Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ spstalwin Nr. 223 — 22. NOVEMBER 1994 Sida 7 Skålaberg og Sundaberg: Hampuligan fiskiskap — Tad hevur vignast betri i år enn i fjør å Flemmish Cap, sigur Sv. Thulesen, reidari Seinastu tveir månadarnar hava Skålaberg og Sunda- berg roynt å Flemmish Cap. Teir fóru år Føroyum um hålvan september og hava roynt å Flemmish Cap sid- an. — Fiskiskapurin hevur verið heldur betri í år enn í fjør. Teir hava um 200 tons hvor og tað er mest toskur. Teir hava roynt nakað eftir svartkalva, men nú toga teir eftir toski, sigur Svend Thulesen. - Veðrið hevur verið ófantaligt í seinastuni. Sein- asta friggjadag lógu teir bakk allan dagin. Teir hava ikki verið inni og tað er heldur íkki ætlanin hendan túrin, sigur Svend Thule- sen. Skálaberg og Sundaberg koma heim ul jóla. Teir hava fiskað kvotuna í Ba- rentshavinum í ár. Eftir árs- skiftið verður aftur farið í Barentshavið at royna. jústinus Hesa myndina av Skálaberg á Flemmish Cap tó. Halga í fjør, tå hesin var í NAFO-tænastu A" á Á * i pe Sr - k Hilmar Johannesen umborð á Ólavi Vesturvón landar í Paamiuut (Fredrikshåb): Hevur fingið nýggja kvotu Var inni í gjár og landaði 402 tons av svartkalva, sum teir hava fingið síðan 5. okt. Vesturvón lá í gjár í Paami- uut, (Fredriksháb) og land- aði svartkalva. Teir landaðu 402 tons av svartkalva og fara útaftur á nýggjan túr. Av skrivstovuni hjá reiðarínum hjá Vesturvón í Sørvågi verður sagt, at teir hava tingast við Royal Greenlandog teir hava fing- ið eina nýggja kvotu uppá 200 tons afturat. Vesturvón hevur fiskað væl hendan túrin. Teir fóru úr Føroyum hålvan septem- ber. Royndu fyrst í Eystur- grønlandi, men har bar einki til. Tann 5. oktober kastaðu teir fyrstu ferð í Vesturgrønlandi og beinan- vegin bar til. Vesturvón ger einki við svartkalvan umborð, uttan sjálvsagt at kryvja hann. Teir hava roynt á djúpum vatni, heilt niður á 800 met- rar og tað er gott at royna. Teir hava skrætt lítið. Kvotan hjá Vesturvón í Grønlandi kom sera væl við. Eins og klaksvíkstrol- ararnir so eigur Vesturvón heldur onga kvotu eftir í Barentshavinum. jústinus Strembingur og Enniberg eystanfyri Sverri Ólason eigur eisini kvotu eftir í Barentshavinum Ojavnt er sum trolaramir, ið eiga kvotu í Barents- havinum, duga at dríggja hesa. Enniberg er tann einasti av teimum stóru trolarunum, sum fram- vegis eigur kvotu eftir í Barentshavinum. Teir hava keypt eina hýsu- kvotu frá russum í Bar- entshavinum og ti hava teir ikki brúkt alla toska- kvotuna fyri at kunna klára hjáveiðuprosentið av toski. Enniberg hevur fingið væl av hýsu í sein- astuni. Í Barentshavinum royn- ir eisini Strembingur. Hann er í saltfiski. Hann eigur eina kvotu uppá 340 tøns í rundum fiski, hetta svarar til 148 tons í salt- fiski. Hann hevur fiskað gott og væl helvtina av kvotuni. Sverri Ólason eigur kvotu eftir, men hann er ikki í Barents- havinum í løtuni. jústinus Wikan Q Í Júr Jústinus Eidesgaard, blaðmaður, skrivar: VIKAN ID FÓR: verður ein vika, sum før- oyingar fara at minnast. Vikan tá stóra húsarannsóknin fór fram, tá politiið framdi >operatión ringbind< Tá >spís- jarnir« í landinum fingu vitjan av løg- regluni. Hendan endurvendi teirra heimum og skrivstovum, og grópaðu alt fram á bonaðu parkettgólvini. Av- riksverkini í åttatiårunum, íð nú hava fort við sær skuldsetingar um svik móti landskassanum, liggja letuni í stór- um rúgvum á gólvinum hjá politinum. Framtíðin hjá fjøruti føroyingum liggur bundin í hesum ringbindum. Sam- stundis kneykrar skattgjaldarin undir byrðunum av teimum hundraðtals milliónum, sum júst hesi somu ringbind løgdu omanå vanliga føroyingin í effek- tivum vedhøldum. UPPGERÐIN VID 80'ini heldur fram. Fyrsta kenslan aftaná á stórhendingina mikudagin, var ein vavstur av skaða- frødi og samkenslu. Høgt dekoreraðir menn vórðu mikudagin vidfarnir um brotsmenn. Menn, hvers høvudsner- ingur hevur verið at verja borgarar, so teir fáa rætta viðferð í rættinum, stóðu nú skuldsettir fyri at hava svikad móti landskassanum. Ein lotu, seinasta mik- udag, hevdu teir knappliga ongi rætt- indi longur. Teir máttu tigandi hyggja at, meðan skrivstovurnar vóru enda- vendar. Politiið fór í hvønn krók, komu kanska smílandi fram á okkurt loynirei- ður vid lummaglesum og barmmiklum damum. Løtan, meðan rannsóknin fór fram, er ivaleyst tann mest mannmink- andi nakrantíð hjá fleiri av teimum fjøruti. Uppgerðin mótvegis åttatiårun- um heldur fram. Hendan uppgerð kem- ur ikki at ríka føroyingin, men kann hon seta eina skorðu undir foroysku skút- una, so hon íkki aftur dettur á liðuna, so er nógv vunnið. Tó framvegis er orða- takið galdandi >Ein sjálvur fer ikki væl av at tað gongst einum ødrum illa«. DÓMURIN YVIR 80'INI verður helst, at hetta var tíðin, tá moralurin og vanlig sunn fornuft, mátti víkja fyri peninga- greði. Abyrgdin og rættvísi verður ikki funnið, um teir fjøruti skuldsettu enda í rættinum, og kanska fáa dóm. Pening- aliga siðloysið í sjúku áttati árunum røkkur nógv longur út í samfelagið. Tad fevnir um ein stóran part av okkara fremstu vinnulivskreftum og teimum politikkarum, sum slóðaðu fyri at hesir sluppu leysir. Húsarannsóknin køvdu fullkomiliga politisku stórhendingarnar í Keypmannahavn, har føroyingar og danir skrivaðu undir nýggja semju.