týsdagur 22. november 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 223 — 22. NOVEMBER 1994
Skrivligu boðini, politistarnir høvdu
vid sær undir húsarannsóknini:
— Takið eisini
skjól, tit ikki
hava loyvi til ;
Politistarnir, ið á fimm adressum rannsakaðu skjól hjá Advo-
katskrivstovuni og Magnusi Petersen, høvdu skrivlig boð um at
tryggja sær skjól, ið ikki vóru nevnd í rannsóknarloyvinum
Tá húsarannsóknirnar vóru
í Føroyum, Danmark og
Grønlandi mikudagin og
hósdagin í farnu viku, fekk
politiið undir rannsóknar-
arbeiðinum brotið fleiri av
teimum meginreglunum, ið
fylgja við eini lógligari
húsarannsókn.
Sosialurin hevur sæð eitt
arbeiðsskjal, ið skrivliga
gevur politistunum boð um
at tryggja sær skjól, ið hava
við onnur skipamál at gera
enn tey, ið nevnd eru í rann-
sóknarloyvinum.
Hetta er brot nummar eitt.
Hitt brotið, ið neyvan er
minni, er at politiið eisini
legði hald á skjól hjá Magn-
usi Petersen, sakførara, ið
snúgvaseg um brævaskiftið
millum hann og verja hans-
ara í Skálafjalsmálinum.
— Av øllum tí nógva, ið
politiid fór avstað við frå
okkum, er 99,99% tilfar úr
skjalagoymslu okkara, ið er
skjól frå 1982 og fram til
1994, sigur Magnus Peter-
sen.
— Talan er um alt millum
himmal og jørð: testamenti,
hjúnasáttmálar, dómar um
mark og haga, mál um at
onkur hevur verið ov næsk-
ur við onkran, ærumeiðing-
ar og ymist annað. Megin-
parturin av tí, politiið fór
avstað við undir húsarann-
P/F Heygar:
P/F 1/8-1987:
P/F Vál:
P/F Skálafjall:
P/F Global South:
P/F Global Sand:
Vedrørende ransagning af Advokatskrivstovan.
Hvis der findes dokumenter vedrørende
P/F Global Chemical Tankers:
sóknini var sovorðið tilfar.
Tey málini, ið rannsókn-
arloyvi umfataði viðvíkj-
andi Advokatskrivstovuni,
vóru skjól viðvíkjandi
„Faroe Prawns<, >Andriasi
í Hvannasundi<, >Arctic
Prawn« og >Ocean Castle«.
— Tey bædi fyrstnevndu
skipini hava einki vid okk-
um at gera. Grundin til, at
teir hava viljað sóknast eftir
tilfari um hesi málini, hevur
óivað verið tann, at eg í mál-
inum um >Heygadrang< tók
tilfar um »Faroe Prawns«
og »Andrias í Hvanna-
sundi< fram fyri at prógva,
at einki ólógligt var farið
fram í ti málinum, eg var
ákærður í, greiðir Magnus
Petersen frá.
Ákæruvaldið upp-
fatað tað øvugt
—Hesar upplýsingar, ið eg
hevði fingið frå »vættrum«,
vórðu brúktar fyri at vísa á,
ateingin inøkrum av hesum
málum var sekur i nøkrum
sviki. Hetta er júst øvugta
uppfatanin, ið Magnus
Møller, åkæri, hevur havt.
Meðan hetta er klokku-
klára stødan hjá Magnusi
Petersen, hevur ákæruvald-
ið fingið hetta til, at øll hini
skipamálini, ið nevnd eru.
eru meldað av teimum
ákærdu í Heygadrangs-
RIGSPOLITIETS REJSEHOLD
M/S Heygadrangur
M/S Skálafjall
M/S Skálafjall
M/S Sandy Island
sikres disse dokumenter, også selvom disse selskabers skibe
ikke er anført i kendelsen.
M/S Heygadrangur
M/S Cape Island og M/S Crest Island
M/S Southern Island
målinum.
Tad vil siga, at åkæru-
valdið hevur fatað málið
beint øvugt av tí, Magnus
Petersen hevur.
Hann sigur við Sosialin,
at hann ikki hevur meldað
nakran, og at hansara fram-
lóga av ymiskum tilfari í
rættinum heldur ikki hevur
verið ætlað at melda nakran
við.
— Tað var sjónarmiðið hjá
verjunum í Heygadrangs-
málinum, ið er liðugt og har
allir vórðu fridømdir, at
eingin av hesum, ið nevndir
eru, hava kunnað verið sek-
ir í sviki, tá landsstýrið á ein
ella annan hátt visti ella átti
at havt vitað, at tey skjal-
prógv, ið vórðu løgd fram,
ikki vóru skjalprógv fyri
veruligum — eginpeningi,
sigur Magnus Petersen.
— Stutt sagt, hevur okkara
framførda sjónarmið verið
tað, at eingin var sekur í
nøkrum, men tað leggur
navnin hjá mær nú út sum,
at vit hava meldað. Tad er jú
púra skeivt!
Bæði fúlt og grovt
Hini bæði skipamålini, ið
nevnd eru í rannsóknar-
loyvinum, >Actic Prawns<
og »Ocean Castle« hava
hinvegin verið mál, Advo-
katskrivstovan hevur havt
Eftirgerð av boðunum, politiid arbeiddi útfrá undir húsarannsóknini, tá hald varð lagt
á eina rúgvu av skjølum, ið einki høvdu við rannsóknarloyvið at gera. Sosialurin hevur
sæð »arbeidsskjalid«, politistarnir høvdu vid sær
Grafikkur: Hilmar Jan Hansen
pe
Fyrrapartin i gjår var ei
| VE
n vøruv nur vid 59 pakk
Tidindabladid GSK
b.)
eskjum av skjalatilfari, id politiid tók frå
un 200.
Advokatskrivstovuni undir húscrannsóknini í farnu viku. Men sum Sosialurin skilir, er
brævaskiftið millum Magnus Petersen og verja hansara í Skálafjalsmálinum ikki við í all-
ari hesi rúgvuni av skjólum
um hendi.
— Tad, sum er bæði fúlt og
grovt ólógligt í sambandi
við húsarannsóknina í farnu
viku, er at politistarnir fóru
avstað við gllum skjalatil-
farinum, ið hevur við sam-
skifti millum meg og verja
mín í Skálafjalsmálinum at
gera, sigur Magnus Peter-
sen.
— Hesum havi eg mót-
mælt hjå rættinum, og eisini
havi eg kært Mogens Nep-
per Christensen, fúta, og
Magnus Møller, ákæra og
Torvald Hesselholdt frá
ferðaliðnum hjá ríkispoli-
tinum, inn fyri Ríkisadvo-
katin. Ákæruvaldið hevur
roynt at fingið í lag húsa-
rannsóknir í sambandið við
Skálafjalsmálið, men tað er
hverja ferð blivið noktad
teimum, og tað ger hetta
brotið so mikið álvarsligari.
Politiið hevði ikki loyvi
Magnus Petersen sigur, at
tað er óhoyrt, at polit:ið so-
leiðis á hendan hátt fer eftir
samskiftinum millum ein
ákærdan persón og verja
hansara.
— Hetta hevði politiið als
einki loyvi til, og hóast eg
havi kravt at fáa øll hesi
ólógligatiknu skjølini aftur,
havi eg einki sæð til teirra
enn, og eg havi heldur ikki
hoyrt nakað um tey frå poli-
tinum, sigur Magnus Peter-
sen.
Samskiftið millum ein
ákærdan og verja hansara er
so erka-privat, at har hevur
eingin rætt at kanna nakað
sum helst. At hetta sam-
skifti kann fara fram í friði
og náðum er grundarlagið
undir, at nøkur verja yvir-
høvur kann vera.
— Tað er min fatan, at her
er talan um maktmisnytslu.
Hetta er einasta orð, eg kann
finna, ið veruliga kann lýsa
hendan framferðarháttin.
Eftir øllum at dóma hevur
endamálið hjá politinum at
fingið fatur á hesum tilfar-
inum fyri einhvønn pris —
kosta, hvat tað kosta vil. Í
veruleikanum er tað hent
her, at gripið verður inn í
eitt rættarmál, ið enn ikki er
liðugt vidgjørt.
Hann leggur aftrat, at so-
vorðin húsrannsókn ongan-
tíð hevði funnið stað nakra-
staðni, har virðing er fyri
lógini.
— Aftrat hesum, so var tað
enntá so fúlt og grovt, at
politistamir, ið komu at
gera húsarannsókn hjá Ad-
vokatskrivstovuni, høvdu
við sær skrivlig boð um, at
teir eisini skuldu leggja hald
á eina rúgvu av skjølum, ið
als ikki vórðu nevnd í rann-
sóknarloyvinum, greiðir
Magnus Petersen frá.
Sosialurin hevur sæð av-
rit av hesum >arbeiðsskjal-
inum<, og har verður enntá
gjørt týðiliga greitt, at
politistarnir skulu >tryggja
sær« at leggja hald á skjól í
ávísum skipamálum, ið als
ikki eru nevnd í sjálvum
rannsóknarloyvinum.
At hald verður lagt á so-
vorðið tilfar, er nærmast at
sammeta við reinan stuldur.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Heilt greitt er, at her hev-
ur politiið forbretið seg ålv-
arsliga móti øllum, sum eit-
ur kallast rættartrygd. Tað
er annars hana, ið politiid
skal verja...
— Hóast vit vístu á, atnógv
tann størsti parturin av tí ul-
fari, politiið legði hald á,
ikki var umfatað av
rannsóknanum, var tað sum
at sletta vatn á gás. Heldur
ikki var gjørt eftir mínum
ynski um at fáa samskiftis-
skjølini millum meg og
verja mín í Skálafjalsmál-
inum forseglað, sigur Mag-
nus Petersen.
Ikki hent aðrastaðni
Sosialurin hevur eisini
tosað við sakførara, ið við-
merkir soleiðis framferðina
hjá politinum undir húsa-
rannsóknini mikudagin og
hósdagin í farnu viku:
— Hetta hevði ongantíð
hent feinumhvørjum gðrum
demokratiskum samfelag,
og aðrastaðni hevdi sakar-
málið verið avvíst, um slík
framferð varð brúkt. Tað er
tó neyvan hugsandi, at hetta
fer at føra við sær, at Skåla-
fjalsmálið ikki verður gjørt
liðugt, men framferðin hjá
ákæruvaldinum við hesi
húsarannsóknini er heilt
burturvið. Allarhelst hevur
ákæruvaldið við hesi fram-
ferð síni gjørt sær sjálvum
eina bjarnatænastu, við tað
at tad er farið so mikið ólóg-
liga og óregluliga fram,
sum gjørt er í hesum aktu-
ella førinum.
hj.