leygardagur 19. november 1994síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22 Nr. 222 —19. NOVEMBER 1994
Fimta og tjúgunda sunnudag
eftir trinitatis
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vær tøkkum tær
fyri, at tú hevur givið okkum títt heilaga evangelium og
latið orð títt soleiðis lýsa fyri okkum, at vit av tí kunnu
verða varðveitt frá allari villu og øllum følskum lærdómi.
Vær biðjum teg: gev okkum náði tína, so at vit mega ganga
í lýsi av orði tínum og betra lív og levnað okkara og seta alt
treyst okkara og alt álit okkara til náði tína og sømdir
elskuliga sonar tins, hann, sum vid tær livir og rædur i
einleika heilaga andans, ein sannur Gud um aldur og ævir
allar! Amen.
Epistulin skrivar Pætur åpostul i seinna brævi sinum, 3.
kap.3.—13.v.
Og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum
skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum
egnu lystum og siga: »Hvat verður úr fyrijåttanini um
komu hansara? Tí at frá tí fedrarnir sovnaðu burtur, stend-
ur alt við sama lag sum frá upphavi veraldarinnar<. Tí at
við vilja gloyma teir tað, at himnar vóru til í forðum og ein
jørð, sum var komin av vatni og upp úr vatni fyri Guðs
orði, og fyri tí gekk eisini tann heimur, sum tá var, undir í
vatmflóðini. Men teir himnar, sum nú eru, og jørðin verða
fyri hesum sama orði goymd til eldin og verða hildin uppi
inntil tann dag, tá ið gudleys menniskju skulu verða dómd
og týnd. Men hetta eina mega tit ikki gloyma, elskaðu tit,
at ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár og túsund ár
sum ein dagur. Ikki drálar Harrin við fyrijåttanini, soleiðis
sum summir halda tað fyri einadrálan; men heldur er hann
langmóðigur við tykkum, av tí at hann ikki vil, at nakar
skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar. Men
Harrans dagur skal koma eins og tjóvur; og tá skulu
himnarnir ganga undir við miklum duni, og eldur skal
koma í frumevnini, og tey skulu skiljast sundur, og jørðin
ogølltey verk, sum á henni eru, skulu brenna upp. Táiðnú
alt hetta verður skilt sundur, hvør eiga tit ikki tá at hava
eina heilaga atferð og gudsótta, meðan tit vænta og skunda
undir, at Guðs dagur skal koma, sum skal gera, at
himnarnir skiljast sundur í eldi, og eldur kemur í
frumevnini, so at tey bráðna. Men vit vænta eftir fyrijåttan
hansara nýggjar himnar og eina nýggja jørð, har sum
rættvísi býr.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas
evangelistur, 17. kap. 20.—33. v.
Men tå id [Jesu] av Farisearunum vard spurdur um,
nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og
segði: >Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á
tað; ei heldur skulu tey kunna siga: >Sí, her er tað!< ella
>Har er tað!< Tí sí, Guðs ríki er innan í tkkum«. Men hann
segði við lærusveinarnar: >Teir dagar munnu koma, tá ið
tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskju-
sonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann. Og tey munnu
fara at siga við tykkum: »Si, har er hann! Sí, her er hann! <
Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir! Tí at eins og
snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum,
lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal
menniskjusonurin verða á degi sínum. Men fyrst eigur
hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt. Og sum
tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum
menniskjusonarins: Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey
vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í
ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll. Somuleidis, sm
tað gekk á døgum Lots: Tey ót1, tey drukku, tey keyptu,
tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu; men á tí degi, tá ið Lot
fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og
týndi øll. Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menn-
iskjusonurin verður opinberaður. Tann, sum á tí degi er
staddur uppi átekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum,
hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi
tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur. Minnist til konu
Lots. Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana;
og tann, sum missir hana, skal varðveita hana.
Gudstænastur 25. s. e. trinitatis
Havnar kirkja: H. J.Joensen
Hvítanes: B. Bæk
Kvívík: U. Næs kl. 12.00
Kollafjørður: M. Bæk kl. 12
Saksun: M. R. Jacobsen kl. 11.00
Miðvágur: D. Johannesen kl. 12.00, altargongd
Skála: J. Fríðriksson kl. 11.00
Elduvik: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Hvalba: P. Paulsen kl. 12.00, radiogudstænasta. Talvan
gongur til Hina Føroysku Sjómanskirkjuna
Hov: H. Joensen kl. 12.00
Famjin: Hartvig Poulsen kl. 12.00
Nes: J. Bech kl. 11, altargongd. Seinasta gudstænasta,
har Nes kirkja er høvudskirk ja í sóknini
Viðareiði: E. Beder kl. 12.00
Vesturkirkjan: S. Klein kl. 11.00
Kirkjubøur: H. Poulsen kl. 12.00
Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00
Årnafjørdur: H. Bøgesvang kl. 12.15, altargongd
Æðuvík: J. Bech kl. 17.00
Hósvík: Talvan gongur fyri Sunnudagsblaðið
KFUK, Tórshavn
Sunnudagin kl. 16.00: Limafundur v/ Gunnleyg Arge,
dekni.
Mánadagin kl. 15.00: Eldrasamkoman v/ Effie Camp-
bell, lærara. Andakt og søgur.
Týsdagin kl. 16.00: Várgleði (smágentudeildin).
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00-22.00.
Eliaskirkjan
Vesterbrogade 49, København. Kristiligur fundur verdur
leygardagin kl. 19. Bussarnir 1,6, 16,28 og 41 steðga nær-
hendis. Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum verður
sunnudagin kl. 14.
Tlf. 32 88 67 27.
Aalborg
Sunnudagsskúli er hvønn leygardag kl. 14.00 i Nørre
Tranders kirkecenter, Lemvigvej 100. Bussur nr. 7 steðgar
beint vid. Øll eru hjartaliga vælkomin.
VITIN, Århus
Jólahald vid jólagudstænastu, luciagongd, jólatræi, jóla-
manni, jóladekoratiónum og jólaheilsanum til Útvarp Før-
oya verður leygardagin 19. november í Pinsekirken, Vi-
borgvej 173, Árhus Vest.
Byrjað verður við døgurda kl. 12.00 — seinni verður kaffi
við rís á la mande. Kostnaður uml. 35 kr.
VITIN, tlf. 086 24 77 73.
VITIN & Føroyingafelagid í Århus
— Læknavaktir
Tørshavn: Sølvi W. Vågar: Tlf. 32413.
Olsen, tlf, 16611, leyg-
ardagin. Alvur av Kåk,
Suduroy (nordur):
tlf. 12557, sunnudagin. Tlf. 71560.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, tlf. 41517, — Tannlæknavakt
leygardagin. = Maria Tórshavn
Va tf. 47010, Bráðfeingishjálp fæst
sunnudagin. eygnsiag sunnudagog
, algidagar kl. 13—14.
Norduroyggjar: Tlf
Olavur Gaard, LM
tlf. 56900.
|
|
|
Vælkomið
lítla barn
25. oktober fingu Birna
Steingrímsdóttir og Heri
Joensen, Vági, eina dóttur.
Hon var 53 cm long og vig-
aði 3300 gr.
5. november fingu Beinta
Poulsen, Tórshavn, og Heð-
in Kim Joensen, Keyp-
mannahavn, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vig-
aði 4400 gr.
8. november fingu Jacobina
og Niels Pauli Magnusson,
Klaksvík, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði
3680 gr.
9. november fingu Signhild
Jacobsen og Sámal Jákup
Olsen, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3400 gr.
11. november fingu Esther
Johannesen, Tvøroyri, og
Erland Mørkøre, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm
langur og vigadi 3720 gr.
11. november fingu Marry
og Niels Juul Akraberg
Poulsen, Hoyvík, eina dótt-
ur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3950 gr.
12. november fingu Katrin
Hansen og Álvur Joensen,
Nordragøtu, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigaði
4760 gr.
14. november fingu Oddny
Clementsen, Húsavík, og
10. november
Marianna Johannesen, Skåla, 90 år.
Litli Alex Kurt Henriksen, Vågi, sonur Charlottu og
Anker.
René Larsen, Midvågi, andadist i Thailandi, 47 åra
gamal.
12. november
Henrik Juul, Funningi, eir
son. Hann var 53 cm langur
og vigadi 3900 gr.
14. november fingu Kista-
rak Ellingsgaard og Suni
Dam, Eidi, ein son. Hann
var 56 cm langur og vigadi
4700 gr.
14. november fingu Hildur
og Herfinn Seloy, Tórs-
havn, ein son. Hann var 52
cm langur og vigadi 2900
gr.
16. november fingu Liv
Holm Jacobsen og Julius
Djurhuus, Tórshavn, ein
son. Hann var 56 cm langur
og vigaði 4100 gr.
16. november fingu Nancy
Abrahamsen, Fuglafirði,
og Pauli Poulsen, Skála, ein
son. Hann var 55 cm langur
og vigaði 3900 gr.
16. november fingu Anna
Elisabeth Andreasen og
Michael Bech, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3800 gr.
17. november fingu Han-
sina og Jens Jensen, Tjørnu-
vík, eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 3900 gr.
17. november fingu Hall-
5 og Tummas Joensen,
kála, eina dóttur. Hon var
50 cm long og vigaði 3400
gr.
17. november fingu Søren
Albretsen og Jana Johanne-
sen, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigaði 4400 gr.
17. november fingu Ann-
gerð Knudsen og Bjørn
Kunoy, Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm langur og
vigaði 4650 gr.
18. november fingu Jana
Egholm, Sørvågi, og Ole
Andersen, Miðvági, ein
son. Hann var 56 cm langur
og vigaði 4200 gr.
Rasmus A. Rasmussen, Søldarfirdi, búsitandi í
Reykjavík, 67 ára gamal, vanliga nevndur Rasmus
íKlova.
13. november
Borghild Dahl, Tórshavn, 59 ára gomul.
Meinhard Tausen, ættaður úr Hovi, búsitandi í Tórs-
havn, 74 ára gamal.
Donna Weihe Brandt, ættað úr Porkeri, búsitandi í
Danmark, 52 ára gomul.
14. november
Sjúrður Strøm, Vági, 61 ára gamal.
16. november
Petur Hans Petersen, Selatrað, 56 ára gamal.
Astrid Vang, ættað úr Kaldbak, búsitandi í Tórshavn,
86 ára gomul.
Solveig Winther Poulsen, 87 ára gomul.