fríggjadagur 18. november 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Jan Allan:
Munurin á
okkum og
finnunum
var Jari
Litmanen
Ein av føroysku spæl-
arunum, id mikukvøld-
ið fekk tann ivasama
heiður at brenna stóran
málkjans, var Jan Allan
Miiller.
- Eg fekk bóltin frá
Toda inni í brotsteigin-
um hjá finnum, og so
smekkaði eg til beinan-
vegin. Men tíverri fór
bólturin hasar tveir ella
tríggjar sentimetrarnar
við síðuna av, sigur Jan
Allan við Sosialin.
— Tá tú fært ein kjans
at skjóta inni í teirra
brotsteigi, er einki at
bíða eftir — tá skal tað
vera fyrstu ferð. Sum
oftast angrar tú tað bara
aftaná, um tú ikki gert
tað, tí stundir eru ikki til
at hugsa so nógv um,
hvussu tú skalt gera. Tá
ræður fyrst og fremst
um at gera so skjótt av,
at mótstgðumenninir
ikki fáa gjørt nakað við
bóltin áðrenn tú.
Jan Allan er annars
sannførdur um, at tað
bert var Jari Litmanen
fyri at takka, at finn-
amir fingu ein so stóran
sigur burtur úr hesum
dystinum.
— Hann var snøgt sagt
munurin á liðunum, og
uttan hann høvdu finn-
amir ikki vunnið dyst-
in. Eg vil siga, at hann
hevur sama tydning
fyri finska liðið, sum
Procinecki hevði fyri
tað jugoslaviska, tá vit
taptu 7-0 niðri í Beo-
gradásinni, sigur hann.
— Hann gevur finnun-
um tað sjálvsálitið, ið
skal til, og við sínumn
sendingum og spæli ål-
aði hann verju okkara
sundur. Hann fór aftur á
vøllin eftir bóltinum,
spældi ein annan við-
spælara og fann sær so
eitt hol at fara í, so hann
kundi taka ímóti aftur.
Undan dystinum tos-
aði Jan Allan við Lit-
manen, ið hevði heilsan
at bera frá Marc Over-
mars, ið eisini spælir
Overmars og Jan Allan
eru gamlir kenningar
frá Go Ahead Eagle.
Annars er Jan Allan
samdur við fleiri av
hinum í, at formurin hjá
fleiri av føroyingunum
ikki er nóg góður.
— Tað má ein sjálvur
gera nakað við. Tað ber
jú altíð til at renna, sig-
ur hann. hj.
Nr. 221 — 18.NOVEMBER 1994
Tíðindablaðið (57,
Onnur stortap í Europa mikukvoldið
Tá føroysku útisetarnir aftur mýta upp
í donsku feløgum sínum í dag, nýtist
teimum ikki at koma við niðurboygd-
um ryggi — danir kláraðu seg ikki petti
frægari í sínum dysti mikukvøldid.
Niðri í Sevilla varð danska landslið-
ið enn einaferð eyðmýkt av spaniól-
um, ið hesaferð vunnu sera sannfør-
andi við trimum málum — 3-0 endaði
dysturin. Tá danir hava hug at javn-
meta seg við spaniólar, má hetta met-
ast sum eitt ordans skrædl og stórtap
fyri danir, ið tó illa ræðast spaniólar.
Eisini aðrir dystir í EM-undankapp-
ingini endaði mikukvøldid við stórum
tólum: Norðmenn vunnu 4-0 á útivelli
móti Hvítaruslandi, Írland vann 4-0 á
Norðurírlandi í Belfast, Wales tapti
eisini 5-0 móti Georgia á útivelli.
Í okkara bólki spældi Skotland og
Rusland javnleik 1-1 á Hampden Park
í Glasgow og Grikkaland vann heima
2-0 á San Marino — væl klárað av ein-
um av okkara javnlíkum! hj.
Allan Simonsen, landsliðs-
venjari: >Át vit eru á rættari
leið, ivist eg onga løtu í. Tad
vísir seg eisini, at vit eru før-
ir fyri at skapa fleiri 100%
kjansir í hvørjum dysti, men
at vit ikki eru nóg hepnir at
fáa nakað burtur úr teimum.
Ein vakran dag gongur alt
upp í eina hægri eind. Tí ivist
A
ALLAN SIMONSEN, landsliðsvenjari:
eg ikki i.«
Savnsmynd: Kalmar
- Ein vakran dag gongur
alt upp í eina hægri eind
— At vit framhaldandi skapa fleiri 100% málkjansir sigur mær, at vit eru á rættari leið,
og vit arbeiða eisini við at fáa sett prikkin yvir i ið, sigur landsliðsvenjarin. — Hóvdu vit
hesaferð fingið mál beinanvegin og havt allar ellivu menninar á vøllinum, kenni eg
meg sannførdan um, at vit høvdu verið fórir fyri at skapt enn fleiri kjansir, enn vit
Mikukvøldid spældi før-
oyska landslidid sin tridja
dyst í EM-undankappingini
undir leiðslu av Allani Si-
monsen — og enn einaferð lá
landsliðið eftirá við tapi.
Kortini er Allan Simon-
sen ikki mótfallin, tá vit eft-
ir dystin hava hann í tele-
fonini av Hotel Dipoli í Hel-
sinki:
— At vit eru á rættari leið,
ivisteg onga løtu í. Tað vísir
seg eisini, at vit eru førir fyri
at skapa fleiri 100% kjansir
í hvørjum dysti, men at vit
ikki eru nóg hepnir at fáa
nakað burturúr teimum, sig-
ur landsliðsvenjarin.
— Hesin dysturin var ein
rein endurtøka av dystinum
móti Skotlandi. Aftur hesa-
ferð eydnaðist okkum at fáa
tríggjar kjansir, har menn
gerast púra einsamallir við
málverjanum hjá okkara
måtstødulidi, men uttan at
teir tó fáa mál.
Allan Simonsen sigur, at
tað í øllum trimum dystun-
um er eydnast at koma til
hesar kjansirnar, men at lið-
ið líkasum hevur eftir at fáa
sett prikkin yvir i'ið:
— Hesum arbeiða vit stød-
ugt við, og eg trúgvi eisirð,
at við tí, mínir menn hava
víst í hesum trimum dystun-
um, so eydnast tað fyrr ella
seinni hjá okkum. Ein vakr-
an dag gongur alt upp í eina
hægri eind. Tí ivist eg ikki i.
Fyrst og fremst tvær
orsøkir til tapið
Landsliðsvenjarin sigur,
at orsøkirnar til tapið móti
Finlandi mikukvøldid fyrst
og fremst vóru tvær — vant-
andi kondition og tað, at
Tummas Eli Hansen varð
útvístur mestsum beinan-
vegin í seinna hálvleiki.
— At landskappingin varð
liðug fyri tveimum mánað-
um síðani, og at menn ikki
eru í dystarvenjing, sæst
aftur í einum dysti sum hes-
um. Og tá teir so gerast við
undirluta, av ti at hitt liðið er
mannað vid ellivu monn-
um, meðan okkara bert hev-
ur tíggju, ger tað uppgávuna
so mikið torførari at loysa,
sigur hann.
Allan Simonsen vísir á, at
dysturin annars byrjaði so
sera væl, og at serliga fyrsti
hálvi tímin var serstakliga
góður, har føroyska lands-
liðið hevði kjansir at leggja
seg á odda, áðrenn finnarnir
nakrantíð fingu mál.
— Men sum ikki einaferð,
so bar tað altso bara ikki til
hjá okkum at fáa útnyttað
kjansimar, vit fingu. Er eri
sannførdur um, at um vit
fingu mál upp á tann fyrsta
kjansin, ið var longu heilt
tíðliga í dystinum og har
komu á odda 1-0, høvdu vit
eisini megnað at skapt fleiri
kjansir, enn vit gjørdu. Tá
hevði dysturin verið ein
heilt annar, enn hann gjørd-
ist, sigur landsliðsvenjarin.
— Vit høvdu nøkur sera
góð skjótálop í dystinum,
har alt gekk, sum tað skuldi
— bara uttan at bólturin fór
inn. Men tá útvísingin kom,
skrædnaði alt, so ikki bar til
at fáa spælt tað spælið, vit
høvdu ætlað okkum. At vit
so eisini góvu finnum trý av
teimum fimm málunum,
ger tað ikki frægari.
Frí frá fótbóltinum
í tveir mánaðir
Komandi tveir mánað-
imar fara Allan Simonsen
og allir landsliðsspælar-
arnir at hava frí frá fótbólti,
men so skjótt sum felggini
eru farin í gongd aftur, fer
landsliðið eisini undir at
fyrireika seg til komandi
árið, ið hevur nógvar dystir
á skránni í EM-undankapp-
ingini.
-Núskulu menninir hvíla
seg og royna at sleppa av vid
skaðar og annað — onkur
kanska noyðist undir skurð
— men so koma vit eisini aft-
ur »med brask og bram«,
sum Allan Simonsen tekur
til at enda í stuttu telefon-
samrøduni år Finlandi.
Føroysku spælaramir eru
longu leysir av fótbóltinum,
tí landskappingini fyri lang-
ari tíð síðani er liðug, meðan
útisetarnir enn hava tvey
umfør eftir, áðrenn teir fáa
kjans at hugsa um okkurt
annað enn fótbólt.
Leygardagin skal FSF
tosa vid feløgini um kapp-
ingina, ið farin er aftur um
bak. Oivad verdur tad eisini
komið inná, hvussu lands-
kappingin kann gerast betri
og meira tíðarhóskandi, tá
hugsað verður um krgvini,
ið sett verða teimum, ið eru
við á landsliðnum.
hj.
Formurin
ov vána-
ligur hjá
fleiri av
okkum -
tað kost-
ar i so-
vorðnum
dystum
Aftaná at landskapp-
ingin er liðug, ber ikki
til at setast hendur í
favn og halda, at ein
er í nóg góðum formi
til at spæla kreyjandi
landsdystir.
Hetta er ein saman-
kóking av tí, Todi Jóns-
son hevði upp á hjarta
eftir dystin í Helsinki
mikukvøldid, har før-
oyska landsliðið tapti
5-0 móti finska lands-
liðnum.
— Serliga aftaná at
Tummas Eli var farin
av vellinum, gjørdist
tað tydiligt, at tað vóru
ov nógvir av okkum, ið
ikki orkaðu at geva tað,
ið skal til í einum so-
vorðnum dysti, sigur
Todi.
— Tað var ov tydiligt,
at fleiri av monnunum
nú tveir mánaðir aftan á
landskappingina ikki
eru í nóg góðum formi,
og tað ber ikki til, tá so
nógv er upp á spæl sum
í hesi EM-undankapp-
ingini. Her er neyðugt
at gera nakað við hug-
burðin, tí hann er ikki
tann rætti heima í Før-
oyum.
Todi vísir á, at um ein
spælari fer út at renna
eitt heilt vanligt sunnu-
kveld, so fara fólk at
tosa um persónin. við
vendingum sum >Hvat
heldur hann seg vera?<
— Hetta má broytast,
um menn av álvara ætla
at vera við í hesum al-
tjóða dystunum, ið seta
krøv til spælaramar,
sigur Todi.
- Onkur kanska held-
ur, at tad er lætt hjå mær
at siga, av ti at eg venji
hvønn einasta dag, men
tað er ikki bara tað. Tað
vísir seg bara, at spæl-
ararnir sjálvir noyðast
at gera nakað við form-
in, tí tað er eingin, ið
kann gera tað fyri teir.
Todi heldur annars
ikki, at hetta var hans-
ara besti dystur, men tó
er hann nøgdur: — Tvey
upplegg i einum dysti
man vera á eini leið.
hj.