fríggjadagur 18. november 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 221 — 18.NOVEMBER 1994
Heimsgitni musikalurin
„GATS“ framførdur í Aber-
deen i næstum
CATS rockmusikalurin hjå Andrew
Lloyd Webber er tann, id longst
hevur verið á palli í sjønleikasøgu
Bretlands. Musíkalurin var frum-
framsýndur í 1981 og síðani tá
hava einar 4.000 framsýningar
verið um allan heim
Bretin Andrew Lloyd Web-
ber skarar ivaleyst framúr
sum ein tann mætasti
tónlistamaðurin í okkara tíð.
Hann hevur megnað at
samansjóða klassiska bak-
stæði sítt við stóru broytin-
garnar, ið fóru fram innan
lættara tónleikin í sekstiáru-
num, umframt at hann hevur
dugað at funnið evni, ið
ovurstórar åskodarafjøldir
kenna seg aftur í.
Fyrsta veruliga stórverk
hansara var „Jesus Christ Su-
perstar“ frá fyrst í sjeytiåru-
num, ið hevur verið fram-
ført í London, New York og
mangar aðrastaðir.
Allastaðni hesin leikur varð
framførdur, var hann
fegnaður sum nýskapandi,
við tað at hann tók ymiskt
úr tónleiki, sjónleiki, skald-
skapi og list og setti saman í
eina heild.
Slóðbrótandi
Mong meta „Jesus Christ Su-
perstar“, ið Tim Rice setti
orð til, sum undangongu-
verkið fyri tað, vit í dag
kenna sum musikalir. Fleir
aðrir tónasmiðir hava roynt
at gera Andrew Lloyd
Webber kynstrið eftir — hjá
summum hevur tað hepnast
stak væl og hjá ødrum heldur
lakari.
Verkini hjá Webber vera
av mongum tónleikarum —
og áhoyrarum, við — mett
sum tónamál nútíðarinnar.
Seinni stórverk hansara, harí-
millum „Evita“ um argen-
tinsku Evu Peron og lagnu
hennara, ella „Aspects of
Love“, hava sannført enn
fleiri fólk um tey skapandi
evnini, hesin bretin hevur
Í mong ár hava fleiri verk
hjá Andrew Lloyd Webber
verið á pallum í London um
somu tíð, og á vári 1981 var
CATS sýndur á palli fyri fyr-
stu ferð í New London
Theatre. Átta ár seinni, í maí
1989, setti verkið met við
3.358 sýningum, og eru hetta
flestu sýningar, nakar mu-
sikalur hevur havt í brets-
kari sjønleikarasøgu.
Cats í Aberdeen
Fólk undrast stundum á, hví
Andrew Lloyd Webber júst
tey evni, hann nýtir, til mu-
sikalir sínar. Ofta eru ta
rættuliga ókendar hendingar,
til dømis „Evita“ ella vera
hendingar vidgjørdar á ein
heilt ødrvisi hátt, sum í „Jes-
us Christ Superstar“. Í
sfåstnevnda musikali var bert
heitið nóg mikið at øsa
mong, fyri ikki at tala um
innihald og framførslu.
Kortini tykist altíð okkurt
djåpri, meiri alment f sam-
bandi vid livikor manna at
liggja í boðskapinum
Soleiðis er eisini við CATS,
ið verður sýndur í Aberdeen
frá 9. desember og knappar
tveir mánaðir fram
Sjålv søgan í leikinum
byggir á „Old Possum's
Book of Practical Cats“, ein
søga eftir TS Elliot
Musikalurin er tó em
endurskapan av verki Elliots
Ein meldur av skiftandi og
framúrskarandi = tónleiki,
sangi, dansi, ballet, sjónleiki
og nýtslu av nútímans
tøknifrødi. Uppsetingin sum
ein heild fær åskodaran at
kenna seg í ødrum heimi
Kjarnin í verkinum hjá
Elliot kann tó skilliga síg-
gjast, og boðskapurin er
greiður. Menniskju er ílætin
kettuham, og sum so er leiku-
rin um stríð og kærleika, álit
og svik, tvidrått og øvund,
fafongd og girnd millum
kettur. Tó ein varnast skjótt,
at leikurin er um viðurskifti
manna millum, stremban,
vónir og vónbrot.
Leikurin zongur fyri seg
við fúkand: ferð á palli við
sjónleikarum, dansarum og
sangarum í búnum, ið illa
kunnu lýsast í orðum. Haraf-
turat kemur tónleikurin,
skiftandi frá dundrandi rokki
til yndislig løg, sum nú
„Memories“, ið flestøll
munnu kennast við.
Uppliving fyri lívið
Í hesi vetrarhálvuni verður
aftur skipað fyri sýningum
av musikalinum CATS í
nøkrum bretskum býum; og
í desember og januar verður
tað so á His Majesty's
Theatre í Aberdeen.
Áður hava sýningar verið
í 123 býum í USA, í Týs-
klandi, Sveits, Finlandi, No-
regi, Svørfki, Hollandi,
Russlandi, fleiri býum í Bre-
tlandi, í Kanada, Australia,
Miðamerika og Fjareystri, so
Tíðindablaðið ESF
ikki kann sigast annað enn
at verkið er vælumtókt
Í Aberdeen væntast full-
sett hús til allar sýningarnar
Sermerkt er fyri musikalir
Andrew Lloyd Webbers, at
allir aldurbólkar og fólk úr
øllum stættum fáa nakað
burturúr sýningunum, og fyri
flestu fólk er hetta eitt minni
fyri lívið.
Birgir Christiansen
Trio de Prima
Vera gestir hjá
Odense byi
Sum liður í vinarbýarsam-
starvi millum Klaksvík og
Odense, verða Monika
Stauss Joensen, Stamen
Stanchev og Ernst Dalsgarð
gestir hjá Odense býi
vikuskiftið 03. og 04. desem-
ber
Bólkurin skal hava tvær
konsertir í Odense, eina í
ráðhúsinum og eina í tón-
leikabókasavninum, sum
liggur skamt frá Brandts
Klædesfabrik.
Í tónleikahópi kallar bólk-
urin seg Trio de Prima Vera
(Prima vera er italienskt og
merkir várið)
Hevur tú upprunalondini
hjá spælarunum í huga, er
talan um ein fjøldtjóðabólk:
Monika Stauss Joensen, sum
spælir violin, hevur slitið sín-
ar barnaskógvar í Sveits.
Stamen Stanchev, sum spælir
klaver, legði lunnar undir sítt
klaverspæl sum 9 ára gamal
í heimlandinum Bulgaria.
Ernst Dalsgarð er av Velba-
stað og spælir tvørfloytu.
Umframt at vera staðkend
úti í heimi, er hetta eitt gott
høvi at royna seg á tónleika-
palli uttanfyri teir heimligu
eingjargarðarnar. Bólkurin er
ein heiðurlig umboðan fyri
Føroyar, og ynskja vit teim-
um góða ferð.
Í hesum sambandi hevur
Trio de Prima Vera konsert
í byrådshøllini í Klaksvík 22.
nov. 1994 kl. 19.00, har part-
ur av Odense-skránni fram-
ført.
Føroyskir
soppar
Føroya Skúlabókagrunnur hevur saman vid Føroya
Náttúrugripasavni givið út bókina „Fgroyskir soppar“.
Tað hevur leingi verið tørvur á eini bók um soppar
í Føroyum. Einki hevur verið skrivað, sum kundi
hjálpa áhugaðum at læra henda plantubólk at kenna.
Eftir áheitan frá Náttúrugripasavninum fóru teir
tríggir Jens H. Petersen, Erik Rald og Jan Vesterholt
at taka myndir og skriva tekst. Jóhannes Jóhansen
hevur týtt og skipað tilfarið.
Bókin viðger vistfrødina hjá soppunum. Vakstrar-
økini verða býtt sundur í graslendi, fjøll og viðarlundir.
Sopparnir verða bólkaðir, eyðkenni hjá soppasløgu-
num lýst, og eisini verða teir einstøku sopparnir sýndir
við sera vøkrum litmyndum.
Í Føroyum hevur ikki verið sidvenja at henta sopp-
ar til matna. Soppar vóru lágt í metum langt upp í
hesa øldina og hava altíð verið nevndir hundaland.
Í Føroyum vaks» fleiri etandi soppasløg, og í hesi
bók er tí altíð viðmerkt, um soppurin er góður at eta
ella ikki.
Bókin er ætlað næmingum fólkaskúlans, studenta-
skúlans, HF og annars øllum teimum, ið hava áhuga
fyri hesum parti av okkara náttúru. Lærarar og
næmingar kunnu hava bókina við sær, tá ið farið
verður út. Trot hevur verið á slíkum bókum.
»Føroyskir soppar“ er 171 síður til støddar og fæst
fyri 82 kr.
Tjørnuvik portrið
til umheimin
Cantat-3 sjókaðalin tíkin í brúk
Týsdagin varð Cantat-3 sjó-
kaðalin alment tikin í nýtslu.
Høvudskadalin er 7100
km. og røkkur úr oynni Sylt
í Týsklandi til Mill Village í
New Foundlandi. Greinar eru
til Blåbjerg í Danmørk,
Redcar í Onglandi, Tjórnu-
vík í Føroyum og Vest-
mannaoyggjar í Íslandi.
Cantat-3 ætlanin varð sett
í verk av Teleglobe í Kan-
aða, sum hevur sett Cantat-
felagsskapin á stovn, hvers
ognarar eru televerk í Kana-
da, Íslandi, Stórabretlandi,
Týsklandi og Danmørk. Sta-
virnir Cantat eru úr Cana-
dian TransAtlantic Trans-
missionsystem. Samlada
verkætlanin kostar 375 mil-
liónir USS
Cantat-3 sjókaðalin gevur
Føroyum eitt trygt fram-
tíðartryggjað digitalsamband
við umheimin, sum líkir øll
nútímans krøv til telefon og
teldusamskiftid so sum
ISDN (Integrated Service
Digital Network), digitals-
amskifti heilt út til felagan.
Cantat-sjókaðalinum hev-
ur 3 glastrådpør, sum hvert
hevur eina samskiftisorku ið
er 30.000 telefonrásir. Eitt
glastráðpar kemur uppá land
í Tjórnuvík og Føroyar hava
fingið tillutað 930 telefon-
rásir til samskifti við um-
heimin.
"Amnesty International -
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10-16. Tlf. 15816.
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!