fríggjadagur 12. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
Taka tað heilt róligt at
Paul Watson skal koma
Jón Klein
Olsen
Jón Klein Olsen sigur, at
atsóknin hjá løgregluni í
Føroyum ímóti Paul Wat-
son, seinast hann var her,
vardi í einar tríggjar tímar.
– Tá hevði Paul Watson
trý fólk, sum tóku allar
hendingarnar upp á film, eitt
fólk stóð á brúgvatakinum,
eitt frammi í gron og eitt
afturi á hekkuni.
– Tey skuldu vera frá
BBC.
– Men eftir av øllum at
døma hava upptøkurnar ikki
verið borðbarar, tí onki av
tí sást aftur í sjónvarpinum.
–Tað einasta, sum varð
víst í sjónvarpinum, var ein
hálvvánalig sending sum
CBS í Kanada gjørdi.
– Og har sóu vit m.a
myndir av Paul Watson á
brúnni, har hann rópar
„Mayday, Mayday“ í ein
sendara og biðjur um hjálp,
tí hann verður álopin av
galnum
politistum
við
maskinbyrsum.
–Men har ger hann tað
mistak, at á teimum mynd-
unum síggja vit eina oyggj
í baksýninum, men hon er
skógarklødd heilt oman í
sjóvarmálan. So vit vita í
hvussu so er, at myndin
kann ikki vera úr Føroyum.
– Men tað vita fólk aðra-
staðni frá kanska ikki.
Hann ger eisini tað mis-
tak, at hann gevur upp, hvar
hann er staddur.
– Men hvussu tú so vend-
ir og snarar tær á tí knatt-
støðuni, kanst tú ikki fáa
eina oyggj í baksýnið.
Men hvat fer nú at henda,
um hann fer at royna at
forða fyri grindadrápi
– Tað er ógvuliga ringt at
siga nú, hvat vit fara at gera
í eini ávísari støðu.
Vit skulu eisini taka tað
fyrivarni, at hann fylgir
gjølla við í bløðum og fjøl-
miðlum annars, tí hann er
fjølmiðlamaður burturav.
– So vit fara í hvussu so
er ikki at avdúka taktikkin
frammanundan, sigur Jón
Klein Olsen.
hann kemur.
–Seinast, hann var her,
var í 1986. Tá lovaði hann
at koma aftur ein mánaða
seinni. Tað eru nú 14 ár síð-
ani. Lat hann tí koma, áðr-
enn vit fara at gera nakað
hóvasták burturúr. So fáa vit
at síggja, hvat tað botnar í
hesuferð og, hvussu leikur
ferð.
– Talan kann eisini verða
um, talan er um tóm orð,
og at hann bara roynir at
leggja eitt sálarligt trýst á
okkum fyri at vita, um vit
bakka og tað er ikki sagt, at
nakað býr undir.
Lovar ilt
Men Jón Klein Olsen á-
sannar eisini, at sjálvandi
kann álvari vera aftanfyri.
Og hann viðgongur, at,
tær fráboðanir, sum koma
frá hesun illa gitna um-
hvørvisverndarmanninum,
boða ikki frá góðum, tí tær
eru rættiliga ógvusligar.
–Tann, sum lesur fráboð-
anirnar hjá honum gjølliga,
kann skjótt fara at ivast í,
Løgreglan í Før-
oyum ger onki
hóvasták burtur-
úr, at Paul Wat-
son nú sigur, at
hann ætlar sær til
Føroya. Men vit
fylgja kortini væl
við gongdini og
so taka vit tað,
sum tað kemur,
sigur Jón Klein
Olsen, varapoliti-
inspektørur
ÁKI BERTHOLDSEN
Politiið í Føroyum fer ikki
at gera nakað hóvasták burt-
urúr hóttanunum hjá Paul
Watson at koma aftur til
Føroyar nú í summar.
Jón Klein Olsen, varapol-
itiinspektørur, sigur, at poli-
tiið hevur altíð eygu og oyru
opin fyri tí, sum fer fram
rundanum okkum.
– Og sjálvandi fara vit
eisini at fylgja við, um Paul
Watson skuldi komið higar.
–Men nakrar serligar
fyrireikingar, ella nakra
dubbing verður ikki farið
undir, hóast hann hóttir við
at koma til Føroyar, sigur
hann. Vit fylgja við og so
taka vit tað, sum tað kemur.
Men tað skilst eisini á
honum, at hann vil fyrst
síggja Paul Watson her, áðr-
enn hann rættiliga trýr, at
um maðurin yvirhøvur er
rættsiktaður.
– Hann tosar um saman-
brestir og hann er yvirhøvur
rættiliga ágangandi í sínum
fráboðanum
Vit, sum hava royndir av
honum, seinast hann var her
í 1986, vita, hvussu langt
hann er til reiðar at fara. Og
vit vita eisini, at hann er ein
ótespiligur gestur at fáa, so
tað eru vit í hvussu so er
fyrireikaðir uppá, skuldi
nakað lív blivið við honum
hesuferð, tí vit læra sjálv-
andi alla tíðina av teimum
royndum, vit gera.
Ta ferðina var hann burt-
urvístur úr Føroyum í fimm
ár. Tey fimm árini eru farin,
so nú hevur hann slætt borð.
Hann sigur, at tit skutu
eftir honum bæði við høgl-
byrsu og við táragassi. tá ið
hann var her seinast.
–Tað er ikki rætt. Vit
skutu gasspatrónir eftir hon-
um, men tað brúka vit høgl-
byrsu til.
– Tað var ikki so, at vit
skutu við skørpum.
Ikki nógv broytt seinastu 20 árini
– Eg haldi ikki at lógarbrotini í
Føroyum eru økt í tali sum so, sein-
astu árini, sigur Jón Klein Olsen,
sum er blivin varapolitiinspektørur
ÁKI BERTHOLDSEN
– Gongdin í seinastu hev-
ur verið keðilig. Men
vónandi broytist gongdin
aftur.
Sigur Jón Klein Olsen
á politistøðini í Havn.
Hann er stutt síðani út-
nevndur til varapolitiin-
spektør, ístaðin fyri Suna
Vinther, sum herfyri fór
frá fyri aldur. Sostatt er
hann leiðari á „útrykn-
ingsdeildini“ politistøð-
ini-tað eru politistarnir í
eyðkennisbúna.
Harumframt er hann
varaleiðari hjá Una Vest-
ureið, sum er politiinsp-
ektørur.
Hin deildin á politistøð-
ini er kanningardeildin, ella
kriminaldeildin, har Berg-
leif Brimvík er leiðari.
Jón Klein Olsen fór á
politistaskúla í 1978 og kom
til Føroyar at arbeiða sum
politistur í 1981.
Síðani hevur hann arbeitt
her, uttan eitt stutt skifti, tá
ið hann varð sendur til Jugo-
slavia, sum var.
Ikki nógv broytt
Hesi næstan 20 árini, Jón
Klein Olsen hevur verið
politistur, hava verið størstu
uppgangstíðir og ringastu
niðurgangstíðir í Føroyum
nakrantíð.
Men hóast tíðirnar hava
verið ógvuliga skiftandi,
heldur hann ikki, at krimi-
yvirhøvur er blivin harðari,
tí tað vóru eisini onkur stór
mál fyrr.
Hann minnist eitt nú
bankaránið í Kollafirði og
á Norðskála og innbrotið í
Tinganesi, tá ið ein ør-
grynna av brennivíni varð
stolið.
Men tað er í hvussu so er
eitt, sum ikki slepst undan.
Og tað er, at í seinastuni eru
lógarbrotini, har børn eru
misbrúkt, økt munandi í tali.
–Ja, tað er øguliga skelk-
andi, ásannar Jón Klein Ol-
sen. Men hann veit ikki,
hvussu tað ber til, at lóg-
arbrotini eru blivin so nógv
fleiri nú á døgum.
– Tað verður aldrin til
annað enn gitingar.
– Støðan kann vera, at hesi
lógarbrotini hava altíð ver-
ið, men at fólk eru blivin
meiri tilvitað um tey og gera
meiri av av melda.
– Talan kann eisini vera
um, at tey, sum hava verið
fyri slíkum ágangi, fáa størri
dirvi at melda, táið tey
hoyra um onnur mál, har
fólk verða dømd fyri líkn-
andi lógarbrot.
Og tað kann eisini
verða, at tey í veruleik-
anum eru økt í tali.
Sjálvur
heldur
Jón
Klein Olsen, at tað kann
vera, at tað hava ikki verið
so nógv lógarbrot av hes-
um fyrr.
–Fyrr vóru húsini nógv
smærri.
– Húskini vóru eisini
størri, við fleiri ættarlið-
um undir sama taki.
– Fólk livdu tætt saman,
ofta fleiri sama rúmi, at
tað lá kanska ikki so væl
fyri at fremja hetta slagið
av lógarbrotum.
Nú eru húsini nógv
størri, húskini smærru, so
umstøðurnar eru nógv
broyttar.
– Men hetta verður so
ikki annað enn gitingar,
heldur Jón Klein Olsen.
naliteturin er nógv øktur.
–Tá ið tíðirnr versna, eru
tað nógv sum eru bangin
fyri, at tað fer at elva til
fleiri lógarbrot. Men tað
gjørdi tað ikki hjá okkum í
nítiárunum.
Men Jón Klein Olsen sig-
ur, at tað gongur nógv upp
og niður við lógarbrotum.
– Tað býr so lítið fólk í
Føroyum, og hagtøl broyt-
ast øgiliga skjótt, tá ið tað
er smá tøl, vit arbeiða við.
So tað ber ikki til at koma
til ov avgjørdar niðurstøður,
hóast tølini fyri eitt ávíst
slag av lógarbrotum broyt-
ast nógv frá einum ári til
eitt annað, tí tað skal sera
lítið til at broyta hagtølini.
Hann ivast eisini í, um
kriminaliteturin er øðrvísi
nú, enn hann hevur verið.
–Í síðstuni hevur gongdin
verið keðilig.
– Men eisini tað gongur
upp og niður og vit kunnu
bara vóna, at hetta ikki eru
tekin um, at kriminaliteturin
– Eg haldi ikki, at lógar-
brotini eru so nógv økt í tali
seinastu árini Jón Klein Ol-
sen, varapolitiinspektørur
Lóg-
brót-
ari
Sjálvandi fylgja vit væl við, hvat hendir rundanum okkum, sigur Jón Klein Olsen. Hann er nýliga tilnevndur vara-
politiinspektørur og tað ger hann til leiðara á „útrykningsdeildini“ á politistøðini í Havn. Tað kann væl henda, at
hann fær eina stóra uppgávu longu í summar, nú tann illa gitni Paul Watson sigur, at hann ætlar sær aftur til Føroya
Mótmæla óskilinum
við sjúkraflutninginum
Klaksvíkar býráð mótmælir nú harðliga støðuna hjá sjúkraflutninginum hjá
Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Týsdagin steðgaði ein sjúkrabilur upp, meðan hann
var úti í neyðsendarørindum
EYÐUN KLAKSTEIN
Klaksvíkar býráð mótmælir
nú harðliga støðuna hjá
sjúkraflutningstænastuni
hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Týsdagin steðgaði ein
sjúkrabilur í Klaksvík upp,
tá hann var á veg til eitt
ferðsluóhapp, har ein 14 ára
gamal drongur var yvir-
koyrdur.
– Henda ótolandi støða
tekur grundarlagið undan
trygdini, sum hetta vælvirk-
andi sjúkrahús eftir røttum
skal vera fyri sínar brúkarar,
skrivar Jógvan við Keldu,
býráðsformaður í Klaksvík,
í brævi, sum varð sent He-
lenu Dam á Neystabø,
landsstýrismanni,
miku-
dagin.
Sjúkrabilurin breyt ein
aksil, og hin sjúkrabilurin í
Klaksvík var á verkstaði, og
tí mátti skaddi drongurin
flytast á sjúkrahúsið í per-
sónbili.
Tveir sjúkrabilar eru í
Klaksvík, men báðir eru
gamlir og slitnir. Annar
stendur nú við brotnum
aksli, meðan hin javnan er
av oynni í sjúkraørindum.
Tí stendur ein Mazda-vøru-
vognur klárur at rykkja út,
um okkurt er áfátt.
Mugu skifta
út beinanveg
Klaksvíkar býráð sigur, at
Almanna- og Heilsumála-
stýrið hevur fingið fleiri á-
heitanir um sjúkraflutnings-
tænastuna hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, men at einki er
hent í málinum hóast tað.
– Hvørki Klaksvíkar bý-
ráð ella Almanna- og
Heilsumálastýrið
kunnu
standa og hyggja at, meðan
tílíkt óskil, sum hóttir okk-
ara trygd, fer fram, skrivar
Jógvan við Keldu í brævi-
num.
Hann sigur, at Almanna-
og Heilsumálastýrið bein-
anvegin eigur at taka neyð-
ugu stigini til, at rættlag
kemur á sjúkraflutningstæn-
astuna á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi.
Klaksvíkar Sjúkrahús fær
um stutta tíð ein nýggja
sjúkrabil, men tað heldur
Klaksvíkar býráð als ikki er
nøktandi. Býráðið mælir til,
at báðir sjúkrabilarnir verða
skiftir út í stundini.
Sjúkrabilarnir í Klaksvík eru gamlir og slitnir, og
týsdagin breyt annar teirra ein aksil, meðan hann var úti
í neyðsendarørindum. Mynd: Bárður Klakstein
Bretar vitja
Atlantsflog
Mikudagin kom ein tyrla hjá bretska felag-
num Bristol Helicopters í Vágar. Ferða-
menninir hava fundast við leiðsluna í At-
lantsflogi
Leiðslan í Atlantsflogi
hevur um dagarnar fund-
ast við fólk, sum komu til
Føroya við eini bretskari
tyrlu mikudagin.
Hóast stjórin í Atlants-
flogi, Magni Arge, ikki vil
siga nakað um, hvat fund-
ast hevur verið um, er ym-
iskt, sum bendir á, at talan
er um eitt møguligt sam-
starv í frálandavinnu.
Tað einasta, Magni
Arge vil siga, er, at sam-
band hevur verið millum
Atlantsflog
og
hesar
menninar síðan 1996, og
ein avkláring er nærri nú
enn nakrantíð. Hann vil tó
ikki siga, hvat tann av-
kláringin er, ella hvat tos-
að hevur verið um.
Tó váttar hann, at menn-
inir komu við eini tyrlu
hjá Bristol Helicopters.
Fremmandamenninir
fóru avstað aftur við flog-
farinum hjá Atlantsflog til
Aberdeen í gjárkvøldið.
ej
11. og 12. mai verður stór og fjølbroytt framsýning á Flakavirkinum á Tvøroyri
Hósdagin og fríggjadagin
11. og 12. apríl skipar Kjøl-
bro Heilsøla fyri stórari
framsýning í matstovuni á
flakavirkinum á Tvøroyri.
Frá tí at heilsølan byrjaði
sítt virksemi, hevur tað
verið heilt natúrligt at bjóða
fiskiflotanum alla ta vøru og
útgerð, sum hoyrir skipum
til. Hetta hevur so ført við
sær, at Kjølbro Heilsøla er
blivin ein leiðandi heilsøla
tá tað snýr seg um fiski-
flotan. Á framsýningini,
sum er meira ætlað sjófólki,
reiðaríum,
virkjum
og
handlum, verður nógv at
síggja. Av tí at Kjølbro í 99
fekk umboð uppá tað
heimskendu
oljuna
TEXACO, verða sjálvandi
vørur frá Texaco at síggja á
hesari framsýning. Kjølbro
fekk eisini fyrst í 2000
umboð uppá 66 Norð. Hetta
er eitt vælkent íslendskt
merki, sum selir oljuklæði,
dressir, arbeiðsklæði, trygd-
arskógvar og nógv, nógv
annað. So 66 Norð verður
eisini at síggja á framsýn-
ingini. Umframt olju og
klæði til vinnulívið, kemur
Kjølbro eisini at vísa fram
knívar frá Frost, húkar frá
Mustad, styvlar frá Bekina
og nógv, nógv annað. Í
stuttum tíðindaskrivi frá
Kjølbro verður sagt, at opið
er báðar dagarnar frá kl.
17.00 til 21.00.
Framsýning í Suðuroy