Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið €7D Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994 Síða7 Jóannes Eidesgaard um avtaluna: Figgjarviðurskiftini eru nú komin upp á pláss — At avtalan hesaferð ikki fer niður í smálutir er tekin um, at eisini danir síggja, at viðurskiftini í Fóroyum eru við at koma í rættlag, sigur fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður í fíggjarmálum er væl nøgdur við avtaluna við donsku stjórnina. Tað sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er serliga væl nøgdur við er, at aftur- gjaldingin av lánunum til danska statskassan er útsett til 1999. Í hesum førinum verður lagt aftrat, at tá vit skulu til at gjalda lánini aftur skal metast um, hvat føroyska samfelagið tá er ført fyri. Hvussu skuldin skal afturgjaldast og hvussu skjótt. -Fáa vit til ta tíð pengar úr oljuni, so er okkara førleiki at gjalda aftur góður, sigur Jóannes Eidesgaard, men hava vit tá framvegis kreppu, so eru danir at tosa við, og ein nýggj avtala kann gerast at leingja aftur- gjaldingina. Gott fyri brævalánini Hendan avtalan við donsku stjórnina hevur eisini sína stóru åvirkan á ætlaðu brævalánini hjá landsstýr- inum, sigur Jóannes Eides- gaard. -Nú vit vit, at stóra skuld- in, sum landskassin hevur, fer ikki at órógva bræva- lánsmarknaðin. Hetta av teirri orsøk, at tey sum keypa brævalánini nú vita, at landskassin fer at røkja sínar skyldir mótvegis teim- um, áðrenn hann røkir vidurskiftini — viðvíkjandi skuldini til statin. Møguligir keyparar av brævalánum hava ådur sagt, at åhugin at keypa, valdast um hvørja trygd, keyparar- nir fáa í samband við hesi brævalán. -Hetta er ikki meira enn natúrligt, og millum annað tí er avtalan góð, tí tygdin hjákeyparanum er munandi betri nú enn hon var áðrenn avtalan varð gjørd, sigur landsstýrismaðurin, og leggur aftrat, at júst tí, at okkara afturgjaldsevni ikki eru tengd at uttanlands- skuldini. Fíggjarlógin ikki ov optimistisk Undir viðgerðini av fíggj- arlógaruppskotinum var landsstýrið einaferð uppi á 457 milliónum í halli, men tá farið var til Danmarkar at samráðast, hevði lands- stýrið fingið hallið niður á 220 milliónir. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at fíggjarlógin er avgjørt realistisk. Heldur er hon meira dapurskygd enn opti- mistisk. Landsstýrið hevur heldur ikki roknað við øktum intøkum. Heldur ikki møguliga øktum inntøkum av virkninginum av nyggja vinnugrunninum, sum nú verður settur á stovn. Tær 220 milliónirnar í halli eru tó fleiri enn Ráð- gevandi nevndin mælti til. Bonnerup helt, at hallið átti ikki at vera meira enn 150 milliónir. Men Nyrup hevur sum skilst heldur lurta eftir landsstýrinum. Jóannes Edesgaard sigur, at orðini hjá danska for- sætisráðharranum um fíggjarlógina tekur hann sum eitt herðaklapp til landsstýrið. Figgjarmåla- ráðharrin leggur aftrat, at tað er sjálvandi í okkara egna áhuga, at vit arbeiða okkum niður eftir við hallinum, ti vit skulu sjålvi figgja tað. Ti ræður eisini um at fáa hallið burtur so skjótt sum gjørligt. -Hetta vil aftur siga, at tað, sum nú vónandi kemur inn í samfelagið av meiri inntøkum, skal ikki fara út aftur í stórri nýtslu til eitt og annað, men verða fyrst og fremst brúkt ul at niðurgjalda skuld okkara, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Loysir ikki allar trupulleikar Jóannes Eidesgaard heldur annars um avtaluna, at Jav- naðarflokkurin hevur helst verið tann mest realistiski tá hugsað verður um hesar samrådingamar við danir. -Í valstríðnum upplivdu vit flokkar, eisini millum núverandi samgonguflokk- arnar, siga at allir trupul- leikar skuldu loysast í samráð við danir. Sjálvandi er tað ikki so, og avtalan hesaferð ger heldur ikki tað, at vit fáa tað so nógv lættari her og nú. Men vit hava fingið sett ávíst upp á pláss. Millum annað hava vit nú aftur fingið skipaði fíggj- arlig viðurskifti, bæði við- víkjandi afturgjalding av uttanlandsskuldini og hvussu vit sjálvir fíggja hallið á fíggjarlógini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur aftrat, at hendan avtalan er væl meira í høvudsheitum og fer ikki niður í smálutir, sum aðrir avtalur eru farnar. Og tað má vera tekin um at danir síggja, at viðurskiftini í Føroyum eru um at koma í rætt lag. Hevur vitjan Nyrups í Føroyum havt nakra ávirk- an? Ja avgjørt tá vit hugsað um vinnulívsgrunnin har danir rinda sínar 100 milliónir í. Hetta var eitt hugskot, Nyrup fekk í Før- oyum tå hann sjålvur kundi gera sær metingar av hvussu her er vorðið, sigur Jóannes Eidesgaard. tór.- Marianne Jelved, búskaparmálaráðharri: Positiv framgongd í Føroyum Munur er á samráðingunum hesaferð í mun til kreppufundirnar, sum vit hava havt við fóroyska landsstýrið síðani februar 1993, sigur Marianne Jelved Danski búskaparmálaráð- harrin er samstundis ráð- harri fyri norðurlendsk við- urskifti. Sum búskapar- málaráðharri hevur hon eis- ini tjóðbankan sum máls- øki. Hon hevur sostatt eitt orð at siga, hvussu fíggjar- málini í avtaluni verða skip- að. Sosialurin tosaði við Marianne Jelved á middegi, tá fyrsti fundurin, sum var í fíggjarmálaráðnum, var av, og fundarfólkið fór til døg- urðaborðhald í forsætis- málaráðnum. — Tað er stórur munur á fundinum í dag og hinum, sum hava verið síðani okk- ara stjórn tók við, og vit noyddust at taka stóðu til vidurskiftini í Føroyum, sigur Marianne Jelved. — Nú hava vit fingið skip- að samráðingarnar og kunnu taka stóðu til ymsu málini, uttan tó at fundast undir trýsti. Serliga væl- eydnað hevur fyrireikandi arbeiðið verið, og tað er einamest embætisfólkun- um í Danmark og Føroyum at takka. — Tað ger eisini, at sam- ráðingarnar kunnu fáast av vegnum í dag. Fundurin hevur verið góður higartil í dag, hýrurin er góður á fólki, eins og øll kenna seg betur enn áður. Hetta er eingin kreppufundur, sigur Marianne Jelved. — Hvørji mál heldur tú hava størstan tydning fyri at føroyska samfelagnum skal vera liv laga? — Vit hava tosað um at seta = vinnulívslóggávuna fyri Danmark í gildi í Før- oyum. Hetta meti eg sum eitt av týdningarmiklastu málunum í komandi avtal- uni. Vit hava í Danmark nakrar skipanir, sum stuðla vinnulívinum. Hesar kunnu brúkast í Føroyum, um før- oyskur áhugi er fyri tí. — Tað merkir, at ein nýggjur ídnaðarstovnur, í Danmark kallað erhvervs- institut, skal setast á stovn í Føroyum, sum kann veita peningaligan stuðul, á sama hátt sum í Danmark. Hetta skal metast sum ein hjálp- andi hond til føroyska vinnulívið og til føroyingar sum heild, fyri at basa ar- beiðsloysinum og forða fyri, at fólk skulu verða noydd at flyta av landinum, sigur Marianne Jelved. — Hvat sigur búskapar- málaráðharrin til at niður- frysta føroysku uttanlands- skuldina og skuldina til danska statin? — Nei, tað ber okkum ikki til, sigur Marianne Jelved og vil ikki siga meira um tað. — Hava tit tosað um hall- id á føroysku fíggjarlógini? — Fíggjarlógina hava vit tosad um, men enn eru vit ikki samd. Føroyska sendi- nevndin vil leingja åramålid fyri kravinum um javnvåg å fíggjarlógini. — Hetta er kortini ikki nýtt fyri okkum í stjórnini, men samráðingarnar eru ikki lidnar enn, men sjálvandi — allir partar bíða eftir semj- uni, tó at eingin vil geva seg. Marianne Jelved er fyri- koamndi og hevur bert alt gott at bera føroysku sendi- nevndini. Hon heldur, at tað erein fyrimunur fyri úrslitið av samráðingunum, at kreppudámurin, sum hevur verið áður, nú er burtur. Partarnir tosa sidiliga sam- an. Tað gagnliga er eisini, at vit eru vitandi um, at eingir spurningar eru, sum vit ikki kunnu loysa. Nú eru fundirnir av, men áhugavert var tað at Mari- anne Jelved segði hetta, av tí at hon er tann, sum hevur búskaparmál um hendi, og ti er ein týðandi samstarvs- felagi i royndini at fåa før- oyska samfelagid å føtur aftur. Dagny Marianne Jelved, bú- skaparmálaráðharri, fegnaðist um fyrireiking- ararbeiðið í sambandi við samráðingarnar hósdag- in, og vil seta danskar vinnulívslógir í gildi í Føroyum. Hetta málið er helst eitt av tydningar- miklastu, sum kom burtur úr fundinum