fríggjadagur 12. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 91 - 12. mai 2000
Fríggjadagur 12. mai
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Á staðnum røttu tíðina
Loftmiðlar eiga sum pressa at vera
á røttum staði til røttu tíðina, so at
boðskapurin kennist aktuellur og
hugtekur fólk, og tað haldi eg, at
bæði útvørp og sjónvarpið royna at
gera eftir førimuni, hóast mong ilsk-
ast og halda loftmiðlarnar ikki vera
lisensgjøldini verdar. Tilsamans kr.
3.000 árliga í lisensi kann tykjast
nógv at lata hjá einum húsarhaldi,
serliga hjá t.d. støkum pensionistum,
men harra gud, tað er undir 10 kr.
um dagin svarandi til eina fræga øl,
triðings sigarettpakka, ein lítlan
bommpakka ella fimtings biograf-
bilett o.s.fr.
Og afturfyri fæst hvønn dag vanliga
ein frægur filmur, dagsaktuell kun-
ning, undirhald og ymisk dagdvølja
umframt ymist andaliga mennandi.
Hinvegin skerst ikki burtur, at tvinn-
ar útvarpsrásir framvegis eru ókeypis
og partar av báðum als ikki so galnir,
so í veruleikanum eiga fólk ikki at
láta so illa at, men at fegnast, vraka
og velja.
Báðir teir almennu loftmiðlarnir
hava t.d. lýst seinastu sjálvstýrissam-
ráðingarnar væl og virðiliga. Breddin
í kvøld um Biskupstøð og útjaðaran
var spillfeskur og frálíkur.
Og fyri at taka okkurt annað ítøkiligt
fram, so vil eg nevna eitt nú egnu
framleiddu páskasendingar sjón-
varpsins.
Tað var meðan sjónvarpsumboð
frammanundan vóru og ferðaðust í
Miðalhavinum, og hóast steðgað
varð bert heilt fáar tímar í tí heilaga
landinum, so spurdist burtur úr ein
sera tignarlig páskasending, har vit
vórðu kunnað og víst runt til ymisk
heilag støð, sum tey flestu bert hava
hoyrt um í páskaboðskapinum.
At okkara umboðskvinna í Ísrael,
Hanna hjá Essa og Lydiu, var ferða-
leiðari, gjørdi bert sendingina enn
meira viðkomandi og sannførandi.
Sera væl frágingið frá øllum pørtum
og ikki minst myndatakaranum, sum
ta ferðina var Bjarnheðin í Hoyvík.
Zacharis skal eiga tað, at hann er
ein knassi at vera á blettinum røttu
løtuna, so at tað nógva, sum hann
millum ár og dag fær frá hondini, hug-
tekur mangar síggjarar. Hann hevur
bara nøs fyri hasum, umframt frálíkt
hegni at koma í samband við fólk.
Nakað tað sama kann sigast um
follow-upp sending hansara um
eggjaræning í Skúvoy. Loftmiðla-
sendingar eru annars vanliga ov ofta
bara frágreiðandi og verða slíkar alt
ov sjáldan eftirviðgjørdar við aftaná-
kjaki ella problematiseraðar.
Tann frálíka annars gamla upp-
runasendingin úr Skúvoy fekk sostatt
nýtt viðkomandi perspektiv, av at fáa
aktuelt orðaskifti í lag við Tummas
Frank og Ólav Skipagøtu um avleið-
ingarnar av nýggju fuglaveiðilógini
fyri eitt nú fólkið sjálvt á fuglaplássum
sum úti í Skúvoy.
At hugsa sær til, at skúvoyingar
frá náttúrunar hond nú á døgum í
veruleikanum hava verri møguleikar
fyri at ogna sær ein lomviga í pottin
enn tann fastlønti leygardagsfiskarin
á kyrruplássum á massdrápsferð í
rasarabáti, ílatin armyklæði og við
fleiri pumpguns innanborða! Tað man
lítið annað vera at gera hjá skúvoy-
arfólki enn at fáa Ólav, útiseta teirra
í Hoyvík, at fara oman í Vágsbotn á
marked har at keypa teimum eina
lomvigakneppu at senda suður, so
tey ikki heilt skulu gloyma rákan av
lomviga.
Annars hava høvuðstíðindini farnu
vikuna verið um hetta ólukku amor-
øsa telduvirussi, sum nærum hevur
kollrent alla ta siviliseraðu verðina,
bara tí at onkur snildur kúllur hevur
spælt hund við hesum amboði, sum
vit øll siviliseraðu hava gjørt okkum
so bundin av, at vit heilt hava gloymt
kynstrið at hugsa og virka sjálv.
Ongin ivi um, at elda, eins og t.d.
NEIL JOENSEN
Nú er komi væl ímóti sumrið og náttar-
ravnarnir fara at leggja seg fyri summ-
arið. Hetta árið hevur verið sum øll
onnur ár, nokk av sendingum, brøvum
og nokk av ringjarum . Sendingin koyrir
javnt alt árið runt, men tá ið tað fer at
lýsna um næturnar, og kvøldini verða
ljósari minkar talið av lurtarum eitt sind-
ur, men ikki at tað skaðar sendingina
nakað.
Meira undirtøka?
Sum sagt koyrir sendingin eftir einum
meira javnum banað, men innsendingin
er broytt rættuliga nógv. Í fyrstani vóru
brøv send inn hondskrivað og faxa, ikki
tað at tey ikki verða tað enn, men nú
liggur innsendingin um 90% av teldu-
brøvum ( e-mail ). Internetið er vaksið
nógv tey síðstu árini, og næstan øll
hava tað. Men tað eru enn tey 10%
Náttaravnarnir
eftir sum hondskrivað ella faxa brøvini.
Endin
Ætlanin er ikki at støðga sendingina
heilt enn. Ársins songrødd er júst
byrjað, og ætlanin er hjá náttaravnunum
eldur, krút, bilar og annað gott, er
frálíka hent og mannaættini ein veld-
ug medhjálp, um tað verður væl og
skynsamt umsitið, men aftur her er
tað menniskjað sjálvt, sum er slang-
an í paradísinum. Teldumedaljan
hevur sum eldur og krút eina bak-
síðu, menniskjað sjálvt, og tað er
helst ilt at vara seg fyri.
At enda hava tað í øllum loftmiðlum
seinastu tíðina verið nógvar endur-
sendingar, men tá tær yvirhøvur
hava verið góðar og viðkomandi,
samstundis sum fólk víða hvar illa
klára at fáa alt við um eina leið, so
er eisini tað bara heilt í lagi.
Samanumtikið er ivaleyst fyri bæði
eygu og oyru, og tað hevði onki verið
forgjørt í at stytt loftmiðlaskráirnar
munandi eina tíð, nú tað av álvara
sumrar, og fólk, sum eru før fyri tí,
heldur áttu at leita sær sum mest út
fyri dyr.
Tað skjótt farna nátt-
arravnaárið
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur,
skrivar
at fylgja við henni, sum gevur eisini
lurtaranum møguleika at fylgja við henni
í sendingini. Og enn er vinningurin eftir
at burturluta. Vinningurin frá Alantic
Airways er ferð pg atgongurmerki til
konsert hjá Tinu Turner. Men tó eru teir
ikki heilt sikrir í hvat teir skulu enda við.
Ikki vilja teir siga nakað teir ikki eru
sikrir í, og um so, so var spenningurin
ikki har meira. Men tað var fingið so
mikið burtúr teimum at teir enda við ein
Brakið.
Sosialurin - 311820
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Bahá’í samfelagið
í Tórshavn
Miðstøðin í
Gundadali
»Hyggur tú at rættvísi,
vel tú øðrum tað, ið tú
velur
tær
sjálvum.
Sanniliga, við eyðmýkt
verður
menniskjað
upphevjað til himmal
máttarins, og hinvegin
lækkar erpni hann til
tað lægsta eyðmýktar-
og mannminkanarstøð-
ið«
Bahá‚i skriftir
www.bci.org/bahai.fo
Opið hvørt
fríggjakvøld.
Samkoma kl. 20
Skúlagerði - 430 Hvalvík
tel +298 422456
far+ 298 286458
fax + 298 422458
andrass@post.olivant.fo
heima.olivant.fo/-andrass
Skorsteins-
sóparin
er við til at halda
umhvørvið reint
Jimex Brenniovnar
Isokern Skorsteinsbjálving
Isokern Skorsteinselementir
Lúkur - Fuglaristir
Ventilar - Roykhattar
Andrass á Krossbrekku
Fráboðan um
umhvørvis-
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt, at Heilsufrøðiliga
starvsstovan tann 4. mai
2000, við heimild í grein
26 í løgtingslóg nr. 134 frá
29. oktober 1988 um um-
hvørvisvernd og kunngerð
nr. 54, grein 1, stk. 4, hev-
ur góðkent:
Alistøðina hjá
P/F Polarlaks
í Hvannasundi
Góðkenningin liggur alm-
ent frammi á Heilsufrøði-
ligu starvsstovuni. Avgerð-
in kann kærast til Føroya
landsstýri. Møgulig kæra
skal sendast Heilsufrøði-
ligu starvsstovuni, Debes-
artrøð, 100 Tórshavn, inn-
an 4 vikur frá dags dato.
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Vit útvega eisini:
Plastbakkar
Pakkibond, tape
Merkir, etikettir
Knívar
Kitlar, húgvur,
handskar, svintur o.l.
Ymisk tól til ídnaðin
Reingerðisevnir
Tilsetningsevnir
Plattar
Ráðgeving í tilevning
av pakkitilfari
...sjálvandi til besta prísin!!
Staravegur 5, P.O. Box 171
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 35 30 00
Fax +298 35 30 10
E-mail: farpack@farpack.com
Føroya størsta
úrval av
PAKKITILFARI
úr karton,
bylgjupapp og plast
innan øll vinnuøkir
*
*
*
*
*
*
*
*
*
*
Haldarar F¿royum: 320,-/rsfj.
Haldarar Europa: 490,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Prísir við litmyndum
verða sendir kring
landið og til útlandið
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
í Danmark uttan eyka kostnað
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666