Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 221 — 18. NOVEMBER 1994 Jógvan Adolf Johannessen Als ikki hóttur við hondjørnum — At politiið gjørdi húsarannsókn var i lagi, men tíðindini í sjónvarpinum um at eg var hóttur við hondjórnum er heilt burturvið, sigur hann Um hålvgum tiggjutidina mikumorgunin komu tveir politistar i skúlagarðin i Skopun og spurdu eftir Jégvan Adolf Johannesen, fyrstalærara i Skopum og tingmaður fyri Sandoynna. Jógvan Adolf var at hitta og politistarnir vístu honum einn rættarúrskurð, sum heimilaði teimum at gera húsarannsókn heima hjá honum í samband við bygg- ingina av Klettunum. — Politistarnir vóru fólka- ligir og eg visti hvønn myndugleikateir høvdu við einum rættarúrskurði. Eg koyrdi tí heim, teir fylgdu við í sínum bili og teir sluppu at kanna tað teir ynsktu, sigur Jógvan Adolf Johannesen. — Ti gjørdist er rættuliga heitur um oyruni tå eg hoyrdi í sjónvarpinum um kveldið, at eg var hóttur við hondjórnum, um eg ikki vildi samarbeiða. Hetta er heilt burturvið og eg kenni tað sum eitt sniðálop, sigur hann. — Sjónvarpið nýtti høvi at seta myndakikaran á Klett- arnar, tá teir umrøddu mín persón. Trolaramir sóu snotiligir út. Men eg haldi tað vera lagið bert at nevna Klettarnar og okkum aftan- fyri, tá politið mikudagin hevði gjørt húsarannsókn hjáhundraðtals øðrum fólk- um, sigur Jógvan Adolf Johannesen. — Sjálvsagt kendist tað ikki væl at verða noyddur úr skúlanum og heim, meðan børnini sóu, men tað kann eg liva við. Beinleiðis lygnirnar í sjónvarpstíðind- unum um, at eg var hóttur við hondjórnum er nakað heilt annað, sigur Jógvan Adolf Johannesen. — Annars haldi at árásin hjá politinum neyvan heilt av ulvild fellur saman við samráðingunum hjá lands- stýrinum í Danmark. Hetta særnæstan út sum ein roynd atleggja fót fyri samráðing- arnar, sigur Jógvan Adolf Johannessen. jústinus Ákærin: Tíðindablaðið CH) Teir vórðu meldaðir - Tá teir ákærdu í Heygadrangsmálinum ferð eftir ferð nevndu onnur skipamál, tóku vit tað sum, at teir vórðu meldaðir, sigur Magnus Møller Tað kom óvart á øll, at poli- tid mikumorgunin slerdi til og fór út at handtaka menn og byrjaði at gera húsarann- sóknir. Einki óvanligt er í at gera slíkt, heldur Magnus Møll- er. Tað kundi verið gjørt fyrr, men kanningararbeið- ið hjá politinum hevur verið so drúgt, tí nógv er at ganga ígjógnum. Nú var so tíðin búgvin. Enn er ov tíðliga at siga, um handtøkurnar mikudag- in og allar húsarannsókn- irnar skuldu skiljast sum, at fleiri ákærur verða reistar um svik í sambandi Við fígging av skipum, bygd í Føroyum í 80-årunum. Kanna fyrst - Ni fara vit fyrst at ganga igjøgnum avhoyringarnar og skjølini, vit hava fingid, og so fåa vit at siggja, um grundarlag er fyri at reisa nýggjar ákærur, sigur Magnus Møller. Hann vil ikki siga, hvørjir vórðu handtiknir, hvar húsarannsóknir vórðu - og verða gjørdar - og hverjir bara vórðu bidnir um at útflýggja skjól. Hetta tiltakið hevur einki við Skálafjalsmálið at gera. Tað er ikki teimum skjøl- unum, leitað nú verður eftir. Magnus Møller sigur, at politiið fekk áhuga fyri ødrum skipamålum, tí undir avhoyringunum í Heyga- drangsmálinum nevndu teir ákærdu fleiri ferðir onnur skip. Tað tulkaði politiid sum, at teir ákærdu meld- aðu hinar, sum politiið nú also tosar nærri við. Sluppu út aftur 10-12 mans vórðu hand- tiknir. Allir sluppu tó út aftur sama dag. Eingin noyddist at gista á politi- stød. Politi i Danmark og i Grønlandi hevur arbeitt å sama máta sum politiid her vid at avhoyra og leita eftir skjølum. Tad hevur alt sam- band vid skipamål i Før- oyum, og sum skilst snyr tad seg um menn, sum hava havt við skipamål i Før- oyum at gera, men sum av eini ella adrari orsøk ikki búgva í Føroyum longur. 130-150 húsarannsóknir Teir handtiknu, og teir, sum bidnir verða um at útflýggja skjól, eru reidarar, advokat- ar, skipsmeklarar, onkur fyrrverandi = skipasmiðju- stjóri, grannskoðarar, ráð- gevar 0.0. Politiið hevði frá rættinum fingið loyvi til at gera onkrastaðni millum 130 og 150 húsarannsóknir. Í nógvum fórum vórðu menninir bara bidnir um at útflýggja skjól, og politiið fór ikki sjálvt inn at leita. Sum skilst verða íkki fleiri handtiknir nú, men husarannsøknimar halda fram, eisini og fleiri enn verða bidnir um at útflýggja skjól. Duga ikki foroyskt Donsku og føroysku po- litistarnir arbeiða saman. Í nógvum fórum kunnu donsku politistamir íkki fara út einsamallir, tí teir eru ikki staðkendir, og haraftrat duga teir ikki at lesa skjøl- ini, teir fáa í hendurnar, ti teir duga ikki føroyskt. randi Lagnudagarnir 16. og 17 november: Av tilvild: Politi- rannsókn og sam- ráðing dag um dag? Mong halda tað vera løgid, at danska ákæruvaldið lat fremja húsarannsókn í Fóroyum dagin fyri, at fóroyingar fóru undir samráðingar við donsku stjórnina í Keypmannahavn Tíðindini um stóru stóru húsarannsóknina hava fingið mangan mann og kvinnu at spyrja og gita, hví hetta hendir júst dagin fyri, at landsstýrið fór undir sam- ráðingar í Keypmanna- havn. Nógv fólk hava ringt til Sosialin og spurt, hví hesi bæði tingini fella saman. Í aðrari grein í blaðnum sigur politivaldið, at hetta er heilt av tilvild. Sosialurin hevur annars fingid upplyst frå keldu i Danmark, at avgerdin um nær umrødda húsarann- sókn skuldi gerast, varð tíkin bert tiggjar dagar eftir, at landsstýrið og danska stjórnin samdustum dagin fyri samráðingunum. navnagivna kelda ovk- ara sigur, at landsstyrid og danska stjórnin tann 20. oktober gjørdu av, at samráðingarnar skuldu vera 17. november. Tríggjar dagar seinni, tvs. tann 23. oktober gjørdi poliumyndugleikin av, at húsarannsóknin skuldi vera 16.november tvs. dagin fyri samráðingarnar í Keyp- mannahavn. Spurt verður nú, hvussu tað ber til, at tað slíkar "bumbur" bresta nærum hverja ferð føroyingar fara til Danmarkar at samráðast. Ta einu ferðina var tað bjargingin av bankunum, eina aðru ferðina var tað afturlatingin av einum banka, sum komu beint um sama mundið sum sam- ráðingar skuldu vera við stjórnina. Sosialurin hevur roynt at fáa tíðindini váttað ella avsannað, men tað hevur ikki eydnast okkum. Einki við hvort annað at gera Vit hava tosað við ein sakførara, sum heldur tað vera heilt burturvið at tengja avgerðina um politirannsókn við samráðingarnar í Danmark. Akæruvaldið og politiska valdið hava einki við hvort annað at gera. Tað vildi verið heilt óhugsandi, at ákærimyndugleikin lat seg diktera ella åvirka av, hvat politiska valdið nú einafereð ynskir ella heldur. Eg dugi heldur íkki at ímynda mær, at ein donsk stjórn skuldi havt nakran áhuga í at blanda hesi lingini saman, ti tey hava einki við hvort annað at gera sigur sakførarin við Sosialin. jan