Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 220 — 17. NOVEMBER 1994 Føroyskur vinnulívsmaður í Danmark: Kom inn í ES - og tað skjótt - Fóroyar koma ikki burtur úr kreppuni við at halda seg fyri seg sjálvar úti í Atlantshavinum.. Vit hava ikki annan møguleika, og =" tað er ikki óvist, at Fóroyar innafyri ES aftur kunnu koma fyri seg, sigur Jógvan Durhuus, stjóri á Vestlax í Hirtshals Fyri fimm árum síðan av- gjørdu teir, sum eiga Vest- salmon í Kollafirði og Vestlax í Vestmanna at fara til Hirtshals í Danmark at hava roykuvirkið. Har roykja teir fiskin, sum verð- ur flaktur á virkinum í Kollafirði. - Vit gjørdu tað tá bæði fyri atveranærri europeiska marknaðinum serliga við feskum vørum, og orsakað av tollpolitikkinum hjá ES, sigur Jógvan Durhuus, stjóri á virkinum Vestlax í Hirtshals. TVANGSUKTION Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 08. dec. 1994, kl.09.10 tvangsauktion (AS 244/ 93) over matr. nr. 881, Klaksvik tilhørende P/F J. F. Kjølbro. Auktionen er begæret af advokat Jógvan Páll Lassen, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tlf. 1.1260 (j. nr. 691/89) på vegne en pant- og udlægshav- er. Ejendommen er en er- hvervsbygning. Det be- byggede areal udgør 1496 kvm. heraf 144 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ov- ennævnte advokat. Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 11.11.94 Henrik Engell Rhod dím. Teir selja mest til stóru matvøruhandlarnar i Týsk- landi. Tað gongur væl, og helst verður seinur dagur, at hetta virkið flytir til Føroya. - Tað hevur verið gott fyri okkum eisini at hava fóta- festi á europeiska megin- landinum, sigur Jógvan Durhuus. Nakað má henda Hann hevur íkki mist vónina um, at Føroyar fara at koma fyri seg aftur. Men tað krevur nakað. - Føroyingar mugu nú til at gera sær greitt, hvat teir viljavið ES. Tað hjálpir ikki at roksa meira um betri avtalur við ES. Vit mugu havaeitt veruligt orðaskifti, og eftir mínum tykki hava Føroyar ongan annan møg- uleika enn at fara inn í ES, sigur Jógvan Durhuus. Tað merkir tó ikki, at honum dámar so væl ES við øllum skrivstovuveldinum, og at felagsskapurin nú er so stórur, at har verða talað útivið 20 tungumál. Einsemi ber ikki til - Vit koma bara ongan veg við at isolera okkum og halda okkum vera nakað heilt serligt úti í Atlants- havinum. Eingin fer til Før- oya nú at gera iløgur, tí tað er ov vandamikið, tá ramm- urnar ikki eru í lagi. Hini fara øll Nú er mestsum greitt, at bæði Svøriki og Finnland fara inn í ES, og Jógvan Durhuss væntar, at vísir fólkaatkvgðan í Noregi um hávaaðru viku ikki meirluta fyri ES-limaskapi, fer Nor- eg kortini uppí fyrr ella seinni, tí annars flyta norsk- ar fyritøkur bara yvir um Kjølin fyri at fåa tollfyri- munimar. Og so heldur hann lítið vera at ivast i, at Ísland ger tað sama. Gera vitikki tað sama, fara Noreg og Ísland at boykhotta okk- um. - Tað má vera betri at fara uppí við upprættari pannu enn at verða drigin inn eftir hårinum, og tí eiga Føroyar skjótast gjørligt, helst í morgin, at fara inn i ES. Ottin fyri limaskapi, held- ur Jégvan Durhuus, byggir mest á vantandi vitan. Sjálvandi eru øll fólk varin, men nú er neyðugt at fáa upplýsing. Tað hjálpir ikki at renna undan orðaskift- inum. - Eg sigi ikki, at alt er gott við EF, men taðer baraso, at vitsleppa ikki undan. Taðer sum at velja millum pest og kolera. Einaferð var eg ímóti, men viðurskiftini eru so nógv broytt, at eg dugi at síggja, vit ongan annan møguleika hava enn at fara uppí. - Politikararnir tosa so nógv um norðurlendskt samstarv í staðin, men hvat er tað vert einsamalt, um øll hini londini fara uppí? EFTA-londini fækkast eis- ini í hvørjum. Tosað verður eisini um mentan og frælsi, men hvat er tað frælsið vert, tá vit ikki hava búskaparligt frælsi, sigur Jógvan Dur- huus, sum heldur, at krepp- an í Føroyum er sjålvgjørd. Vit kundu havt forðað ti stóru flytingini år Føroyum, um vit fyri langari tid sidan bara vóru farin inn í ES. Tað sama við arbeiðsloysinum, og vit høvdu fingið betri kappingarføri og betri at- gongd ul marknaðin. Einki at missa - Og so ræðast nógv, at ES- londini koma og taka fiskin uttan um Føroyar frå okk- um. Men vit vita jå, at har er eingin fiskur eftir. Einki er hjå ES at taka frå okkum. Jégvan Durhuus heldur, at vid at fara uppi kunnu vit menna landið sum fiski- ídnaðartjóð. T.d. hevur ES brúkt nógvan pening uppá at menna alivinnuna i Ir- landi og økinum har. Tað høvdu vit óivað eisini fing- SØ 2 000 Tað hevur gingið væl hjá Vestlax at selja royktan alifisk til týskar stórhandlar við at hava Tíðindablaðið Gr annað beinið inni á meginlandinum. (Arkivmynd av Roykivirkinum í Álakeri, Kalmar) ið, og tað hevði ikki verið olmussa, tí ES miðar eftir at vera sjálvbjargið. Jógvan Durhuus nevnir teirra egnu fyritøku sum dómi um, at tað er neyðugt við betri sambandi við euro- peiska marknaðin. Tryggja arbeiðspláss í Føroyum - Onkur hevur óivað hug at finnast at okkum, at vit eru farin av landinum við arbeiðsplássum, men hetta virkið hevði ikki verið tað sama, var tað í Føroyum. Haraftrat eru vit við at hava hetta virkið eisini við til at tryggja onnur arbeiðspláss í Føroyum, og Vestsalmon i Kollafirði er millum tær fáu føroysku fyritøkurnar, ið ikki hava havt sanering fyri neydini, sigur Jégvan Dur- huus. - Nú skulu politikararnir syrgja fyri at vit fåa rammur at arbeida innanfyri. Teir skulu ikki gera annad enn tað, hitt megna vit sjálvir. randi útvegast til FLEST ALLAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200. : Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 14.30—7.00 á morgni. Givin at selja matvørur Handilin hjá Tummas Thomsen á Tvøroyri orkaði ikki longur at kappast við teir stóru matvøruhandlarnar Ein av elstu handlunum i landinum, Handilin hjá Tummasi Thomsen á Tvør- oyri, selir ikki longur mat- verur. Fyri tveimum vikum síð- an seldu tey allar matvøru- rnar út. - Tað bar ikki til longur at kappast við teir stóru mat- vøruhandlamar, sigur Bruno Thomsen, sum nú sjålvur annar heldur fam i handlinum. Hann heldur tað vera harmiligt at gevast við at selja matvørur, tí eiri slík- ur gamal handil er hugna- ligari enn sjålvtøkuhandl- arnir, har fólk sjálv fáa sær upp í kurvina. Tvær ungar genturnar, sum arbeiddu í handlinum, var neyðugt at siga upp. Handilin letur ikki aftur. Nú selja tey sjókiæði, handskar, sodavatn, øl, sigarettir og tubbakk. Hetta eru ikki spillvørur, og nógv- um dámar eisini atkoma inn í gamla handilin at keypa. randi