hósdagur 17. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ETT
Mogens Lykketoft, fí,
iarmålarådharri:
-Vit hava gjørt okkum nakrar beiskar royndir, og tær prógva,
at tær loysnir, sum vórðu gjørdar í oktober 1992 og í januar
1993 als ikki rókka til. Nú mugu vit gera endaligar loysnir, sum
halda. Tað er fullkomiliga ógjórligt at skula samráðast um før-
oyskar kreppuloysnir triðja hvónn mánað, tað ber ikki til si gur
Mogens Lykketoft, figgjarmålarådharri vid Tidindabladid
Sosialin.
úr Keypmannahavn
|
Mogens Lykketoft hevdi
verið fíggjarmálaráðharri í
fimm dagar, tá samfelags-
kreppan í 1992 kravdi m.a.
hansara stødutakan til,
hvort føroyska samfelagið
skuldi bjarga bankunum
ella íkki.
Fíggjarmálaráðharrin
skilir væl andstøduflokkar-
nar á félkatingi, sum ikki
eru so vælnøgdir vid avtal-
urnar millum donsku stjórn-
ina og landsstýrið.
— Hyggja vit í bakspegil-
in, so komu vit av tilvild at
bjarga bankunum longu í
1992. Bert fimm dagar eftir
at vit skipaðu stjórn, fingu
vit til uppgávu at taka stóðu
til kreppuna í Føroyum.
Hinvegin, so var 6gjørligt í
hesum tíðarskeiði at meta
um, hvussu álvarsom
kreppan var, og hvat skuldi
til fyri at loysa trupulleik-
arnar, sigur Mogens Lykke-
toft.
Í dag verða sáttmálasam-
ráðingarnar á Christians-
borg, har danska stjórnin og
landsstýrið fara at viðgera
m.a. fíggjarlógina og end-
urfígging av uttanlands-
skuldini, umframt annað
høvudsevni, sum verður at
tosa um, hvussu arbeiðs-
loysið kann basast í Føroy-
um.
Enn veit eingin, hvussu
stórt hallið á fíggjarlógini
er, men tað er líkt til, at tað
ikki er talan um upphæddir,
sum líkjast 300 mill. kr.
— Er tað ikki órímiligt at
krevja, at fóroyska fíggjar-
lógin ikki skal hava ov stórt
hall, tá tíðirnar í Føroyum
eru so vánaligar?
— Í dag verður fundurin,
og áðrenn vit hava tosað við
landsstýrið, vita vit alseinki
um støddina av fíggjarlóg-
ini. Eg havi tó varhugan av,
at landsstýrið fer at siga, at
uppgávan at fáa minst
møguligt hall á fíggjarlóg-
ini var torførari enn teir
høvdu mett, tá vit samrádd-
ust seinast og álagt varð
teimum at fáa javnvág á
fíggjarlógina, sigur Mog-
ens Lykketoft.
Spurdur um hvat danski
fíggjarmálaráðharrin fór at
síga til tað, um hallið møgu-
liga var stórri enn 150 mill.
kr., sum ráðgevandi nevnd-
in hevur sett sum mark, sig-
ur Mogens Lykketoft, attað
er helst eingin, sum í løtuni
kann siga, hvat svarið verð-
ur fyrr enn fundurin er av.
— Seinastu tvey árini er
uttanlandsskuldin lækkað
úr 8,2 i 6,7 mia. kr. Hevdi
tad ikki verid ein fyrimun-
ur, um danska stjórnin nú
nidurfrysti lånini i nøkur
år, fyri at geva føroyska
samfelagnum skotbrå at
koma fyri seg aftur?
— Ju, tað er júst tað, vit
hava gjørt fyri at stuðla før-
oyska samfelagnum. Ætl-
anin við at endurfíggja
uttanlandsskuldina, varð
gjørd við ti fyri eyga, at
geva okkum stundir at meta
um, hvert Føroyar hava
møguleikar at bóta um
vinnulívsbygnaðin. Í veru-
leikanum eru hetta tvey
mál, sum eru tengd saman.
Eitt er um fiskivinnan fær
fótað sær aftur i Føroyum,
og hitt er um olja er í undir-
grundini.
— Danski staturin er til
reiðar at geva føroyingum
eitt skotbrá og tað er hetta,
sum vit higartil hava roynt,
men vit fara ikki at avskriva
skuldina, áður enn vit við
vissu vita, hvussu fíggjar-
útlitini verða.
— Um fiskivinnan svíkur í
løtuni, kann komandi olju-
rikidømi í føroysku undir-
grundini — sum teir serkønu
meta er til — ikki nýtast sum
trygd fyri skuldini i dag?
— Jú, men soleiðis skal
hjálpin frá donsku stjórnini
higartil eisini skiljast. Tað
er heilt greitt, at um fiski-
vinnan svíkur, eingin oljaer
í undirgrundini, so hava
Føroyar ongar møguleikar
at gjalda skuldina aftur. Tí
hava vit brúkt kredittvirðið
hjá danska statinum at end-
urfiggja føroysku skuldina,
og eisini til at bida vid at
gjalda lånini aftur.
— Danska stjórnin krevur
umsetiliga kvotuskipan i
Føroyum. Verður figgjar-
politikkurin vid hesum ikki
bert so någv skerdur, at als
einki kann gerast i Føroy-
um?
— Viðvíkjandi skerjing-
unum i fiskiveiduni, so eru
trupulleikarnir stórir, eitt nå
ti fiskivinnan ikki bert skal
virka í løtuni, men eisini í
framtíðini. Tað er helst
eingin ivi um, at ein orsøkin
til kreppuna i Føroum er, at
fiskastovnarnir eru ovfisk-
adir, og at fiskivinnan ti er
hótt í framtidini, um einki
verður gjørt fyri at varð-
veita hesar stovnar. Sjálv-
andi er tað felags áhugamál
millum londini bæði, at ikki
órímiligar = kvotuskipanir
verða settar í gildi. Hinveg-
in, so noyðast vit at lurta
eftir ti, sum fiskifrødingar
mæla til.
Mogens Lykketoft hevur
eisini hoyrt ábendingarnar
um, at meiri fiskur er til, enn
fiskifrødingar mettu.
Spurdur, um tað ikki varð
ov nógv lurtað eftir fiski-
frødingunum, sigur Mog-
ens Lykketoft, at tað sjálv-
andi ikki ber til at meta so
neyvt um fiskastovnar, men
at tað kortini kann staðfest-
ast, at føroyska samfelagið
er hart rakt av ovurfisking
seinastu árini, og at tað eis-
ini er ein av orsøkunum til
samfelagskreppuna.
— Hevdi danska stjórnin
verið til at tosa við, um Før-
oyar umhugsaðu innliman í
ES?
— Vit stuðla Føroyum utt-
an mun til, um føroyingar
vilja søkja um limaskap í
ES, ella um tað bert er talan
um fríhandilsavtalu. Við-
víkjandi marknaðarat-
gongd, so er nógv, sum
bendir á, at tað er ein fyri-
munur hjá Føroyum at ger-
ast limur í ES, men tað
mugu føroyingar sjálvir
gera av, sigur Mogens
Mogens Lykketoft, figgjarmålarådharri:
Lykketoft.
— Tað er sostatt ikki førd-
ur ein politikkur frá dansk-
ari síðu, fyri at fáa Føroyar
trýstar inn í ES?
— Nei, avgjøn ikki.
— Seinastu árni er danska
krónan styrkt mótvegis
vørum gjaldoyra, og ser-
køn fólk halda, at tað hevur
kostað Føroyum i útflutn-
inginum einar 300 mill. kr.
árliga. Kundi hetta ikki
fingið donsku stjórnina at
fara eitt sindur lagaligari
fram í sínum krøvum?
— Hetta er júst skúladómi
um, hvussu torført tað er at
nýta somu gjaldoyrisskipan
í tveimum so ymiskum
londum sum Føroyum og
Danmark. Tað hevur havt
vid sær, at hóast Føroyar
hava fingið fíggjarligan
stuðul, so hevur vinnulívið
fingið uupulleikar við
kappingarførinum. Vit fara
at taka stóðu til hugsandi
fyrimunir og vansar, men
vit kunnu ikki broyta gjald-
oyrisskipanina.
— Heldur tú, at tað verður
lættari at samráðast hesa-
ferð enn undanfarnu ferð-
irnar?
— Tað havi eg alla grund
Nr. 220 — 17. NOVEMBER 1994
til at vóna. Fyrireikingarnar
í sambandi við fundin hava
verið nágreiniligar, og em-
bætisfólk hava gjørt eitt væl
úr hondum greitt arbeiði.
Samstundis var tað ein fyri-
munur, at Poul Nyrup
Rasmussen vitjaði í Føroy-
um, og har eisini tosaði við
politikarar og embætisfólk
um komandi samráðingar-
nar.
— Eg vænti, at vit fáa eina
skilagóða avtalu í dag.
Hvørki tann danska stjórnin
ella føroyska samfelagið
kann góðtaka, at vit skulu
samráðast um kreppu-
loysnir triðja hvønn mánað,
sigur Mogens Lykketoft.
Spurdur um, hvørja stóðu
andstødan í fólkatinginum
hevur til føroysku avtal-
urnar, sigur MogensLykke-
toft, at ta& er misjavnt.
Hann — væntar stuðul,
Venstre flokkurin góðtekur
avgerðina, sum stjórnin og
landsstýrið gera í dag, men
at trupulleikar eru at fáa
konservativa flokkin at taka
undir við hesum.
— Vit eru noyddir at finna
haldgóðar loysnir í dag,
sum halda, tí tað er full-
komiliga Ggjørligt í før-
Síða 11
-Danski stuðulin til Føroyar er tengdur at
fær fótað sær aftur og um olja er í undirgrundini.
oyskum, eins væl og í
donskum politikki, at sam-
ráðast um — føroyskar
kreppuloysnir tr:ðja hvønn
mánað, sigur Mogens
Lykketoft.
Dagny
——————
AFLYSNING AF
TVANGSAUKTION
Tvangsauktion over
ejendommen matr. nr. 27
b, Norðoyri, beliggende
Norðoyri, Klaksvík (AS
162/94), berammet til
torsdag
den 1. dec. 1994,
kl. 09.40
aflyses herved.
Færøernes fogedret,
den 15.11.94
Henrik Engell Rhod
dfm.
—————————.