Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 219 — 16. NOVEMBER 1994 TUMMAS ELI: Vit vilja visa nakað hesaferð Tummas Eli Hansen lyfti seg rættiliga til eina uppreisn í dystinum móti Skotlandi, eftir at hann hevði havt ein slakan dyst móti Grikkalandi. — Nú vit skulu spæla síðsta dystin í hesum árinum, fara vit at royna at vísa hvat vit duga móti finnunum, sigur hann B36-arin Tummas Eli Han- sen hoyrir eftirhondini við til ta >gomlu garduna< á føroyska fótbóltslandsliðn- um, og hevði tað ikki verið fyri Janusi Rasmussen, var Tummas Eli elsti maður í føroyska hópinum, ið er far- in ul Finlands. — Tad gekst ikki so væl hjá mær móti grikkunum, men so fekk eg mestsum uppreisn aftur móti skotun- um, tá alt bar betur til, sigur hann. — Eg haldi, at tað eisini hevði nakað við vøllin at gera, tí vøllurin í Skotlandi var sera góður. Men eisini haldi eg, at eg eri betur fyri nú. Formurin er so góður, sum hann kann vera. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva hjá landsliðnum á Hampden Park í Glasgow, men tað verður tað heldur ikki á olympiska leik vgllin- um í Helsinki í kvøld. — Nú hevur tað ikki ging- ist serliga væl hjá finnunum í hinum báðum dystunum, teir hava spælt. Teir hava tapt báðar, og uttan at hava skotið nakað mál, er málúr- tøkan hjá teimum bert tvey mál betri enn okkara, sigur Tummas Eli Tí kunnu vit sjálvandi rokna við einum torførum dysti, har teir fara at satsa alt, so teir kunnu vera við í toppswríðnum í bólkinum. Um teir tapa ella bert fáa javnleik, eru teir úti í topp- stríðnum í bólkinum, so tað fara teir at gera alt fyri ikki skal henda. Miðverjin er eisini full- komuliga greiður yvir, at sigurin á Estlandi upp á 7-0 og tað, at finska landsliðið hevur fingið nýggjan venj- ara, kann hava sína ávirkan á, at teir fara at leggja meira fyri, enn teir gjørdu í hinum báðum dystunum, og ti fer tað Oivad at gerast torført hjá føroyingunum at fáa eitt gott úrslit. — Men eg vóni kortini, at tað fer at eydnast okkum at vísa nakað í hesum dystin- um, ið er tann síðsti hjá okkum í ár, sigur Tummas Eli. — Spælið verður eisini tað sama, sum í hinum báðum dystunum hjá okkum. Helst ALLAN SIMONSEN: Finnarnir eru betri enn mong halda Landsliðsvenjarin sá Finland spæla móti Danmark í Ítróttarparkini í Keypmanna- havn, og hann ávarar ímóti at halda, at finnarnir ikki eru eitt gott lið: — Móti dónum spældu ieir væl, og herfyri vunnu teir jú eisini stórsigur á Estlandi við sjey málum, so eingin orsók er til at undirmeta teir á nakran sum helst hátt, heldur Allan Simonsen Umstødurnar, landsliðið í Helsinki hevur fingið, eru av teimum allarbestu. Teir búgva á einum sera góðum hotelli, og alt er av besta slag. Men kortini er Allan Si- monsen av teirri áskoðan, at fyrireikingarnar til dystin móti finnum ikki kunnu vera av teimum allarbestu. Tað hevur tó einki við umstødurnar í finska høv- udsstadnum at gera, men hinvegin, at føroyska lands- kappingin endadi longu 24. september, og at Allan Si- monsen ti er eitt sindur bangin fyri, at menn kanska ikki eru i besta formi. — Men hóast tað, so er lag- ið gott, og nú vit lóða upp undir dystin, eru menn sera uppsettir og hugaðir at fáa sum best burturúr, sigur landsliðsvenjarin í telefon- ini av Hotel Dipori. — Tað, sum tað snýr seg um hjá okkum, er ikki at stilla okkum harafturi og hyggja at, meðan måtstødu- liðið spælir, men royna at fáa skapt nakað sjálvir, eins og vit gjørdu tað móti skot- unum. Allan Simonsen hevur alla sína tíð verið eykendur av positivum fótbóltsspæli, og hetta roynir hann eisini at pota niður í føroysku spælararnar, so væl sum tað kann lata seg gera. — Vit mugu sjálvir royna at byggja nakað upp, og tað er einasti mátin, vit kunnu gerast betri uppá. Við tíðini koma vit at heysta fruktirn- ar av tí, heldur Allan Si- monsen. - Eg ivistonga løtu i, at vit kunnu gerast betri, men tað kann koma at taka sína tíð. Vant á innandura graslikisvølli Landsliðshópurin kom til Finlands månakvøldid, og tá varð vant einaferð. Í gjár vandu teir tvær ferðir — ta seinnu ferðina á stadion. Men tað, ið hevur gjørt tær báðar fyrru venjingarn- ar heilt ødrvisi ehn aðrar venjingar, landsliðið hevur havt, eru umstødurnar. Teir havanevniliga vantáeinum innandura graslikisvølli i fullari stødd, so ein kann næstan siga, at teir nå hava fyrireika seg á einum slagi av »heimavølli«. Orsøkin er tann, at kavin liggur í Helsinki, og at tad er lættasti måtin at avgreida venjingina, at hava hana innandura. Månadagin var hitin um frostmarkid, men i gjár vóru eini sjey hitastig. — Vøllurin á stadion er sjålvandi ruddadur, so har er eingin kavi, sigur lands- lidsvenjarin. Vid ødrum ordum verda tað ikki sørt føroyskar um- støður, ið landsliðið fer at spæla undir í kvold á olym- piska leikvøllinum í Hel- sinki. Hann sigur frá lýggj- ari veðrið, og kavin í Fin- landi er við at fánað burtur. Helst fer hitin at liggja um eini tiggju stig, tá spælt verður í kveld, og tað er ikki óvanligt fyri føroyingarnar í landskappingini, tá kalt er í veðrinum. Mugu ikki undir- meta finnarnar At finnarnir hava tapt báðar sínar fyrru dystir í EM-undankappingini hig- artil, heldur Allan Simon- sen, at ein eigur at taka við øllum fyrivarni. — Finnamir eru nógv betri enntey flestu halda, og táeg sá teir spæla móti dønum fyri nøkrum mánaðum síð- ani, spældu teir sera væl, sigur hann. — Og at teir eisini vunnu á Estlandi við 7-0, uttan at teirra kanska besti álops- spælari, Jaari Litmanen, var við, eigur eisini at siga eitt sindur um styrkina hjá Fin- landi. Vit mugu ikki taka nakað sum givið, men eg vóni kortini, at tað fer at eydnast okkum at skapa >en lille overraskelse<. Allan Simonsen væntar, at nú finnarnir eru >blóð- tystir«, sum hann tekur til, fara teir at leggja stór orku í at vinna hendan dystin, ið skal verða teirra vend í EM- undankappingini, um teir skulu hava nakran livandi kjans at gera seg galdandi. — Hetta er heilt avgjørt teirra síðsti møguleiki, sigur landsliðsvenjarin. — Men vit fara altso inn á vøllin fyri at skapa nakað, og so mugu vit bara vóna, at tað verður nóg mikið til, at vit fáa eitt fyri okkum ynski- ligt úrslit burturúr. hj. Allan og Petur Simonsen Mynd: Hilmar Jan Hansen Tíðindablaðið CH eitt sindur álopskent, so vit fáa skapt okkum nakrar málkjansir og helst eisini skouð okkurt málið. Tað hevur eydnast móti bæði grikkum og skotum, so vit mugu bara vóna, at tað eis- ini eydnast móti finnunum. Sjálvur metir Tummas Eli, at eitt úrslit sum 3-1 til finnarnar er eitt gott úrslit fyri Føroyar, men tó hevur hann einki ímóti, attað fer at gangast føroyingunum uppaftur betur enn tað. hj. Jens Christian hevur skaða Yvirhøvur er føroyski landsliðshópurin i góð- um standi undan dyst- inum móti Finlandi í dag kl. 17 foroyska tíð. Bert ein spælari er ivasamur. Tað er Jens Christian Hansen, ið orsakað av knæskaða ikki hevur spælt tveir teir síðstu dystirnar í Randers Freja. Neyv- an byrjar hann inni. Roknast kann við, at Jan Andreassen úr KÍ kemur á hansara pláss h og at Djóni N. Joensen byrjar inni á plássinum hjá Jan Dam, ið íkki fekk frí frá skúlanum. Okkar boð upp á liðið móti Finlandi er hetta: Jens Martin Knudsen — Henning Jarnskor, Tummas Eli Hansen, Óli Johannesen, Jan Andreassen, Ossur Hansen — Djóni N. Jo- ensen, Kurt Mørkøre, Magni Jarnskor — Todi Jónsson — Jan Allan Miiller. hj.