fríggjadagur 12. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stórur
áhugi fyri
oljutingi
Jan Müller
Skulu vit ganga eftir upp-
møtingini til stovnan av á-
hugafelagsskapinum „Olju-
tingið“ í Havn mikukvøld-
ið, so seta føroyingar stórar
vónir til eina koma oljuleit-
ing á landgrunninum. Ikki
færri enn 130 fólk úr øllum
landinum høvdu leitað sær
til Havnar í góðveðrinum at
vera við til at stovna enn eitt
áhugafelag. Og tað varð
stovnað uttan stórvegis
hóvasták. Ein av stigtakar-
unum Dávur Reinert Hans-
en beyð vælkomin og segði,
at nú oljuvinnan umboðaði
so mong ymisk fak, so var
eisini tørvur á einum felag,
einum forum fyri tey ymsu
fakini, har man kundi kunna
seg sjálvan og hvønn annan.
Felagið hevur fingið heit-
ið „Oljutingið“ ella á ensk-
um „Petroleum Association
of the Faroe Islands“. Í
fyrstu nevndina vórðu vald:
Martin Heinesen, Alex Bu-
vik, Geir Atle Rishovd, Ing-
vør Nolsøe og Jan Morten-
sen.
Endamál felagssins er
sum ein tvørfakligur felags-
skapur fyri fólk, ið starvast
í oljuvinnuni, ella sum hava
áhuga fyri oljuvinnu, at
geva limum sínum høvi til
at kunna seg um oljuvinnu
og tað virksemi, sum er
knýtt at henni stendur í
endamálsgrein felagsins,
sum eisini sigur, at felagið
er eitt áhugafelag limanna
og hevur á ongan hátt
vinnuligt endamál. Øll
kunnu gerast limir í felagn-
um, einstaklingar, feløg ella
felagsskapir. Einstaklingar
rinda í árligum limagjaldi
200 kr, meðan feløg gjalda
1500 kr. Umsitingarupp-
gávur verður í hvussu er
fyribils at vera avgreiddar
frá skrivstovuni hjá Vinnu-
húsinum.
Ætlanin hjá felagnum at
skipa fyri fyrilestrum og
leggja upp til tjak varð sett
í verk longu á fyrsta fund-
inum. Har vóru tveir fyri-
lestrar, men tíðin rakk ikki
til tjak eisini. Herálvur
Joensen, stjóri í Oljumála-
stýrinum helt fyrilestur und-
ir heitinum „Ein útbjóðing
- fleiri avbjóðingar“, og
Gunnvør Balle, sum stendur
á odda fyri komandi olju-
virksemi hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, tosaði um
samstarvsavtalur í oljuvinn-
uni.
Herálvur Joensen fegnað-
ist um, at felagið er stovnað
og vónaði hann, at hetta
kann verða mennandi fyri
oljutjakið.
Hann
valdi
annars at tosa um gongdina
í oljumálinum fram til dag
og nevndi tær mest týðandi
fortreytirnar fyri tí støðu,
sum vit eru í í dag. Talan er
um tær tríggjar meginfor-
treytirnar, nevniliga at fáa
undirgrundina á føroyskar
hendur, at fáa gjørt neyðugu
jarðfrøðiligu forkanningar-
nar og at fáa ásett undir-
grundarmark millum Før-
oyar og Bretland.
Stjórin í Oljumálastýr-
inum manaði í jørðina tær
mongu gitingar og illgit-
ingar, sum hava gingið um,
hví danski forsætisráðharrin
Poul Schlúter á sinni brádd-
liga gjørdi av at lata før-
oyingum rættin til und-
irgrundina. Hann helt fyri,
at vit í hesum gitingum
høvdu gjørt bæði dønum og
okkum sjálvum órætt, tí
kanska var svarið so einfalt
sum tað, at danska stjórnin
varð komin til, at tíðin varð
búgvin til eina slíka loysn,
og at okkara egnu fólk
høvdu gjørt eitt sera gott
arbeiði.
-Oftani er her í Føroyum
torført at geva keisaranum
tað, ið keisarans er, og tað
er góða samráðingarúrslitið
í undirgrundarmálinum eitt
dømi um. Herólvur Joensen
helt fyri, at vit vóru sera væl
fyrireikað, og at okkara em-
bætisfólk og ikki minst Atli
Dam, táverandi løgmaður
gjørdu eitt sera gott arbeiði
í hesum samráðingum.
Eisini í marknamálinum
helt Herálvur Joensen, at vit
hava gjørt eitt gott og
miðvíst arbeiði, ikki minst
tí vit hava hildið okkum til
lógarinnar bókstav, tá tað
snúði seg um at tulka altjóða
rætt.
Reinføra føroyska
oljuumsiting
Herálvur Joensen nevndi
eisini komandi oljuleiting.
Hann vísti á, at tað er ikki
nøkur løtt uppgáva hjá okk-
um sum eitt lítið land at
byggja upp eina oljuum-
siting, sum skal standa upp
ímóti teimum stóru oljufel-
øgunum, sum hava drúgvar
royndir og orku. Hann helt
styrkina vera, at vit ikki lata
okkum tøla av góðum til-
boðum, sum oljufeløgini
koma við og vónaði, at vit
fáa eina reinføra føroyska
oljuumsiting.
Gunnvør Balle tosaði um
samstarv og avtalur millum
føroyingar og útlendingar
og føroyingar sínamillum.
Hon legði stóran dent á, at
føroyskar fyritøkur kunnu
samstarva við útlendskar
fyritøkur, men tað er eisini
sera týdningarmikið, at før-
oyskar fyritøkur kunnu
kasta saman í komandi olju-
útviklinginum. Hon metti,
at tað er umráðandi, at vit
kenna okkum viðfarin á
jøvnum føti við aðrar. Størri
møguleikar eru fyri menn-
ing
gjøgnum
samstarv
heldur enn í sjálvdrátti. -Hví
vilja útlendingar so arbeiða
saman við okkum spurdi
Gunnvør Balle og svaraði,
at hetta lutvíst er út frá
einum skilagóðum kravi frá
føroyskum myndugleikum.
Tað er so eisini tíðin, sum
talar fyri slíkum samstarvi,
at man nettupp tekur lokala
partin við í arbeiðið. Tað eru
so eisini fyrimunir hjá út-
lendskum fyritøkum at ar-
beiða saman við føroyskum
fyritøkum, tí hesar hava
eina vitan um samfelag,
mentan, politikk, fólk ol.
sum hinar ikki hava. Hon
helt annars, at vit fáa mest
burtur úr samstarvsavtalum
Hesir báðir norsku „olju-
gubbarnir“ vórðu valdir í
fyrstu og søguligu nevnd-
ina í nýggja felagnum
„Oljutingið“ á Hotel
Hafnia. Vm Alex Buvik frá
Oljufyrisitingini og Geir
Atle Rishovd frá Saga
Petroleum Føroyar. Mynd
Jan Müller
við at hava heilt greið mál
og við at seta avtalurnar væl
saman.
Sjáldan hevur verið so
fullsett á Parnassinum
sum mikukvøldið, tá
Oljutingið varð stovnað.
Fólk vóru úr øllum
landinum umboðandi
alskyns stovnar, feløg
umframt at har eisini vóru
einstaklingar við áhuga
fyri oljuvinnuni. Mynd Jan
Müller
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
P/F Thomas Dam Búnýti • Tel. 314930 • 447604
N. Finsensgøta 18 • Saltangará
99.-
99.-
FILIGRAN VASAR
16 cm.
Fleiri sløg
Vit pakka
sjálvandi
gávuna
vakurt inn!
FILIGRAN LJÓSLYKTIR
Mamma er
tann besta...
Mamma er
tann besta...
199.-
199.-
MINST TIL
14. mai
Mammudagur
Mammudagur
Mammudagur
Sosialurin - 311820
United Voices sangmarathon
United Voices ætlar sær uttanlanda á sangferð. Í hesum
sambandi skipa tey í kvøld klokkan 19 fyri sangmarathon,
ið heldur fram í eitt samdøgur uttan steðg
DAGFINN OLSEN
Í
kvøld,
fríggjakvøld,
klokkan 19, skipar United
Voices fyri tiltakið, ið held-
ur fram til leygarkvøldið
klokkan 19.
Tiltakið verður í Evan-
geliihúsinum í Havn.
Talan er um opið hús.
Fólk kunnu so tekna stuð-
ulsbrøv fyri ávíst tímatal.
Brævið er samstundis at-
gongumerki til alt sam-
døgrið, ið tiltakið fer fram.
Samstundis eru tey, ið
stuðla, við í lutakastinum
um ein ferðaseðil til Dan-
markar fyri tvey. Hetta er
stuðlað av Maersk.
Sangferð
United Voices roynir við til-
takinum at savna nakað av
peningi, nú kórið ætlar sær
á sangferð. Tey fara av land-
inum tann 26. juni. Tann 27.
juni syngja tey í Århus og
tann 29. juni í Tivoli. Tann
20. juni á Ráðhúsplássinum
í danska høvuðsstaðnum.
Tann 2. juli fara tey til
Álands at syngja í Marie-
hamn. Heimferðin er tann
4. juli.
Umframt United Voices,
United
Voices
skipar í
kvøld fyri
sang-
marathon
í eitt sam-
døgur, til
frama fyri
sangferð
Hósdagin var kanningin, sum Útnorðurráðið hevur latið gera um lívsvirðini
hjá ungum, løgd fram. Hetta hendi um telesamskifti, tí í Íslandi sótu tey, ið hava
gjørt kanningina og í Føroyum umboð fyri Útnorðurráðið og fjølmiðlar
fara onnur at hjálpa til til
marathontiltakið í kvøld.
Klokkan 19 til 20 fara
United Voices á pall. Tey
eru aftur leygarmorgunin
frá 4 til 5 og frá 10:30 til
11:30. Tey enda eisini til-
takið leygarkvøldið frá
klokkan 18 til 19.
Onnur fara so at fylla
skránna út. Bólkurin I am
fer á pall og eisini fara á
pall lovsongbólkar og so-
listar.
Tiltakið í Evangeliihús-
inum er opið hús, har øll eru
vælkomin. Talan er um
tvørkirkjuligt tilak.
Í Føroyum luttóku umboð fyri serkunnleikan,
Útnorðurráðið og fjølmiðlar
Lisbeth L. Petersen, varaformaður Útnorðurráðsins,
beyð luttakarunum vælkomnum
Serkunnleikin hevði skikkaðar spurningar at seta
teimum, ið gjørt hava kanningina um ung í Útnorði
Myndir: Jens Kristian Vang
DAGFINN OLSEN
Útnorðurráðið hevur latið
gera kanning, ið nevnist De
unges livssyn í Vestnorden.
Tað er íslendska Socialvid-
enskabeligt Institut, ið hev-
ur staðið fyri arbeiðinum, ið
fevnir um ung í Føroyum,
Íslandi og Grønlandi.
Kanningin er í snøggum,
greiðum og áhugaverdum
bóklingi. Hósdagin varð
kanningin løgd fram á Tæn-
astumiðstøðini hjá Føroya
Tele. Hetta hendi um tele-
samskifti.
Tvey støð um
somu tíð
Í Íslandi sótu umboð fyri
tey, ið gjørt hava kanningina
og í Føroyum umboð fyri
Útnorðurráðið og fjølmiðlar
og serfrøðingar.
Á sjónvarpsrúti sóu ís-
lendsku umboðini føroying-
arnar og í Føroyum sóu tey
íslendingarnar. Tøknin gjørdi
tað sostatt gjørligt at hava
ein og sama fund á tveimum
støðum um somu tíð.
Áhugaverd tøl
Í Íslandi sótu Fríðrik Jóns-
on, Hrefna Guðmundsdóttir
og Páll Brýnjolfsson, ið
byrjaði fundin.
Lisbeth L. Petersen, vara-
formaður Útnorðurráðsins,
beyð vælkomin og greiddi
frá útnorðursamstarvinum.
Hon fegnaðist um at kunna
leggja okkurt ítøkiligt á
borðið, eftir at arbeiðið í
ráðnum varð lagt um í 1995.
Fríðrik Jónsson greiddi
síðani nærri frá frágreiðing-
ini. Og eisini prógvaði tøkn-
in sínar dygdir. Hann nýtti
sokallað Power Point. Tey
flestu kenna til hetta, at okk-
urt verður skrivað á eina
talvu ella varpað upp á
veggin við uppvørpu (over-
head).
Nú kemur slíkt beinleiðis
á teldu- ella sjónvarpsrútin,
Frágreiðing um ung løgd
ng um ung løgd
fram um telesamskifti
um neyðugt.
Kanningin er áhugaverd,
tí hon lýsir tey ungu í Ís-
landi, Føroyum og Grøn-
landi sera neyvt, tá um lívs-
virðini ræður. Sostatt ber
eisini til at sammeta londini.
Tey ungu hava svarað
spurnarbløðum um ymisk
viðurskifti.
Komið verður m.a. inn á
metingar teirra um um-
hvørvisspurningar, hvørji
tey ikki vildu ella vildu havt
til grannar, t.d. fólk úr øðr-
um londum ella misnýtarar.
Metingar
viðvíkjandi
morali, hjúnalag og trú-
skapi, religión, tjóðskapi og
framtíðarvónum.
Tikið varð m.a. fram, at í
Grønlandi løgdu tey ungu
minni í umhvørvisspurning-
ar, enn í hinum báðum lond-
unum.
Tá um virkið trúarlív ræð-
ur, liggja føroysku ungdóm-
arnir fremstir. Í Íslandi eru
tey hinvegin bangnast fyri
huldufólki og líknandi.
Serfrøðingar vóru bodnir
við á fundin og t.d. setti
Eyðun Andreassen spurnar-
tekin við, hvørt tað kundi
bera til, at tá starv faðirsins
bleiv nevnt, so fann hann
ongastaðni fiskimenn, men
bert serkønar, hondverkarar
ella sjómenn. Mong av iva-
málunum, ið komu á borð-
ið, tóktust hava støði í
óneyvum greiningum av
fyribrigdum.
Ein av niðurstøðunum hjá
teimum, ið gjørt hava kann-
ingina var, at londini líkjast
meira, enn tey væntaðu, tó
at munir eru. Mett var, at
kanningin gevur frálíka
mynd av lívinum hjá ungum
í londunum. Vón var um, at
tað fer at bera til at sammeta
við slíkar kanningar í
Europa.
Samanumtikið áhugaverd
tøl og útgreinað viðurskifti,
ið ikki ofta eru fest á blað
ella førd sum hagtøl.