Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søstalurin | Z Nr. 221 — 18 NOVEMBER 1994 — Sida5 Stórur áhugi fyri álitisfólkaskeiðum Hesaferð hava 57 teknað seg til álistisfólkaskeiðið hjá Starvs- mannafelagnum. Hetta eru nógv fleiri enn vanligt. Otrygga stóðan í landinum er orsókin, heldur formaðurin Formaðurin í Starvsmanna- felagnum, Jákup Daniel- sen, skal leita leingi aftur í felagssøguna at finna so stóran áhuga sum nú fyri álitisfólkaskeiðum. Jákup Danielsen sigur, at einki óvanligt hevur verið at eini fimm fólk hava teknað seg á tílíkt skeið, men hesaferð eru tey ikki færri enn 57, sum hava teknað seg. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at orsøkin er Ótrygga stødan í samfelagnum. Limir fel- agsins vilja fegnir kenna sín sáttmála bæði væl og virði- liga og harvið hvønn rætt og hvørjar skyldur tey hava. Hesaferð hevur felagið skipað fyri hesum tríggja daga skeiði í trimum umfgr- um. Hitt seinasta byrjaði í gjár. Starvsmannafelagsfor- maðurin sigur, at Otrygga stødan hevur eisini vid sær, at tað er næstan ikki dagur, at fólk, sum standa uttan fyri fakfelagið, koma og biðja um limaskap. Sett pengar av Starvsmannafelagið hevur annars ætlanir um fleiri ymisk skeið fyri limir sínar. Millum annað hevur Starvs- mannafelagið eisini sett eina hálva millión av í sam- band við eftirútbúgvingar- skeið og onnur líknandi tiltøk. Og tað er millum annað tað, felagið herfyri setti nýtt starvsfólk at taka sær av. Tað er Súsanna Nolsøe sum leggur skeiðini til rættis og tekur sær annars av ymiskum viðurskiftum í samband við samskifti við limirnar. Blaðið kemur útaftur Nú er nakað sidani at Starvsblaðið kom út, men ætlanin er at fáa liv í tað aftur. Ætlanin er at geva seks blød út um árið. Tey eru nú við at leggja síðstu hond á blaðið sum kemur út í næsta mánað. tór.- Súsanna Nolsøe er sett at taka sær av ymiskum viður skiftum í samband við samskifti við limirnar. Mynd: Kalmar AG Nýliga varð reinsiverk sett upp í Havnardali, men nú má eisini nakað gerast við vatntrýstið, sigur Viggo Christiansen, høgrumegin á myndini. Mynd: Kalmar Vatnið rann av 4. hædd — men skjótt varð atborið, so skaðin gjørdist ikki so stórur á hotellið Nakrir vatnskadar vóru í Havn seinrapartin miku- dagin. Nakrir vatnskaðar hendu í niðara parti í Tréndargøtu, nakað av skaða var úti á Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 14.30—7.00 á morgni. Reyni og á Hotel Hafniu fór eitt rør á fjórðu hædd. Johan Restorff, hotell- stjóri sigur, at hol kom á eitt vatnrør í gamla partinum av hotellinum uppi á fjordu hædd, so vatnið rann niður í kjallaran, men so mikið skjótt varð funnið fram til brekid, at tað varð bølt áðrenn tan stóri skaðin stóðst av tí. Okkurt loftið skal umvæl- ast umframt nakað av smáskaða, men hetta darvar ikki virkseminum hjá hotellinum, sigur Johan Restorff. Eisini býráðsskrivstovan á Vaglinum kendi sviðan av brekinum hjá kommunala vatnverkinum. Har fór eitt rør í kjallaranum, men stórvegis skaði hendi ikki. tór.- Ein ventilur var orsøkin Vatnverkið arbeiðir við at seta eina trýst- minkingarstóð upp aftrat so vandin, at tílíkt ikki hendir aftur, verður minni. Orsøkin til vatnskaðan i Havn mikudagin var, at ólag var á einum ventili í trystminkingarstødini, sum stendur beint heimanfyri Vesturkirkjuna. Hetta gjørdi, at ein partur av býnum fekk alt ov stórt trýst á vatninum. Umleið tríggjar ferðir so stórt sum vanligt. Vatnbrunnurin í Havnar- dali liggur 150 metrar omanfyri havið, og tí er trýstið á vatninum, tá tað kemur heim í býin, rættiliga stór. Og tað er eisini orsøkin til, at sokallad trystminkingarstød er sett upp. ; Viggo Christiansen frá Vatnverkinum sigur, at bert ein tílík trýstminkingarstøð er í samband við brunnin í Havnardali, og tí er eisini ynskiligt at fáa eina tílíka aftrat. Helst nakað uttarlaga á Landavegnum, og hetta arbeiðir vatnverkið nú við. Havnardalur letur stórt sæð vatn til allan vesturbýin, sum er umleið ein tridingur av samlaðu vatnnýtsluni í Havn. Betri trygd eystanfyri Tey, sum fáa vatn úr Vill- ingardali,- eystur- og norðurbýur, eru í so máta betri tryggjaði, tí í samband við vatni úr Villingardali eru fleiri trystminkingar- stødir. tór.- Vit gera gamla gólvið sum nýtt Tórshavn givin. Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Ókeypis tilboð og vegleiding verða 2 Fax. 18809 ...