Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994 Edmund Joensen, løgmadur: Vit hava vunnið andið aftur — Tað stóð nógv á mær, tá samráðingarnar byrjaðu, tí eg hevði sett mær fyri, at um vit ikki fingu eina góða avtalu hesaferð, so fór eg at slíta samráðingarnar, sigur Edmund Joensen Tíðindablaðið (3771) Dagny nsen úr Keypmannahavn Løgmadur var í góðum hýri, eftir at hava tosað við fjølmidlarnar og verið til upptøkur í trimum ella fýra sjónvarpsrásum. Hann turkaði sveittan av pannuni, sum einamest var komin av nógvu ljóskeraldunum, eins og tey brúka á pallinum í sjónleikarhúsinum. Spurdur um hann var nøgdur við úrslitið av sam- ráðingunum, segði Ed- mund Joensen, at tað er hann avgjørt. - Avtalan er týdningar- mikil, tí hon gevur okkum avgerðarrættin aftur til løg- ting og landsstýri í Før- oyum. Vit hava eisini fingið vissu fyri, at danir ikki fara at blanda seg í føroysk við- urskifti. Vit hava fingið sjálvsognarrættin aftur, og tað kennist sum hava vit vunnið landið aftur, sigur ein væl nøgdur løgmaður. Edmund Joensen nevnir eisini tað gagnliga í at danir vilja hjálpa føroyingum at fáa betri markaðaratgongd og betri handilsavtalu við ES. — Hvat var besta úrslitið í nýggju avtaluni? -- Eitt týdningarmikið stig á leiðini var at danska stjórnin vil veita Føroyum serfrødiliga og peningaliga orku at loysa marknadar- trætuna vid Bretland. — Hvat hugsaði tå um út- litini, tá tú mótti í fíggjar- málaráðnum í morgun? — Eg var eitt sindur iva- samur, hvussu fór at verða, tá vit komu til tey álvar- somu málini viðvíkjandi nýggju avtaluni. Eg hevði sett mær fyri, at um vit ikki fingu eina avtalu, sum vit kundu liva við, so fór eg at slíta samráðingarnar og eis- ini, at vit skuldu fara heim- aftur. — Eg visti, at tað lítið gagn var í eini avtalu, sum ikki var haldgóð. Tí høvdu vit ikki kunnað livað við, hvorki politiskt, ei heldur Føroya fólk. Vit hava sett okkum fyri at venda aftur- gongd til framgongd, og ti kunnu vit fara heimaftur í øllum góðum, sigur Ed- mund Joensen. Løgmaður nevnir eisini sum týðandi punkt í avtal- uni, at danska stjórnin og landsstýrið staðfesta, at eingir avdráttir skulu gjald- ast av skuldini til danska statin fyrrenn i 1999, og at nyggja idnadarstovan ella Erhvervsinstitut verður sett á stovn. Við at fáa tilførdan kapital inn í vinnulívið, sleppa vit úr spennitroyggj- uni, sum føroyska vinnu- lívið hevur verið í, og vit verða ikki so bundin av bankunum. Tað gevureisini vinnulívinum møguleika til stórri kappingarføri, sigur Edmund Joensen. Dagny Fingið avgerðarrættin aftur til Foroya Umboðini fyri donsku og fóroysku sendinevndirnar vóru væl hýrd, tá tey komu aftur av samráðingarfundinum hósdagin seinnapart. Lívligt fundarvirksemi var allan seinna- partin í forsætismálaráðnum, har embætisfólk og umboð fyri donsku stjórnina og landsstýrið samráddust um framtíðina hjá fóroyingum So hvørt sum frá leið, var greitt, at rættilig gongd var komin á fundarvirksemið. Fjølmiðlafólkini = bíðaðu uttan fyri fundarstaðin allan dagin, men av og á tóktist stødan eitt sindur spent. Ráðiligt var tí ikki at fara ov langt frá fundarstaðnum. Tað kundi hugsast, at okk- urt mál tók seg upp, sum partarnir ikki kundu semjast um, og tá var vandi fyri, at samráðingarnar slitnaðu. Álvarsom eina løtu Einu ferðina kom Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráð- harri, út av fundinum, og hann sá ikki blíður út, held- ur hinvegin. Eisini embæt- isfólkini vóru álvarsom eitt skifti. Tey runnu aftur og fram við pappírum í hond- unum. Sum frá leið tóktist tað at ganga framá, hóast eingin vildi siga tíðindafólkunum nakað itøkiligt hesar tímar, og um kl. 16 seinnapartin komu Poul Nyrup Rasmus- sen, forsætismálaráðharri, og Edmund Joensen, løg- maður, vælhyrdir út at tosa við tíðindafólk. — Vit hava fingið eina góða avtalu í lag, sum gevur føroyska samfelagnum møguleika at menna seg aftur, segdi Poul Nyrup Rasmussen. Hann endurtók åheitanina til føroyska fólk- ið um ikki at fara av land- inum, tí nú vóru avtalur gjørdar, sum m.a. eisini kunnu basa arbeiðsloysin- um. Hann nevndi Ídnaðar- stovnin sum eitt itøkiligt í- skoyti til at fáa virksemi aftur í Føroyum. Bilsin forsætis- málaráðharri Poul Nyrup Rasmussen segði seg vera bilsnan av teimum tiltøkum, sum landsstýrið hevur víst á fyri at tátta í búskaparliga. Hann helt hetta vera megnar ar- beiði frå føroyskari síðu, og hóast hallið á fíggjarlógini er 220 mió. kr., var hon kortini prógv um, at føroy- ingar eru sinnaðir til veru- liga at gera nakað itøkiligt fyri at koma sær burtur úr kreppuni. Edmund Joensen segði á stutta tíðindafundinum, at avtalan m.a. gjørdi tað møguligt at skapa breiðari vinnuliv og møguleikan at stovna nyggj arbeidsplåss, vid samtyktiniat stovna ser- liga idnadarstovu ella er- hvervsinstitut, sum tað nevnist í avtaluni. Eitt stýri skal setast at taka sær av nýggja vinnu- skapandi stovninum. Í stýr- inum skulu sita triggir før- oyingar og tveir danir, sum løgmaður og forsætismála- ráðharrin skulu tilnevna. Drúgvur tíðindafundur Tíðindafundurin, sum bert skuldi vara lítla løtu, gjørd- ist drúgvur. Íslendska sjón- varpið og donsku fjølmidl- amir vóru forvitnir at frætta, eisini um nýggjastu gøluna í Føroyum í sam- bandi vid skipamålini, men har var ikki nógv at frætta, ti samráðingarpartarnir held- ur vildu tosa um nýggju av- taluna. Í donsku fjølmidlunum var heldur ikki nógv at frætta um avtaluna hós- kvøldid,t6 at tað vóru nøkur brot um hana í danska sjón- varpinum. Skipamálið og handtøkumar tóktust at enda at hava fingið innivist, tó at tað vardi meira enn eitt samdøgur, áðrenn donsku tíðindatænastumar tóku málið upp. Edmund Joensen segði at enda, at hann fegnaðist um, at avgerðarrætturin við nýggju avtaluni nú aftur er komin á føroyskar hendur. Dagny