Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið €0 Nr. 221 — 18. NOVEMBER 1994 Sida 7 Magnus Møller, åkæri: Tilvildarliga valdur dagur Tiltakið vid handtøkunum og húsarannsóknunum hevði als einki vid samrådingarnar i Keypmannahavn at gera, sigur åkæru- valdid Akæruvaldid hevur leingi ætlað tiltakið, ið byrjaði mikumorgunin, við at taka nakrar menn og gera húsa- rannsóknir viðvíkjandi skipabygging í Føroyum i 80-årunum. Longu seinast í septem- ber mánaði avgjørdi Føroya Rættur at geva politinum loyvi til húsarannsóknirnar, men tað lá ikki fyri fyrr enn nú, sigur Magnus Møller. Hann afturvisir, at tiltakið hevði nakað samband við, at samráðingamar í Keyp- mannahavn byrjaði dagin eftir. - Um vit so høvdu ætlað, atbæð: skuldu henda í senn, hevði tað ikki borið til at lagt tað so til rættis, tí líka sum samráðingarnar hava verið útsettar, hevur okkara tiltak eisini verið útsett fleiri ferðir, sigur Magnus Møller. Tað kravdi ikki sørt av planlegging, tí veljast skuldi ein dagur, tá tað lá FF Nøgdirnar av pappírum eru stórar, og tað fer at taka sína tíð at kanna oll skjølini fyri hjá øllum hesum politi- stunum, ið skuldu vera leysir av ðrum arbeiði. Og teir luttakandi poli- tistarnir eru mangir. Ferða- liðiðhjáríkispolitinum hev- ur í longri tíð havt tveir mans her, og nú eru komnir fimtan aftrat. Haraftrat hava 45-50 luttikid i arbeiðinum. Eisini hava politistar í Dan- mark og Grønlandi arbeitt vid målinum. randi um tey skip, sum politiid kannar, og sum sakarmál kanska einaferð verður um Tórur Johannessen á Sandi fekk vitjan: Teir foru heilt á ovasta loft — Men hevur politiið úrskurð frá rættinum so hava teir rætt at kanna hús og tað seti eg meg ikki ímóti, sigur hann Tórur Johannessen varð ikki sørt bilsin, tá hann fekk vitjan av politinum millum klokkan tvey og trý miku- dagin. — Tað bankaði uppá og sonurin fór út av vita hver var. Hann kom innaftur og segði, at triggir manns vildu tosað við meg. Eg fór út í gongina og siggi triggjar manns, ein sivilur bilur stendur fyri uttanfyri. Tann eina kendi eg beinanvegin, hann hevði verið politistur í Sandoynni fyrr. Hinar kendi eg ikki, annar av hes- um var dani, sigur Tórur Jo- hannessen. — Teir søgdu ørindini og eg bjóðaði teimum innar. Talan var um hampamenn og teir spurdu meg um eg vildi samstarva. Vildi eg ikki, so greiddi teir mær frá hvønn rætt teir høvdu. Eg hevði einki í móti at hjálpa teimum , helt ikki, at eg hevði nakað at fjala úyvir, sigur Tórur Johannesen. — Teir fóru síðan at kanna ringbindini á skrivstovu mini, har finnast øll pappír til mítt virksemi. Teir vóru inni hjá mær í tríggjar tímar, teir kannaðu hvønn krók, inn í kømurini og niður í kjallaran, enntá uppá ovasta loft, sigur Tórur Johannes- sen. - Teir vildu hava skjól við sær, men fyrst treytaði eg mær at teir skrivaðu undir uppá hvørji skjól teir fóru avstað við. Sum sagt, talan var um hampamenn, sum gjørdu sína skyldu, sigur Tórur Johannessen. Orsøkin til at politið vitjaði Tóra, er at hann hevur havt við dalstrolarar- nar at gera. Teir vóru bygdir seinast í åttatiårunum og fyrst í nitiårunum og stóra politikanningin mikudagin snúði seg um skipabygging í åttatiårunum. jústinus Politið stríðist vid at skipa tey mongu ringbindini, ið eru funnin undir + húsarannsóknunum, ella eru fingin frå monnunum, sum einki høvdu ímóti at lata tey frá sær Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju: Eg vil hava skjølini aftur — Teir fóru avstað vid so nógvum skjólum, at vit fáa ikki arbeitt, eg havi ringt og sagt, at eg vil hava skjólini aftur, annars mungi vit »lukka shoppina«, sigur hann Stóra húsarannsóknin kring landið mikudagin fevndi eisini um skipasmiðjuna í Havn. Stjórin Poul Mohr var ikki serliga bilsin yvir vitjanina. — Undir rættarmálinum um Heygadrang, at teir skuldu kanna Klettarnar og eina rúgvu av ødrum skip- um. Hetta er tað sum hendi mikudagin, sigur Poul Mohr. — Teir hava fingið tað teir vilja hava. Teir fóru avstað við so nógvum skjølum, at eg havi ringt til teir í morg- un og sagt, ateg vil hava tey aftur, annars mugu vit >lukka shoppina<. Teir eru farnir við skjølum heilt upp til 1994 og genturnar sita hendur í favn, tær fáa einki gjør. Vit fáa ikki gjørt MVG rokniskap ella nakað annað. Okkara menn eru farnir niðan á Háls eftir teimum neyðugastu skjøl- unum í morgun. Vit vilja hava skjólini aftur fyri 1993/94. Vitfáa ikki arbeitt uttan fakturar, segði Poul Mohr fyrrapartin í gjár. Tað ljóðaði at politistar- nir høvdu verið so gram- mir, at teir eisini vóru farn- ir við tómum ringbindum? — Tað hoyrist so nógv, tað er ikki alt sum ein skal lurta eftir, sigur Poul Mohr. — Hendan mistonkilig- eranin av Skipasmiðjuni í jølmidlunum er troyttandi, eg veit ikki um ætlanin er at fåa spakan undir skipa- smidjuna. — Fólk vilja síggja blóð i dag. Ella, sum tað verður tíkið til í kvæðnum um >Tólvjavningar<. »Vilstir vóru tólvjavningar, hver mót ødrum sló.< Hetta er júst tað sum hendir í dag, sigur Poul Mohr. Hvussu nógvir politistar vóru og vitjaðu tykkum mikudagin? — Eg haldi at einir fýra vóru á skrivstovuni, onkur kom at hjálpa til við at bera jústinus Myndir: Kalmar