Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ótrúliga stór orka verður brúkt til at mála svartar myndir í føroyska samfel- agnum og at spilla hvønn annan út. Eg hugsi neyvan, at nakað annað fólk í søguni hevur upplivað eina slíka útspilling sínamillum og so nógv ómegdartos, sum vit síggja í føroysku fjølmiðl- unum og á tingi í dag. Har- afturat verða ikki minst í donskum fjølmiðlum ótelj- andi lygisøgur, persónligar útspillingar og álop móti landsstýrinum og landsstýr- isfólki førd fram frá navn- givnum føroyingum - bæði politikarum og øðrum. Hvørjum skal hetta gagna? Hóast politiskar ó- semjur, hugsi eg neyvan, at tildømis danskir andstøðu- politikarar høvdu farið í bretsk bløð at spilt stjórnina út undir eini týdningarmikl- ari samráðing við bretar. Í okkara føri, vera jú bæði Løgtingið og alt Føroya fólk at fella dóm yvir samráð- ingarúrslitið, tá tað fyriligg- ur. Ábyrgdarloysi sum politisk hugsjón Men eitt er at semjast ella skeldast um okkara viður- skifti við donsku ríkis- myndugleikarnar. Eitt ann- að er okkara búskaparliga framtíð í hesum landi. Vit hoyra nú í ramasta álvara formenninar í størstu and- støðuflokkunum siga, at hetta landsstýrið niðurpínir samfelagið og tí fáa vit heldur onga góða skiftistíð. At vit bara skulu brúka meira pengar, tí so fáa vit eisini fleiri pengar úr Dan- mark. Hetta er fyrstu ferð vit so greitt hava hoyrt á- byrgdarloysið sett fram sum politiska hugsjón. Vit kunnu nú bara stað- festa, at við hesi hugsjón er líkamikið, hvat verður gjørt: Tá tað gongur væl, er tað ringt. Og tá tað gongur illa, er tað gott. Tað sum vendir niður, vendir upp. Og tað sum vendir upp, vendir nið- ur. Alt kann brúkast ímóti fullveldisætlanini. Vit hoyra dag og dagliga frá andstøðuleiðarum, at alt verður niðurpínt undir hesi samgongu, til tess at spara upp til fullveldið. Næstu løt- una hoyra vit frá somu per- sónum, at pengarnir fossa úr landsskassanum. Einu løtuna eru vit alt ov fátæk og næstu løtuna alt ov rík. Um vit høvdu havt somu trupulleikar sum Danmark_ Vit kunnu ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um tað, sum hendir í Danmark, hevði verið hent í Føroyum í dag: Á ellisheimum hava tey eldru verið misrøkt. Eldri fólk verða funnin deyð í síni íbúð eftir hálvum og heilum árum uttan nakran góðan. Bíðitíðirnar til krabbameinsviðgerð halda als ikki. Ungdómur fremur grovan harðskap og dráp. Stórt svik fer fram innan kommunalar og privatar stovnar. Í tí danska matvør- ustýrinum eru omanfyri 100 milliónir misnýttar. Og so framvegis. Hetta eru trupulleikar, sum flestu lond hava í vest- urheiminum. Eg ivist onga løtu í, at danskir politikarar gera alt fyri at loysa hesar trupulleikar — uttan mun til flokk. Men hevði tað verið í Før- oyum í dag_ á dú, á dú. Fullveldið hevur skyldina! Soleiðis verður tað! Vit klára okkum aldrin! Soleið- is høvdu atfinningarnar rungað. Men vit hava als ikki tikið ábyrgdina enn. Og tað ein- asta vit vita við vissu, er, at okkara núverandi trupul- leikar eru skaptir undir heimastýrinum. Teir kunnu bert loysast, um vit taka á- byrgdina. Stórmál eru loyst Nógv liggur á láni í sam- felagnum eftir kreppuna. Henda samgongan hevur sanniliga eisini gjørt síni mistøk. Hon skal heldur ikki gykla nøkrum fyri, at alt verður beint og gott komandi árini uttan stór og tung tøk. Men í veruleikanum eru ótrúliga nógv framstig hend og fara at henda afturat, um vit halda fast um tann á- byrgdarfulla politikkin. Vit kunnu bara nevna nøkur av teimum týdning- armiklu viðurskiftunum, sum eru loyst seinastu tvey árini. Hesi mál hava annars verið óloyst í mong harrans ár undir skiftandi landsstýr- um: • Fakfeløgini hava fingið lønarhækkingar og aðrar betringar, sum eru tær fræg- astu í 10-15 ár • Allar pensiónir eru hækk- aðar munandi • Lestrarstuðulin er hækk- aður munandi • Almanna- og heilsumál eru hækkaði við 137 mió. krónum uppá tvey ár á fíggj- arlógini • Útbúgving, gransking og mentan eru hækkað við 65 mió. krónum uppá tvey ár • Ætlanir fyri gransking og útbúgving í einum sjálv- støðugum Føroyum eru lidnar • Mentan og list hava fingið bøttar umstøður • Studningurin til at byggja skip er strikaður • Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum er loystur • Farið verður næsta ár undir at byggja nýtt lands- sjúkrahús og at seta tað gamla í stand • Peningur er játtaður til bæði medisinsk tól og til sjúkrabilar • Eitt nýtt Sandoyarskip verður klárt fyrsta dagin • Farið verður næsta ár undir at byggja nýtt Suður- oyarskip • Eitt nýtt vaktarskip er flotað og tyrlutænastan verður útbygd, som vit sjálvi megna allar uppgávur • Undirsjóartunnil til Vág- arnar er loksins samtyktur • Bankamálið er loyst • Undirgrundarmarkið við Bretland er loyst • Oljuútbjóðingin er væl fyrireikað og klár • Stórbroytingar eru hendar í okkara sáttmálum við ES, sum hava betrað útflutn- ingsmøguleikarnar • Vit hava fingið lýst alt okkara samstarv við Dan- mark og lýst hvat krevst av okkum til fullveldi Viðmerking: Norðurlendsk giktafeløg hittast Í vikuskiftinum verður Giktafelag Føroya vertur fyri einum norðurlendskum ráðsfundi millum giktafeløg í Norðurlondum. Tvær ferð- ir árliga møtast feløgini hjá hvørjum øðrum, og hesa ferð eru Føroyar vertur fyri ráðnum. Tað verða tvey um- boð fyri hvørt Norðurland og m.a. verða hesi evni við- gjørd: Viðgerð - IT - Internatio- nalt samstarv - Kunningar- tilfar - Gransking - Nýggir heilivágir og kostnaðurin - um tørvin innan giktalækn- ar. Tey norðurlendsku gikta- feløgini, sum er úr Svøríki, Danmark, Noreg, Finland, Ísland og Føroyum, eru knýtt saman í eitt ráð, sum nevnist Nordisk Reuma Råd. (NRR). Giktafelag Føroya varð í 1997 innlimað í NRR og fekk sama sjálvstøðuga rætt sum hin Norðurlondini. Giktafeløgini teljast millum tey størstu feløgini í Norð- urlondum, og bara í Dan- mark eru 80.000 limir. T.d. letur danska felagið fleiri milliónir til gransking ár- liga. NRR hevur ein arbeiðs- setning: - Kunna um giktasjúkur- nar, um viðgerð, fylgjurnar av sjúkuni. - Møguleikarnar fyri fe- lags norðurlendskari út- búgving og gransking verða víðkaðir. - Samstarva norður- lendskt í giktafeløgunum. - Vinabýavirksemið verð- ur økt, eisini á giktaøkinum. - Samstarva internatio- nalt. WHO hevur viðtikið, at frá 2000 til 2010 skal í øllum heiminum verða fokuserað uppá sjúkur í rørslulagnum og viðgerð av hesum sjúkum. Giktafeløgini vilja sam- starva fyri, at norðurlendsku heilsuministararnir verða kunnaðir um manglandi fakpersonali innan Rev- matologi. Útbúgvingarnar eiga at gerast meira spenn- andi og meiri upplýsing eig- ur at fara fram á universitet- unum og heilsuskúlum inn- an hesar sjúkur. Giktarakt fólk krevja, at serútbúgvin lækni tekur sær av teimum. Fyri at fáa eina diagnosu so tíðliga sum møguligt, krevst at læknin er spesialist á økinum. Gikt Tað sum vendir niður, vendir upp • Vit eru komin so langt við samráðingunum, at um pol- itiskur vilji fæst, kann ein sáttmáli gerast millum Før- oyar og Danmark, ið gevur okkum fult ræði og fulla ábyrgd av okkara viður- skiftum • Nýtt og nógv greiðari á- byrgdarbýti millum land og kommunur er sett í verk • Tær mest skuldartyngdu kommunurnar hava fingið gjaldslætta • Avtalur eru gjørdar mill- um land og kommunur, so- leiðis at íløgurnar í landi- num verða tálmaðar og spjaddar • Ein langtíðaríløguætlan er gjørd, ið kann fáa sam- felagið uppá eitt nútímans støði, út frá tí, sum føroyski búskapurin kann bera. Kreppan er ikki av Nógv restar í at gera. Men tað kann ikki gerast so skjótt, sum um vit brúktu danskar pengar at blása virksemið uppaftur, fyri síð- ani at fara á heysin aftur. Vit eiga at minnast til, at allir búskaparfrøðingar siga, at vandi er fyri ov nógvari ferð á føroyska búskapi- num. At um vit ikki halda aftur við almennu útreiðsl- unum, so stýra vit aftur móti vinnuligum óðamanna- verki, skrædli og húsagangi — við fráflyting og niður- skurðum fyri tey veikastu. Hetta er tann veruligi ræð- uleikin, sum ikki byggir á pástandir, men á tann kalda veruleikan, sum varð stað- festur fyri bara fáum árum síðani. Vit eiga eisini at minnast til, at Føroyar eru als ikki komnar úr kreppuni í 80’u- num og 90’unum. Ikki fyrr- enn vit hava ein heilt sjálvberandi búskap, kunnu vit siga, at vit eru á beinari leið. Vit hava eina ørgrynnu av økjum, sum hava verið forsømd — ikki bara í 90’u- num, men heilt aftur í 70’ini og 80’ini, tá vit blakaðu 13 milliardir á sjógv til alt ann- að enn haldgóðar íløgur. Sjúkrahúsøkið — serliga landssjúkarhúsið — hevur verið forsømt við íløgum í 30 ár. Eldraíbúðir og viður- skiftini hjá brekaðum hava onga veruliga raðfesting fingið undir heimastýrinum. Strandferðsluflotin somu- leiðis. Tí kunnu bert varlig fram- stig gerast nú, sum tryggja, at vit ikki aftur fara útav eggini. Annars fara ræðumyndir- nar at ganga út. Ikki við fullveldi, men við ongum valdi og ongari ábyrgd. Høgni Hoydal rakar fólk í øllum aldri, bæði børn og vaksin. Tey flestu verða rakt í arbeiðs- førum aldri. Gikt er sera pínufull og niðurbrótandi fyri likamið. Giktsjúkan er dýr fyri samfelagið. T.d. innlegging- ar, heilivágur, uppvenjingar, skurðviðgerðir, hjálpartól, persiónir o.a. Í Danmark er samlaði kostnaðurin fyri statin – ca. 29 mill. kr. – í Finnlandi 9 mill. FIM – í Svøríki 49 mill. SEK, og í Íslandi 14 mill. ÍSK. Vit hava ongi tøl fyri Føroyar. Skjót diagnosering og skjót viðgerð kann fáa kostnaðarstøðið munandi niður, við at fólk verða ver- andi úti á arbeiðsmarknað- inum, færri innleggingar, færri skurðviðgerðir. Danska giktafelagið hev- ur nýliga lagt eina sera spennandi og upplýsandi »giktamiðstøð« út á alnót- ina. www.gigtbasen.dk. Henda støðin vendir sær bæði til sjúklingar og við- gerðarar. Í komandi blaðnum hjá Giktafelag Føroya fáa lim- irnir frágreiðing frá norður- lendska ráðsfundinum. Giktafelag Føroya telur slakar 400 limir og at fe- lagnum eru knýttir tríggir undirbólkar, foreldrabólk- urin, ungdómsbólkurin og fibromyalgibólkurin. Felagið gevur 2-3 bløð út um árið, har føroysk viður- skifti verða viðgjørd, so sum fyrilestrar og skeið. Giktasjúklingar í Føroy- um eru ikki so væl fyri við t.d. arbeiði, venjingarmøgu- leikum osfr. Ert tú ikki úti á arbeiðsmarknaðinum sum onnur, ella mást tú úr starvi tínum, tí tú ikki klárar starv- ið sum tú hevur, so er ein- asta alternativ pensión. Vard størv eru ongi, viðgerðar- møguleikarnir eru ikki ser- liga góðir, fráfarandi lækni fær ongan avloysara, so framtíðarvónirnar eru ikki av teimum bestu. Felagið royndir at kunna myndugleikarnar um støðu giktsjúklinganna, men sum nú er er onki ítøkiligt upp- skot um, hvussu vit loysa hesar stóru trupulleikar. Felagið hevur skrivstovu í MBF-húsinum og er opið mánadag millum kl. 14–16. 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 91 - 12. mai 2000 Steingjan av R. C. Effersøesgøta við SMS Vegna vegabeiði verður R. C. Effersøesgøta, frá Egholmstrøð til Húsagøta, stongd fyri allari ferðslu frá leygardegnum 13.05.2000 kl. 14.00, til mánamorgun 29.05.2000 kl. 06.00. Broyting í Bussleiðini: Leið 1: Koyrir úr Steinatúni , eftir R. C. Effersøesgøta, Gripsvegi, Hoyvíksvegi og Tjaldursvegi til Gundadalsveg, sum síðani koyrir sum vanligt. Leið 2: Koyrir úr Hoyvík, eftir Staravegi, Heykavegi, Tjaldursvegi, Hoyvíksvegi og Gripsvegi, sum síðani koyrir sum vanligt. Leið 3: Koyrir úr Steinatúni, eftir R. C. Effersøesgøta, Gripsvegi, Hoyvíksvegi, Tjaldursvegi og Heykavegi, sum síðani koyrir sum vanligt. Øll óneyðug tung ferðsla verður víst til at koyra eftir ringvegnum, meðan R. C. Effersøesgøta er stongd.