði bestu deildini. Ta ferðina vunnu teir í Brøndby við 5–2. Í hesi vikuni hevur Brøndby aftur vant heima við hús. Mánadagin vunnu teir venjingardyst í Gis- linge 14–2, og týsdagin vunnu teir á heimavøllin- um, sum seinnapartin av hesi vikuni hýsir ársstevn- uni hjá Jehovas Vitnum, 3–1 ímóti 1. deildar fel- agnum HFK Sønderjylland. Ímóti Gislinge skoraði Jón Rói Jacobsen eitt av málunum. Donsku miðl- arnir gjørdu nógv burturúr, at Michael Laudrup og John Faxe Jensen vóru á vøllinum í 2. hálvleiki, og at Faxe skoraði tvey mál, og at Laudrup skoraði eina ferð. Meiri trongligt Jón Rói Jacobsen hevur verið við í øllum venjing- unum undan nýggja kapp- ingarárinum. Einasta ferð- in, at hann hevur fingið møguleikan á besta liðnum í venjingardystunum, var ímóti Gislinge, tá ið hann spældi allar 90 minuttirnar. Hetta var onnur ferðin, at hann skoraði mál fyri Brøndby. Fyrra ferðin var í vár, tá ið Brøndby var á venjingarlegu í Onglandi. Týskvøldið var Jón Rói aftur á beinkinum allar 90 minuttirnar. Í annaðkvøld skal Brøndby spæla venj- ingardyst í Næstved, og Jón Rói vónar, at hann tá fer at fáa møguleikan, men hann ásannar samstundis, at tað er vorðið uppaftur tronglig- ari í verjuni, enn tað var undan summarsteðginum. Brøndby hevur keypt stóra og sterka svenska verjuspælaran Andreas Jakobsson. Seinastu trý árini hevur hann spælt í Rostock í Týsklandi. Nú hann er komin til Brøndby, tykist hann at skula vera fastur makkari hjá Per Nielsen í miðverjuni. Tað hevur við sær, at Dan Ant- on Johansen, sum síðsta kappingarár varð tikin framum Jón Róa Jacobsen til miðverjupláss, nú hevur mist tað plássið. – Ímóti HFK Sønderjyl- land týskvøldið var Dan Anton Johansen høgri vongverji. Tað var hann, tí spælarin, sum plagar at røkja tað plássið, Allan Ol- sen, var skaddur. Vit eru altso fleiri í kappingini nú, enn vit vóru frammanund- an, staðfestir Jón Rói Jacobsen. Men tú hevur framvegis gott mót? – Eg venji við nøkrum av bestu spælarunum í Dan- mark, eg læri eina rúgvu, og eg vóni og rokni við, at eg fari at fáa møguleikan. Tí ræður um at vera til reiðar, tá ið møguleikin kemur, sigur Jón Rói Jac- obsen úr góðverðinum í danska høvuðsstaðnum. Jón Rói kom á máltalvuna Føroyski málverjin fer í dag til Skotlands, har skotska Premier League felagið Partick Thistle skal hyggja eftir hansara málmansevnum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Nógvar gitingar hava í seinastuni verið um, hvar Jákup Mikkelsen fer at verja málið eftir summar- frítíðina. Leysatíðindi vildu einaferð vera við, at danska superligafelagið Farum var áhugað, og seinastu tíðina hava gitingarnar verið, at Jákup fer aftur til KÍ. Nú er so endiliga nakað ítøkiligt at frætta frá føroyska lands- liðsmálverjanum. Skotska blaðið Daily Re- cord skrivaði í síðstu viku, at hann komandi dagarnar skal venja við skotska fel- agnum Partick Thistle. Ják- up í Stórustovu, sum er um- boðsmaður hjá Jákupi Mikkelsen, váttar fyri Sosi- alinum, at Jákup Mikkelsen komandi dagarnar fer at vera í Partick Thistle. Venjingardystur leygardagin Leygardagin skal Jákup verja málið í einum venj- ingardysti ímóti enska 1. deildar felagnum Bradford, og hann skal eisini venja við 1. liðshópinum. Núverandi fyrstaval mill- um stengurnar hjá Partick Thistle, Kenny Arthur, hev- ur júst fingið eina skurð- viðgerð í knænum. Tí er tað sera óvist, um hann verður klárur til fyrsta dystin í landskappingini tann 9. august. Nýggi venjarin hjá Partick Thistle, sum eitur Gerry Collins, hevur av tí sama havt trupulleikar við at manna málmanspostin, og tí hevur hann sent boð eftir Jákupi. – Eg má vita, um eg havi ein nóg góðan avloysara, og tí skal Jákup roynast áðr- enn. Hann hevur hollar royndir á landsliðnum, og tað sigur mær, at hann hev- ur góð evnir, og eg skal hava ein málverja, sum eg kann líta á, sigur Gerry Collins. Kann gerast til sáttmála The Daily Record rør fram- undir, at Jákup væl kann gerast fyrsti málmaður hjá Partick Thistle. Um venjar- in er nøgdur við tað, hann sær leygardagin, kann talan væl gerast um ein sáttmála, skilst á skrivingini í blaðn- um. Partick Thistle er farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum byrjar tann 9. august, tá Partick Thistle skal møta Livingston á heimavølli. Felagið spælir í Premier League og heldur til í Glas- gow økinum. Endamálið við ferðini hjá Jákupi er at hyggja eftir umstøðunum hjá felagnum og at vita, um hann kann koma ásamt við felagið um okkurt slag av avtalu. Jákup hevur ikki havt nakran sáttmála, síðan tann við norska felagið Molde rann út fyri stuttum, og hann hevur seinastu tíðina at leitað eftir einum nýggj- um felagi. Jákup Mikkelsen til Skotlands Jákup Mikkelsen fer komandi dagarnar at venja og spæla venjingardyst við skotska felagnum Premier League felagnum Partick Thistle C M Y K 20