Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 223 — 22. NOVEMBER 1994 Nærum øll flogfór eru fullsett bæði fyri og eftir jól, og tí ger Atlantic eykatúrar Ferdingin til og úr Før- oyum um jólahggtíðina hevur neyvan verið stórri nakrantíð enn hon er í ár. Nærum gll flogfør eru fullsett til Føroya einar 14 dagar undan jólum, og somuleiðis eru tey fullsett til Danmark- ar einar 14 dagar eftir jólum. Tí hevur Atlantic Airways gjørt av at seta tveir eykatúrar inn aftrat teimum, sum longu eru lýstir. Hesir eykatúrar verða 23. desember. Flogið verður úr Føroyum klokkan 18.30 og úr Keypmannahavn klokk- an 2245. Samband verður til Havnar frá hesum flogfari. Eykaflogfarið eftir nýggjár fer úr Føroyum 6. januar klokkan 18.30, og verður flogið heim- aftur úr Keypmanna- havn dagin eftir klokkan 8.30 tór.- Atlantic Airways hevur gjórt av at gera tveir eykatúrar aftrat. Mynd: Kalmar Tíðindablaðið CH Ein áheitan frá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini: Umráðandi at bjargingarfeløgini standa tilbugvin Virksemi hjå einum bjarg- ingarfelag er tengt saman við, hvussu ofta fólk eru í neydstødu ella tørvur er á eini hjálpandi hond bæði til fjals og fjóru. Hetta eru tær nógvu ódnirnar seinastu árini prógv um. Hetta seinasta árið hevur tíbetur verið lítið brúk fyri okkum, og er hetta sjálv- sagt at fegnast um. Tað er sum við fyrstuhjálp: Tað er gott at duga, men tú skalt helst ikki fáa brúk fyri tí. Ásannast má tó, at hetta ikki eigur at rura okkum í blund, tí tað kunnu so skjótt koma tilburðir, ið krevja allar góðar kreftir, bæði frá okkum og teimum, vit samstarva við, t.d. politiið, brandlið og Vaktar- og Bjargingartæn- astan. Tí er umráðandi, at vit framhaldandi eru væl til- búgvin, bæði hvat viðvíkur amboðum og útbúgving. Landsstýri hevur framhald- andi játtað okkum pening, og Føroya Brunatrygging og Tryggingarsambandið Før- oya hava annad årid å rad jåttad okkum studul. Hetta skulu tey hava stóra tøkk fyri. Ikki er komið á mál og langt frá tí, men uttan henda pen- ing hevði staðið heilt illa til. Í vár skipaði Reyði Krossur fyri skeiði fyri fystuhjálp- arinstruktørar. og eru skeið í fystuhjálp farin í gongd kring landið, "men striltið hevur gingist at fáa fólk at tekna seg. Venjingar og vanlukku- tilburðir hava víst, at fyrstuhjálpin er eitt av teim- um økjunum, ið tørvar åbøt- ur, tí, skuldi ein stórvanlukka hent, er brúk fyri manninum á gøtuni, ið kann gera stóra nyttu, veit hann, hvussu hann skal bera seg at. Fundurin ásannaði, at enn eru bygdir, ið ikki eru um- fataðar av einum bjarging- arfelag. Ynskiligt hevði ver- ið, um tey feløg, ið stovnað eru vaknaðu aftur. Aðra- staðni mugu feløg setast á stovn ella virkisøki hjá einum bjargingarfelag í granna- lagnum víðkast. Summa- staðni er gott samstarv mill- um bjargingarlid og sløkki- lið, og er hetta at fegnast um. Men LFB hevur ikki fíggj- arliga styrki til sløkkilidini eisini, og er hetta ábyrgðin hjá kommununum. Felgg kundu ynskt sær fleiri limir. Ikki er tað eitt krav, at ein limur skal vera aktivur. Tað ber væl til at vera passivur limur, ið bert ynskir at stuðla felagið fíggj- arliga. Eftir adalfundin var nevndarfundur vid nevndar- skipin å skrånni. Starvsnevn- din er sett saman av einum bodi fyri hvørt bjargingarfe- lag umframt Reydakross Nevndin skipadi seg soleidis Formadur: Kåri Hammer, (Magnus Jacobsen) — SSB Næstformadur: Såni Vinther, (Jens Hansen) — HBF Kassameistari: Zacharias Zachariasen — BBS Skrivari: Tórhallur Simon- sen — VBF Sfmun Abrahamsen, (Ajlif Hansen) — EEB Dagfinn Petersen, (Allan Nielsen) — VBF Jógvan Dam, (Odmar Joen- sen) - KBF Eiríkur Olsen, (Olaf í Garði Bjargingarfeløgini kring landið gera ein stórt arbeiði tá á stendur Joensen) — EBF Poul Klementsen (Zachari- as Zachariasen) — BSS Julian S. Hansen — NBF Richard Ludvig, (Oddmar Thomsen) — SNB Kaj Kalsberg, (Harry S. Jo- hansen) - RK Grannskodarar: Marni av Kák og And:as Vinther Umboð í Reyðakross: Poul Klementsen (Zacharias Zachariasen) Umboð í Brunaráðið: Súni Vinther Hondarbeidsskuli i Klaksvik Klaksvíkar Hismødrafelag, fer nú at seta á stovn ein hondarbeiðsskúla í Klaksvík Eftir at tíðindini vóru borin út hósdagin í farnu viku, um at hondarbeiðsskúli var settur á stovn í Klaksvík, var longu fríggjamorgunin, skúlin hálv teknaður. Grundstuðlarnir í hesum skúlanum verða Katrin Joensen og Jacobina Heine- sen, sum við trimum ødrum lærarum, fara at búleikast úti í hølunum hjá Klaksvik- ar Húsmeðrafelag. Undirvíst verður í flest llum hondarbeiðsgrein- um, so sum binding, veving, brodering, seym- ing, leður, spinning, patch work, og mongum gðrum. Einans 16 næmingar sleppa á skúlan, ið byrjar í januar og fer at vara í 20 vikur. Møguleiki verður hjá næmingunum at búgva á skúlanum tíðarskeiði skúl- in virkar, soleiðis at fólk alla staðni úr Føroyum fáa høvi at verða við. Tey ið hava hug at taka lut á skúlanum kunnu venda sær til Katrin á tlf 57413 og til Jacobinu á tlf 55278. Finn Johannesen starysnæmingur KOYRIKORT % í Privat sum vinnuligt - so er tað ... KOYRISKÚLIN Á ARGJUM | biðum 12270 bíð um tí Bátur til sølu Glasfipurbåtur av slagnum »Helle- fiskeren 640«, utgjørdur til linu- og snelluveiðu, til solu ella í byti vid størri båt. Tlf. 52088 10-mannafar Vælútgjort glasfipurbátur úr Bø v/ dekki, til solu um hóskandi boð fæst. TIf. 16094