fríggjadagur 18. november 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða4 Nr 221—18.NOVEMBER 1994
Tíðindablaðið (7),
Posthúsið og Frímerkjadeildin á Argjum til annað alment endamál, er ein møguleiki
Ein møgulig loysn á hølisvidurskiftunum hjå Postverkinum
Alt i
IDÉ
Møguliga skal eisini Frimerkjadeildin
nidan i IDE-húsið, og bygningurin hjá
Frimerkjadeildini nytast til annad alment
endamål
Leingi hevur Postverk Før-
oya kunna hugsað sær síni
hølisvidurskifti avkláraði.
Umframt at halda til á
gamla posthúsinum í mið-
býnum, er postavgreiðsla í
SMS, og stóri parturin av
virkseminum er í IDE-
húsinum við Hoyvíksveg-
in. Frímerkjadeildin er,
saman viðeini postdeild, úti
á Argjum.
Einaferð var ætlanin at
byggja nýtt posthús. Tað
var stóri dreymurin, og
avgjørt var eisini, at nýggja
posthúsið skuldi byggjast
við ringvegin uppi á Hálsi.
Hetta varð av ongum, og
verða hesar ætlanir neyvan
tiknar framaftur fyribils. Tí
verður nú arbeitt vid eðrum
loysnum.
Ein av hesum møguligu
loysnum er ein samanlegg-
ing av øllum postvirksemi í
høvudsstadnum. Sum skilst
er mest sannlíkt, at tað
verður í IDE-húsinum, um
hetta kann fåast til keyps
fyri ein lagaligan prís.
Tað er trupult at fáa hesi
tíðindi váttað, men Gunn-
leyg Durhuus, landsarki-
tektur váttar, at hetta er ein
av fleiri møguleikum, sum
arbeitt verður við.
Loysir aðrar
trupulleikar
Flytur alt postvirksemi í
Havn niðan í IDE-húsið,
verða eisini hølistrupul-
leikar hjá øðrum almennum
stovnum loystir.
Eitt nú løgtingsskrivstov-
an leitar eftir meira plássi,
og í so máta liggur væl fyri
at hava em part av
virkseminum hjá løgtings-
skrivstovuni í gamla post-
húsinum í miðbýnum.
Bygningurin hjá frí-
merkjadeildini á Argjum er
bæði stórur og góður, so har
verða góðar umstødur hjá
ødrum almennum stovni at
húsast munandi betri enn
nú.
tór.-
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdøgrid á tlf. 18820.
Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst personlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
Posthúsið í miðbýnum til løgtingsskrivstovu, er ein møguleiki
Alt postvirksemi í IDÉ- húsið, er ein møguleiki