hósdagur 17. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 220 — 17. NOVEMBER 1994 Sida5
TIl; rið
..
Toran slerdi niður í Fámjin:
Nokur fáa
frá tryggingini
Tey, sum hava nýggju pakkatryggingina, kunnu partvís fáa
endurgjald frá Bruna tryggingini
Tað er áður hent, at toran er
sligin niður í háspennings-
linjuna við ú årsliti, at fleiri
el-lutir hava fingið skaða.
Hetta hendi t.d. í Fugloy eitt
árið, og tá fekk eingin nakað
endurgjald frá Brunatrygg-
ingini.
Týsnáttina slerdi toran
niður í háspenningslinjuna
til Fámjins, har fleiri skaðar
hendu.
Tey, sum hava gomlu
brunatryggingina, fáa einki
endurgjald, men tey, sum
hava teknað nýggju pakka-
tryggingina, fáa skaðan
partvís endurgoldnan, sigur
Anna Larsen, stjóri á
Brunatryggingini.
Skaðarnir vóru nógvir, tá
toran slerdi niður tjúgu
minuttir yvir eitt tysnåttina.
- Tað var eitt øgiligt buld-
ur, og vit lupu øll av song-
ini, sigur Edvard Magnus-
sen i Fåmjin.
Um alla bygdina fóru
oljufyr, forvarmarar, frysti-
boksir, sjónvarp, videotól
og parabolir. Fleiri hava
sent skaddu tól síni til Tvør-
oyrar at umvæla, og ser-
vicemenn hava havt úr at
gerað við at hugt eftir olju-
fýrum í Fámjin. Minst
helvtin av øllum oljufýr-
unum hava fingið skaða.
Í einum húsum kom eldur
í oljufýrið. Maðurin í hús-
unum vaknaði og sá loga á
grannahúsunum. Tá var tað
login úr hansara egna kjall-
ara, ið skygdi í takinum. Hjá
hesum manninum tekur
tryggingin sum skilst við.
Smoltstødin Guttanstød
Toran hoyrdist eisini i
ðrum bygdum i
Suðuroynni, men
ongastadni dundi so nógv
sum í Fámjin, har fleiri
skaðar hendu
fekk eisini skaða av toruni.
telefonin og telefonalarm-
urin fóru, og Edvard Magn-
ussen, sum hevur stødina,
noyðist nú at ganga uppi um
næturnar og passa stødina.
Ikki er greitt, hvussu
stórur skaðin samanlagt er.
Sum nevnt fáa tey við ti
gomlu brunatryggingini
einki endurgjald. Tann
tryggingin tekur bara við,
um skaðin slær beint niður á
staðið, har skaðin hendir.
Men við nýggju pakka-
tryggingini ber úl at fáa
nakað aftur. Fyri tól, ið eru
yngri enn tvey ár, rindar
tryggingin alt aftur, tá or-
søkin sum her er kortslutn-
ingur. Er t6lid try åra gam-
alt, endurrindar tryggingin
80 % av virðinum. Er tólið
seks åra gamalt, fæst einki
frå tyggingini.
randi
Matiné í
Havnar kirkju
Leygardagin fyrrapart-
inkl. 11.30-12.00 verð-
ur onnur matinéin í no-
vember í Havnar kirkju.
A skránni er solo-
sangur við songkvinn-
uni Kirsten Johansen,
sum dagliga starvast í
Kongliga Operakórin-
um í Keypmannahavn.
Undirspælið hava Odd-
vør Johansen og Kanny
Sambleben á orgli og
violin.
Skråin er sett saman
av nøkrum av vakrastu
verkum fyri solorødd,
m.a. Pie Jesu eftir
Gabriel Fauré og Largo
eftir Hándel. Kirsten Jo-
hansen fer eisini at
syngja fleiri av ariunum
år Hiåndels Messias,
m.a. How Beautiful are
the Feet, He shall feed
his flock like a Shep-
herd, If God be for us,
who can be against os?
Rejoice greatly, O
Daughter of Zion.
Hon syngur ein sats
burtur úr Telemann-
kantatuni: Gott will
Mensch und sterblich
werden<, og har um-
framt tveir av andaligu
songum J. S. Bachs.
Um Kirsten Johansen
er at siga, at hon hevur
sungið frå bamsbeini
av. Hon var limur i Dan-
marks Radios Under-
holdningskor, sang 11
ár í Roskilde Dóm-
kirkju, og hon hevur lut-
tikið í hópin av oratori-
um og messum sum so-
listur.
V.9.0., vit kunnu
gleða okkum til at hoyra
eina dugnaliga yrkis-
songkvinnu, sum ann-
ars er í Føroyum á pri-
vatari ferð.
Hurðarnar eru opnar í
Havnar kirkju leygar-
dagin fyrrapart 19. nov.
og matinéin byrjar
stundisliga kl. 11.30.
Føroyskur laksur
er í finasta lagi
- Ég síggi ongan mun á fóroyskum og norskum laksafóðri, sigur
Suni Durhuus, stjóri á Vestsalmon í Kollafirði
Sjónvarpssendingin Dagur
og Vika bar tyskvøldid tey
tíðindi, at fyritøkan Tór-
Seafood í Havn nú flytir til
Esbjerg at roykja laks. Sam-
bært stjóranum á Tór-Sea-
food var orsøkin, at laksa-
fóðrið, sum fæst í Føroyum
er ov vånaligt, og at før-
oyskur laksur ikki kann
seljast sum føroyskur utt-
anlands.
Suni Durhuus, stjóri á
Vestsalmon í Kollafirði,
kennir einki til slíkar trup-
ulleikar. Virkið brúkar bæði
føroyskt fóður frá Havsbrún
og norskt fóður. Í dygd sær
Suni Durhuus ikki tann
stóra munin, og teir brúka
helvt um helvt av norskum
og føroyskum fóðri.
Hann kennir heldur einki
til, at neydugt at krógva før-
oyskan laks millum dansk-
an ella norskan laks, tå hann
royktur verður seldur víð-
ari. Vestsalmon slaktar laks
fyri fleiri føroysk alibrii': og
sendir hann til dótturfelagið
Vestlaks í Hirtshals at
roykja, og haðani verður
føroyski laksurin seldur
víðari sum føroyskur suð-
ureftir á europeiska markn-
aðin. Virkið í Hirtshals
roykir fyri tað mesta før-
oyskan laks og bara norskan
laks, tá virkið ikki fær nóg
mikið úr Føroyum. Tað
gongur væl hjá teimum at
selja føroyska laksin, sigur
Suni Durhuus.
randi