leygardagur 19. november 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994
Viðmerkingar frá landsstýrismonnunum:
Ein virðilig avtala
Hóast landsstýrisfólkini vóru lúgvað av fundarvirkseminum henda dagin, so høvdu
Ivan Johannesen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum: — Um vónirnar fyri
fundin standa mát við úr-
slitið? Tað vil eg halda. Vit
hava fingið kapital til at fáa
gongd á vinnulívið við
stovnanini av nýggju ídnað-
teir kortini stundir til viðmerkingar um avtaluna
arstovuni.
Harnæst er avtalan so
leysliga orðað, at danir ikki
framyvir fara at blanda seg í
smálutir. Ongar treytir av
nøkrum slag eru í nýggju
avtaluni, og tað meti eg sum
sera gagnligt.
Eisini nevnir Ivan Jo-
hannes sum positivt, at aft-
urgjaldingin av skuldini
ikki skal takast upp aftur
fyrr enn í 1999, og at
skuldin bert skal gjaldast
aftur, um figgjarstødan
batnar i Føroyum.
Landsbankastjørin sera væl nøgdur:
Fyrsta normala
samrådingin
Sigurd Poulsen heldur, at búskaparpolitikkurin, sum hevur
verið fórdur seinasta árið, hevur sannfórt danir um, at vit gera
alt fyri at klára okkara skyldur
Eisini Sigurd Poulsen,
landsbankastjóri er sera væl
nøgdur við ta avtalu, lands-
stýrið nú hevur gjørt við
donsku stjórnina.
-Staturin hevur nú fyribils
givið avkall upp á tað hann
eigur til góða hjá lands-
kassanum til 1999, tá vit
aftur skulu fara at tosa um
hvussu = skuldin skal
afturgjaldast.
-Hetta hevur sín stóra
tydning fyri fóroysku láns-
brøvini, tí nú veit keyparin,
at hann fær sínar pengar
aftur. Hetta ger sjálvandi
tað, at nógv lættari er at
selja tey, nú lånsbrøvini
koma at standa framman
fyri statsskuldina, sigur
Sigurd Poulsen.
Landsbankastjórin sigur,
at talan er tó ikki um bein-
leiðis statstrygd fyri láns-
brøvunum, men tað hevur
tó nógv at siga, at stóra
skuldin til statin ikki forðar
fyri at tey, sum keypa láns-
brøv, fáa pengarnar aftur.
Fyrsta normala
samráðingin
Sigurd Poulsen hevur verið
við iøllum teimum seinastu
samráðingunum við Dan-
mark. Spurdur um hvat
hann heldur um hesa av-
taluna í mun til aðrar, sigur
landsbankastjórin, at í hes-
um føri var talan um tveir
meira javnstillaðar partar
enn áður, sum gera eina
semju. Sigurd Poulsen
heldur, at ein av orsøkunum
til tess er, at hetta er fyrsta
normala samrådingin.
Hetta er fyrstu ferð, at einki
stórt hóttafall liggur á
okkum, í mun til tá ein stór-
ur banki liggur í klemmu.
Sigurd Poulsen heldur, at
búskaparpolitikkurin, sum
hevur verið førdur í Føroy-
um seinasta árið, hevur
sannført stjórnina um, at vit
gera alt fyri at klára okkara
skyldur. Hetta er eisini ein
orsøk til, at vit fingu hesa
avtaluna, heldur hann.
Trúgv upp á
framtíðina
Verður tað lættari at vera
føroyingur nú eftir at hend-
an avtalan er gjórd?
-Nei, tað verður ikki nógv
lættari her og nú um hugsað
verður millum annað um
lagaligari skatting, men tað
verður lættari í so máta, at
fólk nú í stórri mun kunnu
— Annað týðandi punkt í
avtaluni er, at vit fingu reist
spurningin, hvert tað var
rætt, at landskassin einsa-
mallur hevur bjargað bank-
unum, tá vit mettu, at hetta
var ein rikisfelagsligur
spurningur, sigur Ivan Jo-
trúgva uppá, at tað fer cina-
ferð at ganga fram á aftur,
sigur landsbankastjórin.
Grunnurin fer at muna
Landsbankastjórin = setur
stórar vónir til nýggja 200
millióna grunnin.
-Hetta er ein ásannan av,
at vinnulívið er ov illa kon-
solidera, og tí er neyðugt at
styrkja tey einstøku virkini,
sum vilja fara í gongd við
eitt og annað, sigur Sigurd
Poulsen.
Men stendur bankin ikki
til at bresta av likviditeti
sum er?
-Tað er munur á hesum
grunninum og bankafor-
rætning. Í nýggja grunn-
inum er ikki talan um
likviditet men pengar, sum
er avsettir til virksemi uttan
at full trygd er fyri, at hann
fæst aftur. Tað er aðalmun-
urin, sigur Sigurd Poulsen.
-Táein banki lænir út skal
hann tryggja sær, at peng-
amir koma innaftur, men
hetta eru pengar sum skulu
nýtast til at standa við endan
við møguleika fyri at verða
mistir, sigur Sigurd Poul-
tór.-
hansen.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í figgjar-
málum, legði á fundinum
fíggjarlógina fyri 1995 fram
til viðgerðar. Hallið er 220
mió. kr., men hetta góðtók
danska stjórnin, og metti
samstundis, at landsstýrið
hevði víst góðan vilja at liva
upp úl tey ynski, sum
danska stjórnin hevði sett
fram.
— Eg eri nøgdur við úr-
slitið, men eg hevði heldur
ikki sett mær so stórar
vónir, sigur Jóannes Eides-
gaard.
— Eitt nú hevði eg ikki
hugsað mær, at danir fóru at
taka øll tey ynski til eftir-
tektar, sum í seinastuni
hava verið frammi í Féroy-
um.
— Javnadarflokkurin hev-
ur tað sjónarmið, at vit
skulu gjalda skuldina aftur,
sum tú skyldar. Vit hava sett
okkum sum mál at gjalda
skuldina aftur, um fíggjar-
stóðan batnar, sigur Jóann-
es Eidesgaard.
Annars heldur landsstýr-
ismadurin, at vit nú fáa
møguleikar at økja virk-
semid i Føroyum, eins og
hann er nøgdur vid al
sosiala skipanin er
varðveidd hesi árini.
Nýggja avtalan er eitt fram-
hald av teimum fyrru, og
hevur grundstødi í tí ar-
beiði, sum vit hava gjørt
hesi árini, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Sámal Petur í grund: — Vit
hava fingið eina virðiliga
avtalu, og einamest, at danir
ikki krevja at seta seg inn i
smålutir. Harnæst haldi eg
tað vera heppið, at ordingin
í samgonguskjalinum um
ES og Føroyar orðarætt er
Tíðindablaðið
komið við í avtaluna.
Óli Jacobsen, landsstýris-
maður í ídnaðarmálum: -
Týðandi partur í avtaluni er,
atdanir góðtaka týdningi av
at fáa fleiri arbeiðspláss, og
tað prógvar, at Poul Nyrup
Rasmussen hevur hildið orð
í tí, sum hann segði á vitjan-
ini í Føroyum. Hann hevur
hildið sítt lyfti til føroying-
ar, sigur Óli Jacobsen.
— Vit hava samráðst sum
tveir javnbj6dis partar. Tad
merkir, at danir hava góð-
tikið, at tað ikki ber til at
eyðmýkja føroyska sam-
felagid, vid at gera avtalur
sum f einarædislondum.
— Nýggi ídnaðarstovn-
urin er úrslit av samráð-
ingunum. Verður nú gjør-
ligt at stovna fleiri ar-
beiðspláss, og hvussu
skjótt kunnu fólk vænta sær
at sleppa til verka?
— Nú eru torførastu forð-
ingarnar burtur, og vit
kunnu fara undir at menna
vinnulívið. Eftir hesum
kunnu hugsandi nýggj virki
setast á stovn, so skjótt sum
vinnulógir 0.a. er skipað.
Hetta verður eitt munandi
ískoyti í føroyska vinnuliv-
inum, sigur Óli Jacobsen.
Hann er fyri so vítt nøgd-
ur við úrslitið, men drálar
kortini eitt sindur.
- Hevdi tú væntað tær
meira?
— Eftir upplegginum, so
kundi eg ikki vænta meira,
og eg hevði ikki roknað við
at skuldin varð avskrivað,
so eg skal ikki klaga, sigur
Óli Jacobsen.
Dagny
Bátur til sølu
Glasfipurbåtur av slagnum »Helle-
fiskeren 640«, utgjørdur til linu- og
snelluveidu, til sølu ella i byti vid størri
båt.
Tlf. 52088