fríggjadagur 18. november 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 221 — 18.NOVEMBER 1994 Sida9
Barnalotan
Barnaløtan vitjar í kvøld Bjarna, sum er 6
ár. Á páskum var hann í Disney World í
Florida og sá tær kendu Disney-verurnar.
Haðani skulu vit eisini síggja brot úr Sea
World við m.ø. delfinum og bóghvítuhval-
um.
Og søgan i kvøld er um tvær gentur, sum
hitta ein løgnan mann, sum eigur ein
skógvahandil, men kanska er hann ikki so
løgin kortini...
riggjakvøldi
Morgindagsins
genta
— 1:12
Spenningsrød fyri børn.
Jenny er komin vid vinkonu sini fram til
ár 3000, har tað eydnast Silverthorne at
lumpa øll, soleiðis at hann kann stjala
tíðarhylkið og taka báðar genturnar fangar
fyri at føra tær aftur til ta harðligastu tíð av
øllum.
kl. 19.25:
Friggjakvøldid kl. 20.35:
Veitst tu, at…
Vit siggja kaviarin, lika frå ti, at teir taka
styrjuna i Volga, til hann verdur lagdur i
dós. Harumframt verður nakað um lukti-
sansin hjá slangum og um fuglar, ið bera
upp benarorð.
Columbo órar ilt, tá ein deyðsvanlukka
hendir í eini hernaðarlegu. Og hvat gjørdi
unga kona generalin ta náttina saman við
Brailie obersti?
Báðar vilja hava hann
Friggjakvøldid kl. 23.05;
Tað, allar kvinnur
eiga at vita um
ótrúskap - 2:3
Rose hevur altíð verið ímóti ótrúskapi. Men
nú hevur hon hitt Paul, sum er giftur, og hon
hevur avtalaat fara við honum á vikuskiftis-
túr til París.
Leygardagin kl. 17.10:
Kaðal & Trådur
Super-plugged live konsert við Psyched
Up Janis. Meira ráum og ektaðum rocki
skal leitast leingi eftir.
Leygarkvøldid kl. 21.35:
Stella
Am. filmur frå 1990. Servitrisan Stella
(Bette Midler) fær dóttrina Jenny, sum
læknin Stephen er pápi at. Stella vil ala
dóttrina upp einsamgll, og hon offrar alt fyri
hana. Men tá ið Jenny verður stórri, vil hon
fegin hitta pápa sín.
Leygarkvøldid kl. 23.10;
Monster - 1:4
Tann sonevnda fertilitetsklinikkin hjå Dr.
Jenner liggur langt burtur frå øllum. Har er
bara ein sjúklingur. Tann nýggja sjúkra-
systirin sleppur als ikki inn á summar stov-
ur. Har hendir okkurt, ið ikki tolir dagsins
ljós.
Sunnudagin kl. 14.55;
Sally og hennara
bizniz
Danskur filmur frá 1988. Sally er ein fram-
fýsin genta, sum stendur fyri innsavningini
Jane Egge:tsen sum Sally
Jane Eggertsen, Flemming Jørgensen
0.0.
av tómum fløskum og sigarettstubbum í
eigindóminum, har hon býr, og hon stýrir
fyritøkuni við harðari hond. Man hon hava
nakrar veikleikar yvirhøvur?
Sunnukvøldid kl. 18.10:
Otto Brandenburg
Ein túrur í urtagarðinum saman við musik-
aranum, sangaranum og sjónleikaranum
Otto Brandenburg.
Sunnukvøldid kl. 19.10;
Við Gudi til Gulag
Tann svenski hvitusunnupresturin Per Arne
Evensen heldur, at Guds orð skal røkka
nógv longur — tí ferðast hann til fongsul í
Uralfjøllunum, sum Solsjenitsyn kallaði
Gulag.
Moskvakorrespondenturin hjá SVTI,
Elisabeth Hedborg, hevur verið við prestin-
um í hesum toystarleysu fangalegum og
sígur frá, hvussu Guds orð kann åvirka
vandamiklar brotsmenn.
Sunnukvøldid kl. 20.25:
Bókakassin
verður um føroyskar nútíðarbókmentir og
umstødurnar hjá rithøvundum yvirhøvur.
Sendingin verdur skipad sum eitt ordaskifti
um evnið.
Vår i Olavsstovu hevur formannin i rit-
høvundafelagnum, Hedin Klein, og bók-
mentafrødingin, Turið Sigurðardóttir, i
sjónvarpsstovuni.
Sunnukveldið kl. 21.00;
Joanna og hennara
klóvningar — 1:2
>Svartur<, skemtiligur spenningsfilmur
eftir metseljaraskaldsøguni hjá Fay Weldon
um ta vøkru Joannu May og hennara verð
við framtíðarteknologi, litskapum og
ódeyðiligum kærleika.
Tann vakra, múgvandi Joanna May er
miðskeiðis í fjørutunum og letst liva eitt
sorgleystlív. Men í veruleikanum er tað ikki
soleiðis. Aldurin er farin at merkja hana, og
tað sum verri er, maðurin hevur funnið sær
eina unga elskarinnu. Men byrjanin til
henda neyðars standin liggur 10 ár afturi í
tíðini, tá ið Carl fann útav, at Joanna hevði
ein elskara. Hann straffaði hana og elskaran
harðliga, men hevndina goymdi hann.
Sunnukvøldid kl. 22.20:
Fortuna - 6:6
Eftirat Carsten Løvdahler farin á húsagang,
hevur presturin fingið fastatøkur á bygdini.
At dansa og stuttleika sær er synd. Gøturnar
eru fólkatómar um kveldið. Abraham Løv-
dahl og vinir hansara ætla sær at halda jóan-
søkuveitslu og øll gleða seg — men óvæntað
kemur prestur heim av eini ferð.
Tyskvøldio kl. 21.55;
Andlit
Am. filmur frå 1968. Filmur av John Cassa-
vetes um Richard og Mariu, sum hava verið
gift í eini tólv år og nú eru í eini ålvarsligari
hjúnalagskreppu. Vit fylgja parinum í eitt
samdøgur. Richard hevur mett einari
skøkju, sum kanska kanska kann geva
honum tað, hann saknar, og Maria fer í býin
saman við vinkonunum og hittir ein gigolo.
Filmurin, ið verður hildin at vera ein av
hornasteinunum í amerikanskari filmslist,
vísir einsemi hjá menniskjum og hvussu illa
tey duga at kommunikera.
Mikukvøldid kl. 19.00;
Dinosaurarnir
Nyggir partar i amerikansku skemtirødini
um familjulív fyri 60 milliónum árum
síðani.
Mikukvøldid kl. 19.25:
Barnadeildin — 2:11
Barnadeildin
Ókendi pápi Devu er horvin, og Liam sigur
seg hava skyldina av bilvanlukkuni. Sam-
stundis uppdagar Cal, at Bev tekur speed.