Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 220 — 17. NOVEMBER 1994 Føroyabankastjørin: Ber ikki til at sanera annan hvønn føroying Minni ógvisligar loysnir kunnu eisini brúkast, men so må samspælið millum banka og politikk vera betri, heldur Janus Petersen Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka heldur tað bera til at hjálpa sethúsa- eigarum í era stórri mun enn higartil er gjørt við sokallaða sethúsapakkan- um. Rentan varð lækkað, og tá stóð eisini sethúsaeig- arum í boði at leingja afturgjaldstíðina. Hjá nøkr- um var eisini neyðugt at niðurfrysta ein part av skuldini. Janus Petersen sigur, at størsti parturin av sethúsaeigarunum kundu hjálpast bert við at leingja avdráttartíðina, og heldur, at mangan verður gjørt ov nógv av. Ikki minst tá talað verður um sanering sum tað einasta sum hjálpir. -Tað ber ikki til, at sanera annan hvgnn føroying. Hetta er óhoyrt í ødrum siviliseradum londum, sig- ur Janus Petersen sum heldur, at minni ógvusligar loysnir kunnu eisini brúk- ast. Betri samspæl Men Feroyabankastjórin heldur, at samspælið mill- um bankaloysnirnar og politikkin kundi verið betri. Sum dómi nevnir hann, at sokallaða sethúsaloysnin var ikki meira enn komin á borðið tá m.a. kommunalu skattaprosentiniruku upp til skýggja. Føroyabankastjør- in sigur, at skulu vit fremja skilagóðar sethúsaloysnir mugu bankin og politik- ararnir ganga hond í hond, tí lítil dugur er í, at annar parturin finnur ein bata, og hin tekur hann inn aftur. Hægri rentufrádrátt -Hóasteg í prinsippinum eri ímóti ov stórum rentufrá- drátti haldi eg ikki, at tíðin ertil at lækka rentufrádrátt í dag. Umhugsast skal at hækka hann nakað, í hvussu er í eitt ávíst åramål, sigur Janus Petersen. Hann sigur, at eitt nú í Danmark liggur rentufrádrátturin millum 50 og 56 prosent. -Men rentufrádrátturin einsamallur hjálpir ikki. Tað ger bankin heldur ikki einsamallur. Bæði bankin og politiski myndugleikin Bæði banki og politiski myndugleikin mugu arbeiða saman um sethúsaloysnir, sigur stjórin í Fóroya Banka. Tilvildarlig mynd: Kalmar mugu finra eina loysn sam- an, sigur stjórin í Føroya Banka, og leggur aftrat, at eittog hvort politiskt útspæl fer bankin at taka væl ímóti. tór.- Tíðindablaðið —B Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, | Karl Johansen, var ikki fegin at frætta, at onkur | hevur borið upp á mál at skatta pensiónsgrunnar- | nar hjá eitt nú fakfeløg- num. -] okkara føri er ein grunnur sum vit sjálvir rinda eitt prosent í og arbeiðsgevarin eitt. Tal- an er um pengar, sum limir okkara einki síggja til fyrr enn teir fara um tey 67 árini, sigur Karl Johansen sum leggur aftrat, at gongur lands- stýrið í tílíkum tonkum er vert, at sleppa tonk- unum onagntíð ov skjótt. Karl Johansen sigur, at Fingrarnar burtur frá pensions- grunnum — sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag Få O vera út hann heldur taí um alt mark at skatta | hesar pengar og vísir á, at orsøkin til grunnin er ásannanin av, at fólka- | pensiónin er so lítil sum | hon er, og tí vildi felagið fáa limum sínum frægari umstødur á ellisårum. tór.- | Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur tað vera út um alt mark at skatta pensiónsgrunnin. Pengarnir skulu tryggja arbeiðsmonnum frægari umstødur tá arbeiðsár teirra eru farin Kommunurnar og skuldin: Fáa nú helst eitt frægari tilboð Um einar fjúrtan dagar kunnu skuldarbundnu fóroysku kommunurnar rokna við at fáa nýtt lánstilboð Flestu føroysku kommun- urnar eru helst um at vera lidnar at leggja sína fíggj- arætlan fyri næsta ár. Men eitt stórt men er í fíggj- arætlanini. Tað er í sam- band við sørstu einstøku útreiðsluna. Hana til rentur av avdráttir. Leingið hevur verið togast um at fáa eina skipan við lánsveitararnar um at fáa eina lagaligari aftur- gjalding og lægri rentu av skuldini. Fyri umleið fjúrtan døg- um síðani kom eitt útspæl frå kreditifeløgunum, men tad havnadu kommunurnar. Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka sigur, at heldur ikki bankin var nøgdur vid hetta tilbodid frå kredittfeløgunum, og sid- ani hevur verid arbeitt vid aðrari loysn. Hann sigur, at Føroya Banki hevur sett donsku kredittfelógunum eitt nýtt uppskot at taka stóðu til. Eitt uppskot, sum hann roknar við, at komm- unurnar fara at góðtaka. Donsku kredittfelggini hava lisið uppskotið, men hava enn ikki svarað ti. Janus Petersen sigur seg rokna vid at fåa eitt nytt útspæl frá kredittfelogun- um um einar fjúrtan dagar. Tá verður tað lagt fyri før- oysku lánsveitararnar og síðani fyri kommunurnar. Tískil kann roknast við, at kommunurnar fara at drála so leingi sum gjørligt at gera fíggjarætlanina lidna og harvið at áseta skatta- prosentið fyri næsta ár. tór.- Janus Petersem, stjóri í Føroya Banka roknar við at kunna leggja eitt nýtt lánitilboð fyri kommunurnar um einar fjúrtan dagar. Mynd: Kalmar eu