fríggjadagur 12. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Strandferðslan kann
vænta harða kapping
Eimskip fer í september, tá saltsøla teirra í Runavík letur upp, undir egna
farmaleið kring oyggjarnar við salti. Men tað er ikki óhugsandi, at felagið
eisini fer at flyta annan farm
JOHN JOHANNESSEN
Tá nýggja saltmiðstøðin hjá
Eimskip letur upp í Runavík
í september, fer Eimskip
sjálvt at flyta farm millum
oyggjarnar í Føroyum.
Íslendska reiðaríið fer
fyrst og fremst at leggja seg
eftir at flyta sítt egna salt út
um landið, men Svavar
Óttoson, fyrrverandi stjóri í
Eimskip í Føroyum, sigur,
at møguleiki er fyri, at fel-
agið eisini fer at flyta annan
farm.
Ætlanin er, at Eimskip
sjálvt skal syrgja fyri, at
saltið verður flutt við bili
og skipi kring landið. Tí er
eisini møguleiki at nýta
flutningstólini at flyta annan
farm.
Nýta smærri
farmaskip
Svavar Óttoson sigur, at
Eimskip enn ikki hevur
funnið nakað skip at flyta
salt og annan farm kring
landið við, men arbeitt verð-
ur við málinum. Ætlanin er,
at talan skal vera um smærri
bílig skip, ið fyrst og fremst
eru væl egnað til at føra salt
við.
– Í fyrstu atløgu leggja
vit dent á at flyta saltið, men
tað ber jú ikki til at siga,
hvat næsta útspæl verður,
sigur Svavar Óttoson. Hann
vil ikki siga stórt meira um
ítøkiligu ætlanirnar um at
flyta farm innanoyggja í
Føroyum enn.
Tó er greitt, at tað ikki
kann væntast, at Eimskip
fer undir eina farmaleið við
lastbilum, eins og Strand-
faraskip Landsins. Hesa
uppgávuna røkir lastbilafel-
agið hjá Hera Thomsen fyri
Eimskip, og skal hetta sam-
starvið halda fram.
Gott samstarv við SL
Eimskip hevur sum er gott
samstarv við Strandfaraskip
Landsins, og flytur Eimskip
eisini væl av farmi gjøgnum
kervið hjá føroyska felagn-
um.
Men salt er ein ógvuliga
bílig vøra, sum kortini fyllir
nógv og tískil kostar nógv
at flyta gjøgnum flutnings-
kervið hjá Strandfaraskip-
um Landsins. Tí hevur Eim-
skip sett sær fyri at finna
eina bíligari loysn.
Heini á Borg, leiðari á
farmadeildini hjá Strand-
faraskipum Landsins, sigur
seg ikki kenna ítøkiligu
ætlanirnar hjá Eimskip, og
tí er torført hjá honum at
svara, um Starndfaraskip
Landsins fara at missa pen-
ing av nýggju farmaleiðini.
Kortini vísir Heini á Borg
á, at tað mest verður á
leiðini til Suðuroyar, at tað
fer at merkjast, um Eimskip
fer at flyta farm í Føroyum.
Einasta leiðin, Strandfara-
skip Landsins flytur bingjur
fyri Eimskip, er Suðuroy-
arleiðin. Á hinum leiðunum
flytur
Strandfaraskip
Landsins mest smágóðs fyri
Eimskip.
Poul Nielson vitjar
Í hesum døgum vitjar danski ES-kommiserurin,
Poul Nielson, løgmann. Hann skal kunna seg um
føroyskt vinnulív og viðurskifti Føroya við ES
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár klokkan hálvgum tvey
hittust løgmaður og danski
ES-kommiserurin
fyri
menning og neyðhjálp, Poul
Nielson, til ábit í Tinganesi.
Poul Nielson er komin til
Føroya á kunningarferð, eft-
ir at løgmaður seinasta
summar beyð honum at
kona á vitjan.
Á ferðini í Føroyum skal
danski ES-kommiserurin
kunna seg um føroyskt
vinnulív og viðurskifti Før-
oya við ES. Poul Nielson
skal í hesum sambandi,
saman við ferðalagi sínum,
vitja Havsbrún í Fuglafirði,
rækjuvirkið á Oyri og
Royndarstøðina í Kollafirði.
Harafturat skal danski ES-
kommiserurin vitja á Fróð-
skaparsetrinum og í Kirkj-
ubø.
Í gjár hevði Poul Nielson
fund við landsstýrið og síð-
ani við uttanlandsnevndina.
í gjárkvøldið beyð løgmað-
ur honum við fylgi til døg-
urða á Hotel Hafnia.
Saman við Poul Nielson
í Føroyum eru konan, Anne-
Marie Nielson, og Claus
Haugaard Sørensen, skriv-
stovustjóri.
Nýggjur um-
boðsmaður
í Brússel
Í november tekur Hákun J. Djur-
huus við starvinum sum føroyskur
umboðsmaður í Brússel. Hann tek-
ur við eftir Esther Dahl, sum hevur
verið í starvinum í tvey ár
JOHN JOHANNESSEN
Fyrsta november fáa før-
oyingar nýggjan umboðs-
mann í Brússel. Talan er
um Hákun J. Djurhuus,
sum seinastu árini hevur
starvast sum embætis-
maður í uttanlandsdeild-
ini í Tinganesi.
Esther Dahl, sum í
1998 varð sett sum tann
fyrsti føroyski umboðs-
maðurin í Brússel, hevur
skjótt verið í starvinum í
tvey ár, og er hetta eisini
júst orsøkin til, at hon nú
fer úr starvinum.
Herluf
Sigvaldsson,
stjóri á uttanlandsdeildini,
sigur tað vera vanliga
mannagongd aðrastaðir í
heiminum, at umboðsfólk
verða skift út, eftir at tey
hava sitið í starvinum í
tvey ár. Hesar manna-
gongdir ætlar uttanlands-
deildin í Tinganesi eisini
at halda seg til.
Tá Hákun J. Djurhuus
tekur yvir starvið hjá Est-
her Dahl í Brússel í nov-
ember, tekur Esther Dahl
yvir tað starvið, Hákun J.
Djurhuus fyrr hevur røkt
á uttanlandsdeildini í
Tinganesi. Hetta heldur
Herluf Sigvaldsson vera
eitt frálíkt umbíti.
– At tey bæði skifta um
starv merkir, at vit nú í
Føroyum fáa eitt fólk, ið
kennir arbeiðið í ES inn-
anífrá, meðan vit í Brússel
fáa eitt fólk, ið kennir inn-
anhýsis trupulleikarnir í
Føroyum. Hetta kann
verða ein stórur fyrimun-
ur, sigur Herluf Sigvalds-
son.
Arbeiðið hjá Føroyska
umboðsmanninum
í
Brússel er fevnir ógvuliga
vítt. Hann skal arbeiða
víðari við Føroyska hand-
ilssáttmálanum við ES,
sum partarnir í løtuni eru
við at víðka. Eisini skal
umboðsmaðurin taka sær
av ymiskum málum, ið
hava samband við ES og
Føroyar. Umframt hetta
stendur føroyski umboðs-
maðurin í Brússel øllum
føroyingum til taks.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Mannaættarinnar
tørsti skamblettur
Lesarabrøv:
ALTJÓÐA mannarættindafelagsskapurin
Amnesty International hevur heitt á ST
um á ákæra USA fyri brot á mannarætt-
indini. Í fleiri amerikonskum býum hevur
løgreglan pínt ella dripið svørt, sum vórðu
óvápnað. Løgregluharðskapur móti ósek-
um sivilum er vorðið gerandiskostur. Tað
er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at USA
sum hevur átikið sær leiklutin sum altjóða
politist, nú verður ákært fyri at hava eina
løgreglu, ið fremur harðskap móti ósekum.
HÓAST hetta ikki er nakað nýtt, so er tað
skelkandi at hoyra, at nettupp tað landið,
sum so mong av okkum síggja upp til og
sum eisini hevur valt at prýða seg við
heitinum „Gods own country“ skal vera
tað landið í sokallaða siviliseraða heim-
inum sum ber seg mest ósiviliserað at. Vit
hava fleiri ferðir víst á, hvussu USA brýtur
mannarætindini við at taka fólk av døgum.
Deyðarevsing er ikki sambarilig við eitt
nútímans siviliserað samfelag. Kortini eru
vit vitni til, at statir í USA í støðugt størri
mun taka fólk av døgum. Í hevnisøku verða
miðaldarmetodur brúktar, hóast hagtøl
vísa, at deyðarevsing loysir ikki trupulleik-
arnar, sum eitt nú vaksandi kriminalitetur
hevur við sær.
FORSETAVAL verður í USA um ikki so
langa tíð. Mangt bendir á, at republikanska
valevnið, Bush verður valt. Um so hendir
er tað enn eitt afturstig fyri mannarætt-
indini, tí fáur hevur sum Bush gingið inn
fyri deyðarevsingini. Og nú um dagarnar
frættist, at sami Bush hevur sínar trúgv-
astu viðhaldsmenn millum tey, sum stríð-
ast fyri at varðveita rættin hjá borgarunum
at bera vápn. Nettup hesin óskerdi rættur
er við til at kriminalisera USA enn meira.
Er við til at halda deyðarevsingini á lívi.
Tá samanumkemur heldur tað lív í blóm-
andi vápnaídnaðinum.
TAÐ lovar so sanniliga ikki gott, at repu-
blikanarin Bush stendur til at vinna kom-
andi forsetaval í USA. Verða mannarætt-
indafelagsskapir í dag ikki hoyrdir í nóg
stóran millum í USA, so er orsøk til at
bera ótta fyri, at støðan bara verður upp-
aftur verri, tá ein nýggjur Bush aftur situr
við valdinum. Tí er tað so mikið meira
átrokandi, at arbeiðið hjá Amnesty verður
hoyrt og stuðlað. At eitt nú lond í Europa
gera amerikonskum myndugleikum var-
ugar við mótstøðu sína ímóti deyðarevs-
ing og politiharðskapi. At vælferðarsam-
felagið USA, ið metir seg sum vøgga
demokratisins og hevur átikið sær leiklutin
sum heimsins politi, hevur deyðarevsing
fremst í skøldri sínum er mannaættarinnar
størsti skamblettur.
Hetta er heitið á árliga Árs-
møtinum hjá Kirkjuligu
Heimamissiónini í Føroy-
um, sum byrjar hósdagin
18. mai og heldur fram til
sunnudagin 21. mai.
Ársmøtið hjá Heimamiss-
iónini verður aftur á skránni
í ár. Tað byrjar 18. mai og
heldur fram til 21. mai, 4
dagar. Evnið hesaferð er:
Alt í Kristi!
Heimamissiónsfólk
úr
øllum Føroyum koma sam-
an í Leguhúsinum í Nesvík
einaferð um árið til ársmøti.
Komið verður saman til
fundar, har ið ymisk viður-
skifti innan Heimamissión-
ina verða kunngjørd og við-
gjørd. Fýra uppbyggjandi
fundardagar saman við vin-
um og kenningum, og ikki
minst brøðrum og systrum
í Harranum.
At vera við til ársmøti, er
nakað, sum átti at ligið nær
hjá einum og hvørjum
heimamissiónsfólki. Tí at
tað er veruliga uppbyggj-
andi fyri tað kristna menn-
iskjað at vera við til hesar
fundir, samstundis sum tann
einstaki fær eina betri mynd
av, hvat Heimamissiónin er,
hvat hon ger o.s.fr.. Ein sær,
hvat ein er partur av. Tað er
hugaligt.
Sum sagt, er heitið á Árs-
møtinum í ár: Alt í Kristi!
Hvat er meira týdningar-
mikið enn júst tað. Hvat
hevði eitt ársmøti verið utt-
an so, at hetta var nakað,
dentur varð lagdur á hjá tí
einstaka? Vit savnast jú um
Kristus Jesus, júst sum fólk
í 2000 ár hava gjørt. Ápost-
larnir á sinni savnaðust um
Jesunavnið og fyri teir var
Kristus jú alt. Og teir sam-
gleddust um júst hetta sama:
Alt í Kristi!
Hetta verður so tað, sum
vit aftur í ár koma at savnast
um. Eisini kemur hetta at
verða evnið um nógv av tí,
sum skal verða sagt á Árs-
møtinum.
So latum okkum seta
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og góða
hjálp, tá okkara kæri
ÓLAVUR PATURSSON
doyði og varð jarðaður.
Páll Gazet, Bogi, Dorthea, Bodil
og systkin
hvør øðrum stevnu í Nesvík
18. til 21. mai!
Ársmøtifaldarin er komin
út við øllum viðkomandi
upplýsingum á, samstundis
sum Trúboðin, blaðið hjá
Heimamissiónini júst er
komið út til hvørt húski. Í tí
Trúboðanum sæst skráin
fyri Ársmøtið í ár.
Tú kanst bíleggja tær
pláss og kost, við at ringja
til HM-skrivstovuna í Nes-
vík á tel. 42 25 33 millum
kl. 13 og 17 ella skriva til-
melding til fax 42 25 44.
Eisini ber til at senda t-bræv
til: hm@post.olivant.fo
Seinasta freist at tekna
seg til ársmøtið er mánadag-
in 15. mai.
Tórshavnar Manskór fer í
summar til Eysturríkis at
taka lut í kórolympiadu, ið
er tann fyrsta av sínum slagi
nakrantíð.
Við sær at framføra hava
teir m.a. nýtt kórverk kallað
"Vetrarkæti", sum kórleið-
arin Bjarni Restorff hevur
skrivað, og sum Hanus
Andreasen hevur skrivað
tekst til.
Kórið hevur verið á nøkr-
um konsertferðum, og leitar
aftur út í heim í summar.
Kórið fer í juli til Danmark-
ar, har tað hevur samband
við eitt manskór á Fjóni.
Eftir at hava sungið á Fjóni
gongur leiðin til Svøríkis og
at enda til Linz í Eysturríki,
har luttøka í fyrstu kóro-
lympiadu nakrantíð er á
skránni.
Kórolympiadan stórt
tiltak
Kórolympiadan er sera stórt
tiltak. Higartil eru uml. 360
kór úr uml. 80 londum runt
allan heimin tilmeldaði.
Væntandi verða á leið 8-
9000 sangarar í Linz hesar
dagarnar. Aftrat hesum tali-
num koma vónandi nógvir
áhoyrarar.
Her fer kórið at kappast
ímóti 10-15 øðrum mans-
kórum úr øllum heiminum,
sum eru á stødd við Tórs-
havnar Manskór.
- Hetta er sjálvandi stór
avbjóðing at seta sær listar-
liga, men uttan støðugar av-
bjóðingar kemst ikki víðari,
sigur nevndin í kórinum.
Umboða Føroyar
Greitt er, at kórið á tílíkari
ferð umboðar almennu før-
oysku tjóðina, umframt
høvuðsstaðin Tórshavn, ið
manskórið ber navnið eftir.
- Á tílíkari ferð er sjálv-
andi eisini møguleiki at føra
lýsingarherferð fyri Føroy-
ar, og hetta hava fleiri fyri-
tøkur tikið til sín og lýst í
lýsingarfaldara, sum kórið
letur gera; tí sum áður nevnt
er kontaktflatin stórur við
tílíkt tiltak. Talan er sostatt
um framtak á nógvum økj-
um, sigur nevndin at enda í
tíðindaskrivi.
Fyri at hjálpa um fíggingina
av ferðini verður skipað fyri
dansitiltaki í Sjónleikarhús-
inum leygarkvøldið 13 mai
kl. 23.00-03.30, har teir
vælkendu Julianneboys fáa
alt at svinga við góðum
dansitónleiki, ið vendir sær
til allar aldursbólkar millum
20 og 80 ár.
Høvið verður eisini at
keypa sær okkurt til matna,
og okkurt at leska sær við.
Orðið ”ræðumynd” hevur
verið nógv nýtt, síðani sit-
andi
loysingarsomgonga
varð skipað. Í nærum hvørj-
ari blaðgrein, sum hesir
loysingarmenn hava latið av
hondum, hevur verið víst á,
at atfinningarnar frá and-
støðuni eru bert ræðumynd-
ir, og tí einki hava við veru-
leikan at gera.
Orsøkin til hetta er helst
tann, at loysingarflokkarnir
hava ilt við at afturvísa nak-
að av tí, sum andstøðu-
flokkarnir koma við. Tað
skal eisini sigast andstøðu-
flokkunum til rós, at teir
hava staðið seg væl í kjaki-
num, sum hevur verið í kjal-
arvørrinum av samráðingar-
ferðunum hjá landsstýri-
num.
Nú tykjast aftur nýggir
tónar at ljóða frá hesum
somu loysingarflokkum, tí
teirra heimaarbeiði hevur
kortini ikki verið nóg gott.
Teir fingu at vita í góðari
tíð, at skiftistíðin fór bert at
vera 3 til 4 ár, og tí átti ein
endurtøka av hesum, ikki at
komið óvart á nakran.
Men tað er sum um at
landsstýrið aftur her sær
trøll (ella ræðumyndir) á al-
ljósum degi, tí nú verður
tosað um at útseta gildis-
komuna fyri loysingina.
Men hvat sigur veljarin ?
Tíðin fer at nærkast, til vit
skulu hava fólkaatkvøðu, og
øllum er greitt, at tað kostar
at loysa frá Danmark. Tí eru
fólk vorðin bangin fyri tí,
sum fer at henda.
Tað var ein lætti at hoyra
Hvør er ræðumyndin?
frá seinastu veljarakanning-
ini, at tveir av loysingar-
flokkunum vóru fyri álvar-
sligum bakkasti. Fólkið er
rættiliga farið at hugsa og
síggja, hvussu leikur fer.
Mær tykir at orðið ”ræð-
umynd”, sum loysingar-
flokkarnir hava nýtt ímóti
andstøðuni, nú er við at fella
á teir sjálvar.
Í dag eru loysingarflokk-
arnir stórsta ”ræðumyndin”,
og tí tinnist veljaraskarin í
ávísum flokkum. Alt talar
fyri, at Sjálvstýrisflokkurin
bløðir út av hesi omanfyri
nevndu ”ræðumynd”.
Andras Miðskarð
Tórshavnar Manskór til kórolympiadu
Alt í Kristi