fríggjadagur 18. november 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 221 — 18.NOVEMBER 1994 Síða 15
Kurt:
Teimum persónligu
mistøkunum kunnu
vit arbeiða við
Kurt Mørkøre kom í dystin-
um móti Finlandi aftur at
spæla sum forstoppari ella í
hvussu er á einum meira
verjukendum plåssi, enn tí á
miðjuni, ið hann hevði móti
Skotlandi.
Orsøkin var tann, at finn-
arnir satsaðu í dystinum og
spældu við trimum monn-
um frammi. Men tá Tumm-
as Eli Hansen fekk reyða
kortið, fór Kurt á hansara
pláss — uppaftur meira sum
verjuspælari.
Heldur íkki Kurt, iðer ein
av teimum á landsliðnum,
ið hevur spælt flestar dystir,
helt finnarnar vera serliga
góðar:
— Eg vil siga, at vit í fyrra
hálvleiki heldur vóru betur
enn finnamir, men at vit
ikki blivu sama liðið, tá vit
fingu eina mannin útvístan,
sigur hann.
— Men hóast vit nú taptu
við fimm málum, so ivisteg
ikki í, at vit komandi ár fara
at fáa okkurt stigið, um vit
bert fáa stabila manning, tí
tað er einki at ivast í, at vit
kunnu nógv.
Kurt letur væl at stríðs-
andanum, ið hann heldur
var kanska enn betri enn
móti Skotlandi fyri góðum
mánaði síðani.
— Vit eru eisini nú komnir
hartil, at tað eru persónlig
mistøk, ið føra til málini hjá
mótstøðuliðnum, og tað er í
hvussu er lættari at arbeiða
við, enn tá talan er um mis-
tók hjá ollum liðinum, sigur
Kurt
Persónligum mistøkum
kunnu vit arbeiða við, með-
an tað kanskaer verri at gera
nakað við mistøkini, ið alt
liðið er um at gera. Tí havi
eg góðar vónir um, at vit
kunnu gerast enn betri, enn
viteru nú. Vithava í dag eitt
landslið, ið kann skapa úr-
slit, og eg haldi, at Allan Si-
monsen dugir væl at síggja,
hvat skal til á landsliðnum,
so tað verður so gott, sum
tað kann verða.
Sum fleiri av hinum, so er
Kurt eisini av teirri áskoð-
an, at formurin ikki var nóg
góður hjá fleiri á liðnum.
- Móti endanum sást, at
onkrir ikki orkaðu nóg væl,
og tað gongur sjálvandi út
yvir spælið hjá øllum liðn-
um, sigur hann.
— At vera við á landsliðn-
um krevur, at ein heldur seg
i hvussu er i nøkunlunda
formi alt árið. Tað er neyð-
ugt, um vit skulu klára okk-
um móti teimum liðunum,
vit skulu meta.
Eisini er Kurt Mørkøre
sannførdur um, at dysturin
hevdi endað heilt ødrvisi,
um Magni Jarnskor hevdi
fingið mål upp á tann stóra
kjansin, hann fekk tíðliga í
dysunum.
Sjálvur hevði hann eisini
ein kjans mót endanum á
dystinum, tá finski mál-
maðurin í fullari longd
noyddist at fara eftir einum
skoti frá Kurt. Tað var tað
síðsta føroyskaålopid í Hel-
sinki mikukvøldid.
hj.
Við tíggju móti ellivu gjørdist tað ov strævið i Helsinki:
| Føroyingar klaraðu
ll = =
ikki finska kuldan
Enn einaferð skapti landsliðið tríggjar 100% kjansir — men uttan at fáa mál. Og tá so
finnarnir gjørdust vid yvirlutan — tíggju móti ellivu — bar ikki til hjá føroyska lands-
lidnum at fara i ålop vid sama broddinum sum ådrenn. Hinvegin føru fimm mål inn
Tad byrjadi so væl — men
endaði so illa.
Soleiðis kann dysturin í
Helsinki mikukvøldid Giv-
ad lysast i stuttum, tå før-
oyska landsliðið var á vitj-
an hjá finska landsliðnum í
EM-undankappingini.
Fyrra hálvleik hevði tað
føroyska tamarhald á dyst-
inum — men uttan tó at fáa
nakað burtur úr teimum
kjansunum, ið enn einaferð
fullu okkum í lut — enn eina-
ferð tríggir 100% kjansir.
Tann fyrsta fekk Magni
EM-undankappingin
FINLAND-FØROYAR
å olympiska leikvøllinum i Helsinki
mikukvóldið 16. november 1994
Finland-Føroyar 5-0 (1-0)
1-0: Sumiala (37. min.)
2-0: Litmanen, br. (52. min)
3-0: Litmanen (72. min.)
4-0: Paatilainen (75. min.)
5-0): Paatileinen (84. min.)
Føroyska landsliðið: Jens Martin Knudsen
- Henning Jarnskor, Tummas Eli Hansen,
Oli Johannesen, Janus Rasmussen, Øssur
Hansen (Jens Erik Rasmussen, 76.) — Kurt
Mørkøre
Djóni N. Joensen, Todi Jónsson,
Magni Jamskor — Jan Allan Miiller
Gult kort: Kurt Mørkøre (69. min.)
Reytt kort: Tummas Eli Hansen (51. min.)
Åskodarar: uml. 2.300
i
Jamskor longu i fimta min-
utti, tå Djóni N. Joensen
legði bóltin innfyri úr høgru
síðu. Magni var staddur bert
fimm metrar frá finska mál-
inum, men í staðin fyri at
skalla bóltin við síðuna av
málverjanum — hann kundi
velja síðu sjálvur — skallaði
hann beint á málverjan, ið
óivað mundi prísa seg so
hjartanslukkuligan fyri tað.
Ein kann bert síggja fyri
sær í huganum, hvussu feg-
in gøtumadurin hevði verið
fyri hesa fødingardagsgåv-
una — hann fylti 26 ár miku-
dagin...
Fyrsta hálva tíman hevði
føroyska liðið gott spæl, og
onkur av spælarunum var
enntá av teirri áskoðan, at
tað gekst føroyska liðnum
betri enn tí finska hetta tid
arskeiðið.
Men so fingu finnar sett
hol á við einum máli, tá bert
átta minuttir restaðu av hes-
um væleydnaða føroyska
fyrra hálvleikinum. Tað var
Sumiala, ið fekk sett síðsta
fótin á til 1-0 í 37. minutti.
Umframt tann sera stóra
kjansin hjá Magna- høvdu
eisini framherjarnir Todi og
Jónsson og Jan Allan Miill-
er havt næskar royndir á
finska málið.
Men so var tað, at óeydn-
an gjørdi vart við seg, tå
Tummas Eli — í teirri trúgv,
at bólturin hevði beina kós í
føroyska málið — tók bóltin
við hondini, varð útvístur
og finnar fingu brotsspark,
ið Jari Litmanen trygt setti í
netið til 2-0.
Fyrstu løtuna aftaná sást
einki til munin á liðunum, tí
føroyingarnir nú vóru færri.
Fyrst gjørdi Todi eitt gott
trekk á midvøllinum, fyri
síðani at spæla ein skák-
søkjandi Henning Jamskor
påra leysan fyri målinum.
Men hann skjeyt beint å
finska målverjan.
Og aftur bert tveir minutt-
ir seinni fekk Jan Allan ein
stóran kjans. Enn einaferð
átti Todi uppleggið, eftir at
hava rundað ikki færri enn
tríggjar finnar. Jan Allan
royndi seg við skoti beinan-
vegin, men bólturin streyk
fram viðstongini — uttanfyri!
Tá hetta ikki bar til, so bar
so mikið betur til hjá finn-
unum, ið tríggjar ferðir aftr-
at fingu bólun í føroyska
málið — eitt nú orsakað av
misskiljingum millum før-
oysku spælararnar.
Sostatt gjørdist dysturin,
ið byrjaði so væl, til stórtap í
staðin.
Tað er tí við blandaðum
kenslum, at landsliðnum nú
verður ynskt eitt gott nýggj-
Finnarnir nógv verri
enn grikkar og skotar
Tá eitt korter var eftir av
dystinum á olympiska
leikvøllinum í Helsinki,
vard Jens Erik Rasmus-
sen skiftur inn fyri Øss
Hansen.
— Tad er altid torført at
koma inn i einum dysti,
og tá liðið, ið tå kemur
inn fyri, er aftan fyri við
fýra málum, er eisini av-
markað, hvat tú kanst
gera í eitt korter á vollin-
um, sigur Jens Erik við
Sosialin.
— At vit so aftrat vóru
tíggju móti ellivu, gjørdi
tað ikki lættari. Og fyri at
nevna alt, so kom eg inn
á plássið uttast í vinstra
borðið fyri Øss Hansen,
og er tað ikki akkuråt
har, ateg havi spælt mín-
ar bestu dystir gjøgnum
árini. Kendi meg eitt lítið
sindur skeivt fyri á vøll-
inum heilt har úti í síð-
uni, men tað råddi jú um
at gera sítt besta, og tað
royndi eg so.
Annars heldur Jens Er-
ik Rasmussen ikki nakað
serligt um finnarnar, ið
eftir hansara tykki eru
ein klassa nidan fyri
bæði grikkar og skotar,
ið føroyska landsliðið
hevur spælt ímóti í EM-
undankappingini.
- At tapa 5-0 móti ein-
um landi sum Finlandi er
einki serligt. Tað er ov
vánaligt, tí eg helt altso
ikki, atteir nyttaðu nakað
serligt, sigur Jens Erik.
— Enntá uttan at spæla
upp ul síu besta, spældi
landsliðið hjá okkum í
øllum fyrra hálvleiki fult
upp móti finnunum, so
eg haldi tað var sera
keðiligt, at vit skulu tapa
so nógv móti teimum.
Jens Erik, ið saman við
Jan Allan Miller spælir
við danska 1. deildarfel-
agnum A.C. Horsens, er
eisini sannførdur um, at
vantandi konditiónin hjá
fleiri av føroyusku spæl-
arunum var sera viðvirk-
andi til, at úrslitið gjørd-
ist so vånaligt.
— Tá konditiónin fór at
ganga undan hjá fleiri av
okkara monnum, gjørd-
ist tað jú lættari hjá finn-
unum, og tað var eisini
tá, at teir skoraðu tey
flestu av málunum, sigur
hann.
— At teir so eisini fingu
eitt mál í fyrra hálvleiki,
gjørdi at teir komu inn til
seinna hálvleik við >blóð
á tonn<, og tá so útvís-
ingin kom aftrat, gjørdist
ikki stórt meira hjá okk-
um í dystinum.
hj.
Janus:
Tå finnarnir fingu plåss,
bar alt til hjå teimum
Tá Janus Rasmussen úr
Gøtu varð settur inn í
dystinum á Hampden
Park móti Skotlandi fyri
góðum mánaði síðani,
var tað sum avloysari
fyri Kurt Mørkøre á mið-
vellinum — eitt pláss, ið
hann als ikki er vanur at
spæla.
Hesaferð spældi Janus
allar 90 minuttirnar sum
forstoppari, ið er hansara
pláss burturav.
- Tað er nógv hugalig-
ari at byrja inni, enn at
verða tveittur inn í ein
dyst, har tú bæði kemur á
eitt forkunnugt pláss og
skalt vera við í ferðini í
dystinum vid 100% í
somu løtu, tå ert komin
inn, sigur Janus.
— So tad passadi mær
sjálvandi nógv betur at
vera við frá byrjan móti
finnunum. Tað er stórur
munur á at vera við frá
byrjan, og so at koma
inn, tá allir hinir hava
spælt seg heitar. Og so er
tað eisini heilt klárt ein
stórur fyrimunur at vera
á sínum fasta plássi.
Orsøkin til, at Janus
Rasmussen kom inn sum
forstoppari frá byrjan,
var knæskaðin hjá Jens
Christiani Hansen. Tað
var greitt undan dystin-
um, at Jens Christian fór
at vera ivasamur, og stóð
valið hjá Allan Simonsen
millum Janus Rasmus-
sen og Jan Andreassen.
Sjálvur er Janus rími-
liga væl nøgdur við fyrra
hålvleik — bæði persón-
liga og fyri liðið sum
heild.
— Tad er ikki so lætt, tå
viteru tíggju móti ellivu,
men í fyrra hálvleiki var
spælið hjá okkum gott,
og vit spældu 100% upp
móti teimum, sigur hann.
— Men í somu letu vit
gjørdust við undirluta í
fólki, fingu teir neyðuga
skotbráið, so teir kundu
leggja millimetursend-
ingar sínámillum — ser-
liga var tað Jari Litma-
nen, ið gjørdi um seg, og
so var dysturin taptur hjá
okkum. hj.