fríggjadagur 12. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
Neyðugt at fáa leiðslubygn-
aðin á deildunum at virka
Ein framskriving av játtanini til Landssjúkrahúsið vísir eitt hall uppá 2,5 mió.
kr. upp á ársbasis. Tiltøk eru tó sett í verk og metast má, at játtanin fer at
halda, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í svari til fyrispurning
ÓLAVUR Í BEITI
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður,
spurdi
al-
manna- og heilsumálaráð-
harran, Helenu Dam á
Neystabø um eina meting
av samlaðu nýtsluni við-
víkjandi almanna og heils-
umálum, og um játtanin fór
at halda. Og um landsstýr-
ismaðurin ikki metir, at játt-
anir koma at halda, hvørji
stig ætlar hann so at taka
fyri at tryggja, at hesar
halda? spyr Kristian Magn-
ussen.
Landssjúkrahúsið
Í svarinum nevnir Helena
Dam á Neystabø nakrar
konti, har iva er um, um játt-
aninar koma at halda, uttan
at neyðug tiltøk verða sett í
verk.
– Ein framskriving av
játtanini til Landssjúkrahús-
ið vísir eitt hall uppá 2,5
mió. kr. upp á ársbasis. Til-
tøk eru tó sett í verk og met-
ast má, at játtanin fer at
halda. Tað er tó ikki innan
fyri verandi játtan pláss til
at seta tær nýggju deildar-
leiðslurnar á stovn á Lands-
sjúkrahúsinum. Skulu hesar
setast á stovn í ár, verður
neyðugt at søkja um eyka-
játtan til endamálið.
– Neyðugt er at fáa leiðsl-
ubygnaðin á deildunum at
virka sum skjótast, og fer tí
at gera eina roynd at útvega
neyðuga peningin til enda-
málið, umleið eina hálva
millión krónur til tað, sum
restar í av hesum árinum,
sigur Helena Dam á Neyst-
abø.
Hotel Tórshavn
Viðvíkjandi »Serviðgerð
uttanlands«, sigur Helena
Dam á neystabø, at henda
konti er sera trupul at gera
upp, tí tað ikki er lands-
stýrismaðurin, sum hevur
heimildina til at áseta nýtsl-
una, men tann einstaki yv-
irlæknin, sum sambært
sjúkrahúslógini hevur rætt
til at senda sjúklingar utt-
anlands. Landsstýrismaður-
in fer at halda neyvt eyga
við hesi konto og um neyð-
ugt biðja um eykajáttan.
– Ein fyribils uppgerð frá
Hotel Tórshavn vísir ein
stóran vøkstur í seingja-
nýtsluni fyrsta ársfjórðing
ár 2000 í mun til fyrsta árs-
fjórðing 1999. Í fyrsta árs-
fjórðingi 2000 eru 4.497
seingjardagar nýttir, meðan
sama tal fyri 1999 var 3.072
seingjardagar. Orsøkin til
henda stóra vøkstur verður
mett at vera, at tey, sum fyrr
búðu aðrastaðni enn á Hotel
Tórshavn, nú, tá ið hotellið
er gjørt betri, eru flutt inn
her. Heldur gongdin áfram,
fer meira at verða brúkt til
Hotel Tórshavn enn ætlað,
sigur almanna- og heilsu-
málaráðharrin.
Dagstovnar
Vivíkjandi hesi konti, sigur
Helena Dam á Neystabø, at
um verandi virksemið um
alt landið heldur fram eins
og nú, koma at mangla um
7 mió. kr. í á hesi høvuðs-
konto.
– Greitt er frá hesum í
teimum
lógaruppskotum
sum liggja til viðgerðar í
tinginum um avtøku av lóg-
ini um býtið av almannaút-
reiðslunum eins og í lógar-
uppskotinum um dagstovn-
ar. Eftir tí, sum skrivað er í
fíggjarlógini, er hædd ikki
tikin fyri teimum broyting-
um sum hendu 1. januar ár
2000 og sum koma at
henda, tá ið lógin um býtið
av almannaútreiðslunum
verður tikin av og lógin um
dagstovnar kemur í gildi.
– Verða lógirnar ikki sett-
ar í gildi fyrr enn 1. juli ár
2000, verður tørvurin um-
leið 3 milliónir krónur
størri, sigur Helena Dam á
Neystabø.
ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen, løgtings-
maður, setti Høgna Hoydal
tveir spurningar, har tann
fyrri er um ríkisborgararætt-
in hjá føroyingum, um so
verður, at Føroyar gerast
fullveldi, og hin er um, hvat
ítøkiligt landsstýrið ætlar at
gera, fyri at føroyskir sjó-
menn ikki skulu missa rætt-
indini til at sigla sum skip-
arar í danska handilsflot-
anum, um føroyingar missa
danska ríkisborgararættin?
Eingin rættarvenja
Í svarinum til fyrra spurn-
ingin, sigur Høgni Hoydal,
at í útgangsstøðinum verður
føroyskur ríkisborgararætt-
ur skipaður, tá Føroyar ger-
ast fullveldi.
– Ongin sjálvsøgd rætt-
arvenja er tó fyri, hvussu
ríkisborgaraspurningurin
meira neyvt verður skipað-
ur, tá lond fáa fullveldi. Tí
hevur tað ógvuliga lítla
meining at siga nakað meira
neyvt um, hvussu viður-
skiftini vera á júst hesum
økinum, ella á onkrum øðr-
um øki.
– Málið hjá samgongu og
landsstýri hevur ikki verið
at fáa felags ríkisborgara-
rætt, men at vit skulu hava
sínámillum javnbjóðis rætt-
indi í tjóðskapi á flestøllum
økjum, eisini hesum. Undir
samráðingunum annan mai,
vísti danska stjórnin til
norðurlendsku sáttmálarnar,
men segði seg sinnaða at
finna loysnir sum ganga
longur, á ávísum økjum, m.
a. á hesum økinum, svarar
Høgni Hoydal.
Eingin broyting
Viðvíkjandi seinna spurn-
inginum, sigur sjálvstýris-
málaráðharrin, at gongst
sum landsstýrið ætlar, verð-
ur ikki nøkur broyting í hes-
um rættindum, tí hetta verð-
ur fevnt av ásetingini um
javnbjóðis rættindi í tjóð-
skapi.
– Tá ið samráðingarnar
millum
landsstýrið
og
donsku stjórnina eru komn-
ar longur áleiðis, verður
sjálvsagt greitt, hvussu hesi
viðurskifti kunnu skipast,
og landsstýrið ynskir, at før-
oyskir sjómenn skulu hava
trygg viðurskifti at útinna
sítt starv. Tá eitt sáttmála-
uppskot er liðugt og góð-
kent millum partarnar, verð-
ur gjørligt hjá løgtinginum
og øllum veljarum at taka
støðu til úrslitið, sigur
Høgni Hoydal m.a. í svari
sínum til Heðin Mortensen.
Ikki felags
ríkisborgararætt
Í útgangsstøðinum verður føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar
gerast fullveldi, sigur sjálvstýrismálaráðharrin í svari til fyrispurning
Tørvur kundi verið á at orða
ein yvirskipaðan politikk
fyri fiskivinnuna, ið skapar
greiðar karmar bæði á
sjógvi og landi, heldur Ar-
beiðsgevarafelagið
Í seinasta tíðindabrævi frá
Vinnuhúsinum verður sagt,
at Vinnumálastýrið hevur
orðað yvirskipaða politikk-
in sum stýrt verður eftir inn-
an vinnugreinir sum t.d.
havbúnaðin.
Hetta ger tað nógv ein-
faldari hjá vinnuni, og
karmarnir eru kendir og
støðugir.
Eisini
merkir
hetta, at polittikarar og um-
siting ikki uttan víðari
kunnu bróta við tær megin-
reglur, ið settar eru, og sum
vinnan hevur góðkent.
Nú oljuvinnan er við at
taka seg upp, er eitt stórt
arbeiði gjørt við at leggja
greiðar karmar um hesa
nýggju vinnu.
Yvirskipaðan politikk
Fiskivinnan er og verður
okkara høvuðsvinna. Tí
heldur Arbeiðsgevarafelag-
ið, at tørvur kundi verið á
at orða ein yvirskipaðan
politik fyri fiskivinnuna, ið
skapar greiðar karmar bæði
á sjógvi og landi.
Nógvar ábendingar hava
verið um, at ávís tilvild
ræður innan umsitingina av
fiskivinnuni, t.d. viðvíkj-
andi útskriving av fiskiloyv-
um. Áhugavert er at sam-
anbera loyvispolitikkin í
komandi oljuvinnuni, við
tær kendu vinnurnar sum
troyta náttúruríkidømi okk-
ara.
Fyri at fáa eitt loyvi til
leiting eftir olju, skulu virkir
prógva dugnaskap, royndir
og sínar ætlanir. Ilt er at
síggja, at hugt verður eftir
slíkum innan fiskivinnuna.
Ávís tilvild ræður í
umsitingini av fiskivinnuni
Umsitingin í Vinnuhúsi-
num hevur tosað við
fleiri virkir sum siga, at
ein av størstu størstu
forðingunum fyri at fólk
flyta heimaftur, er vón-
leysa støðan viðvíkjandi
barnaansing, serliga í
Tórshavn
Gongd er av álvara
komin aftur í føroyska
samfelagið, og innan
vinnuna eru fleiri virkir
sum merkja fløskuhálsar
viðvíkjandi arbeiðsmegi,
skrivar Vinnuhúsið.
Handverksvinnan
manglar fólk, partvís tí
at fleiri handverkarar enn
eru uttanlanda. Ein annar
stórur trupuleiki sínist at
vera ov lítið av teldukøn-
um fólki. Bæði teldufyr-
itøkurnar og onnur virkir,
sum tørva teldukøna ar-
beiðsmegi, mangla fólk.
Eisini innan onnur øki
sær tað út til at vera trup-
ult at fáa væl útbúgvna
arbeiðsmegi.
Fitt av vælútbúgvnum
føroyingum eru uttan-
lands, t.d. fólk við út-
búgvingum innan kunn-
ingartøkni. Tað vísir seg
hinvegin at vera trupult
at fáa fólk heimaftur.
Virkini klaga
Umsitingin í Vinnuhúsi-
num hevur tosað við
fleiri virkir sum siga, at
ein av størstu størstu
forðingunum fyri at um-
røddu fólk vilja flyta
heimaftur, er vónleysa
støðan viðvíkjandi barn-
aansing, serliga í Tórs-
havn.
Trupuleikarnir
av
væntandi
barnaansing
merkjast ikki bara, tá tal-
an er um at fáa útbúgvi
fólk at flyta heimaftur.
Alt slag av virkjum –
fiskavirkir, handlar o.o. -
klaga um henda trupul-
leika.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag heldur tí at tað er
neyðugt, at bæði lands-
og komunalpolitikarar
taka henda trupuleika í
álvara, verður sagt í tíð-
indaskrivinum frá Vinn-
uhúsinum.
Vónleys støða
viðvíkjandi
barnaansing
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Sosialurin - 311820
Tel. 317500
Mammudagur
á Hotel Föroyum
frá kl. 12.00
Borð kann bíleggjast á tel. 317500
Børn
undir12 ár
1/2 prís
Kostnaður kr. 175,-
Til Matna
❉Aspargessúpan
við heimabakaðum breyði
❉Lambssteik
við grønmeti, sós og eplum
❉ Íscocktail
Líka víst summartekin sum flytifuglurin eru tey stóru, fremmandu ferðamannaskipini, sum vitja okkum á hvørjum
sumri
Nú byrjar summarið
Summarið byrjar av álvara, tá fremmandu ferðamannaskipini koma, og Norr-
øna er farin undir sína summarsigling. Norrøna kemur fyrsta túrin í summar-
siglingini mánamorgunin, og á hvítusunnu kemur tað fyrsta fremmanda ferða-
mannaskipið
EDVARD JOENSEN
Mánadagin byrjar summar-
siglingin hjá Norrønu. Tá
kemur hon fyrsta túrin úr
Hanstholm. Við verða um-
leið 300 ferðafólk og 72 bil-
ar.
Áki Jespersen á Smyril
Line sigur, at ferðafólka-
talið í ár teknar til at blíva á
leið tað, sum var í fjør. Í fjør
flutti
Norrøna
72.000
ferðafólk og 18. 200 bilar
millum londini.
Siglingin byrjar heldur
fyrr nú, enn hon plagdi fyrr.
Í fjør varð summarsiglingin
víðkað við tveimum vikum,
sigur Áki Jespersen. Í ár er
hon flutt eina viku orsakað
av, at Norrøna skal í dokk í
heyst. Siglingin byrjar, sum
sagt, komandi vikuskifti og
endar tann 9. september.
Tá fer Norrøna í dokk í
ein mánað, áðrenn hon fer
aftur í vetrarsigling við
farmi.
Meðan Norrøna er í
summarsigling,
hevur
Smyril Line leigað eitt
farmaskip at sigla ta rutuna,
sum Norrøna røkir um vet-
urin. Hetta skipið eitur
Tango og er størri og skjót-
ari enn Clair, sum røkti hesa
rutuna í fjør.
Ferðamynstrið er tað
sama, sum tað plagar at vera
við Norrønu. Føroyingar og
týskarar eiga stóra partin av
ferðafólkunum. Áki Jesper-
sen sigur, at tað sær út til,
at danirnir fækka eitt sindur
í ár, men einki merkisvert
kortini, heldur hann. Hin-
vegin væntar hann fleiri før-
oyingar. Og teir eru ofta
heldur seinni at bíleggja enn
onnur, so tað kann koma
okkurt aftrat enn.
Herfyri fóru flogfeløgini
at kappast um ferðafólkið
við bíligum ferðaseðlum á
ávísum túrum. Hetta hevur
ikki ávirkað ferðafólkatalið
við Norrønu, sigur Áki
Jespersen.
Men greitt er, at ferða-
fólkatalið loftvegis er økt
mundandi í seinastuni. Í
apríl ferðaðust 21,1% fleiri
ferðafólk um flogvøllin í
Vágum, enn í apríl í fjør.
Hesin vøksturin stendst tó
ikki av tilboðunum frá
Maersk Air og Atlantsflog,
tí tey komu ikki í gildi fyrr
enn tann 28. apríl. Men á
flogvøllinum
í
Vágum
vænta tey at fara at síggja
hesi tilboðini aftur í ferða-
fólkatalinum komandi mán-
aðarnar.
Hinvegin verður flogið
fleiri túrar um vikuna í ár,
enn gjørt varð í fjør. Páskir-
nar fullu í apríl í ár. Handils-
stevnan Tórrek var eisini, og
tá vórðu gjørdir fleiri
eykatúrar millum Ísland og
Vágar. Og slíkt telur alt við,
siga tey á flogvøllinum.
Eitt annað víst summar-
tekin eru tey stóru, fremm-
andu ferðamannaskipini,
sum koma á styttri vitjanir.
Vanliga eru tey her nakrar
tímar, meðan ferðafólkini
gera útferðir í landinum.
Hetta tykist vera nakað,
sum vindur upp á seg, sigur
Mia Cameron á havnar-
skrivstovuni í Havn.
Í ár eru 29 av hesum skip-
unum fráboðað, og tað er
met. Eisini væntar Mia
Cameron, at ferðafólkatalið
verður tað hægsta nakran-
tíð. Í fjør vitjaðu knappliga
9.000 fólk hendan vegin við
hesum skipunum. Í ár vænta
tey, at talið fer at nærkast
teimum 12.000 ferðafólk-
unum.
Tað eru fleiri gamlir
kenningar millum teirra,
sum hava boðað frá vitjan í
summar, sigur Mia Came-
ron. Men eisini skip, sum
ikki hava verið fyrr, eru á
listanum.
Eitt nýtt fyribrigdi í hes-
um sambandi tykist vera, at
alt fleiri av hesum skipun-
um seta fólk út í smáum
gummibátum, sum gera
ferðir undir bjørgini. Til
dømis skal fyrsta skipið,
sum kemur hendanvegin í
summar, til Mykinesar og
Vestmanna. Hetta skipið var
eisini her í fjør, og tá sigldu
tey millum annað inn á
Hólmgjógv í Mykinesi. Og
slíkar túrar ætla tey at gera
aftur í summar, skilst.
Føroyingar fara suðureftir
Føroyingar ferðast dúgliga til heitaru londini at halda summarfrí. Faroe
Travel í Havn var tann seljarin, sum samanlagt seldi næstflestar charterferð-
ir fyri kenda donska ferðamannafelagið Tjæreborg í apríl
Av ferðaskrivstovuni Faroe
Travel í Havn verður sagt,
at tey hava úr at gera við at
selja ferðaseðlar. Nógv tann
størsti parturin er millum
Vágar og Kastrup, sigur Er-
land Rasmussen á Faroe
Travel.
Ein partur kemst av teim-
um bíligu ferðaseðlunum,
sum flogfeløgini hava at
bjóða júst nú. Og á Faroe
Travel hava tey merkt eina
veruliga framgongd, síðan
hesi tilboðini komu. Men
hesi tilboðini eru bara gald-
andi fram til 19. juni, og
eisini uttan fyri skeiðið, hesi
tilboðini eru galdandi, verð-
ur væl selt.
Eisini eru teir lesandi før-
oyingarnir utanlands mill-
um teirra, sum fylla væl í
hagtølunum hesa ársins tíð.
Erland Rasmussen sigur,
at serliga eru tað charter-
ferðirnar suður eftir, sum
ganga væl í ár. Faroe Travel
var í apríl næststørsti selj-
arin hjá kenda danska felag-
num Tjæreborg. Og her tosa
vit um talið á ferðafólkum
og ikki í prosentum av
fólkatali í økinum, har sølu-
skrivstovan liggur, sigur Er-
land Rasmussen.